At blanda fólkatingsval og løgtingsval

Kjakansari: Dionysus

At blanda fólkatingsval og løgtingsval

GoymSkrivað hevur Iology » 05 sep 2011, 11:12

Viti føroyskir politikarir hvat fólkatingsvalid handlar um??
Ella blandar man bara saman tad man hevur hug til í lýsingunum og fær fólkatingsval til at handla um tad sama sum Løgtingsval??

Eitt dømi uppá eina val-reklamu er hendan (tad kundi eins væl verid ein annar flokkur!):
http://www.vagaportal.fo/pages/posts/-- ... -12694.php

Við avgjøldum, skattum, meirvirðisgjøldum, eykagjøldum, tænastugjøldum, og tilfeingisgjøldum, hevur man bundið haft um beinini á bæði fólki og vinnu. Bara Fólkaflokkurin vil broyta hetta.

Nú stendur aftur eitt val fyri framman, og eg havi bjóðað meg fram sum valevni til fólkatingsvalið og løgtingsvalið.

Orsøkin til at eg stilli upp er einføld. Eg ynski broyting í føroysku umboðanini á Danatingi og vit MUGU hava broytingar á Føroya Løgtingi! Okkara núverandi røddir á Christiansborg hava í alt ov stóran mun verið fongdar av klanduri sínámillum, ístaðin fyri á skilagóðan hátt at gera tað Føroysku umboðanina galdandi á Danatingi.

Og nú er valið títt, kæri veljari ! Tað er TÙ, sum situr við avgerðini, hvør ið sleppur inn á Christainsborg at verja borg fyri Føroyingum, og viðrismeta tey Føroysku áhugamálini á rættan og skilagóðan hátt.

Vit mugu burtur frá tí annars hjartaleysa politikkinum og líkagyldigheitini, sum verða førd í dag, og sum í alt ov stóran mun forðar fyri búskaparligari frammgongd, og ikki minst huginum hjá fólki til at verða, og virka í Føroyum.

Við avgjøldum, skattum, meirvirðisgjøldum, eykagjøldum, tænastugjøldum, og tilfeingisgjøldum, hevur man bundi haft um beinini á bæði fólki og vinnu. Um álopini á Føroyingin við gjøldum og skattum skulu steðgast, er Fólkaflokkurin EINASTI garanturin.

Tað er ein stór uppgáva vit hava fyri framman, men hon er avgjørt ikki ómøgulig!

Føroyingurin bløðir, og samfelagið bløðir óneyðuga og nógv vegna skeivan og skilaleysan politikk.

Vinna og privatfólk eru undir óneyðuga hørðum trýsti, serliga fíggjarliga - so at tað ikki loysir seg at skapa vinnulig arbeiðsfremjandi átøk. Tað loysir seg heldur ikki at arbeiða nógv. Vit mugu fáa búskapin aftur á beint. Tí er tað alneyðugt, at tit sum veljarar velja tann borgarliga politikkin, fram um ta reyðu sosialistahugsjónina, sum drenar land og fólk fyri kapital og arbeiðshug.

Fólk má hava rættin til at arbeiða seg upp til tað sum tey ynskja, uttan at landið skal drena tey fyri alt tað sum tey hava arbeitt fyri. Vit skulu hava meiri penging eftir aftaná skatt. Sum er, loysir tað seg ikki at arbeiða nógv og hava stóra inntøku. Her má broyting í.

Um Fólkið í Føroyum hevur tað gott, so hevur landið tað eisini gott. Tí mugu vit bera so í bandi, at poitikarnir eru til fyri fólkið – og ikki umvent!

Í hesum tíðum, nú boykott og álop koma uttan úr heimi í samband við stríðið ímillum Føroyar og ES, er ógvuliga umráðandi, at vit hava eina Fólkafloksrødd á Christiansborg. Eina rødd, sum kann tala fyri seg og seta fokus á rættin hjá Føroyum og Føroyingum. Tí vil eg heita teg sum veljara. Fara á val og ger tína atkvøðu galdandi, fyri at vit í Føroyum kunnu virka frítt eftir egnum galdandi reglum.

Vel rætt – vel Fólkaflokkin – okkara partur skal ikki liggja eftir!

Heini Magnussen, valevni Fólkafloksins


Her blandar man bara alt saman og tosar um alt í senn...

Handlar hendan reklaman um fólkatingsval ella løgtingsval??
Iology
 
Innlegg: 533
Skrásett/ur: 18 feb 2009, 09:10
Kyn: Dult

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron