Port Royale

Kjakansari: Pierce

Port Royale

GoymSkrivað hevur Dozer » 27 jul 2012, 20:43

Hey
Eg siti við einum lítlum trupulleika við spælinum Port Royale. Eg fái tað ikki at rigga... Farteldan, sum eg siti við, koyrur við Windows 7 og tað riggar so vítt eg veit fínt. Eg fái instalera spælið, men tað vildi ongantíð koyra frá autorun. Tann shortcut sum endar úti á skrivarborðinum bað um ein programlykil, sum eg inntastaði, men opinbart forkert. Nú tá eg royni at starta spælið fái eg eina feilmelding frá windows við yvirskriftini APPCRASH. Eghavi roynt at reinstalera spælið, men sama skili er.
Tá eg seinni trýsti ctrl+alt+del, síggi eg, at ein "setup.exe *32" process er starta fyri hvørja ferð, eg havi roynt at starta instalatiónina.
Er nakar, sum veit, hvat eg kann ger, fyri at fáa spælið at virka?


Annars er Port Royale 3 er komi út og kann keypast á netinum (m.a. yvir steam).
Eg havi ikki roynt 3'arin enn, men mær dámdi sera væl tað fyrsta spælið. 2'arin kom eg ongantíð ordiliga inn í. Veit ikki heilt, um tað var líka so gott.
Er nakar, ið hevur roynt 3'arin, sum kann anbefala tað? Og um man keypur tað yvir steam, fær man so eitt elektroniskt eintak, ella fær man eitt eintak sendandi við postinum?
There is no off position on my genious switch
Dozer
 
Innlegg: 274
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 19:31
Kyn: Dult

Aftur til Filmar, sendingar og telduspøl

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users