Dimma á gravarbakkanum

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 14 nov 2010, 19:34

Árni Gregersen segði í útvarpinum, at tey høvdu ikki spurt um loyvi at prenta minningarorðini í bók, men av tí at fólk høvdu sent tey inn, hildu tey ikki, at fólk høvdu nakað móti hesum.

Tað kann gott vera, at eg ikki hevði nakað ímóti at eitt minningarorð, ið eg hevði skrivað endaði í slíkari bók, men eg hevði haft nakað ímóti, at tey ikki spurgdu meg fyrst. Eini minningarorð eru ikki bara bara ..
Haldi framvegis at hattar er ein óvanliga frekur og ófantaligur framferðarháttur, ið Dimma leggur fyri dagin hesum viðv.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 3278
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur Dionysus » 14 nov 2010, 19:50

SigmundV segði :Árni Gregersen segði í útvarpinum, at tey høvdu ikki spurt um loyvi at prenta minningarorðini í bók, men av tí at fólk høvdu sent tey inn, hildu tey ikki, at fólk høvdu nakað móti hesum. Eg haldi ikki tað er sjúkligt at geva minningarorð út í bók. Í nógvum førum er tað ikki øðrvísi enn at geva eina ævisøgu út.


Eg dugi heldur ikki at síggja nakað galið við at geva minningarorð út í bók. Men at Dimma gerð tað uttan loyvi, virkar mær rættiliga løgið. Kann eg so eisini geva alt hitt tilfarið, sum hevur staðið í Dimmu, út í bók uttan loyvi?
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2479
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur villinifár » 14 nov 2010, 21:07

Tað nekrofila og føroyingar; altíð hevur tað verið sum fótur í hosu. - Et og halt kjaft, andlátini koma nú!
- Farin til døgurða!
villinifár
 
Innlegg: 53
Skrásett/ur: 24 okt 2008, 11:27
Staður: villiniborg.dk
Kyn: Maður

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur bazooka » 14 nov 2010, 21:14

Dionysus segði :
SigmundV segði :Árni Gregersen segði í útvarpinum, at tey høvdu ikki spurt um loyvi at prenta minningarorðini í bók, men av tí at fólk høvdu sent tey inn, hildu tey ikki, at fólk høvdu nakað móti hesum. Eg haldi ikki tað er sjúkligt at geva minningarorð út í bók. Í nógvum førum er tað ikki øðrvísi enn at geva eina ævisøgu út.


Eg dugi heldur ikki at síggja nakað galið við at geva minningarorð út í bók. Men at Dimma gerð tað uttan loyvi, virkar mær rættiliga løgið. Kann eg so eisini geva alt hitt tilfarið, sum hevur staðið í Dimmu, út í bók uttan loyvi?


Uttan iva, um tú altso eigur Dimmu...
“My arrival in Manchester was the highest step for me. After Manchester United, everything is a step down” – Dimitar Berbatov
User avatar
bazooka
 
Innlegg: 1683
Skrásett/ur: 13 jul 2009, 17:58
Kyn: Maður

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur LDT » 15 nov 2010, 11:00

Dionysus segði :
SigmundV segði :Árni Gregersen segði í útvarpinum, at tey høvdu ikki spurt um loyvi at prenta minningarorðini í bók, men av tí at fólk høvdu sent tey inn, hildu tey ikki, at fólk høvdu nakað móti hesum. Eg haldi ikki tað er sjúkligt at geva minningarorð út í bók. Í nógvum førum er tað ikki øðrvísi enn at geva eina ævisøgu út.


Eg dugi heldur ikki at síggja nakað galið við at geva minningarorð út í bók. Men at Dimma gerð tað uttan loyvi, virkar mær rættiliga løgið. Kann eg so eisini geva alt hitt tilfarið, sum hevur staðið í Dimmu, út í bók uttan loyvi?
Tá talan er um rættindi til ein tekst, skal hann so ikki verða registreraður, altso tilmeldaður eitt copyright bureau? Tað, kann eg ikki ímynda mær, at minningarorðini eru.

Men um tey ikki fyrst hava spurt tey, sum hava skrivað, er tað ómoralskt. Tað má vera ein javnbjóðis avtala.

Tað er annars hópin av teksti, sum Dimma fær forerandi, altso onki betalir fyri. Nú, tá ið hesi minningarorðini er komin út, kann Dimma í prinsippinum geva allar møguligar aðrar tekstir út, sum hava staðið í blaðnum, og sum tey ikki hava goldið fyri. Spurningurin er, um tey reelt hava loyvi til tað - altso um tað ikki er onkur lóg um hetta
"Eg eri ikki tann, sum fer av skipinum. So fari eg heldur niður við skipinum." sitat Kaj Leo Johannesen, føroya løgmaður anno 2010
User avatar
LDT
Kjakansari í Tónleikur
 
Innlegg: 1320
Skrásett/ur: 12 okt 2008, 22:42
Kyn: Dult

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur Dionysus » 15 nov 2010, 11:04

@ LDT; upphavsrættur uppstendur so skjótt teksturin er skrivaður, ella verkið er gjørt. Har krevst eingin registrering. So tað sum Dimma hevur gjørt er ikki einans ómoralskt, tað er ólógligt! Um fólk senda sín tekst inn til Dimmu, uttan at Dimma biðjur um tað, ella um fólkini fáa samsýning, ella ei, er fullkomiliga órelevant fyri upphavsrættin.
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2479
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur tikarin » 15 nov 2010, 12:57

Tá eg fyrst hoyrdi um bókina, hugsaði eg at hetta snúði seg um eldri minningarorð, t.d. um navnfræmar persónar ella serliga vælskrivað orð um onkran annan, sum kanska ikki er ella var so kendur um alt landið. Tað hevði givið meining.
Men minningarorð og yvirlit yvir øll ið eru deyð farna árið er í besta føri fjas, og í ringasta føri ósømuligt, sum fleiri tykkara hava verið inni á.
Hetta er merkt Bind 1, so Pól á Kletti ætlar kanska at geva eina tílíka bók út næstu 10 árini ella longri.

Vorherrebevares.
User avatar
tikarin
 
Innlegg: 38
Skrásett/ur: 17 nov 2008, 13:08
Kyn: Dult

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur proppur » 16 des 2011, 07:34

Djúpt óseriøsa skrivingin um SEV førur bara Dimmu uppaftur nærri gravarbakkanum eftir míni meining. Mær dámdi væl ein yvirgang ágangandi stílin hjá Dimmu, men eg síggji nú, at tað simpelthen bara er hamrandi inkompetent og óseriøst. Oyggjatíðini hevur fingið sín avloysara.
proppur
 
Innlegg: 382
Skrásett/ur: 22 okt 2008, 04:41
Kyn: Maður

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur Scriba » 18 des 2011, 17:42

Nei, Dimman avloysir ikki seriøsa Oyggjatíðindi. Greinarnar hjá Dan eru altíð væl undirbygdar, og tað man neyvan vera ósætt hann skrivaði. Hevði hann logið, var hann neyvan farin í geglið. Men feikur er føringurin, sum háar tann sum offrar alt fyri at bera boðskapin víðari. Boðberin fór í geglið. Ja, hví halda tit?
Scriba
 
Innlegg: 49
Skrásett/ur: 02 apr 2010, 12:57
Kyn: Dult

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur SerroT » 19 des 2011, 02:25

oyggjatíðindi seriøst ? ja nu hevur man hoyrt alt.
User avatar
SerroT
 
Innlegg: 1335
Skrásett/ur: 07 jan 2009, 01:04
Kyn: Dult

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur jimmy floyd » 23 des 2011, 19:28

Eitt blað sum koyrir eina yvirskrift, sum "Piddi funnin" út á heimasíðuna, og so bara sletta hana, sum um einki var hent, er ikki bara óseriøst. Tað er beinleiðis skaðiligt. Har skuldi sjálvandi komi ein rættleiðing, og ein treytaleys umbering. Eg sá so einki av slíkum.
jimmy floyd
 
Innlegg: 169
Skrásett/ur: 05 des 2008, 21:59
Kyn: Dult

Re: Dimma á gravarbakkanum

GoymSkrivað hevur Amplified » 24 des 2011, 18:59

Tað var nú ikki bert á heimasíðuni, tey koyrdu yvirskriftina "Piddi funnin" - men eisini á forsiðuna á blaðnum. Stak vánaligt - serstakliga vánaligt!
Amplified
 
Innlegg: 1031
Skrásett/ur: 27 nov 2008, 23:25
Kyn: Kvinna

Aftur

Aftur til Politikkur og samfelag

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users