Svar til mínar vónbrotnu veljarar

Kjakansari: Dionysus

Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur sjúrður skaale » 10 sep 2011, 11:46

Mong halda meg hava svikið teirra álit, tí eg havi skift flokk. Tað skilji eg væl. Men politikkur snýr seg um meiningar - ikki flokkar. Eg skal her greiða frá, hví eg fór frá lista E til lista C

Sjúrður Skaale

Í 2009 helt eg flaggdagsrøðu á Oyrarbakka. Tá segði eg m.a. soleiðis:

"Politiskt verða fáar brýr bygdar í Føroyum.

Øðrumegin hava vit havt loysingarvongin, sum alt ov leingi hevur læst seg fastan í eina kós, sum undirtøka ikki er fingin fyri, og sum eisini hevur hildið lív í stundum patetiskum tosi um órætt í sambandi við eina fólkaatkvøðu, sum var hildin fyri 62 árum síðani.

Hinumegin hava vit havt sambandsvongin, sum alt ov leingi hevur livað í eini falskari trúgv á, at so leingi vit bara sleppa at verma okkum undir Danmarkar veingjabreiði, so er eingin vandi. Men hvørki kongur ella blokkur verða nakrantíð grundsúlurnar undir okkara tjóð og okkara samfelag.

Okkara Merki boðar frá nógvum vøkrum og nógvum, sum vit kunnu vera stolt av.

Men tá um politikk ræður, boðar Merkið frá endaleysum klandri og stríði, og mangan syndarligum úrslitum. Viðhvørt tykist sum um, at tað at halda lív í ósemjunum hevur verið sjálvt endamálið við politikkinum.

At fylgjast við fíggindanum um brúnna
Eitt russiskt orðatak sigur, at ofta er skilagott at fylgjast yvir um brúnna saman við fíggindanum, fyri síðani at skiljast hinumegin. Hvør skal siga, at tað er best at semjast um tað, mann er samdur um, og goyma ósemjurnar til seinni. Á tann hátt vinna báðir partar.

Hetta er tann vísdómur, sum føroyskum politikki vantar.

Vit mugu gera eina bindandi semju um tað, vit eru samd um. Vit mugu byggja eina sterka brúgv millum sambands- og sjálvstýrisfólk. Annars koma vit aldrin av fetanum.

Vit mugu flyta okkum. Úrslitið av okkara politiska skotgravastríði er, at vit nú eru einasta land í Europa, sum stendur uttanfyri teir stóru europeisku felagsskapirnar av londum. Vit hava ikki kunnað samst um nakað, og tí hava vit nærum ongar brýr bygt uttan ta stóru til Danmarkar.

Men vit mennnast ikki av at vera verandi eitt danskt heimastýri í allar ævir. Og tað er vitleyst at loysa bara fyri at skipa ein avbyrgdan mikrostat í norðuratlantshavi.

Vit mugu byggja brýr til onnur. Tíðin er farin frá at Merkið skal umboða eitt land og eina tjóð, sum liggur isolerað fyri seg sjálva.

Og eg havi eina vón um, at tað fer at eydnast at gera eina semju áðrenn so øgiliga langt er liðið.

Tað eru støðugt fleiri sum ásanna, at tað bara er við at gera semjur, at vit kunnu vinna sigrar. At vit, í staðin fyri at standa og gløða niður í gjónna, mugu byggja ein brúgv tvørturum hana."

Stjórnarskipan - brúgvin
Henda røða skapti stóra misnøgd millum summi tjóðveldisfólk - men onnur vóru positiv.

Tí virkaði eg sambært hesi hugsan, tá eg saman við øðrum - ikki minst eldsálini Poul Michelsen! - arbeiddi við stjórnarskipan Føroya.

Tað eydnaðist ótrúliga væl. Vit fingu semju um eitt sjálvstøðugt grundarlag undir okkara fólkaræði, sum m.a. segði, at:

- Alt vald í Føroyum er hjá frá Føroya fólki.

- Danska grundlógin virkar í Føroyum, men bara soleiðis og so leingi, sum vit vilja hava hana at virka.

- Eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.

- Heimastýrislógin ikki er ein donsk delegatión av heimildum, men ein sáttmáli millum tveir partar. Ein sáttmáli sum vit virða, men eisini hava rætt at siga upp.

- Føroyingar hava óskerdan sjálvsavgerðarrætt.

- Føroyskt er tjóðarmál og alment mál.

Harumframt vóru góðar ásetingar um mannarættindi og mangt annað.

Brend brúgv
Hetta var eftir mínum tykki tann brúgvin, sum kundi sameina flokkarnar í Føroyum. Men brúgvin bleiv brend. Og øll vita, hvør brendi hana.

Eg gjørdi tað eg kundi til tess at broyta støðu Tjóðveldisins, men leiðslan var ikki til at vika.

Hvat var so at gera?

Skuldi eg geva meg undir leiðsluna í Tjóðveldinum í hesum máli, og bara tiga við tí, eg helt vera rætt?

Ella skuldi eg fara í opið stríð móti leiðsluni í mínum egna flokki? Eg, sum havi tosað so nógv um floksdisiplin?

Nei. Har var einki at gera. Eg mátti velja millum at fylgja mínum flokki - ella fylgja míni meining. Hóast avgerðin var sera trupul, var hon einføld.

Vel politikk - ikki flokk
Eg fór seinni uppí Javnaðarflokkin. Ikki bara tí hann tók fult undir við stjórnarskipanini, men eisini tí vit hava verið samd um næstan øll týðandi mál farnu árini. Og eg eri 100% samdur við Javnaðarflokkin um, hvussu fólkatingssessurin skal nýtast.

Nógv siga, at eg nú havi mist alt mítt trúvirði. Men sannleikin er, at eg havi fylgt míni sannføring. Hevði eg hinvegin stillað upp fyri Tjóðveldi aftur, hevði eg absolutt einki trúvirði havt. Tí so hevði alt snúð seg um flokkin - og ikki politikkin. So hevði eg verið reinur breyðpolitikari.

Politikkur skal snúgva seg um meiningar - ikki flokkar.

Eg skilji væl, at nógv eru bæði vónbrotin og ill. Men eg vóni eisini, at tey skilja mína støðu.

Til endans vil heita á øll um at hava í huga, at tað er altso ikki flokkurin, sum er avgerandi. Tað er ikki spjaldrið. Tað er innihaldið.

Tí eiga tey, sum taka undir við uppskotinum um føroyska stjórnarskipan, ikki at velja teir flokkar, sum forkomu uppskotinum.
sjúrður skaale
 
Innlegg: 86
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 21:57
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Sosi » 10 sep 2011, 13:10

Eg skilji væl, at tínir veljarar eru vónsviknir, í fall teir ynskja tann ”politikk”, ið Tjóðveldi rekur.

Hesin flokkur tosar evigt og altíð um ”ábyrgd og samstarv”, men átekur sær als ikki nakra ábyrgd, tá ástendur og sleppir sær undan samgongum, og samstarv dugir hesin flokkur heldur ikki, serliga tá hugsað verður um, at tveir løgmenn, grønlendska umboðið í DNAG og tú hava sloppið sær undan samstarvi við hesum flokki.

Men teir veljarar, ið ikki eru so glaðir fyri ”politikki” Tjóðveldis, fylgja tær, eri eg vísur í !!!

Sjálvur eri eg vorðin øgiliga sambandskur orsakað av ”politikki” Tjóðveldis, og velji tí fyri fyrstu ferð lista B á komandi løgtings- og fólkatingsvali.

Havi verið í iva um lista B og C, men havi nú tikið støðu, ikki tí, at tú ert komin aftur í aftur í Javnaðarflokkin, men heldur tí eg veit, at Javnaðarflokkurin gongur í tveimum gongum, tá talan er um samband/loysing, og tí seti eg X við lista B, tá hugsað verður um, eins og Javnaðarflokkurin sigur, at vit undir heimastýrisskipanini hava megnað at uppbygt vælferðarsamfelagið Føroyar.
Sosi
 
Innlegg: 881
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 13:56
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 10 sep 2011, 14:55

Blá luft og rustvatn - nógv orð, vánarligar undanførslur, einki veruligt svar.

Eg fór seinni uppí Javnaðarflokkin. Ikki bara tí hann tók fult undir við stjórnarskipanini, men eisini tí vit hava verið samd um næstan øll týðandi mál farnu árini. Og eg eri 100% samdur við Javnaðarflokkin um, hvussu fólkatingssessurin skal nýtast.

Nógv siga, at eg nú havi mist alt mítt trúvirði. Men sannleikin er, at eg havi fylgt míni sannføring. Hevði eg hinvegin stillað upp fyri Tjóðveldi aftur, hevði eg absolutt einki trúvirði havt. Tí so hevði alt snúð seg um flokkin - og ikki politikkin. So hevði eg verið reinur breyðpolitikari.


Rokni ikki við at veljarin er vónsvikin av at Sjúrður skifti flokk.
Veljarin er vónsvikin av at Sjúrður misbrúkti mandati veljarin gav honum sum tjóðveldisumboð, tá hann valdi at fara uppí og umboða annan flokk.
Tí hevur Sjúrður mist alt sítt trúvirði. Hevði Sjúrður moralskt tilvit, hevði hann ikki uppført seg soleiðis og kanska er Sjúrður sannførdur av sonnum (sí Ringlurímu) - men tað hjálpir so einki uppá hansara trúvirði.

Sjúrður snakkar um at tað skal snúgva seg um politikkin og ikki flokkin.
Sjúrður hevur annars prædika upp í sama um flokksdisiplin og at spæla sum eitt lið seinastu nógvu árini.
Eri bangin fyri, at tað hvørki snýr seg um politikin ella flokkin, men um Sjúrð sjálvan og dagligt breyð.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Krakkoff » 12 sep 2011, 14:34

EOA:
Eri bangin fyri, at tað hvørki snýr seg um politikin ella flokkin, men um Sjúrð sjálvan og dagligt breyð.

Púrasta samdur. Sjúrður er bara ein av mongum sum ikki tolir at vera har hann segði seg vilja vera.
Vit kenna fleiri av slagnum, og teir hava súrgað løgtingið alt síðani valskipanin var broytt.
Var nakað álvara í harra Skaale, sat hann setuna á tamb og tók seg síðani úr politikki.
Krakkoff
 
Innlegg: 50
Skrásett/ur: 19 jul 2011, 21:38
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur SerroT » 12 sep 2011, 14:53

Men man kan ikki standa fyri broyting um man tekur seg úr politikki.
User avatar
SerroT
 
Innlegg: 1272
Skrásett/ur: 07 jan 2009, 01:04
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 13 sep 2011, 09:49

Sum 100% Sambandsmaður má eg siga, at eg taki hattin av fyri Sjúrði. Tað er gott at hann er so mikið at sær komin, at hann "gerð upp" við Høgna Hoydal og ikki legur seg "ganga í takt", sum øll hini neytini í Tjoðveldi.

Í Tjóðveldi er bara ein persónur, sum hevur nakað at siga. Øll hini eru bara "kransakøku-figurar" Tá ið so einkult av teimum byrja at hava egnar hugsjonir, vera tey kroyst/blakaði út.

Heini O. var koyrstur frá valdinum, so at "heilaga kúgvin", Høgni Hoydal kundi sleppa uppá tindin.

Tobbi bleiv ov populerur, so hann bleiv eisini kroystur burtur, sjálvt um hann gerð okkurt glepsið av og á.

Anita, var eina løtu "krúnprinsessan" men bleiv ov populer, so hon er sett afturum Sjúrð í eina tíð.

Sjúrður fekk so nokk av Høgna, og "segði upp".

Nú er Bjørt sett til at vera Krúnprinsessa (á pappirinum) Men tit kunu vera sikkur uppá, at um hon far ov nógvar stemmur, ella verur ov populer, verur hon skumpa aftur um aftur.

Einasti persónur ið skal hava egna meining í Tjóðveldi er altso Høgni Hoydal.

So er spurningurin, hvussu leingi vilja Tjóðveldisveljara lata hendan glantrileikin halta á framm?

Høgni hevur "brent allar brýr". eingin annar av teimum størru flokkunum, vil hava Tjóðveldi í samgongu.
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur JN » 13 sep 2011, 11:25

Tú snakkar og reyvin gongur.
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1692
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 13 sep 2011, 12:56

Viðmerkjarin segði :Í Tjóðveldi er bara ein persónur, sum hevur nakað at siga. Øll hini eru bara "kransakøku-figurar" Tá ið so einkult av teimum byrja at hava egnar hugsjonir, vera tey kroyst/blakaði út.

Heini O. var koyrstur frá valdinum, so at "heilaga kúgvin", Høgni Hoydal kundi sleppa uppá tindin.

Tobbi bleiv ov populerur, so hann bleiv eisini kroystur burtur, sjálvt um hann gerð okkurt glepsið av og á.

Anita, var eina løtu "krúnprinsessan" men bleiv ov populer, so hon er sett afturum Sjúrð í eina tíð.

Sjúrður fekk so nokk av Høgna, og "segði upp".

Nú er Bjørt sett til at vera Krúnprinsessa (á pappirinum) Men tit kunu vera sikkur uppá, at um hon far ov nógvar stemmur, ella verur ov populer, verur hon skumpa aftur um aftur.

Einasti persónur ið skal hava egna meining í Tjóðveldi er altso Høgni Hoydal.

Høvuðsorsøkin at tað kann tykjast soleiðis man vera, at Høgni er so ómetaliga arbeiðssamur. Tað er soleiðis í politikki, at tað faktisk gevur ávirkan at vera arbeiðssamur. Serliga innanfyri flokkarnar.
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 13 sep 2011, 13:35

JN segði :Tú snakkar og reyvin gongur.


Takk fyri eina sakliga og gevandi afturmelding ;)
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 13 sep 2011, 13:36

FlóvinE segði :
Viðmerkjarin segði :Í Tjóðveldi er bara ein persónur, sum hevur nakað at siga. Øll hini eru bara "kransakøku-figurar" Tá ið so einkult av teimum byrja at hava egnar hugsjonir, vera tey kroyst/blakaði út.

Heini O. var koyrstur frá valdinum, so at "heilaga kúgvin", Høgni Hoydal kundi sleppa uppá tindin.

Tobbi bleiv ov populerur, so hann bleiv eisini kroystur burtur, sjálvt um hann gerð okkurt glepsið av og á.

Anita, var eina løtu "krúnprinsessan" men bleiv ov populer, so hon er sett afturum Sjúrð í eina tíð.

Sjúrður fekk so nokk av Høgna, og "segði upp".

Nú er Bjørt sett til at vera Krúnprinsessa (á pappirinum) Men tit kunu vera sikkur uppá, at um hon far ov nógvar stemmur, ella verur ov populer, verur hon skumpa aftur um aftur.

Einasti persónur ið skal hava egna meining í Tjóðveldi er altso Høgni Hoydal.

Høvuðsorsøkin at tað kann tykjast soleiðis man vera, at Høgni er so ómetaliga arbeiðssamur. Tað er soleiðis í politikki, at tað faktisk gevur ávirkan at vera arbeiðssamur. Serliga innanfyri flokkarnar.


Meinar tú harvið, at hini í flokkinum ikki eru serliga arbeiðsom?
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 13 sep 2011, 13:41

Alt kann vendast til okkurt negativt.
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Krakkoff » 13 sep 2011, 20:06

Harragud Sjúrður!!
Í pipar og saltert tú stuttligur, men í politikki ert tú láturligur.
Atli Dam sigur, sum Axel sigur, sum Helena Dam segði, vit í javnaðarflokkinum... :? :? :?
Blokkurin skal ikki skerjast. fullveldi er ótrúverdugt.... :? :?
Tjóveldið førir ongan veg :? :?
come on.....
Krakkoff
 
Innlegg: 50
Skrásett/ur: 19 jul 2011, 21:38
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 13 sep 2011, 22:43

Haldi at handan daman av Eiði í SVF rakti seymin á hvødið - bara trist at sjónvarpsvertirnir ikki megnaðu at fylgja spurninginum upp.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur supermus » 13 sep 2011, 23:23

Um Sjúrður veruliga ynskti at broyta fastlæstu kósina hjá loysingarvonginum, sum hann sigur, hví stakk hann í sekkin (ella sínar veljarar í ryggin) í staðin fyri at taka eina uppgerð um júst hetta?
Ótrúverdugt
User avatar
supermus
 
Innlegg: 112
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 19:17
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Hollur » 13 sep 2011, 23:33

Fyri at sýnast trúfastur sínum nýggja flokki, sá SS seg í kvøld noyddan at til at venda fullveldinum bakið.

Og tað gjørdi bara tað, at hann persónliga stendur spillblottaður og ótrúverdigur eftir. Hasum kom hann sera illa frá.

Men gott tað sama.
Hollur
 
Innlegg: 316
Skrásett/ur: 19 nov 2008, 20:39
Kyn: Dult

Fram

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron