Formansorðaskiftið

Kjakansari: Dionysus

Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 14 sep 2011, 23:04

Hvat hildu tit um Formansorðaskiftið í kvøld?

Eg helt tað var tamt - men har vóru í øllum førum tvær góðar løtur við einum sindri av pulsi í.

Tann fyrra var, tá ið Aksel Johannesen flongdi Jørgen Niclasen - m.a. í málinum um makrelin - tað koyrdi bara hjá Aksel tað løtuna.

Hin var, tá ið Kári á Rógvi vísti á, hvussu pínligurJacob Vestergaard var í makrelmálinum.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur Blind Angle » 15 sep 2011, 00:45

Hevði ikki so nógv uppá seg, hattar orðaskiftið - Hr. Holm virkaði heldur slappur.
User avatar
Blind Angle
 
Innlegg: 55
Skrásett/ur: 19 jul 2009, 04:24
Kyn: Dult

Re: Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 15 sep 2011, 02:34

A - Jørgen Niclasen, Fólkafl: Er sum altíð ein smádrongur millum vaksnar menn. Parolur og einki innihald, hongir seg í detaljur. Varð hesa ferð harumframt bukaður av tá eitt sindur av substansi kom í, og stóð nakin tá tað kom til makrel-málið.
B - Kaj Leo, Sambfl: Vísti seg at hava yvirskot, og royndi seg eisini sum landsfaðir nakrar ferðir. Tað eydnaðist nøkur sekund at vera Stoltenberg og heita á øll um at verja demokratiið og fara á val, men so bleiv hann aftur bara Kaj og bað tey stemma Samband, -- líkasum nú tit allíkavæl eru har. Var best, tá hann forsvaraði samgonguna.
C - Aksel Johannesen, Javnfl: Eitt sindur ósikkur við framburðinum av og á, serliga tá tað skuldi improviserast. Ein góð debatdebut, men manglar venjing. Helt seg konsekvent til linjuna, flokkurin satsar uppá, men fekk tað neyvan at favna nóg breitt. Tók poeng frá Jørgen, bæði viðv. makreli og avgjøldum.
D - Kári á Rógvi, Sjálvstfl: Handan við Vestergaard var góð, men hon datt á gólv, tá Kaj Leo (úr øðrum flokki enn Jacob) vardi fyrrverandi landsstýrismannin. Kárasa spidsfindigheitir vinnur hann ikki uppá, tað fær hann at minna ov nógv um Zakarias Wang.
E - Høgni Hoydal, Tjóðv: Virkar ikki so tendraður sum til undanfarin val, men hugsar gott strategiskt sum vant, so hann tók undir við Aksel í øllum -- og ávaraði ímóti at senda tvey sambandsumboð niður á Fólkating.
F - Poul Michelsen, Uttanfl: Tosar við autoriteti og trúvirði, tað var sum hann setti tingini uppá pláss nakrar ferðir, defineraði kjakið fleiri ferðir.
H - Jenis av Rana, Miðfl: Tosaði ofta heilt uttanum evnið.

Tann sjónligasti dysturin var millum Aksel og Høgna. Aksel legði trýst á Høgna við at seta kontrast millum polarisering og úrslit. Høgni umklamraði Aksel afturímóti við rósi og ávaraði ímóti tveimum sambandsumboðum á fólkatingi. Høgni var frammanfyri pá poeng frammanundan, og ivasamt um munurin minkaði nevnivert.

Av seks stjørnum:
Jørgen: *
Kaj: *****
Aksel: ****
Kári: ***
Høgni: ****
Poul: ****
Jenis: **
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur nalvagras » 15 sep 2011, 08:14

FlóvinE segði :
Av seks stjørnum:
Jørgen: *
Kaj: *****
Aksel: ****
Kári: ***
Høgni: ****
Poul: ****
Jenis: **


Nú haldið eg at tú ert ov fittur við Javnarflokkin. Aksel kláraði seg betur enn Jørgin, einki at ivast í, men als ikki 4 stjørnur. Hann var fleiri ferðir ósikkur í sínum framløgum og viðmerkingum.

Poul Michaelsen vísti góðar eginskapir sum ex. fólkafloksmaður, tá ið tað kemur til tøl. Hann segði millum annað at tað vóru 190 fólkatingslimir, tá ið tað eru 179, so her verður ein stjørna trukkin frá.

Kári á Rógvi skuldi tagt við skemtinum um bóndan á Økrum. Góður siður er at ikki leypa á mann, sum ikki er tilstaðar. Men hann kláraði seg ok.

Kaj Leo er sama skøvaða pláta og tað er Høgni eisini

So frá mær fella stjørnurnar soleiðis:

Jørgin *
Kaj: **
Aksel: ***
Kári: ***
Høgni: **
Poul: ***
Jenis: **
nalvagras
 
Innlegg: 470
Skrásett/ur: 14 jun 2009, 11:02
Kyn: Dult

Re: Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur dei » 15 sep 2011, 12:08

Samdur í at Jørgen enn einaferð dumpaði totalt. Aksel yvirraskaði positiva vegin men eg haldi ikki løgmaður kláraði seg líka væl sum Flóvin heldur. Álopini hjá Kára fara um mørk og skaða meira enn tey gera gagn, haldi eg.

Mínar stjørnur fella soleiðis
Av seks stjørnum:
Jørgen: *
Kaj: ***
Aksel: ****
Kári: **
Høgni: ****
Poul: ****
Jenis: **
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur GH » 15 sep 2011, 14:38

Mínar stjørnur fella soleiðis
Av seks stjørnum:
Jørgen: * (Makrel, makrel, nýtist eg at siga meir?)
Kaj: ** (Er beinleiðis flóvisligur til tíðir, men ikki líka ósympatiskur sum jørgin)
Aksel: *** (Burdi kanska fingið 4, men fær minus 1 stjørnu tí hann forsetur við at brúka orðið pragmatiskar loysnir, jeg fái kvalma av hasum orðinum tá javnaðarblokkurin brúkar tað, fyri at seta seg sjálvan í gott ljós sum tann einasti semjusøkjandi flokkurin)
Kári: **** (Hann ger sama feilin sum við sínari skriving. Sigur eina rúgvu sum er so sera sera gott, men so sáblar hann alt tað góða hann hevur sagt vekk við einkultum beinleiðis óumhugsaðum útsøgnum.)
Høgni: **** (Same old story, men koyrir tað heim uppá royndirnar)
Poul: **** (Hevði fingið 5 frá mær um hann ikki kom við útsagnini um teir 190 fólkatingslimirnir)
Jenis: *** (Same old story, men tó onkrir glottar at hóma)
User avatar
GH
 
Innlegg: 735
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:04
Kyn: Maður

Re: Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur Smithee » 15 sep 2011, 15:39

Eg sá síðstu formansrunduna á DR. Halt kjaft sum tað er munur á monnum.

Villy Søvndal, Helle Thorning-Schmidt, Lars Løkke Rasmussen og Johanne Schmidt-Nielsen eru túsund ferðir betri debatørar enn tað sum vit hava her heima.
Smithee
 
Innlegg: 562
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:29
Kyn: Dult

Re: Formansorðaskiftið

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 15 sep 2011, 16:51

Av seks stjørnum:

Jørgen: *
Kaj: **
Kári: **
Jenis: ***
Aksel: ****
Høgni: ****
Poul: *****
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron