Fiskivinnan bjargast frá fiskidagaskipanini

Kjakansari: Dionysus

Fiskivinnan bjargast frá fiskidagaskipanini

GoymSkrivað hevur Magni Laksáfoss » 10 sep 2011, 01:29

Í mong ár hevur fiskivinnan undir fiskidagaskipanini siglt undir trongum korum. Seinastu tíggju árini hava allir skipabólkar í meðal havt hall á botnlinjuni. Hetta er ein óhaldbar støða, sum má broytast ongantíð ov skjótt.
Neyðugt er at finna eina nýggja skipan innan 2018, sum tryggjar, at vit samstundis hava eina fiskivinnu sum gevur avlop og hava burðardyggar fiskastovnar.
Í dag eru einans tvey uppskot til loysnir á borðinum – sjálvur havi eg gjørt annað av teimum. Greitt er frá uppskotunum í tinginum, útvarpinum og á almennum fundum. Harumframt havi eg latið landsstýrinum uppskotið til viðgerðar.
Hóast hetta, hevur politiska skipanin, og serliga landsstýrið, arbeitt móti øllum tiltøkum.
Hetta ber ikki til longur. Her má broyting til.
Upplagt er, at nýta umboðið á fólkatingi til at søkja sær vitan um, hvussu vit best gera eina nýggja skipan til fiskivinnuna. Umboðið skal hyggja eftir skipanum í øðrum londum og seta seg inn í kjakið millum serkøn fólk á økinum og bera hesa vitanina til Føroyar.

Orsøkin til at fólkatingssessurin gevur betri møguleikar fyri at arbeiða við tílíkum er, at fólkatingssessurin hevur nógv fleiri ressoursir at arbeiða við enn løgtingssessurin hevur.
Í fólkatinginum kanst tú fara á skeið, ráðstevnur, kanningarferðir, etc.
Í fólkatinginum kanst tú biðja fólk gera eitt arbeiði fyri teg - t.d. kanna nøkur viðurskifti ella gera eitt rit um eitthvørt.
Í fólkatinginum hevur tú nógv tættari samband við politikkarar úr øðrum londum - bæði Danmark og aðrastaðni - sum geva tær vitan um, hvussu tey plaga at gera tingini.
Í stuttum skal fólkatingsumboðið nýta sínar møguleikar til at virka fyri at skapa loysnir til Føroyar.
Hetta vil eg arbeiða fyri.
Magni Laksáfoss
 
Innlegg: 7
Skrásett/ur: 09 jul 2011, 15:37
Kyn: Dult

Re: Fiskivinnan bjargast frá fiskidagaskipanini

GoymSkrivað hevur jimmy floyd » 10 sep 2011, 02:35

Sikken ein vavstur av bullshitti. Eg havi altíð verið sambandsmaður, men; "Nu svækkes min tro".
Hvussu langa tíð hevur Magni Laksafoss brúkt uppá hatta reglubrotið? Tveir, fimm minuttir kanska.
Makan til spott av veljaranum, skal man leita leingi eftir.
"Í fólkatinginum kanst tú fara á skeið, ráðstevnur, kanningarferðir, etc., tað hevði verið fínt at fingið eitt rit um eitthvørt. "
jimmy floyd
 
Innlegg: 152
Skrásett/ur: 05 des 2008, 21:59
Kyn: Dult

Re: Fiskivinnan bjargast frá fiskidagaskipanini

GoymSkrivað hevur Magni Laksáfoss » 10 sep 2011, 13:02

Tað kann neyvan koma sum nakar skelkur fyri nakran, og slettis ikki fyri fiskimenn og reiðarar, at fiskidagaskipanin er óbrúkilig, soleiðis sum hon er samanskrúva í dag.
Tá allir bólkar undir fiskidagaskipanini, uttan undantak, hava givið hall seinastu mongu árini, er okkurt rívandi galið.
At pástanda at hetta einans er orsakað av vánaligum fiskiskapi, lágum prísum, dýrari olju o.s.fr. er at lúgva fyri sær sjálvum. Tí tá allir bólkar uttanfyri fiskidagaskipanina tjena nógvar pengar, og eingin bólkur í fiskidagaskipanini tjenar pengar, er okkurt rívandi galið við skipanini.

Vit mugu tí tosa um at fáa eina nýggja skipan, har vinnan tjenar pengar og stovnarnir verða røktir.
Í dag fyriliggja tvey uppskot um nýggja skipan á borðinum - eitt frá Tjóðveldinum og eitt frá mær. Eg skal ikki siga at uppskotini eru perfekt, ella at tað ikki finnast aðrar loysnir. Tað hevði í øllum førum verið einastandandi gott, at onkur systematiskt gjøgnumgekk uppskotini og hugdi eftir loysnum í øðrum londum, soleiðis at vit fingu eina viftu av uppskotunum at velja ímillum tá vit skulu velja nýggja skipan í staðin fyri fiskidagaskipanina.

Føroyska fólkatingsumboðið hevur møguleikar, sum eingin løgtingslimur hevur. Umboðið hevur oyramarkaðar pengar til at gera kanningar og til at seta seg inn í viðurskifti í øðrum londum. Umboðið kann sjálvt fara út og hyggja eftir øðrum skipanum í øðrum londum, harumframt kann umboðið seta arbeiðsbólkar, við løntum fólki, at arbeiða fyri seg, í styttri ella longri tíðarskeið.

Um rætta umboðið fer niður á fólkating, er veruliga møguligt at skapa gjøgnumarbeidd uppskot til nýggjar skipanir og grundarlag undir skilagóðum kjaki sum kann flyta føroyska samfelagið frameftir.
Magni Laksáfoss
 
Innlegg: 7
Skrásett/ur: 09 jul 2011, 15:37
Kyn: Dult

Re: Fiskivinnan bjargast frá fiskidagaskipanini

GoymSkrivað hevur Fiskari » 10 sep 2011, 13:23

Tí tá allir bólkar uttanfyri fiskidagaskipanina tjena nógvar pengar, og eingin bólkur í fiskidagaskipanini tjenar pengar, er okkurt rívandi galið við skipanini.


Bolkanir i fiskidagaskipanini fiska botnfisk, flestu uttanfyri pelagiskt, alikavael er nidustodan hja Magna at tad skipanini id galid er vid, tad nytist tad ikki at vera, sjalvsamt at siggja akademikara foreinkla situationina :D.
Bolkanir uttan fyri fiskidagaskipanina hava kvotu istadin fyri dagar, er galid vid fiskidagaskipanin, so innfor kvotuskipan iflg. tinum egna logikki Magni.
Helst meiningsleyst at hava eina meining.
Fiskari
 
Innlegg: 699
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 06:59
Kyn: Dult

Re: Fiskivinnan bjargast frá fiskidagaskipanini

GoymSkrivað hevur dei » 12 sep 2011, 08:19

Eg havi sagt herinni at Laksafoss er rættiliga skilagóður. Skal ikki taka orðini aftur, men hetta tú hevur skrivað herinni um hví tú skal á fólkating vísir at tú ikki anar hví fólk skulu velja teg. Føroyskur fiskivinnupolitikkur er eitt føroyskt mál, sum als onki hevur við Fólkatingið at gera.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron