Búskaparvøkstur skapar fólkavøkstur

Kjakansari: Dionysus

Búskaparvøkstur skapar fólkavøkstur

GoymSkrivað hevur Magni Laksáfoss » 09 sep 2011, 00:26

Í mong ár havi eg stríðst fyri at skapa vakstrar-avtalur í Føroyum. Eg havi hildið fyrilestrar, røður í tinginum og samrøður í sjónvarpi og útvarpi. Eg havi mangan ført fram, at um vit einki gera, vil støðan í Føroyum líkjast støðuni í Suðuroynni og Sandoynni innan 15 ár.
Hóast hetta, hevur politiska skipanin, og serliga landsstýrið, arbeitt móti øllum tiltøkum.
Nú standa vit í støðuni og mugu síggja veruleikan í eyguni.
Hetta ber ikki til longur. Her má broyting til. Tí eiga tú og eg at gera nakað við tað!
Onnur lond skapa búskaparvøkstur við at gera vakstrar-avtalur fyri einstøku økini, eins og eg og aðrir royndu at gera fyri Suðuroynna í 2005 og 2006. Kanningarnar vísa samstundis, at búskaparvøkstur skapar fólkavøkstur, soleiðis at loysa vit annan trupulleikan, er loysnin funnin á hinum trupulleikanum.
Upplagt er, at nýta umboðið á fólkatingi til at søkja sær vitan um, hvussu vit best gera vakstraravtalur - finna út av hvørjar avtalur eru góðar, hví tær eru góðar og bera hesa vitanina til Føroyar.
Í stuttum skal fólkatingsumboðið virka fyri at skapa loysnir til Føroyar.
Hetta vil eg arbeiða fyri.

Magni Laksáfoss
Magni Laksáfoss
 
Innlegg: 7
Skrásett/ur: 09 jul 2011, 15:37
Kyn: Dult

Re: Búskaparvøkstur skapar fólkavøkstur

GoymSkrivað hevur dei » 09 sep 2011, 07:44

Magni Laksáfoss segði :Upplagt er, at nýta umboðið á fólkatingi til at søkja sær vitan um, hvussu vit best gera vakstraravtalur - finna út av hvørjar avtalur eru góðar, hví tær eru góðar og bera hesa vitanina til Føroyar.
Kanst tú siga stutt hvat ein vakstraravtala er fyri ein fiskur? Hví skalt tú á Fólkating fyri at søkja tær vitan um hetta? Hvat fært tú at vita á Fólkatingið sum tú ikki kann leita fram á Løgtingi, tíðarritum, internetinum osv?
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Búskaparvøkstur skapar fólkavøkstur

GoymSkrivað hevur Magni Laksáfoss » 09 sep 2011, 11:43

Kanst tú siga stutt hvat ein vakstraravtala er fyri ein fiskur? Hví skalt tú á Fólkating fyri at søkja tær vitan um hetta? Hvat fært tú at vita á Fólkatingið sum tú ikki kann leita fram á Løgtingi, tíðarritum, internetinum osv?


Ein vakstraravtala er hátturin, ið verður brúktur í flest øllum londum í dag fyri at skapa menning í økjunum og búskaparvøkstur í landinum.
Ein vakstraravtala er ein avtala millum partarnar í einum øki um, hvussu man ætlar sær at samstarva. Oftast velur man sær nakrar vinnugreinar ella vinnutyssir út og satsar uppá tey.
Hetta kann t.d. vera, at vit velja ferðavinnuna út sum eitt tyssi og gera eina avtalu um, at nú fara vit undir eitt felags átak fyri at skapa vøkstur í ferðavinnuni tey komandi 5 árini.
Partarnir í avtaluni binda seg so til hvønn leiklut tey skulu hava. Hetta kann vera:
- at kommunurnar binda seg til at menna infrastrukturin í teirra øki við at seta upp almenn WC, seta upplýsingar-skeltir upp til ferðafólkini, gera gøtuskipanir, endurskapa varðar, seta ruskspannir upp, betra um ferðaskrivstovurnar etc.
- at landið bindur seg til at økja um pening til reklamukampanju í útlondum fyri at trekkja ferðafólk til økið og við at seta í verk eina kampanju um at ferðast í egnum landi
- at gistingarhúsini binda seg til at betra um teirra tilboð til ferðandi og til at samstarva sínámillum, soleiðis at tað gerst møguligt at taka móti størri ferðaliðum
- at matstovur, bussfeløg, ferðaskrivtovur, ferðaleiðarar, o.o. binda seg til at økja um sín leiklut og siga frá hvussu tey ætla at gera tað

Munurin millum eina vakstraravtalu og tann vanliga "vit skapa karmarnar og so má vinnan klára restina"-politikkin er, at vakstraravtalur skapa ein rammu um eitt arbeiði, har øll arbeiða móti sama máli og lyfta í felag. Tað er ein munandi meiri málrættaður innsatsur og tað er munandi lættari hjá øllum pørtum at kenna seg tryggan við at hini eisini gera tað tey siga seg vilja gera.


Orsøkin til at fólkatingssessurin gevur betri møguleikar fyri at arbeiða við tílíkum er, at fólkatingssessurin hevur nógv fleiri ressoursir at arbeiða við enn hvat løgtingssessurin hevur.
Í fólkatinginum kanst tú fara á skeið, ráðstevnur, kanningarferðir, etc.
Í fólkatinginum kanst tú biðja fólk gera eitt arbeiði fyri teg - t.d. kanna nøkur viðurskifti ella gera eitt rit um eitthvørt
Í fólkatinginum hevur tú nógv tættari samband við politikkarar úr øðrum londum - bæði Danmark og aðrastaðni - sum geva tær vitan um, hvussu tey plaga at gera tingini.
Einki av hesum er gjørligt í løgtingssessinum.
Magni Laksáfoss
 
Innlegg: 7
Skrásett/ur: 09 jul 2011, 15:37
Kyn: Dult

Re: Búskaparvøkstur skapar fólkavøkstur

GoymSkrivað hevur dei » 12 sep 2011, 08:24

Tað er ov bíligt at hava sum einasta mál á Fólkatingi at man skal niður at granska.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Búskaparvøkstur skapar fólkavøkstur

GoymSkrivað hevur GH » 12 sep 2011, 09:26

Magni Laksáfoss segði :Í fólkatinginum hevur tú nógv tættari samband við politikkarar úr øðrum londum - bæði Danmark og aðrastaðni - sum geva tær vitan um, hvussu tey plaga at gera tingini.
Einki av hesum er gjørligt í løgtingssessinum.


Ja, hví man tað verða? Segði nakar kongeriget Danmarkfor såvidt angår Færøerne...
User avatar
GH
 
Innlegg: 735
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:04
Kyn: Maður


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron