Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

Kjakansari: Dionysus

Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 03 sep 2011, 14:11

Hvat halda tit um hesa greinina

Samhaldsfesti?

Høgni, Annita og undirritaði hava goldið rættstundis til grunnin sambært semjuni, sum varð gjørd í flokkinum fyri 10 árum síðani, meðan núverandi valevnið hjá Sosialinum og Javnaðinum ikki hevur goldið klovið oyra av floksskatti í grunnin, fyri teir slakar 7 mánaðirnar, hann hitaði sessin fyri Høgna á Danatingi.


http://www.vagaportal.fo/pages/posts/sk ... -12663.php
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Regin » 03 sep 2011, 14:42

At tað enn einfarð er løgið hvørjar greinar ein ikki sleppur at viðmerkja á Vágaportalinum (um tað væl at merkja ikki er mínum browsara tað er galið við)?

SS segði nei takk til lønina frá Løgtinginum, tá hann sat á Fólkatingi. Virkar mær rættiliga ódamligt at Tobbi "gloymir" at siga tað.

http://sjurdur.skaale.org/news-tann+sex ... n_trgb.htm

Ein fær tó meira í løn sum Fólkatingslimur enn Tinglimur. Giti so bara, at SS ikki hevur sæð nakað forgjørt í, at hann fær løn frá danska statinum.

So kann ein altíð kjakast um, hvørt tað er meira ódámligt, at ein flokkur tekur ímóti lønini frá Løgtinginum + Fólkatinginum, og brúkar Fólkatingslønina til at profilera seg tað meira, ella at ein sigur nei takk til peningin frá Løgtinginum. Sjálvur haldi eg ikki nakað vera galið við nøkrum av møguleikunum, tó at mær dámar betri at ein sigur nei takk til lønina.

Haldi tó at øll fikseringin á "persónin" Sjúrður Skaale er stak óviðkomandi, og hevði gjørt at eg ikki hevði atkvøtt fyri Tjóðveldi, um eg enn var búsitandi í Føroyum. Tó at tað nokk er tann flokkurin, eg havi atkvøtt oftast fyri, og mær dámar tað tey hava gjørt í Fólkatinginum og DNAG.
There was a Door to which I found no Key:
There was a Veil past which I could not see:
Some little Talk awhile of ME and THEE
There seemed---and then no more of THEE and ME.
- Omar Khayyam
User avatar
Regin
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 12:26
Staður: Aberdeen
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 03 sep 2011, 14:51

Sjúrður hevur jú, seinastu árini, gjørt seg til forsprákara fyri flokksdisiplin - er hettar ikki bara enn eitt dømi uppá, at hon bara ikki er galdandi fyri hann sjálvan?
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 03 sep 2011, 14:56

Øll vita jú at Tórbjørn og Fólkaflokkurin hava eina serstøðu á Vágaportalinum - Akk-host .... :D
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Dionysus » 03 sep 2011, 18:18

Eg haldi ikki at flokksdisiplin kann yvirførast á løn. Man betalir limagjald til flokkin, og tað er so tað. Hevur man hug at donera meira - segði nakar tíggjund? - so fínt nokk. Men at fara gera tað til krav er heilt galið!
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Regin » 03 sep 2011, 18:41

Á Facebook sigur SS, at hann ongantíð hevur fingið boð um at rinda nakran floksskatt. Hann gitir sjálvur, at tað er tí at hann segði tingmannalønina frá sær, at hann ikki fekk krav um at rinda.
There was a Door to which I found no Key:
There was a Veil past which I could not see:
Some little Talk awhile of ME and THEE
There seemed---and then no more of THEE and ME.
- Omar Khayyam
User avatar
Regin
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 12:26
Staður: Aberdeen
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur sjúrður skaale » 04 sep 2011, 09:47

Tað er vandamikið at lata seg draga inn í skitið kjak sum hetta.

Men tað er er ikki fyrstu ferð, at "onkur" roynir at seta míni lønarviðurskifti á dagsskrá. Ein persónur royndi einaferð at planta eina søgu um meg og míni lønarviðurskifti á Vágaportalin (tað veit eg frá Ólavi í Beiti). Tá tað ikki eydnaðist, royndi hann Dan Klein - og tá bar til. Eg skal ikki gita hvør persónurin var, men her er mítt svar til tað:

http://sjurdur.skaale.org/news-tann+sex ... n_trgb.htm

Annars havi eg aldrin fingið boð um at rinda nakran "floksskatt" fyri at vera "fælsisrødd" (nakar annar sum heldur tað vera eitt sindur patetiskt at seta slíkt heiti á seg sjálvan...?). Veit heldur ikki hvussu nógv hesin floksskatturin er.

Men flokkurin, sum eg umboðaði, hevði ein fulltíðarpolitikara afturat ta tíðina, eg var á fólkatingi. Tað var, óbeinleiðis, eg, sum lat honum lønina - tí eg átti hana sambært lógini. Tað kann kanska kallast sjálvboðin floksskattur???
sjúrður skaale
 
Innlegg: 86
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 21:57
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Scriba » 04 sep 2011, 10:49

Ja, Dan er ómøguligur. Hann vildi t.d. ikki prenta greinina um at Jóannes Ejdesgaard hevði ligið avdottin við høvdinum í einum supputallerki á Hotel Føroyum. Teir sum sendu hesa "avdúking" vóru Sjúrður og Tobbe.
Fregnir og Dimma skrivaðu um málið. seriøsir ella apukattar, líka veit eg?
Scriba
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 02 apr 2010, 12:57
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 04 sep 2011, 15:27

Veit nú ikki um hetta kjakið í sær sjávum er skitið - haldi ikki.

Men spurningur verður settur við hvussu reinur og reiðiligur Súrður er - er hann ein eingil ella ein fani ella okkurt mitt í millum - eitt vanligt fólk?

Hasin foksskatturin kenna annars øll til - hann er eingin loynidómur.
Men Sjúrður valdi hann frá og tað er fakta - so kann hann niðurgera hann sum hann vil.
Annars havi eg aldrin fingið boð um at rinda nakran "floksskatt" fyri at vera "fælsisrødd"

- Sjúrður hevur eftir øllum at døma heldur ikki spurgt eftir einum konto nr.

So er tað bara um vit keypa aftursvarið hjá Skaale ella ikki - á Vágaportalinum har hann eftir øllum at døma hevur ein góðan vin í Ólavi fær hann so ikki tann møguleikan tí FB-funkan er stongd.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur dei » 05 sep 2011, 11:33

For f... sum eg haldi tað er lágt at altíð draga lønina hjá fólki inní kjakið. Sjúrður Skaale hevur fingið tað løn hann eigur frá Fólkatinginum. Hann eigur lønina, ongin annar. Um Sjúrður vil hava lønina í sín lumma, so er tað onki annað enn fult rímiligt. Tá Tobbi leggur upp til at Sjúrður er svíkjari av hesari orsøk, so haldi eg at tað er Tobbi sum stendur eftir sum tann stóri svíkjarin.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Dionysus » 05 sep 2011, 11:38

Tað sum eg haldi er keðiligt her er, nú Tobbi dregur hendan spurningin fram, er at hann gloymir at fortelja, hvussu nógv tey lata í handan grunnin, hvussu stór ognin hjá grunninum er, og hvat hann hevur verið nýttur til. Eg ørminnist, at upprunaliga upphæddin at lata skuldi verða 50% av lønini? Og eg væntaði sjálvur, nú man einki hevur hoyrt til handan grunnin í 10 ár, at hann var droppaður.
Dionysus
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Afturmeldingar
 
Innlegg: 2233
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Keypmannahavn
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Fiskari » 05 sep 2011, 11:49

Ta ein skal rinda av egnari lon i grunn, ma gjaldi vaelsaktans vera eftir forleika, altso rinda av avlopinum.
Inntoka-utreidslur=avlop
Helst meiningsleyst at hava eina meining.
Fiskari
 
Innlegg: 699
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 06:59
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 05 sep 2011, 17:31

Upprunaliga skuldi tað rindast í grunnin, so man einans hevði eina løn eftir. Man slapp at hava hægru lønina til sín sjálvs (fólkatingslønina) og skuldi so rinda lægru (løgtingslønina) til grunnin. Tað sum gjørdi tingini eitt sindur kompliserað nokk so skjótt tá fyri nøkrum árum síðani (og sum var orsøkin til at Tobbi og Høgni í síni tíð fóru at klandrast, herundir at Tobbi skrivaði greinina um Lítla Messias) var at finna út av hvat kom burtur úr netto at fáa tvær lønir.

Eg veit ikki, hvat Sjúrður hevur við handa grunnin at gera. Hann fekk ongantíð dupultløn.
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 05 sep 2011, 20:17

Haldi at hattar er ógvuliga einfalt - Sjúrður valdi tilvita ikki at gjalda í sama grunn sum hini hava goldi í.
Tað veit hann og tað vita vit. Hetta er sami maðurin, ið hevur prædika um disiplin og at spæla sum eitt lið.
Nei, agendaðin hjá politikaranum Skaale hevur helst ongantíð hóska seg til liðspæl og mín mynd av honum í dag er ein mynd av einum
sjálvsøknum ráksnúningi.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 05 sep 2011, 22:25

Erik Oluf Andersen segði :Haldi at hattar er ógvuliga einfalt - Sjúrður valdi tilvita ikki at gjalda í sama grunn sum hini hava goldi í.
Tað veit hann og tað vita vit. Hetta er sami maðurin, ið hevur prædika um disiplin og at spæla sum eitt lið.
Nei, agendaðin hjá politikaranum Skaale hevur helst ongantíð hóska seg til liðspæl og mín mynd av honum í dag er ein mynd av einum
sjálvsøknum ráksnúningi.

Jú men grunnurin var innførdur fyri at verja flokkin ímóti ákærum um grammleika. Hetta var nemliga nógv frammi stutt undan fólkatingsvalstríðnum í 2001, har víst var á alla lønina, sum Jóannes Eidesgaard (Javnfl) fekk fyri at sita bæði í Fólkatinginum og Løgtinginum samstundis (umframt at ivi eisini var sáddur um, hvar hann av røttum skuldi hava adressu) og Tjóðvfl meldaði tá út, at eingin av teirra skuldi hava dupultløn. Fyri tjóðvpolitikarar var helst eyka eymt at verða skuldsett/ur at vera gramm/ur eftir danskari løn. Sjúrður fekk ongantíð dupultløn, og tískil skuldi hann av røttum heldur ikki goldið í grunnin.
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Fram

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron