Torir nakar tippa úrslitið?

Kjakansari: Dionysus

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur Pingu » 15 sep 2011, 23:12

Mín maður kom inn - pipar ella salt, visti ongantíð hvør var hvør.
Until they become conscious they will never rebel, and until after they have rebelled they cannot become conscious. - Winston Smith
User avatar
Pingu
 
Innlegg: 584
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 22:17
Staður: Madagaskar
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur GH » 15 sep 2011, 23:23

Kringvarpið klárar obinbart ikki at levera endaliga úrslitið og vallutøku á síni heimasíðu, nakar sum hevur tølini?
User avatar
GH
 
Innlegg: 735
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:04
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur JustinCase » 15 sep 2011, 23:34

Tað er ikki bara í Føroyum, at alt ikki er endaliga avgreitt enn. Persónliga atkvøðutalið hjá Helle Thorning-Schmidt er heldur ikki klárt enn. Tað frætta vit meiri um í morgin. Tað ringa er, at handan bitchin nú fer at skipa eina sosialistiska stjórn við sær sjálvari á odda. Gud bevare Danmark, mín sann.
JustinCase
 
Innlegg: 889
Skrásett/ur: 27 nov 2010, 00:20
Kyn: Dult

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur proppur » 15 sep 2011, 23:35

GH segði :Kringvarpið klárar obinbart ikki at levera endaliga úrslitið og vallutøku á síni heimasíðu, nakar sum hevur tølini?


Ja, hatta við tølum og prognusum haldi eg varð so elendugt allan vegin ígjøgnum, at eg veit ikki eingong um ein yvirhøvur skal stóla uppá tað úrslitið man hoyrir um, men ikki hevur sæð. Kanska Høgni Hoydal álíkavæl er komin innaftur tá eg vakni aftur í morgin.....

Kvf. sum okkara vælbetalta almenna public service statión má takað seg alvorliga saman til komandi løgtingsval.
proppur
 
Innlegg: 355
Skrásett/ur: 22 okt 2008, 04:41
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 16 sep 2011, 01:32

Endaliga úrslitið:

kota: Vel alt
A. Fólkaflokkurin       3.932  19,0
B. Sambandsflokkurin    6.361  30,8
C. Javnaðarflokkurin    4.328  21,0
D. Sjálvstýrisflokkurin   481   2,3
E. Tjóðveldi            3.998  19,4
H. Miðflokkurin           872   4,2
X. Uttanflokkalisti       672   3,3
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur Farerets2 » 16 sep 2011, 03:46

Tað merkisverda er at Javnaðarflokkurin faktiskt fekk nærum 400 færri atkvøður enn seinast (4.328 ímóti 4.702 í 2007) men fekk mann valdan fyri tað... Hetta skal skyldast teirri dramatisku afturgongini hjá republikanarum - næstan 2.000 atkvøður aftur! :o

Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum var faktiskt ikki so dramatisk som mong høvdu væntað - saman við teimum atkvøðunum, sum Poul Michelsen fekk, gjørdist teirra úrslit áleið tað sama, sum seinast.

http://www.kringvarp.fo/tidindi/Folkatingsval/valurslit
Farerets2
 
Innlegg: 85
Skrásett/ur: 25 aug 2011, 16:38
Kyn: Dult

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur hp » 16 sep 2011, 04:17

JustinCase segði :Persónliga atkvøðutalið hjá Helle Thorning-Schmidt er heldur ikki klárt enn. Tað frætta vit meiri um í morgin. Tað ringa er, at handan bitchin nú fer at skipa eina sosialistiska stjórn við sær sjálvari á odda. Gud bevare Danmark, mín sann.

Hví er tad ringt, tá tad er tad sum meirilutin av donsku veljarunum vilja? Vidurkennir JustinCase ikki demukratisku spælireglurnar, men hellir kanska meri til bólkin id ráddi fólki frá at fara á val, og sum mælti til, heldur at seta sharia lógirnar i gyldi?
hp
 
Innlegg: 114
Skrásett/ur: 14 okt 2010, 17:33
Kyn: Dult

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur Vígdá » 16 sep 2011, 07:59

JustinCase segði
Tað er ikki bara í Føroyum, at alt ikki er endaliga avgreitt enn. Persónliga atkvøðutalið hjá Helle Thorning-Schmidt er heldur ikki klárt enn. Tað frætta vit meiri um í morgin. Tað ringa er, at handan bitchin nú fer at skipa eina sosialistiska stjórn við sær sjálvari á odda. Gud bevare Danmark, mín sann.


Socialdemokratarnir høvdu teirra vánaligasta val nakrantíð, SF høvdu eisini eitt sera vánaligt val. Men takka verið tey Radikalu og Enhedslisten, og vánaliga vali hjá Konservetive og Dansk Folkeparti, sleppa Helle og Villy framat. Bæði Løkke og Venstre høvdu ein gott val, men tað var bara ikki nokk fyri teir.
User avatar
Vígdá
 
Innlegg: 1185
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 06:29
Staður: Toftir
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur Vígdá » 16 sep 2011, 08:12

A. Fólkaflokkurin 3.932 19,0
B. Sambandsflokkurin 6.361 30,8
C. Javnaðarflokkurin 4.328 21,0
D. Sjálvstýrisflokkurin 481 2,3
E. Tjóðveldi 3.998 19,4
H. Miðflokkurin 872 4,2
X. Uttanflokkalisti 672 3,3

Um hettar var Løgtingsval, høvdu BC fingið reinan meiriluta, men nú var tað also eitt fólkatingsval, har vallutøkan var sera lág, bara gott 59%. Tí kann man rokna við, at tá løgtingsval verður koma vit at síggja eitt heilt annað úrslit. Smáu flokkarnir plaga nú heldur ikki at standa seg gott í einum fólkatingsvali.
User avatar
Vígdá
 
Innlegg: 1185
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 06:29
Staður: Toftir
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur JustinCase » 16 sep 2011, 17:24

hp segði:

JustinCase segði :
Persónliga atkvøðutalið hjá Helle Thorning-Schmidt er heldur ikki klárt enn. Tað frætta vit meiri um í morgin. Tað ringa er, at handan bitchin nú fer at skipa eina sosialistiska stjórn við sær sjálvari á odda. Gud bevare Danmark, mín sann.

Hví er tad ringt, tá tad er tad sum meirilutin av donsku veljarunum vilja? Vidurkennir JustinCase ikki demukratisku spælireglurnar, men hellir kanska meri til bólkin id ráddi fólki frá at fara á val, og sum mælti til, heldur at seta sharia lógirnar i gyldi?


Eg viðurkenni av fullum huga fólkaræðisligar spælireglur, men ásanni samstundis at Danmark við Helle Thorning-Schmidt er komið nøkur fet nærri sharialógunum, sum muhammedanarar hava propaganderað farnu vikuna. Ein reyð stjórn fer at verða hildin uppi av stuðuli frá Det Radikale Venstre (av summum kallað De Radigale) og Eindarlistanum. Seinni flokkurin er eitt kollektiv av støvutum betongkommunistum og suspektum salongjihadistum úr ytsta vinstra borði. De Radikale er savningarstað fyri mentunarsnobbar og góðvarnar fjepparar av ES og víðopnum landamørkum. Úrslitið av nýggju stjórnarsamgonguni kann gerast vandamikið fyri Danmark. Samstundis er greitt, at Naser Khader ikki bleiv afturvaldur og sostatt ikki hevur líka góðan møguleika at gera viðmerkingar til bláoygda útlendingapolitikkin, sum reyði blokkur væntandu fer at seta í verk.
JustinCase
 
Innlegg: 889
Skrásett/ur: 27 nov 2010, 00:20
Kyn: Dult

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur AA » 16 sep 2011, 21:33

Eg valdi sjálvandi Jenis - sera spell at Hann ikki slapp við
AA
 
Innlegg: 711
Skrásett/ur: 11 feb 2009, 04:25
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur AA » 16 sep 2011, 21:33

tí so høvdu vit sloppið av við Hann her í Føroyum
AA
 
Innlegg: 711
Skrásett/ur: 11 feb 2009, 04:25
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur AA » 16 sep 2011, 21:34

men menniskjuni kunnu altíð ugga seg við, at í Keypmannahavn, har enda vit øll fyrr ella seinni
AA
 
Innlegg: 711
Skrásett/ur: 11 feb 2009, 04:25
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur AA » 16 sep 2011, 21:34

Hallelü...
AA
 
Innlegg: 711
Skrásett/ur: 11 feb 2009, 04:25
Kyn: Maður

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur hp » 17 sep 2011, 05:12

JustinCase segði :
Eg viðurkenni av fullum huga fólkaræðisligar spælireglur, men ásanni samstundis at Danmark við Helle Thorning-Schmidt er komið nøkur fet nærri sharialógunum, sum muhammedanarar hava propaganderað farnu vikuna. Ein reyð stjórn fer at verða hildin uppi av stuðuli frá Det Radikale Venstre (av summum kallað De Radigale) og Eindarlistanum. Seinni flokkurin er eitt kollektiv av støvutum betongkommunistum og suspektum salongjihadistum úr ytsta vinstra borði. De Radikale er savningarstað fyri mentunarsnobbar og góðvarnar fjepparar av ES og víðopnum landamørkum. Úrslitið av nýggju stjórnarsamgonguni kann gerast vandamikið fyri Danmark. Samstundis er greitt, at Naser Khader ikki bleiv afturvaldur og sostatt ikki hevur líka góðan møguleika at gera viðmerkingar til bláoygda útlendingapolitikkin, sum reyði blokkur væntandu fer at seta í verk.


"Eg viðurkenni av fullum huga fólkaræðisligar spælireglur" Hmm! Gert tú nú tad? Royn so at lesa tad tú sjálvur skrivar! Ber ikki bod um virdin fyri meiningum annara!
hp
 
Innlegg: 114
Skrásett/ur: 14 okt 2010, 17:33
Kyn: Dult

AfturFram

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron