Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

Kjakansari: Pierce

Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur TK » 09 jul 2011, 15:58

Oftani fær man anbefalingar frá fólkum, um at síggja hendan og handan filmin. Stórfilmar. Klassikkarar. Filmar, sum fáa topkarakter. Og man veit, at man burdi sæð filmin....men....tað er bara okkurt við filminum, sum eg ger, at man simpulthen ikki tímir at seta seg niður at hyggja. Man veit at filmurin er góður...men tað er bara líka okkurt, sum sokkar. Kanska er tað tíðsperiodan, sjónleikarin, perman, máli, ella okkurt annað.

Hvat fær teg at halda teg burtur frá "góðum" filmum? :) :D

Míni hati-ting:

- Filmar, sum snúgva seg um kongar og prinsar, og konga-klandur.
- Superhero-filmar
- Filmar um konflikt í miðeystri. Ísrael osv.
- Filmar, sum hava ein hest onkrastaðni á permuni
- Filmar, sum ganga fyri seg í Grønlandi.
- Filmar, har Pierce Brosnan er høvuðsjónleikari. (Men filmar, har hann hevur bi-rollur, kunnu saktans verða góðir)
"One should rise at four in the morning, practice sword technique, eat one's meal, and train with the bow, the gun, and the horse."
TK
 
Innlegg: 534
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:44
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur KeyserSöze » 09 jul 2011, 16:09

Filmar um sjúk børn. OMG :?
How can you have any pudding if you don't eat your meat!?
KeyserSöze
 
Innlegg: 2181
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:52
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Bluto » 09 jul 2011, 16:41

"djúpir" filmar, har einki hendir, men eingin torur at siga at filmurin stinkar.

Mær dámar væl filmar, ið krevja eitt sindur av hyggjaranum, men eg hati tá tað er ein filmur mann hevur fylgt væl við í, sum endar í einum antiklimaksi og mann fær einki afturfyri sín innsats. Og so elska allir snobbarnir filmin tí hann hevur ein sonevndan djúpan boðskap, men er í veruleikanum fullstendiga banalur, og ikki neyðugur at brúka 3 tímar uppá at fortelja.

So tá hesir snobbarnir viðmæla ein film, ið í roynd og veru er góður, so hyggi eg sjálvdan eftir teimum.

Altso: Snobbar forða mær at hyggja eftir (summum) góðum filmum.
User avatar
Bluto
 
Innlegg: 696
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 16:55
Staður: ringt at vita...
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Ragnar » 10 jul 2011, 16:47

oftast er tað tí, at vinirnir hava sæð filmin, og eg hyggi sjálvdan eftir filmi sjálvur..

t.d. havi eg ikki sæð Forrest Gump, av tí, at øll hava sæð hann..
Oh, yeah, they're gonna talk to you, and talk to you, and talk to you about individual freedom. But they see a free individual, it's gonna scare 'em.
User avatar
Ragnar
 
Innlegg: 211
Skrásett/ur: 08 jul 2009, 21:13
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur SigmundV » 10 jul 2011, 21:03

Tími sjáldan at hyggja at filmi. Tað er tað, sum forðar mær í at hyggja at góðum filmum.
One cannot understand ... the universality of laws of nature, the relationship of things, without an understanding of mathematics. There is no other way to do it. - R. P. Feynman

Sitatið vísir á tann stóra týdning, støddfrøði hevur.
/Sigmund Vestergaard
User avatar
SigmundV
Kjakansari í Mál, mentan og søga & Tøkni & Ítróttur
 
Innlegg: 2959
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:16
Staður: Dublin, Írland
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Pingu » 12 jul 2011, 04:01

Sum oftast havi eg ikki tol at hyggja eftir filmi. Um filmurin er vánaligur, hevur mann spilt eini tveir tímar :x
Until they become conscious they will never rebel, and until after they have rebelled they cannot become conscious. - Winston Smith
User avatar
Pingu
 
Innlegg: 584
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 22:17
Staður: Madagaskar
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Tanerion » 15 jul 2011, 11:25

eg haldi meg ikki burtur frá nakrari genru
tá eg hyggi eftir onkrum er tað sum regul okkurt ið eg sjálvur havi funnið uppá at hyggja eftir
What else would I be here for? To illegally enter the premises, of course
User avatar
Tanerion
 
Innlegg: 408
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:32
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur python » 17 jul 2011, 22:39

Um perman á einum filmið sigur at filmurin er based on a true story, so er tað neyvan vert at kanna nærri. Tí hyggji eg vanliga ikki eftir tílíkum
python
 
Innlegg: 249
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 14:00
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Tanerion » 17 jul 2011, 23:01

python segði :Um perman á einum filmið sigur at filmurin er based on a true story, so er tað neyvan vert at kanna nærri.

vónandi hevur tú sæð Goodfellas allíkavæl
What else would I be here for? To illegally enter the premises, of course
User avatar
Tanerion
 
Innlegg: 408
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:32
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur KeyserSöze » 17 jul 2011, 23:10

python segði :Um perman á einum filmið sigur at filmurin er based on a true story, so er tað neyvan vert at kanna nærri. Tí hyggji eg vanliga ikki eftir tílíkum


Hví tað?
How can you have any pudding if you don't eat your meat!?
KeyserSöze
 
Innlegg: 2181
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:52
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Ragnar » 18 jul 2011, 12:50

KeyserSöze segði :
python segði :Um perman á einum filmið sigur at filmurin er based on a true story, so er tað neyvan vert at kanna nærri. Tí hyggji eg vanliga ikki eftir tílíkum


Hví tað?


ja, hatta skilji eg heldur ikki... tað eru nógvir góðir filmar, sum eru labled Based on a true story/events. hevur tú havt fleiri ringar royndir við tílikum filmum?
Oh, yeah, they're gonna talk to you, and talk to you, and talk to you about individual freedom. But they see a free individual, it's gonna scare 'em.
User avatar
Ragnar
 
Innlegg: 211
Skrásett/ur: 08 jul 2009, 21:13
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur SigmundV » 18 jul 2011, 17:52

Hann hugsar um rættsaksdrama á Hallmark... Men ja, útsøgnin er undarlig - onkursvegna ov generaliserandi.
One cannot understand ... the universality of laws of nature, the relationship of things, without an understanding of mathematics. There is no other way to do it. - R. P. Feynman

Sitatið vísir á tann stóra týdning, støddfrøði hevur.
/Sigmund Vestergaard
User avatar
SigmundV
Kjakansari í Mál, mentan og søga & Tøkni & Ítróttur
 
Innlegg: 2959
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:16
Staður: Dublin, Írland
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Jóan Pauli Jespersen » 19 jul 2011, 22:52

Eg var og hugdi eftir Melancholia í Havnar Bio saman við restini av familjuni. Ongin annar var til sýningina. Eg var nokso skuffaður av filminum, men um ongin kemur, tá ið tey fyri einaferð skild vísa okkurt annað enn popkornfilmar fyri børn, so kann man væl heldur ikki vænta, at teir gera slíkar royndir aftur.
Jóan Pauli Jespersen
 

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Bluto » 19 jul 2011, 23:44

Ája. eg skíti á hvussu góðir allir von Trier filmarnir eru. Eg haldi teir stinka. Og eg ætli mær ikki at hyggja eftir fleiri filmum hjá honum.
User avatar
Bluto
 
Innlegg: 696
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 16:55
Staður: ringt at vita...
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur SigmundV » 20 jul 2011, 05:57

Bluto segði :Ája. eg skíti á hvussu góðir allir von Trier filmarnir eru. Eg haldi teir stinka. Og eg ætli mær ikki at hyggja eftir fleiri filmum hjá honum.

Samdur. Í einum filmi gekk Nicole Kidman og mól á nøkrum kritstrikum í tveir tímar. For helviti altso...
One cannot understand ... the universality of laws of nature, the relationship of things, without an understanding of mathematics. There is no other way to do it. - R. P. Feynman

Sitatið vísir á tann stóra týdning, støddfrøði hevur.
/Sigmund Vestergaard
User avatar
SigmundV
Kjakansari í Mál, mentan og søga & Tøkni & Ítróttur
 
Innlegg: 2959
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:16
Staður: Dublin, Írland
Kyn: Maður

Fram

Aftur til Filmar, sendingar og telduspøl

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users