Kristindómur sum tesa (thesis)

Kjakansari: Pierce

Re: Kristindómur sum tesa (thesis)

GoymSkrivað hevur Tanerion » 10 jul 2012, 19:56

HALLELUJA!!! :D

tit halda kanska at eg tvætli men friður og so allir vinirnir eg havi fingið um allan heimin seinastu tíðina er alt mær tørvar í lívinum í løtuni
tað ótrúliga er at flestu av hesum nýggju vinunum ikki eru trúgvandi men duga at luttaka í einum kjaki um trúgv uttan at brúka kjaft ella koma við speiskum aftursvørum og enntá uttan at sitera nakað sum helst
og best av øllum so eru teir simpulthen bara tolerantir yvir fyri øðrum meiningum

sikki eitt konsept...
What else would I be here for? To illegally enter the premises, of course
User avatar
Tanerion
 
Innlegg: 408
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:32
Kyn: Dult

Re: Kristindómur sum tesa (thesis)

GoymSkrivað hevur infowarrior » 10 jul 2012, 22:58

Tráðuri skuldi hana um kristindóm sum thesis - Men eg fekk lítið og einki svar víðari. Alt má analyserast um tað skal vera uppá hædd við vísindi í trúverdigheit.
Tí siteri eg bíbliuna.

Eg royni ikki at vera speiskur. Tað finnast sikkurt nógv kristin sum hava tað fínt, og liva fínt - Bara ikki ekta kristin sum fylgja bíbliuni 100%.
Men skalt tú vera ektaður kristin væntar tær EITT HAV av reglun at fylgja sum nokk eisni lætt kunnu konfliktera við aðrar reglar í "Guðs" bók.
Tað eru ótrúlga nógv kristin sum kundu hugsa sær at veri fræls fari út at horast og drukki tá tey vildu og sum sloppu frá at liva við agginum og byrðuni sum kristindómur er. Og átt pengar uttan skomm og ringari samvisku bert av tí. Men hann sum sær alt hann straffar sjálvandi sovornar gerir men eisni tankar eru farligir.

At inførea alíkar hóttanir ímóti børnum er skeivt. Slíkt kann skaða børn og kenni fólk sum veruliga eru blivin skødd og heilavaskaði tey lærdi slíkt (GUÐ SÆR ALT) frá barnsbeini!!! Tað er mín størsti "beef" við tí. Eg haldi tað er synd og hemmandi fyri børn sum hava heilavaskaði foreldur - tey børnini fáa aldri frælsi at uppliva uppá orduligan máta, men liva undir hóttanum..Møguliga eisni foreldrun sum sláa børn, ti tað er nemliga eisni loyv ífylgji bíbliuni og uppfordra.

Kristin trúgva væl uppá arvasynd. Er grundin ikki tað at ein slanga sum livdi fyri 6000 árun síðani lokkaði Evu at eta av einum træði og frá tí degnum eru vit øll kollektiv "skyldug" - Ella fari eg heilt skeivur?? :?: Pakka tað in í nøkur flottari orð sum ljóða betri ella hvat tú gert, sindur av fryntligari poesi bjargar tí kannska.. Essensurin er tann sami, ikki so?
Fyrsta mósebók 3.

Tú ert føddur við hesun sjálvt um tú aldrin hevur tikið valgi - Men basera uppá hvat onkur gjørdi 6000 ár síðani.
Einasta loysn er at biða Jesus um frelsu, tí tú verur ikki løntur við góðun gerðun, men heldur við einari lættari bøn um fyrigeving. Annars at tú hvøn dag ert varugur við at tú ert ein syndari.

Sindur sum ein nýtt menniskja føtt inn í "statin" sum hevur byrðu at rinda "almenna" skuld vegna sløs frá undanfarnu generatión og tað sum politikarin hevur lánt.
Munurin er bara at almenn skuld reint faktis er blivin páførd okkun. Men sjálvandi fullkomuliga uttan samtykt frá okkun, og uttan at vit hava nakra ábyrgd.

Synd og arvasynd er fullkomuliga fiktivt fyribrygdi, basera uppá eina primitiva ævisøgu frá Ìsrael.
Last edited by infowarrior on 18 jul 2012, 06:42, edited 1 time in total.
"Give me control of a nations money supply, and I care not who makes it’s laws." Mater Amschel Rothschild, founder of the Rothschild banking dynasty
User avatar
infowarrior
 
Innlegg: 6218
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 01:22
Kyn: Dult

Re: Kristindómur sum tesa (thesis)

GoymSkrivað hevur TFSV » 17 jul 2012, 15:41

nei nú mugu fólk vakna upp. Hvør av tykkum hevur sæð Jesus? Hvussu sær hann út? Tað er so einkult: hann doyði fyri ca. 1978 árum síðani. Spurningurin um Guð er meir mysteriøsur haldi eg,spurningurin um upprunan til alt. Orsøkin til at spurningurin um Jesus ikki er so mysteriøsur er, at hann bleiv krossfestur av rómverjum og so royndu lærusveinar hansara at brúka ymsar mytur til at burturforklára tí fyri teimum, skelkandi hendingina: hann doyði ikki, hann reis upp eins og aðrir guðar. Men um hann reis upp, hvís skriva so ongir rómverskir rithøvundar um tí serstøku hendingina men bert Jesu fylgisveinar? Hevði tað ikki vakt stóran ans at ein vanligur persónur kundi flúgva uppeftir? Rómverjar høvdu jú vaktir standandi hjá. Um tí tíðina vóru rómverskir skrivarar sum Seneca, Epictet og Plutarch, er tað ikki løgi at hesir ikki nevna uppreisnina við einum orði? Ella merkti uppreisn frá deymum fyri teimum nakað annað enn kropslig kanska? Tað meina summi, eg haldi at ein konkret uppreisn frá deyðum søguliga er nokso trupul at staðfesta logiskt og søguliga sæð.
But this same Solomon, the wisest of their writers is also the most unbelieving... he concludes his work by saying there is no other good than that of enjoying in peace the fruits of our labor and living with what we love.

Testament de Jean Meslier
User avatar
TFSV
 
Innlegg: 475
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 22:13
Staður: Føroyar
Kyn: Dult

Re: Kristindómur sum tesa (thesis)

GoymSkrivað hevur infowarrior » 19 jul 2012, 15:46

Grundni til at rómverjar ikki skrivaðu um tað... hmmm... Tað má nokk vera tí at Guð skuldi testa trúgvuna ella okkurt :) haha.
Halleluja.
"Give me control of a nations money supply, and I care not who makes it’s laws." Mater Amschel Rothschild, founder of the Rothschild banking dynasty
User avatar
infowarrior
 
Innlegg: 6218
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 01:22
Kyn: Dult

Re: Kristindómur sum tesa (thesis)

GoymSkrivað hevur Tanerion » 20 jul 2012, 16:24

kundi eisini verið nakað tað sama sum hinaferð vit syrgdu yvir offrini á Utøya meðan flestu amerikanarir syrgdu yvir Amy Winehouse

øll eru ikki einig um hvat ein góð søga er fyri nakað
What else would I be here for? To illegally enter the premises, of course
User avatar
Tanerion
 
Innlegg: 408
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 01:32
Kyn: Dult

Re: Kristindómur sum tesa (thesis)

GoymSkrivað hevur infowarrior » 21 jul 2012, 10:29

Jú tað er satt. Men samstundis so er tað at reisa upp frá teimun deyðu so pass stór hending at aðrar keldur kannska burdu haft okkurt skjalfest um tað.
Men eg veit ikki - Hettar alt hanlar um trúgv - Hvat tú trýrt ella ikki ávirkar ikki meg, so leingi sum tú ikki fart blanda tað uppí politik - Eg taki ongan skaða av tí..
"Give me control of a nations money supply, and I care not who makes it’s laws." Mater Amschel Rothschild, founder of the Rothschild banking dynasty
User avatar
infowarrior
 
Innlegg: 6218
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 01:22
Kyn: Dult

Re: Kristindómur sum tesa (thesis)

GoymSkrivað hevur TFSV » 21 jul 2012, 23:52

Celsus var hin fyrsti sum setti set mótvegis kristindóminum í tekstinum "Sanna Orðið" 177 e.Kr. Um tað vórur aðrir sum skrivaðu mótvegis kristindóminum og hettar bleiv beint av vegnum av kristnu myndugleikunum frá 300 talinum og fram, so burdi ein hoyrt um hettar frá onkrum. Í filminum "Agora" brenna kristnu myndugleikarnir rúgvuvís av heiðnum bókum, kanska tað er eitt hint.
But this same Solomon, the wisest of their writers is also the most unbelieving... he concludes his work by saying there is no other good than that of enjoying in peace the fruits of our labor and living with what we love.

Testament de Jean Meslier
User avatar
TFSV
 
Innlegg: 475
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 22:13
Staður: Føroyar
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Átrúnaður

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users