Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

Kjakansarar: Arni!, Hergeir Eldevig

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir Eldevig » 28 jul 2010, 13:12

og hvat sker so um vit samanbera hettar output við tað hjá nýggju FUTT nevndini ?
User avatar
Hergeir Eldevig
Kjakansari í Tónleikur
 
Innlegg: 599
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 15:20
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur MagnusPauli » 28 jul 2010, 14:32

Tja. Konsertirnar í 2006 og 2007 góvu ikki yvirskot. So har var ongin peningur tilyvirs til nakað sum helst. Og er rokni ikki við at FUTT hevur havt tað lættari í Tórsgøtu.
MagnusPauli
 
Innlegg: 45
Skrásett/ur: 19 nov 2008, 17:51
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 31 jul 2010, 01:24

Hergeir Eldevig segði :Felagið FUTT kemur í marts til TK fyri at tosa um ÓK. (ein avtalaður fundur)
Felagið skyldar 200.000 fyri eitt tiltak sum teir sjálvir hava játta seg at skipa fyri (=Asfalt, ið TK ikki vildi leggja meira orku í)
og vilja tí hava at TK antin veitir trygd fyri hesi skuld e.l. (veit ikki heilt hvat kravið var)
annars verður eingin ÓK.

TK vil ikki gjalda hesa skuld. Og velur at standa fyri ÒK sjálv. Sum ein fyribils loysn. Sum eg skilji tað so er hettar orsaka av væntandi áliti á FUTT.

FUTT mutar ikki ímóti. (í øllum førum hoyrist einki um hettar í fýra mdr)



Hey Hergeir, hetta er jú ein heilt onnur søga, enn tann sum kommunan og Futt eru komin við, hvar hevur tú hesar upplýsingar frá?
"All the undead souls that roam the night, they can suck my dick", Billy Idol og Tony Iommi í Into The Night
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1161
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir » 31 jul 2010, 03:34

Hetta sigur formaðurin í FUTT um málið
Fyrst stjelur hon konseptið. Síðani niðurger hon tey, ið hava skapt konseptið. Vælkomin til Tórshavnar Kommunu og ólavsøkukonsertina 2010

Verður trúttað nóg ofta niður í teg , at tú er óvitandi, ódugnaligur – ja enntá andstyggiligur – er sannlíkt, at tú fyrr ella seinni fer at trúgva hesum. ”Ein lygn, søgd nóg ofta, gerst sannleiki” er kommunisturin Lenin endurgivin fyri at siga, og faðirin at modernaðari sálarfrøði William James staðfesti eisini, at “onki er so absurd, at um tú bara endurtekur tað nóg ofta, so fara fólk at trúgva tí.”

Kom at hugsa um hetta, nú reyði tráðurin í taktikkinum hjá Tórshavnar Kommunu mótvegis Futt tykist vera at royna at skaða trúðvirðið hjá okkara felagsskapi og annars koma við ørgrynnu av høpisleysum pástandum upp í saman.

Sakin er tann, at síðani 1986 hevur Futt (við undantaki av 2007, tá Futt bjóðaði konsertina út til annan fyriskipara) skipað fyri ólavsøkukonsertini. Síðani nýggja nevndin í Futt kom til, við undirritaða sum formanni á vári 2008, hevur Futt skipað fyri tveimum ólavsøkukonsertum – í 2008 og 2009 – sum sambært øllum pørtum eydnaðust fram úr væl (meira um tað seinni). Men nú er tað ein farin tíð. Hví? Ja, tað spyrja vit eisini okkum sjálvi.

Aftan á nærmast ovarakæti, har borgarstjórin í 2008 fegnaðist um, hvussu væl hevði riggað, eru nýggir tónar farnir at ljóða av Vaglinum seinastu vikurnar. Brádliga er tað vorðið til, at Futt megnar ikki sína uppgávu og tískil hevur Tórshavnar Kommuna sett seg sjálvan sum konsertfyriskipara. Heldur enn at lata fólk og feløg skipa fyri, skal politiska apparatið nú standa fyri konsertunum. Hví? Jú ”Konsertirnar hava ikki riggað nóg væl seinastu árini”, hevur verðið meylað upp í saman seinastu vikurnar. Men her finnast ongin fakta, ið undirbyggja nýggju pástandirnar. Tvørturímóti.

Heilt margháttligt gerst tað, nú Tórshavnar Kommuna eisini er farin at siga, at vit – les Futt og tónleikarar – ”hava ikki megnað at fylgt við tíðini”. Og upp aftur meira láturligt gerst tað, tá nýggi trivnaðarstjórin í Tórshavnar Kommunu Jóan Petur Hentze kemur á pallin og sigur við Dimmu, at ”konsertin var ikki nóg góð og hevði diffusan málbólk”. Spillfeskur kritikkur. Men framvegis ongar grundgevingar.

Ja, hvat mann kommunan meina við? Nýbryggjaði kritikkurin, at vit ”hava ikki megnað at fylgja við tíðini” missir alt flog, tá tú sært, at allar størsti parturin av nøvnunum, sum fara á konsertpallin í ár, eisini luttóku á ólavsøkukonsertini í 2008 ella 2009. Her kunnu nevnast frálík nøvn so sum Sic, Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Jens Marni Hansen, Bet Your Are William. Einasti veruligi munurin tykist vera, at Tórshavnar Kommuna hevur valt at ganga burtur frá okkara visjón við at bert hava føroysk nøvn við á konsertini á tjóðarhátíð føroyinga. Tórshavnar Kommuna vil heldur brúka bróðurpartin av tónleikarasamsýningunum til ein danskan bólk. Er tað kanska tað, sum býráðið meinar við prátinum, um at ”at fylgja við tíðini?” Og er tað veruliga so flott, at nú kommunalir skattapengar vera sendir til Danmarkar við donskum høvuðsnavni, so kann trivnaðarstjórin loksins staðfesta, at konsertin var ”nóg góð?”

Ja, nú vit eru í gongd, latið okkum so bara fáa fakta á borðið viðvíkjandi nýggja konsertfyriskiparanum, Tórshavnar Kommunu: Hava tit gloymt, at Tórshavnar Kommuna í 2008 ikki ynksti at fáa ungdómin oman í býin so tætt upp undir ólavsøkuna, við eitt nú tí grundgeving, at tey ungu kanska skikkaðu sær so illa, at tað kundi blíva eitt øgiligt upptak at skula hava Havnina vakra til ólavsøkukrúðgonguna? Hava tit gloymt, at hetta var nakað, sum Futt stríddist fyri, og sum Kommunan síðani hevur tikið til sín?

Hava tit gloymt, at Futt afturfyri – aftaná í tríggjar mánaðir áhaldandi og treiskliga at hava stríðst fyri at fáa konsertina flutta, noyddist at flyta konsertina til fríggjakvøldið 25. juli 2008, so at kommunan skuldi fáa stundir at rudda upp efitir ólavsøkukonsertina?

Hava tit gloymt, hvussu borgarstjórin – leygarmorgunin 26. juli í 2008, dagin eftir at konsertin hevði verið í Tórsgøtu – rósti Futt, ólavskukonsertini og ungdóminum? Hann tók nakað soleiðis til í loftmiðli: ”Eg fór til bakaran í morgun og sá ongi tekin um, at hundraðtals ungdómar høvdu stuttleika sær, so væl var farið um.” Hevur Borgarstjórin kanska gloymt, hvat hann sjálvur segði?

Eg minnist í hvussu er, at vit sum nýggj nevnd í Futt frøddust yvir fløvandi orðini frá okkara borgarstjóra hetta summarið í 2008. Uppaftur størri var gleðin, tá Futt sama árið í oktober gjørdi avtalu við Tórshavnar Kommunu um ólavsøkukonsertina árið eftir – konsertina í 2009. Tá vóru bara føgur orð at hoyra.

Tá nýgga nevndin fyri Futt við undirritaða sum formanni fór til verka í mars 2008 var nakað av tí fyrsta, sum vit gjørdu, at seta okkum í samband við konsertfyrireikarar, loftmiðlar, aðrar miðlar, mentanarstovnar og onnur innan tónleikavirksemi í Føroyum. Sjálvur valdi eg at fara upp í hetta arbeiði, tí eg meti tað vera av alstórum týdningi, at vit hava feløg sum Futt, sum eru við nógvastaðni, samstarva breitt, og fremja lobby og arbeiða fyri at bøta um korini hjá tónleikinum í Føroyum. Tað kann vera í royndini at fáa órímiliga høga tollin niður á ljóðførum, skeiðsvirksemi, tónleikaráðstevnum. Ella sum tað nýggjasta, at skapa betri karmar fyri liveframførslum kring landið umvegis Gramexgrunnin, sum Futt eisini hevur umboð í, har møguleiki nú er at fáa ferðastuðul í sambandi við spælingar.

Fyri okkum eru lyklaorðini samstarv og menning. Soleiðis var eisini, tá vit fóru í gongd við at skipa fyri ólavsøkukonsertini 2008, sum vit kallaðu Futt í býin. Hóast hugskotini vóru mong, hevði nýggja nevndin ongi ynski um at uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur. Tí hvíldi ólavsøkukonsertin á herðunum hjá undanfarnu FUT-fyriskiparum og bygdi eisini á royndirnar hjá øðrum konsertfyriskiparum, so sum Summartónum, Jazzfestivalinum, G!, Summarfestivalinum, Jóansøkufestivalinum, Mjús osfr. Fleiri góð hugskot komu frá garvaðum fyrireikarum, ið Futt tók til sín. Eitt nú haldi eg meg minnast, at hugskotið um at nýta mammur sum dempandi ávirkan á ungdómin kom frá fólki aftanfyri G! Festivalin. Vit samstarvaðu í allar ættir. Syrgdu í samstarvi við MBF fyri, at umstøðurnar hjá rørslutarnaðum á konsertøkinum batnaðu munandi. Grundløgdu ein rúsdrekkapolitikk soleiðis, at teir trupulleikar, sum høvdu verið til ólavsøkukonsertina 2007 nú vóru fingnir av vegnum. Vit høvdu sostatt ongar trupulleikar við ungdóminum og fingu tískil heldur ongar klagur. Tvørturímóti fingu vit rós fyri nýhugsan á fleiri økjum.

Men onkursvegna – og uttan nakran form fyri konstruktivum dialogi – er tað sum vendi upp nú farið at venda niður. Tórshavnar Kommuna hevur sum sagt givið Futt fótin og fer nú sjálv at skipa fyri ólavsøkukonsertini. Fyri at rættvísgera henda ódámliga politiska leikin, verður samstundis karakterálop framt á Futt og føroyskar tónleikarar. Borgarstjórin í Havn sigur nú við Dimmu, at tónleikarar skulu halda seg til at spæla tónleik, tí tað duga teir, og halda seg frá at skipa fyri konsertum, tí tað duga teir ikki. Hevur borgarstjórin hugsað um, hvussu niðurgerandi hetta er mótvegis fleiri av fremstu stavnamonnunum og kvinnum innan føroyskt tónleika og mentanarlív?

Hvat við teimum tíggjutals Jazzfestivalum, sum tónleikarin Brandur Øssursson fyriskipaði í okkara høvuðsstaði í 80'unum og langt inn í 90'ini? Hevði tað verið betri, um kommunan skipaði fyri? Hvat við øllum teimum óteljandi konsertum og festivalum – eitt nú Summartónar – , sum tónleikarin Kristian Blak stendur á odda fyri? Hevði tað verið betri, um kommunan skipaði fyri? Hvat við G! og teimum tónleikatiltøkunum sum tónleikarin Jón Tyril hevur skipað í áravís og sum hann fekk M. A. Jacobsen virðisløn fyri? Hevði tað verið betri, um Gøtu Kommuna skipaði fyri? Og hvør kann gloyma Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø – báðir tónleikarar – sum eru høvuðsmenn aftan fyri Summarfestivalin í Klaksvík? Hevði tað verið betri um Klaksvíkar Kommuna skipaði fyri?

Nei borgarstjórin má hava misskilt okkurt grundleggjandi. Orsøkin til at júst tónleikarar og tónleikafelagsskapir ofta skipa fyri konsertum og tónleikafestivalum er so einføld sum tann, at tónleikarar brenna fyri tónleikinum. Eldhugur, skil fyri fakinum og alskur til tónleikin eru grundleggjandi fyritreytir fyri, at konserttiltak skal eydnast. Av teimum túsundtals tónleikarum, sum eru virknir á ein ella annan hátt í Føroyum, finnast tað sjálvsagt tónleikarar, ið eisini hava náttúrlig evni og hug at skipa fyri konsertum og festivalum. At borgarstjórin í Havn heldur nakað annað er fyrst og fremst syrgiligt. Hetta hevur sjálvsagt onki hald í veruleikanum, men passar eyðvita sum fótur í hosu við nýggja, sjálvglaða konsertpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu í sambandi við ólavsøkuna. Fyri okkum onnur hevði tað verið ólíka hugaligari, um Tórshavnar Kommunan skapti tónlistarligar karmar heldur enn klandur.

Eg skal ikki troytta lesaran við fleiri smálutum, men bara staðfesta, at konseptið við ólavsøkukonsert er okkara – og nú hevur Tórshavnar Kommuna ognartikið hetta. Í 2008 flutti Ólavsøkukonsertin úr Kommunuskúlagarðinum í Tórsgøtu. Í 2009 var Ólavsøkukonsertin fyri aðru ferð hildin í Tórsgøtu – samstundis sum aðrir fyriskiparar komu oman í býin og út á Skálatrøð. Í 2010 er fyri sovítt onki broytt – annað enn at nú skal hetta eitast at vera eitt ”heildarkonsept”, sum Tórshavnar Kommuna hevur arbeitt við leingi. Hví í víðu verð skuldi hetta haldast loyniligt fyri Futt? Hví kundu vit ikki so frægt sum vera við í hesum arbeiði?

Eg eri sjálvur nóg gamalur til at minnast, hvussu Tórshavnar Kommuna í 1982 tók ólavsøkukonsertina frá Tutl, og hvussu sama Kommuna tók Perluna frá Havnar Jazzfelag í 1983. Nógv framstig hava verið seinastu árini og eg trúði satt at siga, at vit vóru komin inn í eitt nýtt ártúsund í øllum góðum og at vit høvdu eitt avbera gott samstarv við Tórshavnar Kommunu. Men nú vit skrivað 2010 spøkir betrivitandi politiska maktgirndin aftur í skýmaskotum. Sambært borgarstjóranum duga tónleikarar onki – annað enn at spæla tónleik – og tískil skal Futt varpast út soleiðis at býráðslimir og almennir deildarleiðarar sjálvir kunnu skipa fyri ólavsøkukonsert.

Hetta er herskin biti hjá okkum í Futt at svølgja, men satt at siga kunnu tað bara vera høgu harrarnir í Tórshavnar Kommunu, ið hava ringan smakk í munninum. Og hesaferð skulu kommunalar lygnir og ósatt meyl um Futt so ikki sleppa at gerast ómótsagdir almennir sannleikar. Tí hesi orðini.

Við ynskjum um ein góða ólavsøku annars.

Jóhannus á Rógvu Joensen,

Formaður, Futt
Blaðfólk - Hvat heldur tú vera løgið?
Jensina - At fólk halda tað er løgið, at fólk ikki eru líka sum tey
User avatar
Hergeir
 
Innlegg: 1929
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 10:23
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir » 31 jul 2010, 03:37

... og her fáa tit nøkur orð frá Levur Thomsen
Ólavsøka er, og býráðið nýtir nú av álvara høvið at profilera seg og vísa, hvussu man rekur kommunalpolitikk - at karmarnir veruliga eru settir, at Ólavsøkan loksins er fólkslig og fyri øll. Ella er hon nú tað....?

Leivur Thomsen, tónleikari og skattaborgari

Tórshavnar Býráð er farið er undir at gera eitt nýtt "heildarkonsept" fyri Ólavsøkuna, og Ólavsøkukonsertin skal vera partur av hesum konsepti. Býráðið sigur, at konsertin undanfarin ár hevur verið illa fyriskipað, og at málbólkurin hevur verið diffusur. Tórshavnar býráð heldur, at konsertin burturav eigur at vera fyri unga málbólkin. Tí hevur býráðið gjørt av, at felagið FUTT frá í ár ikki fær loyvi at hava konsertina aftur, og at býráðið sjálvt skal skipa fyri konsertini framyvir.

Ólavsøkukonsertin og karmarnir
Øll árini hevur tað verið tónleikafelagið FUT, sum hevur skipað fyri Ólavsøkukonsertini. Konsertin varð 2 tey fyrstu árini (1986-87) hildin úti á Skansanum. Eftir hetta gjørdi Tórshavnar Býráð av, at tiltakið skuldi flyta, tí man metti, at tað fór ov illa við umhvørvinum á Skansanum. Síðani tá hevur tiltakið verið flutt runt í kommununi - tað mesta av tíðini við einum trekum býráði, sum heldur tók útgangsstøði í, at tiltakið órógvaði grannar og tískil helst skuldi leggjast útum bygt øki, enn at stuðla uppundir eitt virkið tónleikafelag, sum ríkaði um mentanina og trivnaðin í býnum. Sostatt varð ongantíð, frá býráðsins síðu, útvegaður nøktandi karmur fyri konsertini, soleiðis at hon fekk møguleika at mennast og gerast fólksligur og fult integreraður partur av Ólavsøkuni. Býráðið vildi við øðrum orðum mestsum ikki vita av tiltakinum.

Tórsgøta sum mentanargøta
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi Tórshavnar Býráð av, at Tórsgøta burturav skuldu vera mentanargøta. Við hesum í huga setti FUT(T) fram ynski til býráðið um at sleppa at hava konsertina í Tórsgøtu. Hesum sýtti kommunan í fyrsta umfari fyri, men í 2008 varð so grønt ljós givið fyri, at Ólavsøkukonsertin kundi haldast í Tórsgøtu. Tiltakið var væleydnað, somuleiðis árið eftir 2009 - og Tórsgøta vísti seg at vera vælegnaður kamur um konsertina. Øll vóru glað.
Býráðið ognartekur konsertina
FUTT hevði góðar vónir um Ólavsøkukonsertina í 2010, nú tiltakið endiliga kundi haldast í Tórsgøtu. Men vónirnar brustu, tá býráðið í mars mánaða valdi at taka loyvið frá FUTT at hava konsertina, við teirri grundgeving, at FUTT ikki skuldi vera nóg góður fyriskipari, og at Ólavsøkukonsertin skuldi gerast meiri "fólksligur", integreraður partur av einum sokallaðum heildarkonsepti fyri Ólavsøkuna. Tórshavnar Býráð metti tí, at býráðið sjálvt varð betri ført fyri at skipa fyri konsertini, enn felagið FUTT, sum hevði 25 ár á baki við hesum arbeiði. Við hesum fekk býráðið við eitt fullan ráðarætt yvir tiltakinum, somuleiðis ágóðan av einum møguligum peningaligum yvirskoti, sum FUTT sostatt misti, og harvið grundarlagið undir felagnum.

Gegnistrupulleikar og skert talufrælsi
Bogi Andreassen (Tjóðveldi), varaborgarstjóri og privatur konsertfyriskipari gjøgnum sítt privata felag, Fivestar Entertainment, er nú eisini (óbeinleiðis) vorðin kommunalur konsertfyriskipari - ikki undir egnum navni, sjálvandi, men í kraft av Margarinfabrikkini, har hann sjálvur haruframt er leiðari. Til at samskipa konsertina fyri seg hevur hann sett Ólav Thorsteinsson, starvsfólk í Margarinfabrikkini, sum mær vitandi, ikki hevur stórvegis royndir at skipa fyri konsertum (FUTT hevur 25 ára royndir). Hóast talan er um nýtt alment virksemi hjá býráðnum, er hetta starvið ikki lýst leyst, so møgulig onnur, við drúgvum royndum at skipa fyri konsertum, hava havt møguleikan at søkt tað. Hetta skuldi jú verið sjálvsøgd mannagongd við almennum kommunalum starvssetanum.
Skráin fyri Ólavsøkukonsertina er nú løgd og bólkarnir almannakunngjørdir. Nøvnini hava øll, hvør sær, helst uppiborið pláss á plakatini til eina Ólavsøkukonsert, tað er ikki tað, tað snýr seg um - men tíverri kann nú knappiliga spurnartekin setast við gegnið hjá bólkunum. Tí solistarnir í 4 av bólkunum, sum skulu framføra, eru nevniliga antin starvsfólk í Margarinfabrikkini ella hava tætt tilknýti hartil. Bogi Andreassen er sostatt óbeinleiðis stjóri hjá teimum, meðan tey framføra á konsertini. Við hesum kann lættliga henda, at tey halda seg aftur at seta fram krøv til viðurskifti rundan um konsertina av ótta fyri avleiðingum á teirra starvssetan í Margarinfabrikkini. Tískil hava tey skert talufrælsi og kunnu ikki frítt framføra sín tónleik á Ólavsøkukonsertini. Tey halda seg kanska eisini aftur at úttala seg alment um Ólavsøkukonsertina, tí tey óttast fyri starvsligum avleiðingum. Hetta er eitt dømi um, at listin, vegna politiska uppíblanding, fær skerdan møguleika at útfolda seg, hvat jú er alt annað enn góður mentanarpolitikkuri. Somuleiðis fáa tónleikabólkar, sum ikki hava tilknýti til Margarinfabrikkina, ikki somu møguleikar at sleppa við á konsertina. It stays in the family.
Tá so nógv framførandi til Ólavsøkukonsertina 2010 hava beinleiðis tilknýti til Margarinfabrikkina, kann tí eisini spurningur setast við, um valið av tónleikabólkunum er í tráð við útsøgnina og ynskið hjá býráðnum um, at Ólassøkukonsertin skal vera meiri "fólkslig" og fyri ung - sum varð brúkt sum grundgeving fyri at taka konsertina frá FUTT - ja, um tað yvirhøvur var ein grund til at broyta nakað sum helst við konseptinum rundanum Ólavsøkukonsertina.

Sensurur
Býráðið, politiska skipanin, avger nú fult og heilt, hvørjir bólkar koma at framføra á konsertini. Ólavsøkukonsertin er vorðin at kalla eitt politiskt projekt, har innihald og avgerðir kunnu setast í samband við politisk áhugamál hjá býráðspolitikkarum. Somuleiðis kunnu tey, sum framføra, verða sett beinleiðis í samband við politisk áhugamál hjá fyriskiparunum. Vansin er eisini, at ein tónleikari, sum t.d. hevur kritiserað politisku skipanina, afturfyri møguliga ikki sleppur at framføra til tiltakið. Og vansin er eisini, at einans bólkar, sum hava somu sannføring sum fyriskiparin, verða valdir at framføra til Ólavsøkukonsertina.
Hetta er sensurur.
Hetta er sjálvandi spell fyri bæði bólkar, tiltak og tónleikarar í høvuðsstaðnum, sum helst skuldi tikið alt hetta við góðum ólavsøkuhýri og uppreistum tónleikaanda. Men nú er ringur smakkur hjá nógvum, og intentiónirnar hjá býráðnum um at ríka um tónleikalívið og trivnaðin eru vorðnar heldur ivasamar. Tí mátin, hetta varð gjørt uppá, var ikki reellur.

Politisk armslongd
Prinsippið um, at kommunalpolitikkur einans eigur at virka fyri at skapa karmar, meðan feløg og einstaklingar syrgja fyri innihaldinum, er yvirtraðkað. Prinsippið um, at feløg hava rætt til at skipa fyri tiltøkum í kommununi er eisini yvirtraðkað. Felagið FUTT misti loyvið at skipa fyri Ólavsøkukonsertini. Á Ólavsøku eru hinvegin fleiri onnur feløg, sum skipa fyri tiltøkum. Eitt dømi er ítróttarfeløgini, sum skipa fyri tiltøkum av ymsum slag. Í prinsippinum kunnu hesi feløg nú heldur ikki kenna seg trygg, tá ið býráðið er so gott í gongd við at yvirtaka virksemið á Ólavssøku. Tí má tað eisini vera í teirra áhuga at bakka upp um FUTT og taka frástøðu frá mannagongdini í hesum málinum. Tað kann ikki vera rætt, at politikkarar púra óforskammaðir kunnu fara út og gera seg inn á feløg og teirra virksemi í kommununi.
Motivið um, at Ólavsøkan skal endurnýggjast, og eitt heildarkonsept setast í verk, er helst í sær sjálvum í lagi. Men tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at býráðið káprar eitt etablerað tiltak, fer inn í tað og avger, hvat innihaldið skal verða. Eg vóni, at allir tónleikarar eru greiðir um hendan trupulleikan, og at teir tónleikarar, sum hava valt at framføra á Ólavsøkukonsertini, í tað minsta hava havt hetta uppi í høvdinum at venda minst eina ferð. Tí tað er sakini prinsipielt púra óviðkomandi, hvussu FUTT undanfarin ár hevur skipað fyri konsertini. Tað eiga politikkarar snøgt sagt ikki at blanda seg í.

Bogi frá Fivestar
Stóra motivatiónin hjá leiðsluni í býráðnum viðvíkjandi hesum málinum hevur verið, at varaborgarstjórin, Bogi Andreassen, er við í fyritøkuni Fivestar Entertainment, sum eitt nú herfyri skipaði fyri konsertini við Elton John á Tórsvølli. Hóast varaborgarstjórin er fólkavaldur kommunalpolitikkari hevur hansara privata virksemi sum fyriskipari av konsertum opinlýst verið frammaliga raðfest í býráðshøpi, ja, kanska enntá fremri enn hansara eginleikar sum politikkari. Hann varð spurdur til ráðs um Ólavsøkukonsertina - tað skal viðmerkjast, at hvørki tónleikarar ella tónleikafeløg vóru við í hesum - og Bogasa niðurstøða førdi til, at býráðið tók avgerðina um at taka rættin frá FUTT til at skipa fyri Ólavssøkukonsertini. Bogi Andreassen er sostatt lyklapersónurin í hesum.
At skipa fyri konsertum er at produsera mentan. Hetta virksemið hjá Fivestar Entertainment, sum hevur verið so heppið at fáa sjáldsom loyvi at brúka kommunala Tórsvøllin til sítt privata konsertvirksemi, er og verður privat hjá Boga Andreassen, sum hann eisini helst brúkar alla sína frítíð til og meira afturat. Í sjálvum sær er hetta helst fínt n okk, men tó tykist tað, sum verður hetta vavt meiri og meiri inn í býráðshøpi. Ja, í øllum førum heldur býráðið knappiliga nú, at tað sjálvt eigur rættin at skipa fyri konsertum, t.v.s. at produsera mentan og avgera innihaldið, hóast politisk áhugamál alla tíðina eru og vera veruliga motivatiónin. Hetta heldur enn at skapa karmar um mentanina og lata aktørar á mentanarpallinum sleppa at spíla seg út og skipa fyri tiltøkum. Ongin veit, hvør endmálsorðingin fyri Margarinfabrikkina er, og spakuliga er hendan kommunala institutiónin undir leiðslu Boga Andreasens farin at líkjast Fivestar Entertainment, í og við, at ein stórur partur av virkseminum hjá Margarinfabrikkini er at skipa fyri konsertum.
Einhvør skattgjaldandi borgari í Tórshavnar kommunu við valrætti, sum arbeiðir fulla tíð og betalir helvtina í skatti, veit, hvussu lítið tíðin strekkir til. Bogi Andreassen er varaborgarstjóri, hevur fulltíðar arbeiði sum leiðari í Margarinfabrikkini, arbeiðir sum fyriskipari í Fivestar Entertainment, umsitur Perluna, Reinsaríið og venjingarhøli. Hvussu hann kann hava tíð til alt hetta má standa óvist. At vera veruligur býráðspolitikkari, ikki konsertfyriskipari, hevði helst kunnað ført til ein meiri kvalitativan býráðspolitikk - eisini innan mentanarøkið. Men tað er ein trupulleiki, tá ið man, sum politikkari, lítið og onki far gevur sær um prinsippir um politiska armslongd og hvat býráðspolitikkur átti at snúð seg um. Er tað veruliga hetta, hann er valdur til? Og fekk hann ikki nógvar atkvøður frá tónleikarum? Hvat var tað, teir trúu uppá? Ja, It's a sad, sad situation - og hon gerst enn meiri absurd.

Heðin Mortensen úttalar seg
"Tónleikarar skulu ikki skipa fyri konsertum - tað skulu onnur gera, sum hava betri skil fyri tí", tók borgarstjórin so nasadjarvt til herfyri.
Nå? hvør er so tað?
Hava ráðini frá Boga Andreassen frá Fivestar Entertainment verið ein so stór opinbering fyri sjálvan borgarstjóran? Í øllum førum varð bólturin frá fyrrverandi ÍSF-forsetanum harvið sparkaður yvir til Boga, sum gyppaði hann víðari niður í sítt egna kommunala reiður, Margarinfabrikkina, har hann hevur "spírað" og sett ein konsertfyriskipara, sum eftir øllum at døma er heldur óroyndur, at taka upp the legacy eftir gamla FUTT. At hesin skal hava betri skil fyri at skipa fyri konsertum enn eitt felag, sum hevur 25 ára royndir, má svar vera skyldugt. Annars eru flestu kendu fyriskiparar í Føroyum jú sjálvir tónleikarar - Jón Tyril, Steintór Rasmussen, Kristian Blak, o.s.fr. Harafturat veit einhvør tónleikari betri enn nakar annar, hvat skal til fyri at fáa eitt tónleikatiltak at eydnast. Hetta er eitt greitt dømi um, at Heðin Motensen ikki veit nakað serligt um tónleikalívið í hansara egnu kommunu - og annars tónleik sum heild. Hann velur bara at lurta eftir Boga Andreassen. Útsøgnin hjá borgarstjóranum er ein fullkomin niðurgering av øllum tónleikarum og vísir, hvør mentanarhugburður ræður í býráðnum.
Hinvegin eiga býráðspolitikkarar, heldur enn at skipa fyri konsertum, skipa ein betri mentanarpolitikk. Tað hava teir ikki dugað, ei heldur Heðin Mortensen, hóast hesin hevur verið í politikki í eitt mannaminni. Milliónirnar, tínar og mínar, hava einsporaðar fossað í øvugtan rætning av Havnará niðan í Gundadal - nú og meðan hann var ÍSF-forseti. Gundadalur er eitt skúladømi uppá vánaliga býarplanlegging. Har hongur onki saman arkitektoniskt. Viðvíkjandi tónleiki er eitt grelt dømi nýggja "Perlan" í Tórsgøtu, "mentanargøtuni". Ein vánalig loysn fyri øll. Konsertir er hon so at siga ikki egnað til. Fyri at koma inn í "konsertsalin" má man inn gjøgnum eitt trongt skot, upp gjøgnum nakrar trappur, inn á eina balkon og niður gjøgnum einar sera brattar stáltrappur. Onki backstage høli finst í húsinum, ljóðgóðskan er vánalig, har er alt betong og glas - bassurin brummar og alt loypur saman, so man gerst bæði stressaður og tinnitusplágaður. Eg eri sjálvur professionellur, útbúgvin tónleikari og kann við hesum bara staðfesta, at umstøðurnar, karmarnir, í kommununi eru alt annað enn nøktandi. Tað er stór skomm. Man má minnast til, at tað ikki eru pengar hjá politikarunum - tað eru pengar hjá tær og mær, sum politikkarar oyðsla burtur til hálvar og vánaligar loysnir sum Perluna.
Einaferð skuldi Reinsaríið vera spælistað. Eg spældi sjálvur til opningskonsertina, har pinnamatur og sjampanja var at fáa fyri líkasum at seta prikkin yvir i'ið og pirkið til at sodna situatiónina. Heðin Mortensen trein fram millum gomlu plankarnar og helt røðu, har hann m.a. segði, at "nú høvdu tónleikarar endiliga fingið sítt spælistað". Men har hendi líkasum onki meir. Orðaskvaldur, politiskt valagn. Hann segði ósatt. Heðin Mortensen helt ikki sítt lyfti, Reinsaríið varð ikki liðugtgjørt til konsertvirksemi, og Bogi Andreassen skundaði onkur betongelement upp, sum hann romantiskt valdi at kalla "Perlan" eftir gamla spælistaðnum, sum Poul Michelsen í síni tíð beindi fyri - og sum varð rikið av eldsálum, tónleikarum í Havnar Jazzfelagi. Men heitið á hesum betongelementum bleiv til "býarhús" - ikki konserthús. Alt tos um Reinsaríið sum konserthús varð skúgvað til viks. Tí má staðfestast, at Heðin Mortensen sostatt er ein borgarstjóri, sum ikki heldur orð. Ja, ein freistast næstan til at siga, at ein tónleikari er betri til at vera borgarstjóri enn Heðin Mortensen - í øllum førum tá tað kemur til tónleikavirksemi í kommununi.
Heldur enn at brúka tíð og pengar uppá at skipa fyri konsertum áttu fólkavaldir politikkarar at arbeitt fyri at bøtt um karmarnar um mentanina - og víðari - betri skúlar, mennandi barnaansing, betri eldrarøkt o.s.fr. Tað er jú tað, teir eru valdir til, ella hvat? Eru onnur ting í kommununi, sum eru forsømd, av tí at býráðið brúkar tíð uppá at skipa fyri konsertum....? Góður spurningur.

Hvat er at gera?
Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvørji tiltøk, FUTT hevur sett í verk í málinum mótvegis býráðnum. Tað er upp til leiðsluna í FUTT, sum annars opinbart stendur maktarleys. Tað er heldur ikki sakini, altso prinsippinum, viðkomandi. Tað er hinvegin greitt, at tað verður býráðið, sum eigur konsertina framyvir. Hetta er ein prinsippsak, sum eg haldi, allir tónleikarar í Føroyum, ikki minst tey, sum framføra til konsertina, áttu at tikið støðu til. Um man sum tónleikari sær tað sum eitt problem, at býráðið hevur káprað Ólavsøkukonsertina frá tónleikafelagnum FUTT, ja, so er tað einfalt - man letur bara vera við at spæla til konsertina. Tað er so freistandi at siga ja takk til eitt jobb, sum kanska gevur 2 túsundlappar pr nøs, whatever, og so er tað stuttligt at spæla eisini - ja, eg veit.
Men - think about it, folks - dignity, it's priceless.
Góða Ólavsøku
Blaðfólk - Hvat heldur tú vera løgið?
Jensina - At fólk halda tað er løgið, at fólk ikki eru líka sum tey
User avatar
Hergeir
 
Innlegg: 1929
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 10:23
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Alvitandi » 31 jul 2010, 04:11

Kann bara siga fyri mítt viðkomandi, so var eg á ÓK í ár, og tey seinastu 3 undanfarnu árini - Men tann í ár var absolutt tann besta, haldi ongantíð at ein konsert hevur verið so góð sum tann við Dúné, ikki nakað ringt um FO tónleikarar, men hatta hevði EINGIN føroyingur klára at gjørt líka gott.

Og út frá tí sum eg havi lisið higartil av hesum tráði og diverse lesarabrøvum, so virkar tað meira sum at fólk fara eftir manninum ístaðin fyri bóltinum, har tað handlar meira um at misskreditera fólk enn at koma við sakligum argumentum.

Minnir nógv um tað gamla konservativa "Vit vs. Tey" bara fyri at vera ímóti teimum.
Eg skal siga fyri mín part, at tað einans eru 3 áleyparar, eg veruliga kundi hugsað mær at sæð í UNited......Zlatan, Villa og Drogba......Skuldi eg valt ein av teimum, hevði tað verið Drogba! Maðurin er klassi!!!

-Petur Reinert (Man utd)
User avatar
Alvitandi
 
Innlegg: 448
Skrásett/ur: 26 sep 2009, 00:08
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur the_haunted » 31 jul 2010, 04:23

Mær dámdi slett ikki Duné. Fólk dyrkaðu tað ræðuliga nógv, slett ikki tað, men at siga at ongin føroyingur klárar at spæla so væl passar bara ikki. Eg helt, at konsertin í fjør var ræðuliga nógv betri enn í ár.

Eg spældi í Reinsarínum í ár, og umstøðurnar vóru forferdiligar. Eg ætli mær ikki at koma djúpt inná tað, men fyri meg er úttalilsið "vit(TK) mugu gera tað, tí FUT og tónleikarar ikki duga at skipa fyri" heilt ótrúliga ironiskt aftaná konsertini í ár.
the_haunted
 
Innlegg: 1860
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 11:15
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir Eldevig » 31 jul 2010, 06:46

Niels Uni segði :Hey Hergeir, hetta er jú ein heilt onnur søga, enn tann sum kommunan og Futt eru komin við, hvar hevur tú hesar upplýsingar frá?


Fyri at geva tær eitt generelt svar uppá ein generellan spurning so havi eg hattar frá at hava lisið og kjakast um hettar á dimmu, mess, facebook og kjak.

Um tú vil hava eitt meira ítøkiligt svar, so kanst tú spyrja inn á okkurt ítøkilig.
Nú er nógv orka løgd í at heilaga seg til at kjakast um stórrar principiellar avgerðir og moral og søgu, men eg havi nógv bestan hugin til at kjakast um teir realitetir ið eru í hesum málinum td.

- TK boðai í Marts mdr FUTT frá at TK fór at skipa fyri ÓK. Eingin í FUTT lat til at vera so argur um tað at nakað kom út alment um hettar ella at td FUTT kom við einum mótspæli
(ikki fyrr enn 1-2 vikur áðrenn ÓK)

- FUTT kom til TK við eini skuld á 200.000 ið skuldi fáast av vegnum og hesum skuldi TK hjálpa til við. Annars kundi FUTT ikki skipa fyri ÓK.
Tað vil faktist siga at um TK blandaði seg uttanum ÓK fyriskipanina so var eingin ÓK

Eitt annað ið eg sjálvur havi hug at leggja afturat.
Um FUTT var ein felagsskapur ið var eitt aktiv fyri allan Føroyskan tónleik og fyriskipanin av ÓK og tiltøkum teirra annas hevði verið fyrimyndarlig so hevði eg eisini staðið aftanfyri eitt slíkt "álop" og TK og rópt hart um órætt osfr.
Men realiteturin er at FUTT er ikki eitt tílíkt felag.

Gamla FUT nevndin og teirra arbeiði gav (í 00'unum) um ikki annað eitt fíggjarligt yvirskot ið var eitt gott ískoyti til Prix FO.

Og at enda.... TK kundi eisini latið vera við at yvirtikið ÓK á hasum fundinum í marts mdr og bíða til FUTT sjálvt meldaði út at teir ikki kundi skipa fyri henni. Og so hevði TK kunna komið á banan. Tað hevði kanska verið snildari.
Men úrtslitið hevði verið tað sama.

Og úrtslitið var ein ROYND hjá TK at skipa fyri. Og TK hevur sjálv meldað út at leisturin í ár á ongan hátt er tann endaligi. Bogi hevur td. skotið upp at seta ein grunn á stovn ið síðan fær onnur at standa fyri sjálvari fyriskipanini.
Hetter er tað vit síggje er hent við G! og hattar var eisini tað ið tosað var um at gera við Asfalt tiltakið upprunaliga.
User avatar
Hergeir Eldevig
Kjakansari í Tónleikur
 
Innlegg: 599
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 15:20
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir Eldevig » 31 jul 2010, 08:42

@niels uni.
nú var eg eitt sindur ov skjótur at svara tær. Síggi at tað allar mesta av hesum eg sipi til stendur at lesa í Dimmu eftir at Dimma hevur fingið innlit í fundarfrágreiðingarnar viðv. hasum.

Haldi tá avgjørt tað hevur verið meira áhugavert at sæð fundarfrágreiðingarnar sjálvar heldur enn at lesa tað ið Georg kóka upp.
User avatar
Hergeir Eldevig
Kjakansari í Tónleikur
 
Innlegg: 599
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 15:20
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur LDT » 31 jul 2010, 11:23

Alvitandi segði :Kann bara siga fyri mítt viðkomandi, so var eg á ÓK í ár, og tey seinastu 3 undanfarnu árini - Men tann í ár var absolutt tann besta, haldi ongantíð at ein konsert hevur verið so góð sum tann við Dúné, ikki nakað ringt um FO tónleikarar, men hatta hevði EINGIN føroyingur klára at gjørt líka gott.

Og út frá tí sum eg havi lisið higartil av hesum tráði og diverse lesarabrøvum, so virkar tað meira sum at fólk fara eftir manninum ístaðin fyri bóltinum, har tað handlar meira um at misskreditera fólk enn at koma við sakligum argumentum.

Minnir nógv um tað gamla konservativa "Vit vs. Tey" bara fyri at vera ímóti teimum.

Har eru ongi bein í hasum innlegginum hjá tær. Tey, sum hava verið frammi, hava veruliga argumenterað sakliga. Men lítið hjálpir, tá ið politiska maktin spælir við musklunum. Tað er nevniliga prinsippið í hesum, sum politikkararnir ikki hava skilt. Og hvat er so at gera? Jú, at nýta sítt talufrælsi, argumentera enn betri og at standa saman.

At ÓK var feit í ár ivist eg ikki í. Men hinvegin var ein partur av grundgevingini fyri at ognartaka ÓK tann, at "fíggjarlig upprudding" var eftir felagið FUTT frá seinasta árs Asfalt. Í hesum sambandi kundi eg hugsað mær at sæð roknskapin fyri í ár. Um tað t.d. vísir seg, at konsertin gav eitt undirskot, so er handan grundgevingin virðisleys. Somuleiðis hevur tiltakið páført skattgjaldarunum eina eyka rokning - ikki bara "kommunukassanum" - men tær og mær. Remember that.

Hinvegin hevur tiltakið Asfalt, mær vitandi ongantíð, tá ið kommunan skipaði fyri tí, givið yvirskot. Tað kundi verið áhugavert at sæð roknskapin fyri øll Asfaltini, sum hava verið. Tónleikarar hava eitt árið spælt ókeypis, og Føroya Banki gav t.d. eina pengagávu til "tónleikin" - 3000 fyri hvønn bólk. Hesar pengar hevur Bogi Andreassen brúkt - uttan at spurt nakran eftir. Annars var tað kommunan við Boga Andreassen, sum frá fyrstan tíð gjørdi "konseptið" Asfalt. Hetta konseptið hevur verið øgiliga diffust - bæði hvat viðvíkur stíli og aldursbólki. Við hesum hevur maðurin víst, at hann ikki er serliga góður konseptútviklari.

Tað, sum kommunan í veruleikanum hevur gjørt við ÓK, er at ognartikið eitt konsept, sum hevur verið útviklað ígjøgnum 25 ár. Uttan øll hesi 25 árini hevði man nokk ikki havt líka nógv know how í mun til at skipa fyri konsertum. So, fortel tú mær, hvat er nýtt við hesum sokallaða "heildarkonseptinum" í mun til, tá FUTT skipaði fyri. Eg havi ilt við at fáa eyga á nakað. Hetta er bara ein lúsagerð frá kommununi, sum vil hava kontroll við mentanarlívinum og einum evt. fíggjarligum yvirskoti.

Og, spyrt tú meg um heildarkonsept, so spyr kommununa, hví tað er í lagi, at Ítróttarráðið "lokkar" pengar frá børnum til løn til leikarar. Ítrótturin hevur fingið sera, sera nógvar skattakrónur til fasilitetir runt um í kommununi. Alt meðan, her er ongir veruliga professionellir tónleikafasilitetir. Tað hongur slett ikki saman mentanarpolitiskt og er heldur ikki nakað nýtt "heildarkonsept" - uttan tað at tiltakið er flutt úr kommunuskúlagarðinum oman á Skálatrøð. Tað er tað sama - 21 spæl, tombola, hoppiborg, poppkorn - alt tað sama, sum vit hava sæð í eitt mannaminni. Tað einasta nýggja, eru lokalitetirnir, at nýggj øki eru tikin í brúk til tiltøk, og so fleiri tónleikatiltøk í býnum, sum kommunan nú kontrollerar
"Eg eri ikki tann, sum fer av skipinum. So fari eg heldur niður við skipinum." sitat Kaj Leo Johannesen, føroya løgmaður anno 2010
User avatar
LDT
 
Innlegg: 1221
Skrásett/ur: 12 okt 2008, 22:42
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir Eldevig » 31 jul 2010, 11:38

@LDT
Tú gloymir at nevna at um FUTT skuldi skipað fyri ÒK 2010 so skuldi TK (=skattgjaldarin) út við eini eykarokning á 200.000 longu áðrenn fyriskipanin av ÒK fór í gongd + eitt eventuelt undirskotsgaranti fyri ÓK 2010.

Heldur tú at tað er ein serliga smart disponering av skattgjaldarans pengum ?

Annars haldi eg at tað er eitt sindur tunt at siga at ÓK fram til í ár er eitt koncept, ið er ment av FUT/FUTT
Tað hevur til allar tíðir bara verið ein konsert.
- kanska ikki so neyðugt at orðaklúgvast um hettar tó :)

Tó so, um ikki TK kann vísa á okkurt slag av endamáli við fyriskipanini av ÓK so eru har nakrir persónar ið hava eitt sera stórt forkláringsproblem.
Her hugsi eg ikki so nógv um ÓK í ár, men heldur um hvat kemur at henda við fyrireikingini til komandi ár og hvør verður við í tí arbeiðinum.
Kanska hettar fær felagsskapir sum FUTT og Mentón at vakna eitt sindur.
User avatar
Hergeir Eldevig
Kjakansari í Tónleikur
 
Innlegg: 599
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 15:20
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur LDT » 31 jul 2010, 11:44

Eg orki ikki alla tíðina at síggja innlegg frá tær, Hergeir. Make your point and move on og lova øðrum framat. (Tað hevði verið gott við einum "orðstýrara" her)
"Eg eri ikki tann, sum fer av skipinum. So fari eg heldur niður við skipinum." sitat Kaj Leo Johannesen, føroya løgmaður anno 2010
User avatar
LDT
 
Innlegg: 1221
Skrásett/ur: 12 okt 2008, 22:42
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir Eldevig » 31 jul 2010, 11:49

seriøst?

nær kann eg so sleppa at skriva aftur?

tú dregur sjálvur málið víðari og um tú ikki vil hava at onkur skrivar aftur so mást tú heldur lata vera við at skriva.



ps. eg havi eisini sent tær PM um hvussu ein kann bera seg at við at "melda" kjakinnlegg ella kjakara
User avatar
Hergeir Eldevig
Kjakansari í Tónleikur
 
Innlegg: 599
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 15:20
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur LDT » 31 jul 2010, 12:06

Hergeir, sjálvandi skalt tú skriva innlegg, tað er ikki tað - men tað er bara for strævið, tá ið tú eigur annaðhvørt innlegg í tráðnum.

Og tað, sum tú skrivar - 200.000 krónur í undirskotsgaranti - men tað var jú fyri Asfalt, ikki ÓK. Býráðið kundi valt at prioriterað tað eina framum hitt og ikki blandað tey bæði saman - og allíkavæl valt at samstarvað við FUTT.

Alt konseptið við Asfalt hevur jú verið miseydnað frá fyrsta floyti. Tí vildi kommunan ikki halda fram við tí.

Og annars HEVUR Asfalt jú, tey árini, tað hevur verið, kostað skattaborgarunum pengar. Tað gloymir tú. Vart tú ein av fyriskiparunum fyri Asfalt? Legg tú so fram ein roknskap beint her - og so kunnu vit kjakast - um tað skal snúgva seg um tann økonomiska partin

Supplement: Øll hini tiltøkini kosta EISINI skattagjaldaranum pengar. Tað gloymir tú eisini
"Eg eri ikki tann, sum fer av skipinum. So fari eg heldur niður við skipinum." sitat Kaj Leo Johannesen, føroya løgmaður anno 2010
User avatar
LDT
 
Innlegg: 1221
Skrásett/ur: 12 okt 2008, 22:42
Kyn: Dult

Re: Mentón meldar út viðv. Ólavsøkukonsertini

GoymSkrivað hevur Hergeir Eldevig » 31 jul 2010, 12:18

eg havi hvørki atgongd ella heimild til at almennakunngerða kommunalar roknskapir.

tað kann man biðja um alment innlit í.

líka mikið um man vil tað ella ei. so stóð TK í marts yvirfyri einum vali at hjálpa FUTT við teirra 200.000 undirskoti og undirskotsgarantii ella ikki. TK valdi ikki at gera tað.

Og hettar førdi við seg at FUTT ikki megnaði at skipa fyri ÓK2010. (egin vurdering)
User avatar
Hergeir Eldevig
Kjakansari í Tónleikur
 
Innlegg: 599
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 15:20
Kyn: Dult

AfturFram

Aftur til Tónleikur

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users