At sokallaðu mammunar ikki skammast

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 30 des 2009, 14:51

poshbecky segði :Synd er ikki í foreldrunum; men í børnunum

Amen!
Harraguð - Eg eri fullkomuliga umgyrdir av dólgum.
- infowarrior á kjak.org, 27. mai 2013
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur perotinus » 30 des 2009, 21:14

Eg havi ikki talt um tað finnast fleiri ringir pápar enn ringar mammur.
Men um tað er so, at hesin sera útbreiddi fordómurin er sannleiki, hevur tað møguliga nakað at gera við hvørjar typur av monnum, konufólk helst velja at fáa børn við. Tann villi, spennandi og farligi maðurin er hjá nógvum konufólkum nógv tann mest attraktivi og potenti. Um teir tíma børn, er so nakað annað, men attraktivir eru teir í hvussu er. Tann friðaligi og skikkiligi vussurin, sum dugir og tímir at vera um síni børn, er ikki líka attraktivur, og úrslitið man vera hareftir....
User avatar
perotinus
 
Innlegg: 494
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 13:51
Kyn: Maður

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur poshbecky » 05 jan 2010, 09:46

altso eg loyvi mær at ivast í, hvat fyri samfelagið eg livi í, tá ið bara eg síggi nógv svikin børn, ið hava pakkað taskuna, og bíða eftir pápa sínum, ið als ikki tímur at heinta børnin, men heldur vil í býin; ella vil gera okkurt annað...
pápin, ið ikki ringir til børnini ella ikki keypir teimum eina gávu á jólum ella á teirra føðingardegi

teir menn, ið ikki vilja viðganga, at tað finnast alt ov nógv tílík mannfólk í føroyum, haldi eg ganga við klaffum fyri eyguni

stakkals børn í dag
poshbecky
 
Innlegg: 875
Skrásett/ur: 12 aug 2009, 09:18
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur poshbecky » 05 jan 2010, 09:48

men ok, gevi bara konufólkunum skyldina fyri, at tað finnast alt ov nógvir tílíkir menn í føroyum... :roll:
poshbecky
 
Innlegg: 875
Skrásett/ur: 12 aug 2009, 09:18
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur the_haunted » 05 jan 2010, 13:46

Tað er syrgiligt at lesa hetta kjakið. Eg helt, at tað endiliga byrjaði at koma eitt sindur av stýr í javnstøðukjakið nú tá kvinnur byrja at sleppa meira framat og fáa javnstøðulógir sum geva teimum serbehandling. Men so skjótt sum har er okkurt evni, har kvinnur traditionelt hava dominerað, so verður javnstøðan blakað beint út gjøgnum vindeygað. Sjálvandi skulu pápar hava somu rættindir sum mammur til at síggja børnini um hesir páparnir ikki hava gjørt okkurt heilt galið. Tað er nokso sigandi at tit sum rópa harðast her inni leggja tykkum beint eftir pápanum, sjálvt um hann hevur fingið skrivligt loyvi til at síggja barnið, meðan mamman hevur goymt barnið ólógliga.
the_haunted
 
Innlegg: 2412
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 11:15
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur poshbecky » 06 jan 2010, 16:04

Hvat agnar? Hatta skilji eg altso ikki?!? Av tí at páparnir eru reyvarhol, so eru mammurnar tað eisini?!?
poshbecky
 
Innlegg: 875
Skrásett/ur: 12 aug 2009, 09:18
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur Dionysus » 06 jan 2010, 16:13

Haldi agnar roynir at vísa á, at menninir nokk vóru reyvarhol áðrenn mammurnar fóru saman við teimum, og tað vistu mammurnar væl av. Møguliga enntá var tað ein partur av tiltrekkninginum?
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur Wiseman » 06 jan 2010, 18:54

haldi at hann meinar við at tað kann saktans verað kvinnan, ið er reyvarholið og tað er orsøkon at maðurin ikki er har, og maðurin soleiðis verður útstillaður sum reyvarholið
Wiseman
 
Innlegg: 165
Skrásett/ur: 21 okt 2008, 21:19
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur Dionysus » 06 jan 2010, 19:05

Wiseman segði :haldi at hann meinar við at tað kann saktans verað kvinnan, ið er reyvarholið og tað er orsøkon at maðurin ikki er har, og maðurin soleiðis verður útstillaður sum reyvarholið


Tað haldi eg ikki. ;)

Hvat heldur Agnar?
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur Agnar » 06 jan 2010, 23:43

Dionysus segði :
Wiseman segði :haldi at hann meinar við at tað kann saktans verað kvinnan, ið er reyvarholið og tað er orsøkon at maðurin ikki er har, og maðurin soleiðis verður útstillaður sum reyvarholið


Tað haldi eg ikki. ;)

Hvat heldur Agnar?

Sum Dionysus sigur.


At vera til eitt ella annað er danisma, ið merkir at hava eina preferancu. Ofta brúkt um seksuella preferancur. Dømi: han er til mænd, hun er til blid dominans.
Agnar
 
Innlegg: 1067
Skrásett/ur: 22 okt 2008, 11:12
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur Agnar » 07 jan 2010, 01:09

:)
Agnar
 
Innlegg: 1067
Skrásett/ur: 22 okt 2008, 11:12
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur JK » 07 jan 2010, 11:04

Agnar segði :Tit hava sjálvar skyldina av tí. Um tað eru fleiri menn, ið eru reyvarhol, so eru tað - so vítt eg dugi at síggja - líka so nógv konufólk, ið eru til reyvarhol. Tað hongur saman.


Vrøvl ..........

Eg veit ikki hvussu nógv tú veit um paralag og hvussu tað broytist tá ein gerst foreldur?

Eg vil heldur siga at hesir páparnir kanska hava lættari við at realisera seg sjálvar áðrenn børn koma við í leikin, men tá børnini eru við er ikki líka nógv tíð til páparnar og tí flyta teir víðari til eitt annað og fríari lív.

Annars so tykist tað mær patetiskt at lesa opportunistisk inlegg sum válka sær í at ein ella tveir pápar ringja til sosialin og klaga sína neyð.

Hvussu nógvir (góðir) pápar eru tað sum ikki sleppa at síggja síni børn? 1 ella 2 ?

Relatera tað til hvussu nógvar kvinnur og børn hava húsast í kvinnuhúsinum ella hvussu nógvir húsaófriðir hava verið um jólini ? (tað er eisini forbannað løgi at man í Føroyum kallar tað fyri húsaófrið tá menn banka konurnar ......... men tað er kanska lættari at smelta saman við matinum tá vit lurta eftir ÚF)

Og forrestin tit pápar taki nú for helviti tykkara part av ábyrgdini eg steðgi við at skjóta skyldina á onnur.

Og jú eg haldi tað er forbannað tragiskt at tað eru góðir pápar sum ikki sleppa at síggja børn síni ......... og tað eiga vit at gera okkurt við ...... men tað skal ikki misbrúkast til at misstonkiligera allar tær mammur sum knokla fyri at fáa endarnar at røkka saman.
JK
 
Innlegg: 41
Skrásett/ur: 05 okt 2009, 11:32
Staður: Svøríki
Kyn: Maður

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur AngryDaddy » 08 jan 2010, 05:05

poshbecky segði :altso eg loyvi mær at ivast í, hvat fyri samfelagið eg livi í, tá ið bara eg síggi nógv svikin børn, ið hava pakkað taskuna, og bíða eftir pápa sínum, ið als ikki tímur at heinta børnin, men heldur vil í býin; ella vil gera okkurt annað...
pápin, ið ikki ringir til børnini ella ikki keypir teimum eina gávu á jólum ella á teirra føðingardegi

teir menn, ið ikki vilja viðganga, at tað finnast alt ov nógv tílík mannfólk í føroyum, haldi eg ganga við klaffum fyri eyguni

stakkals børn í dag


At vit menn ikki ganga líka høgt uppí gávur sum tit konufólk skal sikkurt passa, men nei eg kenni ikki ein tann einasta mann, sum ikki vil síggja børn síni. Eg kenni nakrar sum ikki orka fyri fyrrverandi konuni ella damuni, so eg gitið at tú blandar hesi bæði tingini saman.

Men hví roynir tú annars alla tíðina at snúgva tosinum inn á at tað finnast slíkir pápar? Evni snúði seg um hvat man helt um mammur sum krógva barnið/børnini, tá pápin hevur fingi loyvi at hava tey og tað kann einki annað sigast um tað enn at tað er forba*** vánaligt og tað er uppaftur vánaligari at tað ikki fær størri fylgjur fyri tær mammur sum gera slíkt.

At royna at rættvísgera tað við at siga at tað eru pápar sum ikki vilja síggja børn síni gevur onga slett yvirhøvur onga meining. Meinar tú at um tað skuldi verið so at fyrrverandi maðurin hjá tær ikki vil síggja børn tíni, so skulu mammur hava rætt til at krógva børnini fyri pápunum ella hvat er tað tú roynir at siga?
Last edited by AngryDaddy on 08 jan 2010, 06:45, edited 4 times in total.
AngryDaddy
 
Innlegg: 4
Skrásett/ur: 29 des 2009, 03:08
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur AngryDaddy » 08 jan 2010, 05:20

Ulladukkan segði :Ja! Tad er syrgiligt at tad heila heldur fram vid at vera sum tad var fyrr. Og um nú pápar í hópatali hava tad so ringt, hví hoyra vit ikki meira frá teimum? Hvar er uppreisturin???

Tá tad er sagt, er tad SJÁLVANDI eisini stór synd í teimum pápum, sum ikki sleppa framat børnum sínum. Men tad, sum eg royni at siga, er, at teir eru fáir í tali í mun til tær mammur, sum kundu tonkt sær at børn teirra hava ein pápa yvirhøvur!


Hetta er kanska ein partur av tí uppreistrinum sum tú eftirlýsir og tað hava eisini verið onnur mál í fjølmiðlunum í síðstuni. Tað tykist mær tó eitt sindur løgið, at tú eftirlýsir ein slíkan uppreistur samstundis sum tú tykist at royna at køva hann.

Annars roynir man nokk sum oftast fyrst at fara til ríkisumboðið ella rættin um man hevur trupulleikar við at sleppa at síggja barnið/børnini. Tey málini tú hoyrir um í fjølmiðlunum eru nokk bara tey mest ekstremu og tað at tað hava verið nøkur av teimum í síðstuni sigur bara hvussu vánlig støðan er.
AngryDaddy
 
Innlegg: 4
Skrásett/ur: 29 des 2009, 03:08
Kyn: Dult

Re: At sokallaðu mammunar ikki skammast

GoymSkrivað hevur AngryDaddy » 08 jan 2010, 06:24

JK segði :Annars so tykist tað mær patetiskt at lesa opportunistisk inlegg sum válka sær í at ein ella tveir pápar ringja til sosialin og klaga sína neyð.

Hvussu nógvir (góðir) pápar eru tað sum ikki sleppa at síggja síni børn? 1 ella 2 ?

Relatera tað til hvussu nógvar kvinnur og børn hava húsast í kvinnuhúsinum ella hvussu nógvir húsaófriðir hava verið um jólini ? (tað er eisini forbannað løgi at man í Føroyum kallar tað fyri húsaófrið tá menn banka konurnar ......... men tað er kanska lættari at smelta saman við matinum tá vit lurta eftir ÚF)


Patetiskt? Eg haldi hatta var ein frálík avgerð av teimum, tí eg veit um aðrar við sama trupulleika og tað er upp á tíðina at okkurt verður gjørt við hetta. Tíverri yvist eg í um hetta hevur nóg stóran politiskan áhuga til at nakað hendir. Um tað so bara var 1 ella 2 var tað stadigvekk nokk til at gera nakað við tað. Men eg kann gott fortelja tær tað tað eru nógv fleiri við hesum trupuleika enn teir sum velja at fara í fjølmiðlarnar.

Um tað eru kvinnur á kvinnuhúsinum og kvinnur sum vera bukaðar, so eru tað sjálvandi eisini trupuleikar sum skulu loysast, men merkir tað at pápar ikki skulu hava nøkur rættindini? Ella royndi tú at siga at tað er týdningarmiklari at loysa tað fyrst? Tað eru túsundvís av trupulleikum. Skulu vit tileinkisgera nakrar fyri at loysa ein annan? Hvussu avgera vit hvør trupulleiki er týdningarmiklast at loysa, tí hann skal vel loysast fyrst?

JK segði :Og forrestin tit pápar taki nú for helviti tykkara part av ábyrgdini eg steðgi við at skjóta skyldina á onnur.

Og jú eg haldi tað er forbannað tragiskt at tað eru góðir pápar sum ikki sleppa at síggja børn síni ......... og tað eiga vit at gera okkurt við ...... men tað skal ikki misbrúkast til at misstonkiligera allar tær mammur sum knokla fyri at fáa endarnar at røkka saman.


Hvørja ábyrgd tosar tú um?
Og hvør hevur misstonkiligjørt allar mammur sum knokla fyri at fáa endarnar at røkka saman? Eingin annar enn tú hevur tosa um tað á hesum tráðnum.
AngryDaddy
 
Innlegg: 4
Skrásett/ur: 29 des 2009, 03:08
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Politikkur og samfelag

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron