Torir nakar tippa úrslitið?

Kjakansari: Dionysus

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur JustinCase » 17 sep 2011, 09:03

hp segði:

"Eg viðurkenni av fullum huga fólkaræðisligar spælireglur" Hmm! Gert tú nú tad? Royn so at lesa tad tú sjálvur skrivar! Ber ikki bod um virdin fyri meiningum annara!

At viðurkenna meiningar hjá øðrum merkir ikki, at ein harvið er tvangsinnlagdur til at vera samdur við teimum. Eg eri als ikki samdur við reyða blokki og heldur ikki altíð samdur við bláa blokki. Mær hevði tó dámt betur, um Lars Løkke hevði vunnið valið. 24 Års Reglen verður nú væntandi tikin av, talið á tvangsgiftum fer upp og vandin økist fyri at danska markið verður yvirfloymt av alskyns muslimskari óhumsku úr miðeystri og Norðurafrika. Sostatt viknar støðan hjá fólkaræðinum; við at innflyta ódemokratisk elementir, sum hava fult av shariaparagraffum í viðførinum.
JustinCase
 
Innlegg: 889
Skrásett/ur: 27 nov 2010, 00:20
Kyn: Dult

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur hp » 17 sep 2011, 13:23

JustinCase segði :hp segði:

Yvist í um tú hevur rætt í tínum spádómunum. Men um tað er tað sum danska fólkið ynskir (hevur valt), skulu vit so ikki viðra tað valið, uttan at kalla tey valdu fyri "bitch", "betong komunist", "radigal" og onnur ókvamisorð?
hp
 
Innlegg: 114
Skrásett/ur: 14 okt 2010, 17:33
Kyn: Dult

Re: Torir nakar tippa úrslitið?

GoymSkrivað hevur JustinCase » 17 sep 2011, 15:09

hp segði:

Yvist í um tú hevur rætt í tínum spádómunum. Men um tað er tað sum danska fólkið ynskir (hevur valt), skulu vit so ikki viðra tað valið, uttan at kalla tey valdu fyri "bitch", "betong komunist", "radigal" og onnur ókvamisorð?

Hatta hevur einki við vantandi demokratiska kenslu at gera. Útspilling og jagstran av navngivnum persónum er nakað, sum vinstravongurin plagar at gera til sítt eyðkenni. Spyr bara Piu Kjærsgaard, sum í áravís hevur verið eitt legitimt mál hjá sjálvfeitum humanistum vinstrumegin miðjuna. Eg meti sjálvur Botox-Helle Thorning-Schmidt at vera eina bitch, líkamikið um hon er í andstøðu ella í stjórn. Tað er mín erliga meining um ein politiskan dilettant, sum er klæktur av einum miseydnaðum politiskum kolossi í Bruxelles.

Annars skal man helst vera óvanliga veikur og erkvisin fyri at halda orð sum "betongkommunist" og "radigal" vera ókvæmisorð. Talan er um einfalda speireking og elementer orðaspøl. Einki óvanligt í tí. At Eindarlistin fyri stóran part er mannaður av gomlum betongkommunistum er ein einføld politisk staðfesting. Flokkurin, sum er meiri fylking enn flokkur, er so allergiskur yvir fyri øllum ábendingum um stættarmun, at tey ikki brúka formann - ella kvinnu. Tey brúka "orðførara". Eitt sindur inkonsekvent, serliga um vit hyggja at seinnu helvt av orðinum.

At Det Radikale Venstre av summum verður kallað De Radigale er lítið í mun til tað, sum serliga DF noyðist at góðtaka frá sjálvkosnum halgimennum úr komandi stjórnarflokkunum. Viðvíkjandi ringum málsligum ráka hevur orðaferðslan verið rættuliga einvegis seinastu mongu árini. Flokkarnir høgrumegin politiska markið kundu kanska gjørt sær dælt av frælsiskøvandi paragraffum fyri at hevna seg inn á mótstøðuna. Tað hava teir ikki gjørt, tí at tað er meiri í tráð við tað sum eyðkennir vinstravongin. Hetta er eitt vakurt dømi um at tað enn er loyvt at siga sína meining um politisk mótstøðufólk, uttan at verða tveittur í fangahús ella at verða sektaður fyri hugsjónarligt frávik. Um tú hevur hug at harta fólk fyri ljótan málburð í valstríðnum, so kanst tú byrja við Anniku Smith og hennara pubertilu klistrimerkjum: Fuck DF. Men tað er kanska lættari at góðtaka?

PS. Eg stavaði ikki orðið betongkommunist skeivt, soleiðis sum tín endurgeving annars leggur upp til.
JustinCase
 
Innlegg: 889
Skrásett/ur: 27 nov 2010, 00:20
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron