Svar til mínar vónbrotnu veljarar

Kjakansari: Dionysus

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 13 sep 2011, 23:35

Vónandi gjøgnumskáar javnaðarveljarin hann - míni foreldur sum eru hardcore javnaðarveljarar - kundu aldrin droymt um at valt hann - tað er altíð ein troyst.
Tey hava so dánt góðtikið Helenu nú.
Eitt er at broyta meining yvir tið, eitt annað er at bráðvenda vranguna í sær.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Sosi » 15 sep 2011, 23:23

Tillukku, Sjúrður Skaale :)

Veljarnir fylgdu tær, og eg sigi fyri meg, at eg eri glaður fyri at listi B og C umboða okkum á Fólkatingið.
Sosi
 
Innlegg: 881
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 13:56
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur hp » 16 sep 2011, 05:04

Torført er at spáda um framtídina. Men áhugavert er at lesa hetta kjakevnid, nú høvudspersónurin hevur verid upp til roynd, vid veljaranum sum prógdómara. Sjúrdur royndi at greida frá stødu síni, men vard snøkt sagt søpladur nidur, bert vid undantaki av onkrum kjakara, id kortini ikki ætladi av velja hann! Men nú dómur veljarans fall, dróg Sjúrdur longsta stráid og má sigast at hava fingid eina sanna álitisváttan frá veljaranum. Eg hevdi ikki forútsæd hesa støduna.

Eg valdi ikki Sjúrd og hevdi neyvan gjørt tad um vit skuldu valt umaftur í morgin. Men eg má vidganga, at eg havi virding fyri, at madurin gjørdi sum hann gjørdi. Haldi avgjørt at tad var djarvt at fylgja hjartanum og seta politisku framtíd sína uppá spæl, heldur enn at heilgardera seg undir veingjabreidi Høgna Hoydals.

Onkursvegna haldi eg, at Erik Oluf Andersen og onnur, id valdu meiningar Sjúrds, tá hann hevdi eitt "E" á vimplinum, men sum nú vendu meiningum hansara bakid, standa eftir sum størri vingliskøltar ein høvudspersónurin! Eydsæd er tó, at fleiri helst fylgdu meiningum Sjúrds frá "E" til "C". Áhugavert!
hp
 
Innlegg: 114
Skrásett/ur: 14 okt 2010, 17:33
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur dei » 16 sep 2011, 07:57

hp segði :Onkursvegna haldi eg, at Erik Oluf Andersen og onnur, id valdu meiningar Sjúrds, tá hann hevdi eitt "E" á vimplinum, men sum nú vendu meiningum hansara bakid, standa eftir sum størri vingliskøltar ein høvudspersónurin! Eydsæd er tó, at fleiri helst fylgdu meiningum Sjúrds frá "E" til "C". Áhugavert!

Sjúrður hevur broytt kós, tað sigur hann púra opið. Hevði Sjúrður ikki skift kós hevði hann ikki fingið allar hasar javnaðaratkvøðurnar sum hann hóast alt fekk. Omanfyristandandi viðmerking má tí vera ein misskiljing.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur hugo » 16 sep 2011, 08:24

Kanska "sømiliga" skrivingin hjá EOA og serliga næstformanninum í Tjóðveldi um Sjúrð í seinastuni, hava koppað nakrar stemmur yvir til nývalda fólkatingsmannin. Í so fall er tað er væl klárað.
Og Sjúrður kundi nevnt mangt og mikið um sítt mandat í gjár, sum hann tók frá E, men hann var eyðmjúkur og valdi ikki at verða skaðafróur.
hugo
 
Innlegg: 210
Skrásett/ur: 24 okt 2008, 17:16
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur dei » 16 sep 2011, 08:39

hugo segði :Kanska "sømiliga" skrivingin hjá EOA og serliga næstformanninum í Tjóðveldi um Sjúrð í seinastuni, hava koppað nakrar stemmur yvir til nývalda fólkatingsmannin. Í so fall er tað er væl klárað.

Næstformaðurin í Tjóðveldi og Annita Fríðriksmørk hava helst stuðlað Sjúrði væl. Teirra viðmerkingar hava verið taktiskt tápuligar.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 16 sep 2011, 10:52

Haldi eingin hevði roknað við hasum.
Tað eru helst nógvar góðar grundir til at Sjúrður bleiv valdur.
T.d.:
Stemmurnar hjá Eidesgaard skuldu plaserast.
Nýggji formaður flokksini hevur ikki rættuliga fingið fótafestið enn.
Ein greiður boðskapur um fulla tíð á Folkatingi.
Ónøgdir Tjóðveldisveljarar, sum hava flutt seg við honum.
Javnaðarveljarar sum ikki ynskja hann í løgtingi.
Maðurin er klókur.
Maðurin er taktiskur.
Maðurin dugir at orða seg á skrivt og í talu.

Men eg standi við tað eg havi sagt um Sjúrð.

Hann er ótrúverdigur, tí hann hevur misnýtt mandati, eg gav honum seinasta fólkatingsval.
Hann er ótrúverdigur, tí hann hevur prædika um flokksdisiplin og loyalitet - men dumpaði á hesum økinum eisini.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur hugo » 16 sep 2011, 12:08

EOA: Sjúrður fekk einki beinleiðis mandat á seinasta fólkatingsvali. Hann sat sum varamaðurin eina tíð fyri Høgna, tá hesin sat í landsstýrinum, og umboðaði ta tíðina Tjóðveldi, sum hann eisini var uppstillaður fyri. Dugi ikki at síggja, at hann misnýtti nakra støðu tá. Hann meldaði seg inn í C beint áðrenn vali, og so kundu fólk taka støðu til hansara gerðir og holdningar. Sum tey so eisini gjørdu. Lars Løkke leyp eisini frá einari breiðari avtalu um eftirløn, og fór m.a. til val uppá ein annan holdning um eftirløn, enn tann hann hevði áður í valskeiðnum. So kann veljarin stuðla honum í kúvendingini ella lata verða. Verri var, um teir báðir broyttu støðu beint aftaná eitt val.
og viðvíkjandi trúverdigheit, floksdisiplin og loyaliteti, les so fyrsta innleggið í hesum tráðnum.

Næstformaðurin í Tjóðveldi og Annita Fríðriksmørk hava helst stuðlað Sjúrði væl. Teirra viðmerkingar hava verið taktiskt tápuligar.

Samdur, dei. Eitt er, hvat veljarar skriva til Sjúrð á opnum síðum, so sum facebook, olivant og á Vágaportalinum. Tað kann eingin forða. Men at næstformaðurin og Annita F. gera so nógvar viðmerkingar av hasum slag, tað trúgvi eg var ein partur av taktikkinum hjá Tjóðveldi. Um ikki, so hevur Tjóðveldi ikki arbeitt sum eitt lið, við einari fastari strategi frá leiðslunar síðu.
hugo
 
Innlegg: 210
Skrásett/ur: 24 okt 2008, 17:16
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Fiskari » 16 sep 2011, 12:15

Hann er ótrúverdigur, tí hann hevur prædika um flokksdisiplin og loyalitet - men dumpaði á hesum økinum eisini.


Um Sjúrdur dumpadi, so eru menn sum Gerhard Lognberg og fleiri ikki dumpadir, Sjúrdur kundi ikki geva seg undir veingirnar hjá Høgna, tók avleidingarnar, dumpadi sum øllum kunnut ikki.
Helst meiningsleyst at hava eina meining.
Fiskari
 
Innlegg: 699
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 06:59
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 16 sep 2011, 12:39

Nei, á valinum dumpaði hann bestemt ikki, men tá tað kemur til trúvirði dumpaði hann.

Hvat onnur hava gjørt leggi eg einki í - Sjúrður brúkti tjóðveldisatkvøður til at umboða Javnaðarflokki - longri er tann søgan ikki - tí hevur hann einki trúvirði.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Rukkan » 16 sep 2011, 14:34

Erik Oluf Andersen segði :Sjúrður brúkti tjóðveldisatkvøður til at umboða Javnaðarflokki - longri er tann søgan ikki - tí hevur hann einki trúvirði.


Sjúrður meldaði seg inn í Javnaðarflokkin 22 aug. Hann varð valdur inn á fólkating 24 dagar seinni tann 15 sep. Eg gangi út frá at hann nú sigur løgtingssessin frá sær og so kemur varamaðurin hjá honum (sum eg haldi var Páll á Reynatúgvu) inn. Sjúrður hevur umboða Tjódveldi í yvir 3 ár hetta valskeiði og tað man vera øgiliga avmarka hvuss nógv títt mandat er blivið misbrúkt í javnaðarhøpi hesar seinastu 24 dagarnar.

Nú ert tú komin so ofta við hesum pástandinum EOA, at eg haldi at tú skyldar okkum at præcisera akkurát nær og í hvørjum máli Sjúrður hevur atkvøtt ørvísi hesar 24 dagarnar, enn hann vildi, um hann framvegis var í Tjódveldi. Eg loyvi mær at ivast í, um tú kannst finna nakað ítøkiligt dømi.

Eg haldi heldur at tú átti at vent frustratióninum ímótir floksformanninum hjá tykkum, sum dummaði seg big time við at trýsta Sjúrða úr Tjóðveldi.
Rukkan
 
Innlegg: 57
Skrásett/ur: 30 okt 2009, 14:11
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur JN » 16 sep 2011, 15:10

Tá man hevur gjørt eitt slíkt U-sving einaferð, er væl einki í vegin fyri at gera tað aftur.
Man er væl ikki ein steinur... :oops:
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1692
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 16 sep 2011, 15:27

JN segði :Tá man hevur gjørt eitt slíkt U-sving einaferð, er væl einki í vegin fyri at gera tað aftur.
Man er væl ikki ein steinur... :oops:

Vil tað siga, at tað var skeivt at gera tað hesa ferð, tí hann kann gera tað aftur?

Hví ikki fyrihalda seg til tað sum er hent og um ta forkláring Sjúrður gevur fyri at skifta flokk?
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 16 sep 2011, 15:36

Nú ert tú komin so ofta við hesum pástandinum EOA, at eg haldi at tú skyldar okkum at præcisera akkurát nær og í hvørjum máli Sjúrður hevur atkvøtt ørvísi hesar 24 dagarnar, enn hann vildi, um hann framvegis var í Tjódveldi. Eg loyvi mær at ivast í, um tú kannst finna nakað ítøkiligt dømi.


Hattar er ikki eitt uppáhald men faktum.
Hetta hevur einki við ítøkilig mál at gera, fari heldur ikki at leita nakað fram, hetta snýr seg einfalt um eitt prinsip og álit og ikki tilvild.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Rukkan » 16 sep 2011, 16:17

Tað stutta av tí langa er at tú ikki kannst finna eitt tað einasta ítøkiliga dømi, har ið Sjúrður ikki hevur atkvøtt precis tað sama, sum hann hevði gjørt um hann framvegis var í Tjóðveldinum. Sostatt kannst tú ikki siga at hann hevur brúkt tjóðveldisatkvøður til at føra javnaðarpolitikk. Og hin formuleringin við at hann hevur brúkt tjóðveldisatkvøður til at umboða javnaðarflokkin er eisini eitt sindur diskutabel, tá ið hann hevði atkvøtt precis tað sama, um hann framvegis var undir veingjunum hjá Høgna.

Men fyri tað er tað i lagi at vera skuffaður og at harmast um at Sjúrður hevur skift flokk.
Rukkan
 
Innlegg: 57
Skrásett/ur: 30 okt 2009, 14:11
Kyn: Dult

AfturFram

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron