Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

Kjakansari: Pierce

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Tanerion » 20 jul 2011, 06:26

SigmundV segði :Í einum filmi gekk Nicole Kidman og mól á nøkrum kritstrikum í tveir tímar.

eftir mínum tykki hansara næstbesti filmur
ikki at tað er nakað hjá honum at reypa av :lol:
What else would I be here for? To illegally enter the premises, of course
User avatar
Tanerion
 
Innlegg: 408
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:32
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Jóan Pauli Jespersen » 20 jul 2011, 13:53

But thats not the point. Tað koma opinbært bara nógv fólk í biografin, tá ið teir vísa teknifilmar. So kunnu fólk heldur ikki vænta at nakað annað kemur. Nú snýr hettar kjakið seg ikki bara um biografin, men okey.
Jóan Pauli Jespersen
 

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Tanerion » 20 jul 2011, 15:01

nei skilji teg væl
høvdu tey í minsta lagi víst teir minni mainstream teknifilmanir...
What else would I be here for? To illegally enter the premises, of course
User avatar
Tanerion
 
Innlegg: 408
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:32
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Zud » 02 aug 2011, 08:23

Filmar, ið eru based on a true story.
- Tað er altíð so biased, tað er altíð so yvirdrivið, langt frá veruleikanum og ikki minst: gjørt til at selja meir. Kann ikki brúkast.

Filmar, ið handla um okkurt mafia-tvætl.
- Boring. Done to death. Øll hava sæð tað. Joe Pesci, De Niro, Al Capone, onki nýtt. Og eg havi sæð teir flestu.

Filmar, ið handla um okkurt kríggs-tvætl.
- Blanding av tveimum teimum fyrstu punktunum.

Filmar, ið handla um trupulleikarnar hjá teimum stakkals fólkunum í hasum økinum, tú veit (onki bestemt øki.)
- Fyrsta punktið. Og tað at eg klári bara ikki at leggja ein lort í tað.

Filmar, ið hava ov nógv CGI, tvs. okkurt sum er teldugjørt.
- Eg hati tað. Simpult. CGI er eitt tól og ikki nakað man skal basera ein film á. Mid-90's upp til nú, here's looking at you. CGI er blivið munandi betri við tíðini, men tað er autotune eisini, men tað sigur ikki ein skid, really, ha? CGI/autotune (I digress...) frá 90'unum ella CGI/autotune frá 00'unum? Tað er sum at velja ímillum at eta eitt stinkdýr við salt á, ella eitt stinkdýr við fløtaskúm á.

Filmar, ið eru eldri enn 60'ini.
- Sindur ógvuslig generalisering kanska, tí eg havi sæð onkrar ið mær dámdi væl, men eg fari ikki djúpri í tað, tí eg veit ikki akkurát hvat tað er sum eg ikki dámi. I suck.

Filmar, ið eru anbefalaðir av øðrum, especially filmsnobbar.
- Í mínari verð er tað bara eg sum havi skil fyri filmum, óansæð hvat, so eg tori ikki at risikera at filmurin er vánaligur. Tvætl, eg veit ikki. Eg plagi at leita eftir einum filmi at hyggja eftir, í tí genruni eg eri áhugaður í akkurát tað tíðspunktið, og so lesi eitt sindur um filmarnir og velji so at hyggja, um tað er nakað sum fangar meg. Ein anbefaling er sum oftast nokkso spontan, og tað eri eg ikki tá eg velji ein film.

Filmar, ið royna at virka djúpir, innviklaðir og tankavekjandi.
- Teir taka seg sjálvar for seriøst. Teir royna at vera nakað teir ikki eru. Simpil konseptir verða gjørd yvirkompliseraði, sum oftast. Og eg klári bara ikki tankan um at blíva vekk og ikki skilja filmin fyrstu ferð.

Filmar, ið brúka børn sum horror-elementið.
- Tí.

Hattar eru mínir umskyldningar. Teir eru yvirfladiskir og brekaðir, men soleiðis er tað bara, I guess.
Zud
 
Innlegg: 19
Skrásett/ur: 20 okt 2010, 00:51
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Bluto » 03 aug 2011, 22:35

Zud segði :Filmar, ið eru anbefalaðir av øðrum, especially filmsnobbar.

Filmar, ið royna at virka djúpir, innviklaðir og tankavekjandi.


Right on, brother.
User avatar
Bluto
 
Innlegg: 696
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 16:55
Staður: ringt at vita...
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Ragnar » 05 aug 2011, 11:50

Zud segði :Filmar, ið handla um okkurt mafia-tvætl.
- Boring. Done to death. Øll hava sæð tað. Joe Pesci, De Niro, Al Capone, onki nýtt. Og eg havi sæð teir flestu.


ja? eg kom beinanvegin í tankar um tveir góðar.. Public Enemy og American Gangster.. men jú, eg dugi at síggja, at tað er torført at koma við nøkrum slóðbrótandi í hesari sjangruni..
Oh, yeah, they're gonna talk to you, and talk to you, and talk to you about individual freedom. But they see a free individual, it's gonna scare 'em.
User avatar
Ragnar
 
Innlegg: 211
Skrásett/ur: 08 jul 2009, 21:13
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Bluto » 05 aug 2011, 13:59

Og nú fari eg at vera tann næsti í hesum tráðnum, ið sigur at vónandi hava tit sæð Goodfellas.
(Ella Godfather fyri ta saks skuld)
User avatar
Bluto
 
Innlegg: 696
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 16:55
Staður: ringt at vita...
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur TK » 06 aug 2011, 08:38

Ja, mafiafilmar er nakað mogið nakað. Man skal bara hyggja at Godfather og Goodfellas, og so er sum so ikki neyðugt at róta meira í hasari genruni. Filmar um svart ghettolív í USA sigur mær heldur ikki ein pinn. Sikkurt tí tað liggur so langt burtur frá mínum dagligdegi. Tó so, so var 8 Mile rættliga góður.
"One should rise at four in the morning, practice sword technique, eat one's meal, and train with the bow, the gun, and the horse."
TK
 
Innlegg: 534
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:44
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Sammi » 09 aug 2011, 12:47

TK segði :Ja, mafiafilmar er nakað mogið nakað. Man skal bara hyggja at Godfather og Goodfellas, og so er sum so ikki neyðugt at róta meira í hasari genruni.
Yes!

TK segði :Filmar um svart ghettolív í USA sigur mær heldur ikki ein pinn. Sikkurt tí tað liggur so langt burtur frá mínum dagligdegi. Tó so, so var 8 Mile rættliga góður.
8 mile er góður, tí at hevur nakað uppá hjarta, í mótsetning til tað allar mesta av øllum hesum líkagildiga ghetto gangsta møsninum.

Filmar sum hava ov nógv uppá hjarta kunna eisini verða teir sverastu at fáa sæð, sjálvt um teir eru knasandi góður og hava fantastisk ummælið. Onkutíð er tað bara for nógv í senn at taka inn, tá ið man longu hevur verið til arbeiðis og havt ein langan dag, so vil man helst bara sleppa at slappa av í sofuni, og ikki at bekymra seg um verðins trupulleikar.
User avatar
Sammi
 
Innlegg: 464
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 11:46
Staður: í kbh
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Buzz Aldrin Forever » 12 aug 2011, 17:33

TK
Oftani fær man anbefalingar frá fólkum, um at síggja hendan og handan filmin. Stórfilmar. Klassikkarar. Filmar, sum fáa topkarakter. Og man veit, at man burdi sæð filmin....men....tað er bara okkurt við filminum, sum eg ger, at man simpulthen ikki tímir at seta seg niður at hyggja. Man veit at filmurin er góður...men tað er bara líka okkurt, sum sokkar. Kanska er tað tíðsperiodan, sjónleikarin, perman, máli, ella okkurt annað.


Eg veit ikki ordeligt hvat tað er sum ger at filmar hava ymiska ávirkan á okkum.

Eg havi eini 300-400 útvaldar filmlistarligar dvd-arar sum standa á hyllini, sum eg ikki síggji so nógv sum eg burdi, men eg havi sæð teir.

Ofta er filmur forbundin við hugnað, at slappa av, kobla av og fyri summi rein eskapima, hesi vilja ikki hava ein 8 tímar langan dokumentarfilm um Holocaust sum Shoah.

Onkuntíð vilja fólk lesa eina krimi og ikki Kafka.

Men um fólk bert lesa krimi og ikki fáa lisið nakað annað, ella sæð ordeligar filmar so er tað trist.

Eg lærdi at síggja japanskar, kinesiskar og hvat sum helst filmar, herundir polskar, russiskar og iranskar filmar - man er ikki føddur við tí.

Eg hevði t.d. einaferð dragsa onkran við til ein japanskan film í bio og eg helt at hann var nokso góður, men tey vóru slett ikki komin inn í filmin, tí hann ikki var amerikanskur/enskur. Tey føldu tað sum sum 90 min. av pínu.

Eg helt meg hava nøkunlunda sæð nógv innan film, innan eg tók skeið í filmsøgu og filmanalysu á Film & Medievidenskab og lærdi meðan eg var ungur, at eg visti nærum einki um filmlist og fekk - hvat eg nú eri takksamur fyri - eina skúling í filmsøgu og filmlist. Hvat lærir men veruliga her, jú m.a. at niðurbróta 'forðingar' og at opnað seg fyri filmi, um tað so eru avantgardestuttfilmar frá 1920unum í Kekkia, russisk montasja, neorealisma, nýbylgja, modernisma, postmodernisma - men tá tað so er sakt, so havi eg ringt við at vera opin yvir fyri mainstreamfilmum og genrefilmum frá Hollywood.

Eg hati klisjeir, actionfilmar eru nærum ein stór klisje.

Og:

Tómt undirhald.
Sentimentalir filmar um fólk sum skulu skiljast og hava børn.
Splatterfilmar.
Gysarafilmar.
Alt sum Tom Cruise spælir við.
Filmar sum eru gjørdir til svørt (eg eri skeivt segment) fólk, við svørtum leikarum í øllum leiklutum.
Filmar har fólk skulu giftast (undantak er Muriels Wedding og Four Weddings and a Funeral).
"Politikens blogs trækkes rundt ved næsen af en broget skare af landsbytosser, og vi andre, der forsøger at opretholde en seriøs debat, invaderes af de samme tosser.«" Politiken, 2011.
Buzz Aldrin Forever
 
Innlegg: 568
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 21:13
Staður: Danmark
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur python » 13 aug 2011, 20:46

KeyserSöze segði :
python segði :Um perman á einum filmið sigur at filmurin er based on a true story, so er tað neyvan vert at kanna nærri. Tí hyggji eg vanliga ikki eftir tílíkum


Hví tað?


Zud svarar tað nokso gott fyri meg.
For ofta lærir man aftaná hvussu langt frá veruleikanum filmarnir eru, og fólk generelt trúgva uml. at "filmurin er sannleikið".
.. for ofta eru teir um keðilig evnir.. annars tað sum zud segði!
python
 
Innlegg: 249
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 14:00
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur TK » 20 aug 2011, 19:54

...men tað ringasta eru filmar, sum starring eina rúgvu av topp sjónleikarum, og sum fyriganga á einum enskum harragarði, og lýsa hvussu onkur skal arva góðsið, men tað er altíð ein rebelsk ung dama, sum splolerar alt. Og tey eru í hvørtfall altíð í ov nógvum klæðum. Filmarnir eita altíð okkurt a la "Worthington's Yeast".
"One should rise at four in the morning, practice sword technique, eat one's meal, and train with the bow, the gun, and the horse."
TK
 
Innlegg: 534
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:44
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur tv » 21 aug 2011, 14:45

Stuttfilmar, skilji snøgt sagt ikki meingina. Ein filmur í mínari verð skal vera min. 80 min langur.
Sum Buzz kemur inn á, fyri meg er ein filmur hugni. So at hyggja eftir einum stuttfilmi er ikki hugni fyri mær.

Og meginparturin av filmum sum koma út nú. Í mun til fyrr, eru tað fáir filmar eg tími at hyggja eftir. Men kanska eri eg eitt offur fyri snævurskygdari føroyskari filmsmentan, tvs poppur úr Hollywood er tað sum fær størstan fokus, og at eg leit ikki sjálvur eftir tí góða sum kemur út. Sæð fleiri áhugaverdir trailari á youtube, sum eg gott hevði kunnað hugsað mær at sæð, men tá Havnar Bio setur dagsskránna..............
"Lower taxes." Then he adds: "I believe you are thinking of reforming your voting system. Be careful of proportional representation. I give you that as a free tip."
Benjamin Netanyahu til Charles Moore hjá The Telegraph
User avatar
tv
 
Innlegg: 1130
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 02:29
Staður: Tórshavn
Kyn: Maður

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur Lucy » 20 mai 2012, 18:21

Tad sum fordar mar at hyggja at filmum er hvis teir eru amerikanskir ella eru vid Hollywood "stjornum". Tad eru simpulthen so nogvir amerikanskir filmar a marknadinum at teir yvirsvimja alt.

Onkuntid ber to til at faa fatur a einum filmi sum ikki er amerikanskur og so siti eg so hugagod og hyggji. Ein tann besti er tann kinesiski sum eitur a enskum "Farewell my Concubine", id er um tveir sjonleikarar undir Mao-styrinum. Annars eru kinesiskir filmar ofta framur.

Tad er simpulthen so tapuligt sum amerikanar skula gera allar utlendskir filmar um aftur, so sum "The Girl with the Dragon Tattoo" og "The Killing" (Forbrydelsen...
Lucy
 
Innlegg: 125
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 09:51
Kyn: Dult

Re: Hvat forðar tær at hyggja eftir góðum filmum?!?

GoymSkrivað hevur palleba » 26 mai 2012, 21:33

Filmar ið eg ikki tími at hyggja eftir eru: Gysarar, Splat-filmar, og flestu Sci-Fi filmarnar. Annars kann eg hyggja eftir flestu genrunum.

Men eg dámi eisini betur TV-filmar (Made for TV) heldur enn Hollywood. Hollywood yvirdrívir handlingina, TV-filmarnir eru kanska verri gjørdir, men handlingin er ofta betur.

Hjá mær eru amerikanskir filmar best, og so eitt sindur av Enskum og Donskum, restin er minni gott hjá mær.

Heilsan
Palleba
Heilsan
Palleba
User avatar
palleba
 
Innlegg: 85
Skrásett/ur: 19 nov 2008, 00:03
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Filmar, sendingar og telduspøl

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron