Roy Andersson leinkjur og faktaboks

Kjakansari: Pierce

Roy Andersson leinkjur og faktaboks

GoymSkrivað hevur Buzz Aldrin Forever » 03 des 2011, 09:35

Til tey sum hava áhuga í filmum hjá honum:

Roy Andersson

Roy Andersson er føddur í Goteborg í 1943 í einum arbeiðaraheimi og hann fekk í 1969 prógv frá Dramatiska Instituttet í Stokholm. Í 1970 leikstjórnaði hann sín fyrsta spælifilm og vann silvurbjørnina í Berlin við filminum “En kærlighedshistorie”. Hann hevur sínar røtur í arbeiðararørsluni og hetta merkist í ”Sånger från andra våningen”, ið eisini er ein uppgerð við svenska Folkhemmet – ella Svenska Vælferðarsamfelagið, Javnaðarflokkin og alla Arbeiðararørsluna. Stjórin Pelle svevur saman við einum LO-manni, ið stendur svøvnleysur í berari reyv og hyggur yvir býin. Sosialdemokratarnir eru partar av magtelituni á dekadenta Grand Hotel, saman við kykjuni, vinnulívinum og kongahúsinum. Filmurin finst at stuttskygdu fíggjarligu spádómunum hjá vísmonnunum, ið einans vilja vísa á, at ikki er ráð til at arbeiða longur. Tað sein-, ella postkapitalistiska samfelagið er óstøðugt. Altjóða peningastreymarnir avgera alt og hetta ger samfelagið veikt. Serliga húðflettir hann nýggju kapitalismuna, við at vísa at elitan flýggjar yvir háls og herðar og sleppir sær av landinum, tá alt ikki longur gongur eftir teirra vilja. Á flogvøllinum koma fleiri túsund fólk koyrandi við fjøllum av ferðagóðsi, meðan golfkylvarnir regna oman yvir flogvallargólvi. Men øll stóðga og koma ongantíð fram til at tjekka inn á flogvøllinum. Hetta er ein ótrúgv og egoistisk altjóða elita, ið onga ábyrgdarkenslu kennir yvir fyri landi og fólki. Somuleiðis sýggja við fleiri ferðir eina gongu av vinnulívsfólki, ið píska og revsa seg sjálvi.

Ein absurdur stílur

”Sånger från andra våningen” er sum sangir frá undirganginum, nærum øll ið eru við í filminum er feit, tíðuligani merkt av elli ella beinleiðis ljót. Roy Andersson er kendur fyri hetta groteska og fyri burlesku persónarnar, ið spæla við í hansara filmiska universið. Hann velur sínar persónar millum fólk hann møtir á gøtuni. Kalle er t.d. ein typografur hann møtti í IKEA. Roy Andersson er eisini ein royndur reklamufilms leikstjóri, har hann hevur skapt henda serliga stíl og hansara reklamufilmir hava vunnið nógvar altjóða prísir.

Týðuligt er at merkja eina inspiratión frá spanska leikstjóranum Louis Buñuel, serliga filmir sum ”The Discreet Charm of the Bourgeoisie”(1972) og ”Belle de jour”(1967). Tað absurda og groteska kemur haðani og víðari frá surrealismuni og absurdismuni í vannligari modernistiskari merking. Eisini er gjørligt at kenna aftur stílin hjá finska meistara leikstjóranum Aki Kaurismaki frá filmum sum ”I Hired a Contract Killer” – har ein kontórmaður, ið byr í heimsins minstu íbúð og koyrir í einum bili, ið er minni og ljótari enn ein Morris Mini, vil gera sjálvmorð, men hetta miseyðnast og hann endar tí við at leiga ein kriminellan mann, at taka lívið av honum. Alt hetta sigur Kaurismaki frá fyrstu fimm minuttirnar av filminum uttan eitt einasta orð. Soleiðis er tað eisini við ”Sånger från andra våningen” myndirnar siga ótrúliga nógv og ymisk ting í senn.

Filmlistin hjá Roy Andersson er sum málninga og fotolist, tí myndirnar í filminum innihalda síni egnu heimar, og ti er serligani hesin filmurin so ómetaliga ríkur og heilskaptur, sjálvt um eingin vánnlig søgugongd er í filminum. Myndiranr eru so klárar og einklar, at tær gerðast ótømandi og hetta minnir meg um stóra greska filminstruktørin Theo Angelopoulos og film hansara ”Ævinleikin og ein dagur”. Angelopoulos brúkar langar og stillar upptøkur fyri at fara í djúbdina og sum ein metafor, ið lýsir einsemi hja sálini. Men har Angelopoulos í filmum sínum roynir at finna ein veg og onkra vón, er Roy Andersson meiri dapur, og kanska heldur uppgevandi. Men sosialistiska hjartaði hjá honum bankar enn.
Leinkjur:

Her er eitt brot at hugna sær við:

[url]http://www.youtube.com/watch?v=iuMtSnTn ... re=related
[/url]
Ein eldri filmur:

http://www.youtube.com/watch?v=ojLnaMdg%20...%20re=related

Okkurt at flenna eftir:

http://www.youtube.com/watch?v=wzbQbHWr%20...%20re=related

Frá En kärlekshistoria frá 1970 sum var gjøgnumbrotið.

http://www.youtube.com/watch?v=eAf4kfOZ%20...%20re=related

Frá Giliap sum hann floppaði við í 1975, sum sendi hann út í at gera reklamufilm (hann fekk ikki stuðul aftaná hendan).

http://www.youtube.com/watch?v=_WaCVUcb%20...%20re=related

Maðurin, Studio 24 og hansara filmar:

http://www.royandersson.com/studio24/

Her er opið arkiv um hann:

http://svtplay.se/sok?cs,s,1,roy+anders%20...%20rsson,full

Bøkur hann hevur skriva:

http://litteretro.se/bokhandel/facklitt%20...%20herr-moro/

http://www.bokia.se/var-tids-radsla-for-allvar-5030738
Last edited by Buzz Aldrin Forever on 03 des 2011, 21:30, edited 2 times in total.
"Politikens blogs trækkes rundt ved næsen af en broget skare af landsbytosser, og vi andre, der forsøger at opretholde en seriøs debat, invaderes af de samme tosser.«" Politiken, 2011.
Buzz Aldrin Forever
 
Innlegg: 568
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 21:13
Staður: Danmark
Kyn: Dult

Re: Roy Andersson leinkjur og faktaboks

GoymSkrivað hevur Ragnar » 03 des 2011, 11:51

helvtin av hasum leinkjunum, tey sum tú sær eru stytt, rigga ikki
Oh, yeah, they're gonna talk to you, and talk to you, and talk to you about individual freedom. But they see a free individual, it's gonna scare 'em.
User avatar
Ragnar
 
Innlegg: 211
Skrásett/ur: 08 jul 2009, 21:13
Kyn: Dult

Re: Roy Andersson leinkjur og faktaboks

GoymSkrivað hevur Balula » 03 des 2011, 15:28

Links rigga ikki :(
Balula
 
Innlegg: 9
Skrásett/ur: 29 nov 2011, 17:12
Kyn: Dult

Re: Roy Andersson leinkjur og faktaboks

GoymSkrivað hevur Buzz Aldrin Forever » 03 des 2011, 21:30

Balula segði :Links rigga ikki :(


Rigga nú.
"Politikens blogs trækkes rundt ved næsen af en broget skare af landsbytosser, og vi andre, der forsøger at opretholde en seriøs debat, invaderes af de samme tosser.«" Politiken, 2011.
Buzz Aldrin Forever
 
Innlegg: 568
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 21:13
Staður: Danmark
Kyn: Dult

Re: Roy Andersson leinkjur og faktaboks

GoymSkrivað hevur SigmundV » 06 des 2011, 09:42

One cannot understand ... the universality of laws of nature, the relationship of things, without an understanding of mathematics. There is no other way to do it. - R. P. Feynman

Sitatið vísir á tann stóra týdning, støddfrøði hevur.
/Sigmund Vestergaard
User avatar
SigmundV
Kjakansari í Mál, mentan og søga & Tøkni & Ítróttur
 
Innlegg: 2959
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:16
Staður: Dublin, Írland
Kyn: Maður


Aftur til Filmar, sendingar og telduspøl

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users