Full tíð á Fólkatingi

Kjakansari: Dionysus

Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 09 sep 2011, 23:18

Flokkar og menn siga seg vilja røkja sessin á Fólkatingi fulla tíð.
Merkir hetta bara at teir ikki fara at sita í Løgtinginum eisini, hvussu við øllum hinum hálvu og heilu størvunum teir hava alment og privat?
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 10 sep 2011, 21:39

Haldi annars at menn skulu gera tað teir halda er rætt - dámar bara ikki um har eru huldar mentir við í spælinum.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Hollur » 13 sep 2011, 14:46

Púra samdur. Hvussu kann tað knappliga vera so óluksáliga umráðandi at vera 100% á einum fremmandum tingi, har bert ein brøkpartur av málunum snúgva seg um Føroyar, tá man samstundis kann hava heil privat størv og almenn til hálva tíð framíhjá sínum løgtingsarbeiði, har 100 % av málunum viðvíkja Føroyum??

TAÐ HONGUR IKKI SAMAN!!

Tá Sjúrður Skaale metir at 100% av tíðini skal fara til fólkatingsarbeiði, haldi eg tað vera merkiliga løgið, at hann ikki fyri langari tíð síðani hevur kravt, at løgtingsfólk bert hava løgtingsstarvið og EINKI annað! Tí um fólkatingsarbeiði krevur 100 % av arbeiðstíðini, so krevur løgtingsarbeiði í minsta lagi 1.000%

Onkur hevur hug at kalla Sjúrð fyrrverandi skemtara, men hetta valstríðið hevur sanniliga prógvað, at Sjúrður enn hevur tað í sær.
Hollur
 
Innlegg: 316
Skrásett/ur: 19 nov 2008, 20:39
Kyn: Dult

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 13 sep 2011, 18:27

Fólkatingið er savnað uml. 100 dagar um árið og nakrar fáar dagar av hesum døgunum eru føroysk viðurskifti á breddanum.
Eitt fulltíðarstarv, ið vil nakað má eg siga.

Sjúrður sigur annars at skemt er hansara ítriv, ið ikki bindur hann, hann hevur ikki fastar arbeiðstíðir.
Eitt ítriv sum tað hjá Sjúrði, ið verður skipað í eitt felag, eitt felag, ið t.d. í eisini hevur fingist við íløguspekulatión og tourvirksemi - vildi eg mett var eitt rímuliga umfatandi privat arbeiði, sum er rímuliga bundið.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 13 sep 2011, 22:29

Men hinvegin - man sleppur av stað við tí mesta í føroyum - serliga tí fjølmiðlarnir ikki gravað djúpri enn ein skeið røkkur.
Haldi hetta er eitt gott dømi - frasan verður etin ráð.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Hollur » 13 sep 2011, 23:19

.... og so er spurningurin um tað yvirhøvur er trúligt, at SS er førur fyri at røkja eitt starv uttanlands 100 %, tá tað er staðfest, at hann her heima á okkara egna løgtingi, er tann sum skulkar allarmest.
Hollur
 
Innlegg: 316
Skrásett/ur: 19 nov 2008, 20:39
Kyn: Dult

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 14 sep 2011, 00:52

Erik Oluf Andersen segði :Men hinvegin - man sleppur av stað við tí mesta í føroyum - serliga tí fjølmiðlarnir ikki gravað djúpri enn ein skeið røkkur.
Haldi hetta er eitt gott dømi - frasan verður etin ráð.

Sig sum er: Tit í Tjóðveldi eru øll enormt frustreraði um dupultumboðanina, men eingin torir at siga við Høgna, at tað skal steðga. Flokkurin hevur størsta talentmassan av øllum flokkunum, og so torir kortini eingin at protestera.

Bjørt hevði trupult við at krógva sína frustratión, tá hon og Høgni vóru í Andglettinum saman, men hon hevur í staðin gjørt Sjúrð til fokus fyri sítt gall í hesum døgum.

Tað teknar ikki eina pena mynd av Tjóðveldi, sum er hent síðani Sjúrður fór uppí Javnfl. Og tað er ikki Sjúrður sum teknar myndina, men tey sum hava gjørt Sjúrð til høvuðsinnihaldið í sínum valstríði.
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 14 sep 2011, 00:57

Come on FlóvinE

Sig sum er: Tit í Tjóðveldi eru øll enormt frustreraði um dupultumboðanina, men eingin torir at siga við Høgna, at tað skal steðga. Flokkurin hevur størsta talentmassan av øllum flokkunum, og so torir kortini eingin at protestera.


Hví skal nakar prostera, tá maðurin hevur gjørt tað fortreffiligt - ein uppfunnin trupulleiki vildi eg kalla tað. Maðurin verður valdu og ger sítt arbeiði til ug.

Bjørt hevði trupult við at krógva sína frustratión, tá hon og Høgni vóru í Andglettinum saman, men hon hevur í staðin gjørt Sjúrð til fokus fyri sítt gall í hesum døgum.


Tað legði eg ikki til merkis - men gott er um Sjúðrur hevði fingið tað hann hevur fortjent - so eg vildi yngst meira gall á hasi kontoini.

Tað teknar ikki eina pena mynd av Tjóðveldi, sum er hent síðani Sjúrður fór uppí Javnfl. Og tað er ikki Sjúrður sum teknar myndina, men tey sum hava gjørt Sjúrð til høvuðsinnihaldið í sínum valstríði.


Man tað ikki verða Sjúrður sum hevur gjødt dupultumboðanina hjá Tjóðveldi til høvuðsinnihaldið í sínum valstríð - uttan at kunna forsvara sína egnu?
Sjúrður hevur verið at kalla friðaður av Tjóðveldi vildi eg sagt.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 14 sep 2011, 01:38

Erik Oluf Andersen segði :
Sig sum er: Tit í Tjóðveldi eru øll enormt frustreraði um dupultumboðanina, men eingin torir at siga við Høgna, at tað skal steðga. Flokkurin hevur størsta talentmassan av øllum flokkunum, og so torir kortini eingin at protestera.

Hví skal nakar prostera, tá maðurin hevur gjørt tað fortreffiligt - ein uppfunnin trupulleiki vildi eg kalla tað. Maðurin verður valdu og ger sítt arbeiði til ug.

Høgni mól í kringur, tá hann skuldi forklára dupultumboðanina í Andglettinum. Hann hevði bæði verið nógv á Fólkatingi og minst møguligt burtur úr Føroyum. Og hann segði enntá, at man kundi gott hava sessin uttan at vera í Danmark.

Bjørt mátti út at verja Høgna við at man fekk altíð fatur á honum á telefon, og at tað var ein fyrimunur hann manglaði í Føroyum, tí so fingu hini meira ávirkan. :lol:

Eg tosi ikki um hvussu væl ella illa Høgni røkir fólkatingssessin (hann ger tað betur enn fleiri sum hava verið), men um teir trupulleikar tað skapar flokkinum í valstríðnum, og tað eru hesir trupulleikar sum skapa alla frustratiónina. Tað skapar trupulleikar fyri flokkin, tí øll fólk skilja væl, at man røkir ein sess betur enn man megnar at røkja tveir samstundis.
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur dei » 14 sep 2011, 09:22

FlóvinE segði :Eg tosi ikki um hvussu væl ella illa Høgni røkir fólkatingssessin (hann ger tað betur enn fleiri sum hava verið), men um teir trupulleikar tað skapar flokkinum í valstríðnum, og tað eru hesir trupulleikar sum skapa alla frustratiónina. Tað skapar trupulleikar fyri flokkin, tí øll fólk skilja væl, at man røkir ein sess betur enn man megnar at røkja tveir samstundis.

Eg eri ikki samdur í at tað er ein trupulleiki at føroyskir fólkatingslimir eisini eru løgtingsfólk. Tvørturímóti haldi eg at tað er ein stórur fyrimunur. Líka sum eg haldi tað vera ein stóran fyrimun at løgtingsfólk hava hálvt starv við síðirnar av løgtingsarbeiðinum, tí á tann hátt hava tey betur samband við fólkið tey umboða. Føroysk fólkatingsfólk eru bara tvey í tali og tí hava tey onkursvegna eina ábyrgd yvirfyri øllum føroyingum og ikki bara sínum egnu veljarum. Av tí sama haldi eg tað hevði verið rættari at løgtingið útnevndi tvey fólkatingsfólk.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 14 sep 2011, 23:49

FlóvinE segði :
Erik Oluf Andersen segði :
Sig sum er: Tit í Tjóðveldi eru øll enormt frustreraði um dupultumboðanina, men eingin torir at siga við Høgna, at tað skal steðga. Flokkurin hevur størsta talentmassan av øllum flokkunum, og so torir kortini eingin at protestera.

Hví skal nakar prostera, tá maðurin hevur gjørt tað fortreffiligt - ein uppfunnin trupulleiki vildi eg kalla tað. Maðurin verður valdu og ger sítt arbeiði til ug.

Høgni mól í kringur, tá hann skuldi forklára dupultumboðanina í Andglettinum. Hann hevði bæði verið nógv á Fólkatingi og minst møguligt burtur úr Føroyum. Og hann segði enntá, at man kundi gott hava sessin uttan at vera í Danmark.

Bjørt mátti út at verja Høgna við at man fekk altíð fatur á honum á telefon, og at tað var ein fyrimunur hann manglaði í Føroyum, tí so fingu hini meira ávirkan. :lol:


Tað sum ikki kann forklárast, kann ikki forklárast. Í kvøld kunnu vit lesa, at
Vágaportalurin segði :Video: Eitt sindur torført at forklára
Henda video er løgd út á YouTube í kvøld og er sett saman úr sjónvarpssending við Tjóðveldi, í Andgletti, har Høgni Hoydal roynir at forklára, at tú kanst røkja tveir sessir samstundis. Sí video her
Kelda: http://www.vagaportal.fo/pages/posts/vi ... -13000.php

User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Full tíð á Fólkatingi

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 14 sep 2011, 23:51

Festligt - meira av slíkum :D

Helt annars at tað var nokso absurt, at Bjørt, sum sat undir liðini á Høgna skuldi svara fyri, hvat Høgni hellt og hvussu Høgni hevði agera á fólkatingi ...

Bjørt mátti út at verja Høgna við at man fekk altíð fatur á honum á telefon, og at tað var ein fyrimunur hann manglaði í Føroyum, tí so fingu hini meira ávirkan.


Eg haldi ikki at nøkur verja var neyðug - men okkurt skal man siga, tá ein verður spurgur.

Sjálvt um eg ikki eri Høgna´sa maður, ivist eg ikki eina løtu í at hann hevði megna, at røkt enn fleiri sessir av slíkum slag um neyðugt.

Tí sum eg havi víst á áður - so hevur fólkatingssessurin ikki so nógv uppá seg i tíðarhøpi.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron