Errin av Kristiannu og Jóanesi

Kjakansari: Dionysus

Errin av Kristiannu og Jóanesi

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 09 sep 2011, 13:16

Tey bæði vístu hugsjónir og førleikar.

Tey bæði eru sera góð boð uppá virðilig og dugnalig umboð fyri Føroyar.

Tey bæði fara ikki at gera orðini 'uppá landsins besta' til skammar.

Sjálvstýrisfólk valdu at tosa realistiskt og miðvíst um sjálvstýri stig-fyri-stig og fremstu raðfesting okkara av útbúgving og ungdómi. Ikki flosklar, ikki álop, men stutt og greitt: vit vita, hvat arbeiðið á fólkatingi kann ber í sær, vit hava fólkini ið kunnu røkja sessirnar – og vit fara at skiftast um at sita har fulla tíð.

Vit Bárður Larsen vóru undan valinum boðin at halda røðu á ráðstevnu í Nuuk í Grønlandi. Ráðstevnan er árliga ráðstevnan um Polar Law – um avbjóðingar í lóg og tengdum fakøkjum fyri lond í póløkjum. Háskóli Akureyrar, har Kári hevur undirvíst, skipar fyri ráðstevnu og árbók um póllóg, vit fara at almannakunngera grein um lóg í smálondum.

Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson setti stevnuna við nýtum orðum og legði dent á, at næstu fimm árini standa vit fyri ómetaligum avbjóðinum, nú siglandi verður tvørturum íshøvini. Ferðsla um høvini við góðsi, ferðafólki og øktari oljuvinnu krevja samskipan, krevja umhugsaðar og vísindaligar loysnir, so vit fyribyrgja vanlukku og skipa fyri framburði fyri tjóðirnar í norðurhøvum.

Røðan var um tørvin á løgfrøði í smálondum, hvussu denturin má leggjast á gransking og undirvísing út frá egnum fortreytum. Sjónarmiðið er, at tey fólkavaldu eiga at orða virðir og mál í stjórnarskipan og væl orðaðum stuttum lógum, men smálutir eiga at mennast í dómi, fyrisiting og fakligum kjakið grundað á gransking út frá egnari mentan og umstøðu. Fundarfólkið tók væl við røðuni, lektarin í løgfrøði verður tí eisini røðari á póllógarráðstevnuni í Sámalandi næsta ár.

Harmist tó um, at danir ikki hava fastan valdag, uttan heldur hesa løgnu skipan, sum gevur forsætisráðharranum heimild at skriva út val, tá ið løtan er best fyri hann og hansara blokk. Tí máttu tvey av valevnunum uttanfyri tingbólk Sjálvstýrisfloksins í sjónvarpsstovuna. Men tey kláraðu seg væl, og veljarin kann saktans lata tey bæði Jóanes N. Dalsgaard og Kristiannu Winther Poulsen umboða okkum á Fólkatingi – tey hava hugsjónir og førleikar.
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Errin av Kristiannu og Jóanesi

GoymSkrivað hevur jimmy floyd » 10 sep 2011, 02:47

Tað verður spennandi at stíga burtur úr agnaskræpuni inn í utupia; uniklakx, jura heep. Einar nýggjar, betur lærdar føroyar, har vit øll eru almennir tænararar
jimmy floyd
 
Innlegg: 152
Skrásett/ur: 05 des 2008, 21:59
Kyn: Dult

Re: Errin av Kristiannu og Jóanesi

GoymSkrivað hevur Sosi » 10 sep 2011, 11:25

Formaðurin sigur m.a.:
Harmist tó um, at danir ikki hava fastan valdag, uttan heldur hesa løgnu skipan, sum gevur forsætisráðharranum heimild at skriva út val, tá ið løtan er best fyri hann og hansara blokk. Tí máttu tvey av valevnunum uttanfyri tingbólk Sjálvstýrisfloksins í sjónvarpsstovuna. Men tey kláraðu seg væl, og veljarin kann saktans lata tey bæði Jóanes N. Dalsgaard og Kristiannu Winther Poulsen umboða okkum á Fólkatingi – tey hava hugsjónir og førleikar.

Øll vita at so er, og øll, eisini Ólafur Ragnar Grímsson, vita, at antin átti tað at borið til hjá formanni Sjálvstýrisfloksins at borið seg undan sum røðari á ráðstevnu í Nuuk orsakað av fólkatingsvalið í Danmark, Grønlandi og Føroyum, ella at flutt dagin hjá Sjálvstýrisflokkinum í sendingini Andgletti.

Ella klárar hesin formaður Sjálvstýrisfloksins í heila tikið at koma aftur til Føroya til fólkatingsvalið hósdagin hin 15. september?

Um so er, at hann ikki er heima henda dag, so skulu bara Jóanes og Kristianna halda áfram í valstríddum fyri hann, hví ikki? :D
Sosi
 
Innlegg: 881
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 13:56
Kyn: Dult


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron