Hval

Kjakansari: Jozo

Hval

GoymSkrivað hevur LDT » 30 jul 2010, 17:22

Hví sigur man t.d. "70 hval løgdu beinini...." og ikki "hvalir" ella "hvalur"?
"Eg eri ikki tann, sum fer av skipinum. So fari eg heldur niður við skipinum." sitat Kaj Leo Johannesen, føroya løgmaður anno 2010
User avatar
LDT
 
Innlegg: 1221
Skrásett/ur: 12 okt 2008, 22:42
Kyn: Dult

Re: Hval

GoymSkrivað hevur kaka » 31 jul 2010, 15:40

Hatta er ein føst vending, ein talumáti, sum er íkomin av fyri mær ókendum orsøkum. Eftir mállæruni skuldi tað verið "hvalir" (hvørfall, fleirtal).
Tað sær út, sum hvønnfalsformurin í eintali hevur flutt seg til eisini at vera nýttur fyri hvørfall, bæði í eintali og í fleirtali, í føstum vendingum. Fólk siga sostatt stundum "hval" fyri ein bólk av hvalum.
Tað eitur smb. orðabókini t.d. "at skjóta hval," hóast fleiri hvalir verða skotnir. Her er tað hvønnfalsformurin í eintali, sum verður brúktur um fleirtal eisini. Soleiðis, sum tað stendur í setninginum, eigur tað at vera hvønnfall. Í døminum hjá LDT átti tað harafturímóti at verið hvørfall, so har er ein ávísur munur á hesum báðum setningum.
Vit (føroyingar) taka lættisoppin fram um blámusoppin (sit. Høgni Djurhuus)
kaka
 
Innlegg: 2071
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 21:45
Kyn: Dult

Re: Hval

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 31 jul 2010, 20:52

LDT segði :Hví sigur man t.d. "70 hval løgdu beinini...." og ikki "hvalir" ella "hvalur"?

Hvar doyði handan grindin?
I tilfældet Ulladukkan, så har hun måske endnu ikke haft den store betydning for udviklingen og bevarelsen færøsk kultur, men hendes interesse er alligevel en ressource...
- Ole Wich
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag
 
Innlegg: 2005
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður


Aftur til Mál, mentan og søga

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: SigmundV