Nýskipan av felagsmálum

Kjakansari: Dionysus

Nýskipan av felagsmálum

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 04 sep 2011, 01:39

Sjálvstýrisflokkurin vil nýskipa føroyskan politikk.

Vit vilja, at Føroyar eru javnbjóðis umboðaðar í øllum felagsskapi og samstarvi.

Hetta ber væl til í mongum høpi frá altjóða fótbólti til útnorðurráð og ríkisfund, har tríggir stjórnarleiðarar eru javnsettir.

Tíðin er farin frá verandi skipan í felagsmálum við Danmark, har fólkatingsumboðanin er dupult órættvís.

Fyrst tí tvey lond bert hava tilsamans fýra sessir, og hitt triðja hevur 175 sessir.

Síðani tí okkara umboð kunnu leggja seg út í donsk sermál, men danir kunnu ikki leggja seg út í føroysk sermál.

Sjálvstýrisflokkurin væntar at fáa umboðan á Fólkatingi og fer at røkja sessirnar væl og virðiliga.

Men flokkurin loyvir sær tó at mæla til aðra og betri skipan í felagsmálum.

Tí hevur flokkurin sent Løgtinginum uppskot um at mæla dønum til at broyta ríkisgrundlógina, so høvi verður at samráðast um hóskandi nýskipan.

Hesum uppskoti fara vit at slóða fyri á Fólkatingi, og vænta vit, at um Løgtingið vil, so fara danir at broyta grundlógina líka ómakaleyst sum trúnfylgilógin herfyri var broytt eftir broytingarmannagongdini í GL § 88.

--


Løgtingsmál nr. x/2011: Uppskot um ríkislógartilmæli um at taka av føroysku fólkatingssessirnar.

Uppskot
til
samtyktar

Heitt verður á ríkismyndugleikarnar, tá ið ríkisgrundlógin verður dagførd, at strika føroysku fólkatingsumboðanina. Føroyar eiga í øllum felagsskapum og samveldisskipanum at umboðast á jøvnum føti við felagar sínar.


Viðmerkingar
Breið semja man vera um, at óheppið er, at Føroyar vanliga eru umboðaðar á ríkistingi av tveimum fólkavaldum, sum vanliga antin ikki møta vegna tingstarv sítt heima í Føroyum ella mótsiga hvør øðrum í orðaskiftum og geva dønum ta fatan, at føroyingar hvørki eru samdir ella búnir til at taka á seg at stjórna landi sínum sjálvir.

Nú var mikið orðaskifti í síni tíð um umboðan atlanda á danska ríkisdegnum. Ísland vildi ikki hava umboðan og fekk egna grundlóg í lag í 1874. Hertugadømini vildu heldur ikki hava umboðan og fingu bæði egnar skipanir og enntá eina sonevnda ‘helstatsforfatning’ – samveldisgrundlóg og samveldisráð omanfyri Danmarks Riges Grundlov (til kríggið í 1848 beindi fyri tí samveldinum).

Føroyar fingu illa tikið støðu, tí Løgtingið var ikki saman frá 1814; ongin fólkavaldur var tí at tala føroyinga vegna um ár 1848. Úrslitið var drúgt orðaskifti í 1851, sum Jákup Thorsteinsson skrivaði áhugaverda doktorsritgerð um, nevnd Et Færø som Førø. Eftir tað orðaskiftið fingu Føroyar eitt umboð á landstingi, ið Løgtingið valdi, og eitt umboð á Fólkatingi, ið var beinleiðis valt. Partur av heimastýrisskipanini gjørdist tvey fólkatingsumboð – so til Landstingið varð avtikið í 1953 vóru tríggir føroyskir tingmenn á danatingi.

Nú er støðan tann, at flestu málsøki eru sermál, og flestu av eftirverandi felagsmálsøkjum gerast helst sermál næstu árini.

Eftir verða helst kongshús og hægstirættur, um danir vilja veruligan felagsskap við egnari føroyskari grundlóg á sama hátt sum við Íslandi frá 1874. Kongshús og hægstirættur vóru framhaldandi felags hjá teimum báðum londunum í góðum samstarvi.

Føroyar eru nevndar tvær ferði í ríkisgrundlógini viðvíkjandi fólkatingsvali:

§ 28. Folketinget udgør een forsamling bestående af højst 179 medlemmer, hvoraf 2 medlemmer vælges på Færøerne og 2 i Grønland.
§ 32.Stk.
...
Stk. 5. Der kan ved lov gives særlige regler om færøske og grønlandske folketingsmandaters ikrafttræden og ophør.

Rímiligt er at strika tilsiping til “Færøerne” og “færøske” í hesum báðum greinum.

Eftir verður tilsiping til Føroya viðvíkjandi fólkaatkvøðum, ið eftir umstøðunum mugu vera felags so leingi felagsmál eru.

Uppskotið virðir til fulnar mannagongdir dana, eisini § 88 um broytingartilgongd. Uppskotið er bert áheitan, ið ríkismyndugleikarnir kunnu velja at fylgja, tá ið høvi er til tess.
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Nýskipan av felagsmálum

GoymSkrivað hevur Sosi » 04 sep 2011, 09:01

Háttvirdi Kári á Rógvi vil broyta donsku grundlógina og sigur m.a.:
Hesum uppskoti fara vit at slóða fyri á Fólkatingi, og vænta vit, at um Løgtingið vil, so fara danir at broyta grundlógina líka ómakaleyst sum trúnfylgilógin herfyri var broytt eftir broytingarmannagongdini í GL § 88.

og tað vil siga, at Fólkið skal atkvøða um málið á eini fólkaatkvøðu, ikki so?

Víðari sigur hann:
Eftir verða helst kongshús og hægstirættur, um danir vilja veruligan felagsskap við egnari føroyskari grundlóg á sama hátt sum við Íslandi frá 1874. Kongshús og hægstirættur vóru framhaldandi felags hjá teimum báðum londunum í góðum samstarvi.

Hóast eg ikki eri løgfrøðingur, ella nakar háttvirdur løgtingsmaður, so veit eg, at umframt kongshús og hægstirættur vóru framhaldandi felags hjá teimum báðum londunum í góðum samstarvi, so var eisini alt ta úttinnandi valdið í Íslandi á donskum hondum í 1874, sum varð broytt í 1904, tá Ísland fekk heimastýri, og íslendingar nústaðni tá sjálvir fóru undir at umsita ta útinnandi valdi. Altingið hevði avmarkað lóggevandi vald umframt rættindi at gera fíggjarætlan.

Annars so haldi eg, at tú ert í so stuttligur, harra háttvirdi løgtingsmaður, at eg nærum mýði í buksurnar av látrið. Altso meinar tú veruliga ” á sama hátt sum við Íslandi frá 1874”? :roll:

Er hatta ikki bert at spæla býtt við Føroya Fólki, harra háttvirdi løgtingsmaður?

Meinar tú kanska ikki við "forbundsloven" frá 1918, ið varð sett úr gildi í 1950, tá til stykkis kemur? :|
Sosi
 
Innlegg: 881
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 13:56
Kyn: Dult

Re: Nýskipan av felagsmálum

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 09 sep 2011, 13:18

Nú er stig-fyri-stig politikkurin hjá øllum!
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Nýskipan av felagsmálum

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 12 sep 2011, 11:45

Kári á Rógvi segði :Nú er stig-fyri-stig politikkurin hjá øllum!


Haldi háttvirdi lógtingslimurin og løgfrøðingurin sum hevur vart doktararitgerð og bla bla, sum er trýminingur við ein sum er lækni og eisini hevur vart doktararitgerð og bla bla bla... hevur misskilt hugtakið "Stig-fyri-Stig" Hann hevur nokk lisið "Tig! fyri stig" ;)
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron