Hvat gott er við kristindómi?

Kjakansari: Pierce

Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Marstin » 16 sep 2010, 19:02

Hevur kristni (Kristindómur) givið føroyska samfelagnum nakað gott?
Hevur kristni (Kristindómur) givið nøkrum føroyska einstaklingi nakað gott?
Hevur kristni (Kristindómur) givið føroyskum familjum nakað gott?

Um so er, hvat gott hevur kristindómur givið føroyingum?
Er nakað praktiskt dømi?

(Eg eri ikki áhugaður í, hvørjar neiligar hugsannir tú hevur (ella ikki hevur) til kristindóm, men heldur, hvussu kristindómur hevur verið til gagn fyri føroyingin og føroysku tjóðina)
Marstin
 
Innlegg: 4
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 00:08
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur SerroT » 16 sep 2010, 19:08

Tey kristnu moralsku virðini eru sera góð tvs nøkunlunda tey 10 boðini. Fleiri pástanda at morals virði er nakað sum menniskja hevur, men eg haldi ikki at man hevur nakra samvisku uttan so at man fær tað prenta í seg sum barn, í hvussu so er tey flestu av okkum.
User avatar
SerroT
 
Innlegg: 1272
Skrásett/ur: 07 jan 2009, 01:04
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Rani H. » 16 sep 2010, 19:17

Ja, Extremt nógv. Tí at eg havi verði virkin i kristindóminum í gott 1 ár nú, og eg kann ikki fyristilla mær eitt betri lív enn at liva við Jesusi :)
Rani H.
 
Innlegg: 1
Skrásett/ur: 16 sep 2010, 19:12
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Pierce » 16 sep 2010, 19:51

SerroT segði :Tey kristnu moralsku virðini eru sera góð tvs nøkunlunda tey 10 boðini. Fleiri pástanda at morals virði er nakað sum menniskja hevur, men eg haldi ikki at man hevur nakra samvisku uttan so at man fær tað prenta í seg sum barn, í hvussu so er tey flestu av okkum.

Eg haldi eg eri samdur við tær í, at samvitska er tillærd, onkursvegna.

Men hvussu veitst tú at kristindómurin sjálvur hevur uppfunnið sín moral ella sjálvur er kelda til kristna moralin? Er tað ikki líka sannlíkt, at menniskjað er kelda til bæði kristindóm og moral?
Pierce
Kjakansari í Átrúnaður & Heimspeki og vísindi & Filmar, sendingar og telduspøl
 
Innlegg: 1428
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:46
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Heri Joensen » 16 sep 2010, 20:32

SerroT segði :Tey kristnu moralsku virðini eru sera góð tvs nøkunlunda tey 10 boðini. Fleiri pástanda at morals virði er nakað sum menniskja hevur, men eg haldi ikki at man hevur nakra samvisku uttan so at man fær tað prenta í seg sum barn, í hvussu so er tey flestu av okkum.


Um tey, ið ikki eru kristin onga samvitsku hava, so má tú greiða mær frá hvussu samfeløg so sum India, Japan og Turkaland hanga saman.

Um tey tíggju boðini føra til samvitsku so má tú eisini greiða frá hvussu kristin samvitskuleys tiltøk so sum krossferðirnar og inkvisisjónin kundu koma fyri.
"Deyr fé,
deyja frændr,
deyr sjálfr et sama;
ek veit einn,
at aldri deyr:
dómr of dauðan hvern"

Hávamál
User avatar
Heri Joensen
 
Innlegg: 174
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 15:29
Staður: Hamburg
Kyn: Maður

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Bluetooth » 16 sep 2010, 22:19

Marstin segði :Um so er, hvat gott hevur kristindómur givið føroyingum?
Er nakað praktiskt dømi?

Um tú kemur við dømum, verða tey burturforkláraði. Samanber heldur við kulturar, sum ikki hava kristin virðir, um har er betur at liva sum einstaklingur ella familja.
Tanken, stundom sjælens orm, faaer hos dig en skiftet form.
Bluetooth
 
Innlegg: 516
Skrásett/ur: 27 okt 2008, 17:21
Kyn: Maður

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur SerroT » 16 sep 2010, 23:22

Heri Joensen segði :
SerroT segði :Tey kristnu moralsku virðini eru sera góð tvs nøkunlunda tey 10 boðini. Fleiri pástanda at morals virði er nakað sum menniskja hevur, men eg haldi ikki at man hevur nakra samvisku uttan so at man fær tað prenta í seg sum barn, í hvussu so er tey flestu av okkum.


Um tey, ið ikki eru kristin onga samvitsku hava, so má tú greiða mær frá hvussu samfeløg so sum India, Japan og Turkaland hanga saman.

Um tey tíggju boðini føra til samvitsku so má tú eisini greiða frá hvussu kristin samvitskuleys tiltøk so sum krossferðirnar og inkvisisjónin kundu koma fyri.


Eg segði aldrin at tey ókristnu ikki høvdu moral ella at lond við aðrari "høvuðs"trúgv ikki hava samvisku. Eg meini bara so við at tað man altíð hevur lært eru tey moralsku virðini í bíbliuni, tað sum foreldu míni hava lært meg er komi úr akkurát hasum tekstinum, somuleiðis foreldur teirra. Aðrir tekstir hava líknandi virðir, eg vildi bara koma við einum dømi.

Krossferðir var at "kristna" onnur lond, men mest hevði tað sikkurt við eina skattajagt at gera.

Eg vildi bara vísa á eitt lítið dømi sum eg helt kristindómurin hevði gjørt fyri føroyar, ikki hvat hendi niðri í mið evropa í 15'indu øld. ;)
User avatar
SerroT
 
Innlegg: 1272
Skrásett/ur: 07 jan 2009, 01:04
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Scriptus » 17 sep 2010, 00:06

SerroT segði :Tey kristnu moralsku virðini eru sera góð tvs nøkunlunda tey 10 boðini.

Tey 10 boðini stinka. Tey eru ókomplett so tað baskar, kanska helvtin kunnu brúkast. Hví er onki boð um t.d. incest ella pedofili? Ella hvat við órættvísi, snýti, happing ella djórapínslu. Hesi tingini halda vit eru ómoralsk, og nógv meiri so enn fleiri av teim 10 boðunum.

1. Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Go'moren! Nevndi nakar jalousi?
2. Tú mást ikki misbrúka navn Harrans Guds tíns.
Hetta er ikki eitt boð sum gevur samfelagnum nakað.
3. Halt hvílidagin heilagan.
Er hetta so heilt ólukksáliga viktugt at eitt heilt boð má avsetast?
4. Ær faðir tín og móðir tína.
Vil altso meina at hetta burdi verið ein sjálvfylgja, men ok.
5. Ikki drepa.
Check.
6. Ikki dríva hor
Check.
7. Ikki stjala.
Check.
8. Ikki lúgva.
Check.
9. Ikki girnast konu næsta tíns
10. Ikki girnast ognir næsta tíns.
Hesi tvey seinastu máttu kunna verða løgd saman í eitt, fyri at fáa pláss fyri onkrum viktigum afturat.


Hvørji moralsk virði finnast annars í kristindóminum, sum ikki finnast í øðrum átrúnaðum?
Scriptus
 
Innlegg: 120
Skrásett/ur: 20 mai 2010, 23:49
Kyn: Maður

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Dozer » 17 sep 2010, 10:34

Eitt sindur av fluguknepparíði:
Eg haldi, at øll sum so hava eina samvitsku. Men samvitskan avhongur m.a. av tí virðisgrundarlagi, ið vit fáa sum heilt ung.
There is no off position on my genious switch
Dozer
 
Innlegg: 274
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 19:31
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Queequeg » 17 sep 2010, 11:15

Onki.

Altso onki, sum ikki eisini er gott við øllum møguligum øðrum religiónum ella vantandi trúgv.
Nú við nýggjum eygum!


Hygg: Gudloysi og Kiosk Gudloysi
User avatar
Queequeg
 
Innlegg: 969
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:33
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Pingu » 17 sep 2010, 15:58

Marstin segði :(Eg eri ikki áhugaður í, hvørjar neiligar hugsannir tú hevur (ella ikki hevur) til kristindóm, men heldur, hvussu kristindómur hevur verið til gagn fyri føroyingin og føroysku tjóðina)


Queequeg segði :Onki.

Altso onki, sum ikki eisini er gott við øllum møguligum øðrum religiónum ella vantandi trúgv.


Hov hov Queequeg, her inni tolerera við ikki ótolsemi!
Until they become conscious they will never rebel, and until after they have rebelled they cannot become conscious. - Winston Smith
User avatar
Pingu
 
Innlegg: 584
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 22:17
Staður: Madagaskar
Kyn: Maður

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Queequeg » 17 sep 2010, 16:02

Jamen... Eg segði onki neiligt. :(

Eg segði bara onki jaligt heldur :P
Nú við nýggjum eygum!


Hygg: Gudloysi og Kiosk Gudloysi
User avatar
Queequeg
 
Innlegg: 969
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:33
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Fiskari » 18 sep 2010, 01:48

Tey kristnu moralsku virðini eru sera góð tvs nøkunlunda tey 10 boðini. Fleiri pástanda at morals virði er nakað sum menniskja hevur, men eg haldi ikki at man hevur nakra samvisku uttan so at man fær tað prenta í seg sum barn, í hvussu so er tey flestu av okkum.


Heri Joensen:
Um tey, ið ikki eru kristin onga samvitsku hava, so má tú greiða mær frá hvussu samfeløg so sum India, Japan og Turkaland hanga saman.


Tad er spurningurin, bugvid i einum sokalladum budhistiskum samfelag, nokulunda somu moralsku virdi galdandi her sum i Foroyum.
Meini eg havid lisid onkrastadni (Pretsar og Profetar?), at inspirationin til tey tiggju bodini helst kemur ur Kina, soo.
Helst meiningsleyst at hava eina meining.
Fiskari
 
Innlegg: 699
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 06:59
Kyn: Dult

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Pingu » 21 sep 2010, 08:30

Fiskari segði :
Tey kristnu moralsku virðini eru sera góð tvs nøkunlunda tey 10 boðini. Fleiri pástanda at morals virði er nakað sum menniskja hevur, men eg haldi ikki at man hevur nakra samvisku uttan so at man fær tað prenta í seg sum barn, í hvussu so er tey flestu av okkum.


Heri Joensen:
Um tey, ið ikki eru kristin onga samvitsku hava, so má tú greiða mær frá hvussu samfeløg so sum India, Japan og Turkaland hanga saman.


Tad er spurningurin, bugvid i einum sokalladum budhistiskum samfelag, nokulunda somu moralsku virdi galdandi her sum i Foroyum.
Meini eg havid lisid onkrastadni (Pretsar og Profetar?), at inspirationin til tey tiggju bodini helst kemur ur Kina, soo.


Eg meini ikki tað verður skriva nakað um tey tíggju boðini í Prestar og Profetar. Menn nú bleiv eg so forvitin, at eg má heldur fara og sláa upp :)
Until they become conscious they will never rebel, and until after they have rebelled they cannot become conscious. - Winston Smith
User avatar
Pingu
 
Innlegg: 584
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 22:17
Staður: Madagaskar
Kyn: Maður

Re: Hvat gott er við kristindómi?

GoymSkrivað hevur Jozo » 21 sep 2010, 09:08

Pingu segði :Eg meini ikki tað verður skriva nakað um tey tíggju boðini í Prestar og Profetar. Menn nú bleiv eg so forvitin, at eg má heldur fara og sláa upp :)


Uttan at vita nakað um tað, so vænti eg, at Prestar og Profetar skriva, at tann Gylta Reglan ("Ger ímóti øðrum sum tú vilt at tey skulu gera ímóti tær") hevur sín uppruna í Kina. Tað er meira sannlíkt enn tey 10. boðini.
"Gutta cavat lapidem"
User avatar
Jozo
Kjakansari í Átrúnaður & Mál, mentan og søga & Tøkni
 
Innlegg: 2237
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 11:57
Staður: Århus
Kyn: Maður

Fram

Aftur til Átrúnaður

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron