Gransking og Fólkatingið

Kjakansari: Dionysus

Gransking og Fólkatingið

GoymSkrivað hevur tv » 12 sep 2011, 22:43

Gransking og Fólkatingið

Sjálvstýrisflokkurin vil á Fólkating fyri at menna m.a. gransking. Hetta kann gerast beinleiðis við at kanna møguleikar fyri Ph.d. samstarvi við Danmark.

Danmark setti sær sum mál at tvífalda Ph.d. lesandi í tíðaskeiðinum 2005-2012. Hetta mál hevur Danmark rokkið, og er fyribils frágreiðing komin, leinkjan: http://www.ft.dk/dokumenter/tingdok.asp ... /index.htm
Endamálsorðingin er soljóðandi:
Satsningen på ph.d.-uddannelse bidrager til at gøre Danmark til et højteknologiskvidenssamfund og bidrager til målet om, at forskningsaktiviteten i det offentlige skal udgøre mindst 1 % af bruttonationalproduktet.
Ein Ph.d. lestur tekur 3 ár og kostar nógv. Ein miðal Ph.d. lestur er mettur til (í Danmark) at kosta umleið 2 mill krónur.
Hví skulu so Føroyar fáast við sovorðið kostnaðarmikið? Svarið er einfalt! Tí at útbúgving og gransking er ein alneyðug íløga, sum ikki má gloymast. Við at granska hevur vinnan kring heimin ment seg almikið; uttan gransking, hevði tøknin á mongum økjum ikki verið.
Danir hava nú roynt hetta í 6 ár, og er tað ein sjálvfylgja, at vit fáa samband við danska gransking, og at fylgja við eftirmetingini av hesum megnar “satsningi”. Danmark fer komandi ár at eftirmeta, hvussu hevur gingist, og vil Sjálvstýriflokkurin fylgja væl við hesum, Føroyum og Fróðskaparsetrinum at frama.
Við at læra av Danmark og teirra royndum kunnu vit menna gransking í Føroyum og fáa eitt møguligt granskingarsamstarv við Danmark. Við slíkum samstarvi høvdu vit kunnað økt um Ph.d. lesandi í Føroyum.
Vinnan fíggjar, sum er, nakað av gransking, men tað nýtist ikki bara at vera vinnan og tað almenna sum fíggjar Ph.d. lestur. Føroyar gjørdust partur av ES-granskingargrunni (FP7) í fjør, sum vit gjalda í. Í samstarvinum við Danmark kunnu vit tískil lættari fáa atgongd til henda grunn.
Sjálvstýrisflokkurin sær møguleikarnar, og meinar tað.
X við lista D

Teitur Vágadal
Sjúkrarøktarfrøðislesandi og valevni Sjálvstýrisfloksins
"Lower taxes." Then he adds: "I believe you are thinking of reforming your voting system. Be careful of proportional representation. I give you that as a free tip."
Benjamin Netanyahu til Charles Moore hjá The Telegraph
User avatar
tv
 
Innlegg: 1130
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 02:29
Staður: Tórshavn
Kyn: Maður

Re: Gransking og Fólkatingið

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 13 sep 2011, 09:37

Er tað granskingin, tit eru so altráðir eftir, skulu tit bara velja mannin sum er byrjaður uppá at fáa granskingina til Føroyar. - Edmund Joensen ;)
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Gransking og Fólkatingið

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 13 sep 2011, 22:38

Fínt evni at taka upp - takk fyr TV.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Gransking og Fólkatingið

GoymSkrivað hevur Iology » 14 sep 2011, 13:24

Tankin um fleiri phD er vakur. Men trupulleikin sum eg síggi tad er manglandi granskingar-politikkur í Føroyum. Í DK er granskingar-politikkurin settur í system og man veit akkurát hvussu nógvir pengar eru og til hvat. Sterkar fyritøkur eru vigtigur partur av fíggingini av phD'arum.

Eg sakni ein meira samlandi granskingarpolitik. Gransking hongur tætt saman vid útbúgving og allastadni kombinerar man gransking og undirvísing - Man skal t.d. undirvísa um man vil hava ein phD. Í Føroyum havi eg ofta hoyrt røddir sum siga, at man vil hava ein granskingarmid-depil (undirforstádid: Har man ikki tímir at undirvísa), men hetta er misskilt gransking.

Øll tosa um gransking og fá kunnu vera óeinig um at meira gransking skal vera. Men um man VERDULIGA VIL gransking, so er rekki-fylgjan:
1) At hava eina beina og klára kós vidv hvat man vil satsa uppá vidv gransking og undirvísing.
2) At gera rammurnar til undirvísing betri (fysisk, materielt og peningaliga)
3) Undirvísing á høgum stødid.
4) So koma phD'arir av sær sjálvum: Gódir undirvísarir eru magnetir fyri studerandi -> tey studerandi vilja vera har granskingar-miljø'did er í topp -> Fólk ynskja at gera phD har.

Ynskir man phD'arir so er at blíva einigur um hvat man vil satsa uppá! og gera tad heilhjarta! Alt annad eru bara tóm ord.
Iology
 
Innlegg: 533
Skrásett/ur: 18 feb 2009, 09:10
Kyn: Dult

Re: Gransking og Fólkatingið

GoymSkrivað hevur Smithee » 14 sep 2011, 14:50

Meininglseyst. Hetta eigur ikki at vera nakað sum skal fremjast politiskt, men skal fremjast við samstarvið millum Fróðskaparsetrið og universitet í Danmark.
Smithee
 
Innlegg: 562
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:29
Kyn: Dult

Re: Gransking og Fólkatingið

GoymSkrivað hevur tv » 18 sep 2011, 10:17

Iology
Øll tosa um gransking og fá kunnu vera óeinig um at meira gransking skal vera. Men um man VERDULIGA VIL gransking, so er rekki-fylgjan:
1) At hava eina beina og klára kós vidv hvat man vil satsa uppá vidv gransking og undirvísing.
2) At gera rammurnar til undirvísing betri (fysisk, materielt og peningaliga)
3) Undirvísing á høgum stødid.
4) So koma phD'arir av sær sjálvum: Gódir undirvísarir eru magnetir fyri studerandi -> tey studerandi vilja vera har granskingar-miljø'did er í topp -> Fólk ynskja at gera phD har.


Hetta er tað, sum danir hava gjørt.

Og so átti tað verið sjálvsagt at vit í Føroyum fylgja við teirra royndum. Upplagt hjá okkum at knýta okkum at.
Men tað kostar eina langtíðarætlan. Hon má setast út í korti og fíggjast. Landi má sjálvandi ganga á odda. Men vinnan skal eisini eggjast til at koma við.
Til Vitan 2011, sum MFS skipaði fyri, vísti Marita Rasmussen á júst henda trupulleikan. Vinnan kann vera trek at fíggja langtíðar. Men um landið gjørdi eina langtíðarætlan, sum danir, so trúgvi eg at vinnan hevði eisini vilja fíggja meir. Og hetta er júst rætta løtan, danir eru í ferð við at gera uppskriftina, sjálvandi skulu vit so brúka av tí sum teir læra.
"Lower taxes." Then he adds: "I believe you are thinking of reforming your voting system. Be careful of proportional representation. I give you that as a free tip."
Benjamin Netanyahu til Charles Moore hjá The Telegraph
User avatar
tv
 
Innlegg: 1130
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 02:29
Staður: Tórshavn
Kyn: Maður


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron