Svar til mínar vónbrotnu veljarar

Kjakansari: Dionysus

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur adonis » 20 sep 2011, 12:16

hp segði :
Hevur formadur Javnadarflokksins nú sagt, at fremsta mál Javnadarflokksins er sambandid vid Danmark? Ella hevur hann sagt, at Javnadarflokkurin er ein samríkjaflokkur?


Haldi ikki nakar við sínum vanligu sansum intakt kann ivast. Samrøðan sum var í útvarpinum hoyrdi alt Føroya fólk. Og tað sum fólk serliga løgdu merki til var hvussu Axel sum nývaldur formaður, nýtti høvið sum sína allarfyrstu útmelding at kunngerða hann fór at arbeiða fyri at ríkisfelagsskapurin skuldi varveitast. At formaðurin er reindyrkaður sambandsmaður lat hann ongan iva verða um.
Og so haldi eg tað er í míni verð heilt ótrúðligt um nakað menniskja er eftir sum enn ikki hevur fingið við at Javnaðarflokkurin er ein sambansflokkur.
Hevur tú búð í Føroyum til seinastu valini? Javnaðaflokkurin er farin til val beinleiðis uppá at verða sambandsflokkur og markanaðaført hetta aggressivt, hevur tú verðuliga ikki fingið tað við?
So nógv er hann sambandsflokkur, at Sambands-tingmenn m.a Edmund Joensen fleiri ferðir hevur kent seg noyddan at leggja sjógv millum og bedýrað at teir eru tann einasti sanni kongatrúgvi skarið her á landi. Hetta hevur tó á ongan hátt steðga Javnarflokkinum at trola heilt inni í fjørðuni hjá Sambandinum og hála so gylt av stemmum á dekkið at tað er ikki løgið at Edmund grætur.

hp segði :
Rætt hevur tú í, at í Javnadarflokkinum eru helst fleiri sambandssinnad fólk. Ein teirra er helst Hans Pauli Strøm. Men tad fordar ikki fyri, at har eisini eru fleiri sjálvstýrissinnad fólk (Td. Helena Dam á Løgmannsbø, landsstýriskvinna í Fullveldissamgonguni), tá fremsti spurningur javnadarmanna ikki er spurningurin um loysing ella samband, men spurningurin um (í fylgi j.fo) "frælsi, javnrætt og samhaldsfesti".


Tá fullveldi verðuliga kom á dagskráð skilti tað “fårene fra bukkene” og Javnaðarflokkurin sum tá ongantíð hevði havt fyri neyðini at havt nakra støðu bleiv noyddur at bekenna kulør. Kulørurin sum kroystist burtur úr teimum var sum kunnugt svart samband.
Kann verða at meinigi javnaðamaðurin ikki hevði nakra avgjørda meining við seg sjálvan, men nú er teimum so greitt at teir eru mynstraðir á eini sambandsskútu. Kann verða onkur kennir seg illa við av tí, men flokkstrúgvir sum teir eru mukkar ongin ímóti.

hp segði :
Hevur Sjúrdur sagt at hann hevur skift meining? Ella hevur hann sagt, (ikki ordarætt) at hann metir ikki at vit koma nærri málinum um fullveldi, vid alt ella onki loysnum?


Um Sjúrður hevur broytt meining ella ikki? Ja tað er nemmiliga tað sum er ilt at siga.

Um hann framvegis heldur at fult sjálvræði til Føroyar er eitt mál, kann sigast at hann ikki hevur skift meining.

Um hann heldur hetta best kann uppnáðast í Javnaðarflokkinum so hevur hann bara mistikið seg tí hetta er beinleiðis ímóti alment rikna og kunngjørda politikki flokksins.

Men um ein hyggur faktuelt og nakið uppá tað so hevur Tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale lima seg inn í ein sambandsflokk og má tí alvorliga sigast at hava skift meining.
adonis
 
Innlegg: 148
Skrásett/ur: 31 jul 2009, 12:42
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur hp » 21 sep 2011, 18:10

adonis segði :
hp segði :Hevur formadur Javnadarflokksins nú sagt, at fremsta mál Javnadarflokksins er sambandid vid Danmark? Ella hevur hann sagt, at Javnadarflokkurin er ein samríkjaflokkur?
Haldi ikki nakar við sínum vanligu sansum intakt kann ivast.
Eg skal ikki gera av, hvørt nakar vid sínum fullu fimm, ivast. Men tad skuldi kortini ikki undra meg um onkur ger tad!

adonis segði :Samrøðan sum var í útvarpinum hoyrdi alt Føroya fólk.
Tad loyvi eg mær at ivast í! Men eg hoyrdi samrøduna.

adonis segði :Og tað sum fólk serliga løgdu merki til var hvussu Axel sum nývaldur formaður, nýtti høvið sum sína allarfyrstu útmelding at kunngerða hann fór at arbeiða fyri at ríkisfelagsskapurin skuldi varveitast. At formaðurin er reindyrkaður sambandsmaður lat hann ongan iva verða um.
Tad valdast oyrad id hoyrir. Kanska hevur tú løgid hetta so ofta fyri tær sjálvum, at nú heldur tú tad vera rætt?
Eg hoyrdi nýggja formannin siga (ikki ordarætt), at "Javnadarflokkurin virkar innanfyri ríkisfelagskapin, fram móti loysingini!" Tad er onki nýtt, tá Javnadarflokkurin er tann flokkurin id hevur verid til flestu yvirtøkurnar innan heimastýrisskipanina. At flokkurin ikki hevur eina stødu til loysing/ samband nú, er ikki ónatúrligt, tá tann spurningurin, eftir teirra áskodan, ikki er relivantur enn.

adonis segði :Og so haldi eg tað er í míni verð heilt ótrúðligt um nakað menniskja er eftir sum enn ikki hevur fingið við at Javnaðarflokkurin er ein sambansflokkur.
Veit ikki hvør tín verd er, ella hvussu flokkarnir eru skipadir í henni. Men um vit tosa um Føroya Javnadarflokk, sum er í tí verdini sum Føroyar er partur av, vil eg heita á teg, um at vísa mær hvar í stevnuskrá flokksins tad stendur, at flokkurin er sambandsflokkur!

adonis segði :Hevur tú búð í Føroyum til seinastu valini?
Havi ongantíd búd adrastadnis.

adonis segði :Javnaðaflokkurin er farin til val beinleiðis uppá at verða sambandsflokkur og markanaðaført hetta aggressivt, hevur tú verðuliga ikki fingið tað við?
Kenni hetta ikki aftur. Hetta mann vera tín pástandur, heldur enn nakad annad. Haldi framvegis at tú hoyrir bert tad tú sjálvur vilt hoyra!

adonis segði :So nógv er hann sambandsflokkur, at Sambands-tingmenn m.a Edmund Joensen fleiri ferðir hevur kent seg noyddan at leggja sjógv millum og bedýrað at teir eru tann einasti sanni kongatrúgvi skarið her á landi. Hetta hevur tó á ongan hátt steðga Javnarflokkinum at trola heilt inni í fjørðuni hjá Sambandinum og hála so gylt av stemmum á dekkið at tað er ikki løgið at Edmund grætur.
Edmund Joensen og Sambandsflokkurin hava júst eins stóran áhuga í at polarisera føroyskan politikk til "loysing/ samband" sum Tjódveldid hevur tad. Síggi onki undarligt í, at Javnadarflokkurin trolar innanfyri hjá Sambandinum, eins væl sum hjá ødrum flokkum. Tann id bara trolar innan egid mark, hevur neyvan potentiali til annad enn at minka? Tad er bara ein spurningurr hvørjum slag trolad verdur eftir!

adonis segði :
hp segði :Rætt hevur tú í, at í Javnadarflokkinum eru helst fleiri sambandssinnad fólk. Ein teirra er helst Hans Pauli Strøm. Men tad fordar ikki fyri, at har eisini eru fleiri sjálvstýrissinnad fólk (Td. Helena Dam á Løgmannsbø, landsstýriskvinna í Fullveldissamgonguni), tá fremsti spurningur javnadarmanna ikki er spurningurin um loysing ella samband, men spurningurin um (í fylgi j.fo) "frælsi, javnrætt og samhaldsfesti".
Tá fullveldi verðuliga kom á dagskráð skilti tað “fårene fra bukkene” og Javnaðarflokkurin sum tá ongantíð hevði havt fyri neyðini at havt nakra støðu bleiv noyddur at bekenna kulør. Kulørurin sum kroystist burtur úr teimum var sum kunnugt svart samband.
Jú, tú kanst hava rætt í, at tad gjørdi seg galdandi fyri nøkur "javnadarfólk" Onnur gjørdust erka loysingarfólk. Men tey flestu hildu tó fast í grundsjónarmidunum um, at "loysing/ samband" spurningurin kemur í adru rød. Høvuds endamál flokksins, er at tryggja at vit øll skulu hava tad gott, óansæd um vit eru í ella uttanfyri ríkisfelagsskapi.

adonis segði :Kann verða at meinigi javnaðamaðurin ikki hevði nakra avgjørda meining við seg sjálvan, men nú er teimum so greitt at teir eru mynstraðir á eini sambandsskútu. Kann verða onkur kennir seg illa við av tí, men flokkstrúgvir sum teir eru mukkar ongin ímóti.
Haldi, at nú munnu vit aftur vera í tínari verd?

adonis segði :
hp segði : Hevur Sjúrdur sagt at hann hevur skift meining? Ella hevur hann sagt, (ikki ordarætt) at hann metir ikki at vit koma nærri málinum um fullveldi, vid alt ella onki loysnum?
Um Sjúrður hevur broytt meining ella ikki? Ja tað er nemmiliga tað sum er ilt at siga.
Ikki um tú hevur hoyrt hann siga tad, sum eg havi hoyrt hann siga!

adonis segði :Um hann framvegis heldur at fult sjálvræði til Føroyar er eitt mál, kann sigast at hann ikki hevur skift meining.
Soleidis havi eg skilt hann!

adonis segði :Um hann heldur hetta best kann uppnáðast í Javnaðarflokkinum so hevur hann bara mistikið seg tí hetta er beinleiðis ímóti alment rikna og kunngjørda politikki flokksins.
Nei tvørtur ímóti. Hann metur seg lættar at náa málinum vid hóliga máta Javnadarflokksins, enn vid "alt ella onki" loysn Tjódveldis. Men rætt hevu tú í, at nú fyriliggur ongin samtykt innan Javnadarflokkin, id sigur at hann vil loysa Føroyar úr ríkisfelagskapinum. Men har vid er ikki sagt, at tann samtyktin ikki kann verda tikin, tá tad verdur relivant!

adonis segði :Men um ein hyggur faktuelt og nakið uppá tað so hevur Tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale lima seg inn í ein sambandsflokk og má tí alvorliga sigast at hava skift meining.
Alldeilis og fullstendiga ósamdur!
hp
 
Innlegg: 114
Skrásett/ur: 14 okt 2010, 17:33
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron