Svar til mínar vónbrotnu veljarar

Kjakansari: Dionysus

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 16 sep 2011, 18:39

Rukkan:
Tað stutta av tí langa er at tú ikki kannst finna eitt tað einasta ítøkiliga dømi, har ið Sjúrður ikki hevur atkvøtt precis tað sama,
sum hann hevði gjørt um hann framvegis var í Tjóðveldinum.


Hvønn part av setiniginum
Hetta hevur einki við ítøkilig mál at gera, fari heldur ikki at leita nakað fram,
hetta snýr seg einfalt um eitt prinsip og álit og ikki tilvild.

skilur tú ikki?

Eg eri ikki harmur um at Sjúrður skifti flokk - tað var hátturin hann gjørdi tað uppá - tað havi eg eisini sagt fyrr.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Rukkan » 16 sep 2011, 19:26

Tá ið tað nú ikki er nakað dømi um at Sjúrður hevur atkvøtt ørvísi, síðan hann skifti yvir í Javnaðarflokkin, so skilji eg ikki at tú kannst bliva so argur um at hann hevur brúkt tjóðveldisatkvøður til at umboða javnaðarflokkin.

Viðvíkjandi háttinum hann gjørdi tað uppá, so haldi eg at hann hevði havt ein størri trúvirðistrupulleika um hann varð verandi í Tjóðveldi. Ósemjan um stjórnarskipanarlógina var eftirhondini blivin so stór at tað í veruleikanum ikki var annar møguleiki hjá honum enn at melda seg úr Tjóðveldinum.

Í føroyskum politikki eru tvær høvuðsdimensiónir. Náttúrliga valið, um maðurin hevur hug at halda á í politikki, eru Fólkaflokkurin (einki skil í so hann er útilukkaður), ella Javnaðarflokkurin. Framsókn var kanska eisini ein møguleiki, men so hevði hann ikki havt nakran kjans fyri at koma inn á fólkating, sum er tað sum hann brennur mest fyri.

Tað hevði kanska verið eitt sindur meira av stíli í at tikið eina pausu frá politikki í 4 ár, fyri so at gera come-back (kanska enntá fyri Tjóðveldi aftur). Maðurin er í bestu árum og hevur hug til at gera ein innsats næstu 4 árini og tað haldi eg er í lagi.

Skilji øgiliga væl at veljarar eru vónbrotnir yvir at Sjúrður er farin úr Tjóðveldi, men eg havi ilt við at síggja hvussu hann kundi gera tað ørvísi, um hann framvegis hevur hug til at vera uppi í politikki.
Rukkan
 
Innlegg: 57
Skrásett/ur: 30 okt 2009, 14:11
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Krakkoff » 16 sep 2011, 21:16

Haldi at virðingin fyri politikkarum sum heild er lítil sum er, og ikki uttan grund. Slík trekk sum Sjúrðasa, Helenusa,Rúnusa,Karstensa,Heðinsa osv. gera ikki virðingina stórri. At vingluskóltar fáa stórt álit og uppbakking boðar ikki frá góðum, og eg stúri alvorliga fyri framtíðini hjá hesari tjóð, sum setur mammon fram um alt her í lívinum, og samstundis sigur seg vera mest Gudiliga fólk fyri vestan.
Krakkoff
 
Innlegg: 50
Skrásett/ur: 19 jul 2011, 21:38
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Iconoclast » 16 sep 2011, 21:58

Tað sær út til at tit ynskja tykkum amerikanskar tilstandir, har ein politikkari hevur somu hugsan eitt heilt lív. Púra forstokkaður og konservativur. Nei, eg haldi tað er fínt sum Sjúrður ger. Sum hann sjálvur segði í Andglettinum:"Eg eri ikki ein steinur".
Ein skúli skal byggja á fakta, heldur enn spekulatión kamuflerað sum fakta.
Iconoclast
 
Innlegg: 288
Skrásett/ur: 02 mai 2009, 00:26
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 16 sep 2011, 22:01

Tað er munur á at vera ein steinur og so ein bleytur budingur.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Spitze » 16 sep 2011, 23:29

Sjúrður varð valdur inn á nakað so týdningarleyst sum ein föroyskan fólkatingssess.


Mær hevur dámt sera væl Sjúrð, og hansara pragmatisku tilgongd til tingini. Eg var skuffaður, táið eg hoyrdi at hann fór burturúr Tjóðveldinum, men skilji tað tó væl, táið eg hoyri frágreiðingarnar. Hansara grundgevingar eru góðar.

Hann er faktiskt góður at hava sum sterkan mann í javnaðarflokkinum, og hála tann flokkin yvir í pragmatiskan sjálvstýrispolitikk. Fær meg at dáma javnaðarflokkin betri. Men nú er hann tíverri valdur inn á Fólkating, og fer ikki at stilla upp til Lögtingið, har hann veruliga kundi gjört mun. Spill. Spell.
Spitze
 
Innlegg: 795
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:32
Staður: Føroyar
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 17 sep 2011, 00:52

Men nú er so valið av - farið er farið og vónandi fær SS avrikað okkurt føroya fólki at frama.

Ein seinast heilsan.

Ironi - kanska - kanska ikki.

Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Fiskari » 18 sep 2011, 01:08

Eg eigid eina 4 ára gamla døttur hon dugir allar bóksatvir, og øll nóvn hon hoyrir setur hon bókstavir á, stavilsir dugir hon eisini.
Jamen tad er tí............ jamen tad er ikki sikkurt hon kemur at klára seg væl..........................
Sjúrdur vann tí hann er tann inteligentasti politikkarin vit hava.
Helst meiningsleyst at hava eina meining.
Fiskari
 
Innlegg: 699
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 06:59
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Fiskari » 18 sep 2011, 01:15

Sama kann ein tíverri ikki sigda um Edmund, og tó, helst inteligentari enn málamdurin.
Helst meiningsleyst at hava eina meining.
Fiskari
 
Innlegg: 699
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 06:59
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Sosi » 18 sep 2011, 08:14

Sjúrður vann, tí hann er erligur móti síni sannføring, og letur seg ikki boyggja fyri konfrontatiónspolitikki ímóti dønum hjá fyrrverandi formanni floksins sínum, men er tvørturímóti semjusøkjandi og vil náa úrslit í politikki.

Fiskari, tú ert so klókur, og dugir so væl at rokna intelligensin hjá politikarum, ikki so? :ugeek:

Eg eigi ein 8 ára gamlan systurson, ið dugir sera væl at rokna, men hevur als ikki góðar talugávur, og tað sær út sum um eingin hevur stundir at lurta eftir honum, og hann verður tí ofta avbrotin. Vil slíkt siga, at systursonur mín ikki er nóg mikið intelligentur eftir tínari meting? :|
Sosi
 
Innlegg: 881
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 13:56
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur adonis » 19 sep 2011, 17:08

Tað at ein maður opið og erligt viðurkennir at hann hevur skift meining er nokk bara nakað ein eigur at góðtakað.

Men tað er heldur onki forgjørt í at viðgerða øll møgulig aspektir av hesum “siðaskifti”, maðurin er hóðast alt løgtingsmaður.

Mest opinlýsa er skifti frá tí at verða ein av allarfremstu røddunum fyri føroyskum fullveldi til at melda seg inn í ein reguleran sambandsflokk.

Tá Axel Johannesen beint eftir at hann var valdur til formann í Javnaðarflokkinum bleiv spurdur í útvarpinum hvat lá fremst, svaraði hann “sambandið við Danmark”, -hetta vóru fyrstu orðini hjá honum yvirhøvur.
Hans Pauli Støm hevur uppundir valið skriva Dimmu upp og niður um at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sum einast samríkjaflokkasr áttu at sligi klútarnar saman til fólkatingsvalið.

So um nakar nakrantíð hevur ivast um Javnarflokkurin er sambandsflokkur, so er hetta sligið fast við sjeytummaseymið av leiðsluni .

Tá sambandsleiðin er so kraftiga undirstrika vil hetta siga at Javnaðarflokkurin ikki bert hevur ríkisrættarliga spurningin sum nakað sekundért í mun til vælferð javna & brøðralag, men hevur hann fremst í skjøldri sínum.

So um onkur billar sær inn at Sjúrður inni í Javnaðarflokkinum kann arbeiða fyri nøkrum ið ber brá av eini tilgongd móti størri sjálvræði, so fær hann aldrin eitt bein til jørðina tí hetta er beinleiðis í andsøgn við aðalmál floksins sum hevur samband sum endamál.

Tað er eisini næstan rørandi hvussu forstáðilsi og móttøkan av hesum umvendilsi hevur verið. Tað er sjálvsagt nýggji fólkatingsessur hansara besta vitni um.

Sjúrður er somikið væltalandi at hann lættliga kundi selt termodraktir í helviti, tað vita øll frá hansara tíð sum spunasmiður í fullveldi.

Eg skal ikki mótmæla at Sjúrður er sanniliga føddur av nýggjum, men eg havi bara hansara serligu retorisku evni í mentu og vil bara tryggja mær at hann ikki enn einferð eins og ein “Transformers” umskapast beint framman fyri eygunum á mær.
adonis
 
Innlegg: 148
Skrásett/ur: 31 jul 2009, 12:42
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur hp » 20 sep 2011, 05:14

@ adonis

Sig eina lygn nóg ofta, so trýrt tú sjálvur at hon er sannheit!
Hevur Sjúrdur sagt at hann hevur skift meining? Ella hevur hann sagt, (ikki ordarætt) at hann metir ikki at vit koma nærri málinum um fullveldi, vid alt ella onki loysnum?

Hevur formadur Javnadarflokksins nú sagt, at fremsta mál Javnadarflokksins er sambandid vid Danmark? Ella hevur hann sagt, at Javnadarflokkurin er ein samríkjaflokkur?

Samríkjaflokkur; merkir tad annad enn, at tad er innan ríkid loysnirnar skulu finnast, tá vit sum øllum kunnugt, eru partur av "kongaríkinum Danmark", um vit vilja tad ella ikki? Er tad nøkur nýggjheit í mun til tad sum undanfarni formadurin segdi; "fram at loysing"?
Broytir tad nakad uppá ta sannroynd, at um føroyingar ynskja fullveldi, fáa teir tad, uttan at danir seta seg upp ímóti tí?

Rætt hevur tú í, at í Javnadarflokkinum eru helst fleiri sambandssinnad fólk. Ein teirra er helst Hans Pauli Strøm. Men tad fordar ikki fyri, at har eisini eru fleiri sjálvstýrissinnad fólk (Td. Helena Dam á Løgmannsbø, landsstýriskvinna í Fullveldissamgonguni), tá fremsti spurningur javnadarmanna ikki er spurningurin um loysing ella samband, men spurningurin um (í fylgi j.fo) "frælsi, javnrætt og samhaldsfesti".

Sjálvt um Høgni Hoydal og Kaj Leo Johannesen halda, at spurningurin um loysing ella samband er tann tídningarmyklasti, er tad so treytaleyst rætt? Ikki um onkur av hinum flokkunum skal seta dagsskránna!
Men tad hevur eydnast, tá nýggja, formanninum í Tjódveldi, at gera "loysing/ samband" til ein kardinalspurning, sum hinir flokkarnir hava kent seg tvungnar at hava eina stødu til.
Sera snilt av Høgna Hoydal og Tjódveldi, tá tad hevur ført vid sær, at Tjódveldid vaks til tad dubulta, millum annad av nýskaptu tvístøduni í Javnadarflokkinum.

Ein sannroynd er tad kortini, at av teimum stigum, sum eru tikin á sjálvstýrisleid, sídani heimastýrislógin vard sett í gyldi, mann Javnadarflokkurin hava verid partur av teimum allarflestu. Hesi stig hevur Javnadarflokkurin tikid, samstundis sum hann hevur virkad fyri høvuds sjónarmidunum um "frælsi, javnvág og samhaldsfesti" ella hvussu sloganid tá kalladist!

Nú skal eg ikki pástanda hvat id Sjúrdur Skaale hugsar ella vil, men soleidis sum eg skilji hann, hevur hann ikki broytt hugsan, um einar sjálvstøgudar Føroyar, men um hvussu vit røkka málinum um einar sjálvstøgudar Føroyar. Hann hevur, sum eg skilji tad, stadfest, at "alt ella onki" poltikkur Tjódveldis førir okkum ikki nærri málinum, men fordar okkum heldur í at koma nærri at tí.

So tad skal ikki undra meg, um Sjúrdur, innan Javnadarflokkin, kann arbeida "fyri nøkrum ið ber brá av eini tilgongd móti størri sjálvræði" Enntá vid betri úrslitum enn ádur rakk vid "alt ella onki" strategi Tjódveldis.
hp
 
Innlegg: 114
Skrásett/ur: 14 okt 2010, 17:33
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur Jóan Pauli Jespersen » 20 sep 2011, 07:47

Eg haldi bara at tað er gott, at tann innari javnaðarmaðurin hjá Sjúðra Skaale endiliga er komin fram at flákra við veingjunum. :)
Jóan Pauli Jespersen
 

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur hziska » 20 sep 2011, 08:33

Sostatt er greitt, at Sjúrður Skaale:
- er partur av reyða blokkinum á Fólkatingi, men at tað stendur honum frítt at atkvøða sum hann vil í øllum málum,
- hevur síni egnu starvsfólk undir sær,
- hevur atgongd til allar bólkafundir og øll tiltøk annars - bæði innlendis og altjóða – hjá danska Javnaðarflokkinum,
- hevur samband við framsøgufólk og ráðharrar - herundir forsætisráðharran - hjá danska Javnaðarflokkinum um mál, sum viðvíkja Føroyum,
- umvegis danska Javnaðarflokkin fær atgongd til allar tingnevndir, tá mál av týdningi fyri Føroyar eru til viðgerðar,
- kann samstarva frítt við aðrar flokkar - herundir vera við í samstarvi sum tí, ið verið hevur í Norðuratlantsbólkinum.


kann onkur greiða mær frá hvat tað egentliga var at Sjúrður fekk fyri at gerast partur av danska javnaðarflokkinum?

- hann hevur atgongd til fundir og tiltøk? vil tað siga at hann sleppur at sita og lurta ella hvat?
- hevur samband við framsøgufólk og ráðharrar? Er tað ikki partur av uppgávuni hjá framsøgufólkum og ráðharrum at hava samband við øll á fólkatingi?
- fær atgongd til tingnevndir har mál av týdningi fyri Føroyar eru ti viðgerðar? vil tað siga at hann tá er partur av nevndini, ella er tað eygleiðara status?

fekk hann ongan nevndarsess fyri sín loyalitet? Minnist eg gali tá eg haldi at Edmund fekk ein nevndarsess?
"Obstacles are those frightful things we notice when we take our eyes off the goal!"
hziska
 
Innlegg: 148
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 15:20
Kyn: Dult

Re: Svar til mínar vónbrotnu veljarar

GoymSkrivað hevur JN » 20 sep 2011, 09:37

Onkursvegna komi eg at hugsa um orðið hevnd.
Fyri hvat, veit eg ikki.
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1692
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

AfturFram

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron