Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Blind Angle » 11 jan 2010, 22:29

Hvussu ber ein andstøðuflokkur ella andstøðupolitikari seg at um viðkomandi ynskir at tilevna eitt lógaruppskot ella ein lógarbroyting?
Hvør er mannagongdin?

Ein annar spurningur er eisini - tá eitt lógaruppskot verður koyrt í eina nevnd til viðgerðar - kunnu vanlig fólk tá senda viðmerkingar viðv. lógaruppskotinum til nevndina, og um ja, hvussu ger man tað í praksis?
User avatar
Blind Angle
 
Innlegg: 55
Skrásett/ur: 19 jul 2009, 04:24
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Blind Angle » 13 jan 2010, 20:57

No help?
User avatar
Blind Angle
 
Innlegg: 55
Skrásett/ur: 19 jul 2009, 04:24
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Dionysus » 13 jan 2010, 21:16

Allir tingmenn kunnu leggja lógaruppskot fram.

Tað vanliga er, at nevndirnar sjálvar seta seg í samband við fólk, ella bólkar, um upplýsingar. Tú kanst sjálvsagt alíð seta teg í samband við tingfólk, og siga tína meining. Ikki sikkurt tó, at tey lurta eftir.
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 13 jan 2010, 21:24

Áhugavert
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Blind Angle » 13 jan 2010, 21:26

Hugsaði meira um, hvør hjálpir einum anstøðupolitikara at evna eitt lógaruppskot til - viðkomandi hevur jú ikki ráðini til taks ella hevur hann tað?
Og hvussu tryggjar ein anstøðupolitikkari at lógaruppskotið er í ordan innihaldssliga og tøkniliga?

Vil tað siga at ein sum borgari ikki kann seta seg beinleiðis í samband við nevndirnar hjá Løgtinginum?
User avatar
Blind Angle
 
Innlegg: 55
Skrásett/ur: 19 jul 2009, 04:24
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Hollur » 13 jan 2010, 23:47

Erik Oluf Andersen segði :Áhugavert


Fyri ikki at siga "sera áhugavert!"
Hollur
 
Innlegg: 316
Skrásett/ur: 19 nov 2008, 20:39
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Tóri » 14 jan 2010, 00:19

Eg meini at løgtingslimir generelt - bæði teir hjá andstøðuni og samgonguni - gera brúk av løgfrøðingunum hjá Løgtingsumsitingini...

Men hinvegin so eru tað óiva teir ið eru væl við onkran advokat úti í býnum, og fáa sína ráðgeving har frá.
Tóri
 
Innlegg: 31
Skrásett/ur: 01 des 2008, 16:14
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Dionysus » 14 jan 2010, 02:00

Blind Angle segði :Hugsaði meira um, hvør hjálpir einum anstøðupolitikara at evna eitt lógaruppskot til - viðkomandi hevur jú ikki ráðini til taks ella hevur hann tað?
Og hvussu tryggjar ein anstøðupolitikkari at lógaruppskotið er í ordan innihaldssliga og tøkniliga?

Vil tað siga at ein sum borgari ikki kann seta seg beinleiðis í samband við nevndirnar hjá Løgtinginum?



1) Hvør flokkur fær 65.000 kr/ári - pluss 35.000 kr/ári fyri hvønn tingmann - í stuðli til floksskrivara og skrivstovu.

2) Skrivstovustjóri løgtingsins eru løgfrøðiligur ráðgevi hjá tingnevdunum, flokkunum og løgtingsmonnunum.

3) Løgtingsmenn, ella nevndir, hava ikki skyldu til at svara spurningum frá borgaranum.
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Blind Angle » 16 jan 2010, 01:19

Takk fyri góð og áhugaverd svør.

1) Hvør flokkur fær 65.000 kr/ári - pluss 35.000 kr/ári fyri hvønn tingmann - í stuðli til floksskrivara og skrivstovu.


Hetta røkkir neyvan langt um en skal hava løgfrøðiliga hjálp :D


2) Skrivstovustjóri løgtingsins eru løgfrøðiligur ráðgevi hjá tingnevdunum, flokkunum og løgtingsmonnunum.


Um ein kannar heimasíðuna hjá løgtinginum, er skjótt at síggja, at teirra orka má verða ógvuliga avmarkað, har eru ógvuliga fá fólk í løgtingsumsitingini.


3) Løgtingsmenn, ella nevndir, hava ikki skyldu til at svara spurningum frá borgaranum.


Hugsaði meira um nevndirnar høvdu skyldu at lesa/móttaka viðmerkingar frá vanligum fólki og at kunngera hesar viðmerkingarnar onkursvegnað.

Haldi annars, at tað er nokso løgið at Landsstýrisfólk skulu hava so nógv betri møgleikar til at fremja lógararbeiði og hava atgeingi til løgfrøðisliga ráðgeving og framleiðslu enn Løgtingsfólk, ikki minst andstøðufólk.
User avatar
Blind Angle
 
Innlegg: 55
Skrásett/ur: 19 jul 2009, 04:24
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Dionysus » 16 jan 2010, 08:11

HER sært tú eitt yvirlit yvir nevndirnar, og har liggur eisini gerðabólk, mail hjá limunum osv. Nevndirnar plaga at skriva álit, sum so síðani verða løgd fram fyri Løgtingið, og liggja eisini á heimasíðuni, við viðmerkingum frá teimum ymsu áhugabólkunum, ið er blivnir bidnir at gera viðmerkingar o.a.
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur jon » 16 jan 2010, 21:18

Blind Angle segði :Hugsaði meira um nevndirnar høvdu skyldu at lesa/móttaka viðmerkingar frá vanligum fólki og at kunngera hesar viðmerkingarnar onkursvegnað.

Haldi annars, at tað er nokso løgið at Landsstýrisfólk skulu hava so nógv betri møgleikar til at fremja lógararbeiði og hava atgeingi til løgfrøðisliga ráðgeving og framleiðslu enn Løgtingsfólk, ikki minst andstøðufólk.


Tú hevur altíð rætt at verða hoyrd/ur í nevndarviðgerðini og alt skrivligt tilfar kemur við í málið og í viðgerðina. Tað er bara at taka fatt.

Ja, er tað ein ógvusligur fólkaræðisligur trupulleiki at stýrini hava upp ímóti 100 serfrøðingar og serfrøðingarnir í løgtingsumsitingini teljast á einari hánd. Hetta merkir ikki bara at andstøðuflokkar eru verri stillaðir enn samgonguflokkar at snikka lógaruppskot til, tað merkir eisini at løgtingið er verri stillað enn landstýri.
jon
 
Innlegg: 39
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 21:51
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Dionysus » 17 jan 2010, 03:34

jon segði :Tú hevur altíð rætt at verða hoyrd/ur í nevndarviðgerðini og alt skrivligt tilfar kemur við í málið og í viðgerðina. Tað er bara at taka fatt.


Blandar tú ikki Løgtingið við Fyrisitingina?
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur bazooka » 17 jan 2010, 10:31

Anars so halda teir politikkaraskeið á tekniska í hesum døgum, og tað er ikki ein joke! Tað er ímóti mínum prinsippum at vera álvarsligur, men here it is ;)
“My arrival in Manchester was the highest step for me. After Manchester United, everything is a step down” – Dimitar Berbatov
User avatar
bazooka
 
Innlegg: 1634
Skrásett/ur: 13 jul 2009, 17:58
Kyn: Maður

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur jon » 17 jan 2010, 10:51

Dionysus segði :
jon segði :Tú hevur altíð rætt at verða hoyrd/ur í nevndarviðgerðini og alt skrivligt tilfar kemur við í málið og í viðgerðina. Tað er bara at taka fatt.


Blandar tú ikki Løgtingið við Fyrisitingina?


Fyristingin altso landstýri? eg haldi ikki tú hevur rætt at blíva hoyrd/ur av stýrunum. Eg meini við løgtingið og nevndina sum viðgerð málið.
jon
 
Innlegg: 39
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 21:51
Kyn: Dult

Re: Lógartilgongdin hjá andstøðufólki

GoymSkrivað hevur Dionysus » 17 jan 2010, 12:13

Ja, fyrisitingin er lands- og kommunumynduleikarnir. Teir eru umfataðir av lóg um fyrisiting og lóg um alment innlit. Tað er Løgtingið ikki.

Meinar tú, at um eg sendi eitt skriv til fíggjarnevndina um fíggjarlógina, so verður tað tikið við í viðgerðini av fíggjarlógini? Skilji ikki heilt hvat tú meinar.
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Fram

Aftur til Politikkur og samfelag

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron