Mælt - eitt slag av ummæli

Kjakansari: Pierce

Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 09 mar 2012, 23:30

Sera flott sjónvarpshøli

Rættulig og sigandi intro til Johan í Kollafirði manglaði
Ov inforstaðið prát - hvat var hattar við fámará etc.?
Ein intro hevði skapt skipan undir samrøðuni, hon var ov leys


Innslagið hjá Tóri - grafiskt fínt
Flott uppseting á borði
Gott myndaarbeiði
Bæði vertur og kokkur sóu gott út
Kokkur dugdi sera væl at miðla
Tórur røkti eisini sín leiklut fult út
Væl fyrireika
Fínt


Intro til fyrst sangin hjá Lenu og Niclas og var ov lættkeypt
Tey høvdu uppiborði betri intro

Innslag um bátabygging
Áhugavert - men kanska eitt sindur ov nógv frætt og fregnað yvir tí

HanS F. Hansen
Góð intro
Væl krydda innslag - Hans - Daman - fótbóltur o.s.fr.
Gótt og dynamiskt klipt
Hví spurdi verturin ikki Johan um projektið hjá HFH - tað hevði kanska givið ein spennandi vinkil
Góðir spurningar frá vertinum - hann fór til markið, men ikki um tað
Kundi gott blivið pínligt - men verturin dugdi sítt handverk
HFH dugdi bara væl at svara fyri seg

Samrøða við Lenu og Niclas
Ikki so galin - byrjaði eitt sindur trivlandi - men bleiv betri og betri
Gott at verturin royndi at fáa hinar gestirnar við í samrøðuna
Tað skal hann gera meira av


Verturin var góður
Sendingin væl samansett

Eitt 10 tal á 13 skalaðinum
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur KeyserSöze » 10 mar 2012, 01:01

Carl Jóhan Jensen skrivar á Facebook:
Mælt! Álvaratos ein undirhaldssending við einum verti sum sær út sum hann er nevndarformaður í p/f Gravarhjálp... :)

Haldi so við. Verturin gjørdi eitt fínt arbeiði, men eg haldi ikki hann riggar til akkurát hatta har. Hann er ov fangaður í Dagur og Viku leiktlutinum. Ein sum Jákup Veyhe hevði sikkurt verið fínur vertur.
Annars haldi eg hatta var ein javnt keðilig sending. Hans F. Hansen var tað mest áhugaverda.
How can you have any pudding if you don't eat your meat!?
KeyserSöze
 
Innlegg: 2181
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:52
Kyn: Maður

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 10 mar 2012, 01:18

Jákup hevur roynt seg við einari slíkari - og tað var ein katastrofa.
Nei, Høgni kláraði tað bara heilt gott.
Alt gott um JCJ, men hann livir í einari farnari tíð.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur αω » 10 mar 2012, 01:48

Hatta var ein fín sending, byrjaði eitt sindur awkward, men tá hjólini vóru farin at mala, gekk tað gott.
Eg haldi at har manglaði áskoðarar og Høgni burdi byrja við eitt sindur av stand-up.
User avatar
αω
 
Innlegg: 61
Skrásett/ur: 06 nov 2008, 02:00
Kyn: Dult

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 10 mar 2012, 01:54

Ja, har er okkurt smædni - verturin kundi reist seg fyri av vísa hvør er in charge.
Alt behøvist ikki at verða so fitt og reint og ordiligt allatíðina- ein vert við nossum, er vert eina roynd.
Men vit skulu helst ikki gloyma at maðurin skal fornoyða eina heila tjóð.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Ragnar » 10 mar 2012, 11:25

Eg haldi at verturin burdi loyst seg eitt sindur meira. Hann dugdi væl, men til tíðir saknaði eg onkran meira Bubber goes Anders Lund Madsen goes Tórur Mikkelsen-sligan vert..

Og hvat var hatta við HFH, tá hann skuldi svara uppá, hvat bløðini skriva?? "Hatta passar ikki.. eitt sindur av tí passar, 100%!" Og so at siga "tað mesta av tí passaði, 100%!" Ljóðaði eitt sindur løgið, eftir mínum tykki.
Oh, yeah, they're gonna talk to you, and talk to you, and talk to you about individual freedom. But they see a free individual, it's gonna scare 'em.
User avatar
Ragnar
 
Innlegg: 211
Skrásett/ur: 08 jul 2009, 21:13
Kyn: Dult

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur tv » 10 mar 2012, 19:07

Hvar tú hevur funnið hatta 10 talið veit eg ikki EOA, men eg kundi ikki verið meira. Jú, kullisan og tað grafiska hevur nógv at siga. Men tað heila datt sundur við innihaldinum. Hvat Høgni ger í einum sovorðnum umhvørvi skilji eg ikki? Altíð tá eg síggji hann, so síggji eg ein, sum ikki tímir.

Jóhan og HFH kunnu vera áhugaverdir persónar, men hóskaðu bara ikki saman við Høgni. Høgni skal halda seg til tíðindi, ella okkurt annað, eg veit ikki hvat.

Og áskoðarir??? Hví kunnu teir ikki vera til staðar? Um KVF ætlaði at gera eitt talkshow, so skulu tey seta seg niður, og finna uppá okkurt ordiligt. Kanska MÆLT verður betur næstu ferð, men vænti tað ikki. Matinnslagi dámdi mær ikki. Hóskaði ikki inn í setuppi.
"Lower taxes." Then he adds: "I believe you are thinking of reforming your voting system. Be careful of proportional representation. I give you that as a free tip."
Benjamin Netanyahu til Charles Moore hjá The Telegraph
User avatar
tv
 
Innlegg: 1130
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 02:29
Staður: Tórshavn
Kyn: Maður

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur dei » 10 mar 2012, 19:46

Eg haldi sendingin manglaði flow. Kanska tí at spurningarnir vóru ov fyrireikaðir, kanska tí teir vóru ov borandi. Haldi generelt at tað er gott við kritiskum spurningum, men ikki í hasum slagnum av sending tí tá verður úrslitið at luttakararnir bara fara í verjustøðu, og so steðgar søgan líkasum upp.

Gestirnir vóru útmerkaðir. Men teir sloppu ikki at folda seg út. Johan Dalsgaard er serligur. Í orðsins bestu meining. Sendingin hevði saktans tolt eitt innslag úr Fámará sum kundi verið støði undir prátinum við hann. Innslagið kundi passandi erstattað innslagið um laks (sum annars var fínt, tað hóskaði bara ikki til slíka sending).

Hans Fróði er ein droymari. Aftur her í orðsins bestu meining. Dreymar eru hansara styrki. Tí skuldi verturin heldur fingið Hans Fróða at tosa um dreymar enn at bora í farnum døgum.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Turing » 11 mar 2012, 03:07

Eg haldi Høgni dugir stak væl til politiskar sendingar, har hann spyr krittiskar spurningar. Men til eina undirhaldssending riggar hann slett yvirhøvur ikki. Hann virkar niðurgerðandi og forhánisligur. T.d. spyr hann Johan í 5:30:

"Tað er ikki fyri at fornerma teg, men roynir tú eisini at vera stuttligur beint nú, ella???"

Eg mundi dotti av stólinum tá eg hoyrdi hann siga hattar. Hasin negativi og forhánisligi tónin helt á fram gjøggnum alla sendingina. T.d. dámdi honum væl at tosa um tað sum hevði kiksa hjá Hans Fróða, ístaðin fyri at fokusera uppá teir positivu eginleikarnar HFH hevur. Sjálvt tá Lena Andersen kom framat, dámdi honum at tosa um hví tey ikki hava sligið ígjøggnum uttanlanda, ístaðin fyri at fokusera uppá tann fantastiska tónleikin tey framleiða. Har mugu vera túsund positivir vinklar man kundi valgt, ístaðin fyri hasar negativu Jante vinklarnar.

Journalistar í Føroyum halda at krittiskur journalistikkur er tað sama sum negativur journalistikkur, og tað er spell. Vit hoyra nokk av negativum vinklum dag og dagliga í tíðinda- og kjak sendingum. Kunnu vit ikki fáa onkran positivan vinkul í einari undirhaldssending? Tað má gjarna vera krittiskt, men ikki so negativt og niðurgerðandi.
Turing
 
Innlegg: 193
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 23:05
Kyn: Dult

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur SigmundV » 11 mar 2012, 10:38

Púra samdur við Turing, hóast eg ikki havi sætt hesa sendingina! Hvussu er Mælt samanborið við Leivsshow, sum var fyri nøkrum árum síðan? Hetta er kanska eitt annað slag av sending?
One cannot understand ... the universality of laws of nature, the relationship of things, without an understanding of mathematics. There is no other way to do it. - R. P. Feynman

Sitatið vísir á tann stóra týdning, støddfrøði hevur.
/Sigmund Vestergaard
User avatar
SigmundV
Kjakansari í Mál, mentan og søga & Tøkni & Ítróttur
 
Innlegg: 2959
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:16
Staður: Dublin, Írland
Kyn: Maður

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur SímunCO » 17 mar 2012, 14:28

Sá eina sending um sjónvarpsinterview nú ein dagin. David Frost, sum m.a. er kendur fyri sítt interview við Nixon, var vertur. Har tosaðu teir nokkso nógv um taktikkin, at fáa tann interview'aða at kenna seg tryggan, og uppá tann mátan fáa viðkomandi at opna seg og siga meir.

Tað haldi eg, at føroyskir journalistar kundu lært eitt sindur av. Eg sá fyrstu Mælt sendingina, og eg fekk ongantíð eina kensl av, at Hans Fróði ella Jóhan kendu seg væl. Eg haldi, at tað var eitt sindur spell, tí tað gjørdi, at práti ongantíð ordiliga kom í gongd.
SímunCO
 
Innlegg: 223
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 12:18
Kyn: Dult

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur dei » 20 mar 2012, 12:23

Hvat halda fólk um aðru Mælt sending í røðini? Eg haldi hon var eitt hakk frægari, hóast hon hevði allar veikleikarnar í fyrru sendingini. Verturin var ov borandi, av tí sama kennist tað ikki sum undirhald. Hinvegin riggar tað fínt at hava gestir sum hava ymsar vinklar uppá sama mál. Haldi ikki tað var so neyðugt at vassa runt í Ole Wich/Eivør, serliga tá Ole Wich ikki slapp at vera við og føra síni sjónarmið fram.

Matarinnslagið úr Klaksvík var tað vánaligasta í sendingini og tað undrar meg at Kringvarpið ikki filtrerar slíkt burtur.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Ragnar » 20 mar 2012, 13:43

pínligasta var nokk tá øll í studioinum skuldu heilsa Sveini yvir telefon :oops:
Oh, yeah, they're gonna talk to you, and talk to you, and talk to you about individual freedom. But they see a free individual, it's gonna scare 'em.
User avatar
Ragnar
 
Innlegg: 211
Skrásett/ur: 08 jul 2009, 21:13
Kyn: Dult

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Pingu » 23 mar 2012, 18:04

Tórur er alt ov líkaglaður við mat, fyri at tað kann gerast spennandi og stuttligt, men annars dámar mær væl hugskotið.

Annars var næsta sending munandi frægari, men eg vil hava undirhald! Eg orki ikki at hoyra hattar tvassi um Óla og Gerhard. Og hví kann sendingin ikki hava eitt sindur av søgu, um hvør er Eivør? Hvør er Elin? Hvør er Gerhard? Er tað simpulthen ótolandi at fortelja eitt sindur um seg sjálvan, á opnum skíggja? Frægasta samrøða til víðari, var tann við Hans Fróða, hann tordi at fortelja eitt sindur um seg sjálvan, hvat hann droymdi um, o.s.fr.

Sofurnar síggja eisini ræðuligar út, tey burdu kunna valt okkurt, har gestirnir kundu lena seg eitt sindur meir afturá, og ikki sitið sum um tey vóru í hálvt við at telgja kjøt.

Nei, verturin er ov akward. Hann dugir ikki at bara "hygge" tosa. Tá ið hann roynir, verður tað ónatúrligt og yvirfladiskt. Men at bora, tað dugur hann.
Until they become conscious they will never rebel, and until after they have rebelled they cannot become conscious. - Winston Smith
User avatar
Pingu
 
Innlegg: 584
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 22:17
Staður: Madagaskar
Kyn: Maður

Re: Mælt - eitt slag av ummæli

GoymSkrivað hevur Ragnar » 24 mar 2012, 13:07

sendingin í gjár var nógv tann besta. ikki so nógvir spurningar inn til negativ og keðilig evni hjá gestunum, og Hanus slapp at forklára eina heldur langa men áhugaverda søgu. tað var nógv meira hyggeprát, og sofan er nú stórsta forðingin fyri, at gestirnir kunnu føla seg væl. skift hana út, sum pingu eisini sigur..

og ja, tórur má læra seg eitt sindur meira um mat, so hann kann hava onkrar meiningsfullar viðmerkingar til, hvussu maturin smakkar, og ikki bara stappa inn í munnin og stinga tummilin í lofti.
Oh, yeah, they're gonna talk to you, and talk to you, and talk to you about individual freedom. But they see a free individual, it's gonna scare 'em.
User avatar
Ragnar
 
Innlegg: 211
Skrásett/ur: 08 jul 2009, 21:13
Kyn: Dult

Fram

Aftur til Filmar, sendingar og telduspøl

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users