Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

Kjakansari: Dionysus

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur hugo » 06 sep 2011, 15:17

Tað er so lætt hjá Tobba at siga, at hann saman við Høgna og Annitu, hava goldið í grunnin (og hjá EOA at trúgva teimum). Eingin sleppur at síggja tølini. Tí Tobbi sigur ikki hvussu nógv av lønini, tey hava goldið í grunnin. Trúgvi at Tobbi bevíst snýgur sar undan hesum ásetingunum. Og áður enn vit vita hvussu nógv talan er um, vita vit ikki um Tjóðveldi hevur hildið sítt lyfti.

Tað rakar ikki øll onnur, hvussu nógvir pengar eru brúktir av innistandandi og til hvat, men pengastreymurin av inntøkuni eigur at kunna skjalprógvast. Tað var jú eitt lyfti, sum flokkurin alment gav yvir fyri veljarunum.

ES. Kom tað forrestin nakrantíð fram, hvør orsøkin var, at Tobbi kallaði Høgna fyri Lítla Messias, og hví hann ongantíð tók orðini í seg aftur?
hugo
 
Innlegg: 210
Skrásett/ur: 24 okt 2008, 17:16
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 06 sep 2011, 17:06

hugo segði :ES. Kom tað forrestin nakrantíð fram, hvør orsøkin var, at Tobbi kallaði Høgna fyri Lítla Messias, og hví hann ongantíð tók orðini í seg aftur?

Sum eg skrivaði omanfyri var hetta júst stríð um inngjaldingina. Tobbi sat fyrst á Fólkatingi (varamaður fyri Høgna sum sat í landsstýrinum undir fullveldissamgonguni) og rindaði í grunnin sambært avtaluni. Tá so Høgni var farin úr landsstýrinum og tók fólkatingssessin sjálvur, vildi hann umfortolka reglurnar til sín fyrimun. Tað fekk øði í Tobba, sum skrivaði hasa greinina um Lítla Messias. (Fregnir fór fallit o.a. var alt avleiðing av hesum sama.)

Nú er tað ikki Høgni, sum er messias, men Sjúrður, sum er judas. So nú fær Tobbi tað til, at Sjúrður skal hava brotið avtaluna.
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 06 sep 2011, 19:17

Var tað ikki Sjúrður Skaale, sum júst í hasum málinum royndi at skapa ein ondan stemning á Læraraskúlanum á sinni, har hann belærdi Tobba og fundarfólkið um loyalitet og hvussu ting ganga fyri seg, tá ein var partur av sama liðið - ironiskt ha.
Ja ein fekk at vita, hvussu ein ikki vendir rygg til sínar liðfelagar í einum dysti og roynir at skjóta bóltin í egið mál - og hvat tað vóru fyri fólk, ið gjørdu slíkt.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 06 sep 2011, 20:35

Helt annars at greinum um lítla messias snúði seg um eina ósemju viðv. skrásettum parlag, geikarar o.s.fr. - minnist einki um at hon snúði seg um fólkatingssessir o.l. Men tit kunnu rættleiða meg um eg minnist galið.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur hugo » 08 sep 2011, 14:23

Minnist meg rætt, so minnist EOA ikki nóg væl, og greinin snúði seg um meiri enn skrásett parlag o.s.fr. Men tit kunnu eisini rættleiða meg, um eg minnist galið.
hugo
 
Innlegg: 210
Skrásett/ur: 24 okt 2008, 17:16
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 08 sep 2011, 19:03

Jamen, so má eg rættleiða tykkum, tí nú havi eg so gjørt mær tann ómak, at finna greinina fram tit snakka um og eg havi lisið hana.
Í greinini finni eg einki um fólkatingið, einki um fólkatigs- ella aðrar lønir og einki um grunnin hesin tráðurin viðgerð.
Rættleið meg endiliga um eg havi lisið galið.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur hugo » 08 sep 2011, 21:32

Tað er eingin, sum hevur sagt, at orsøkin og allar grundgevingarnar til hasa grovu greinini, eru at finna í sjálvari greinini (hvis ikki tær vóru tvey lesarabrøv við stuttum millumbili). Hatta við manglandi samskifti í tingbólkinum og útmeldingum um skrásett parlag frá formanninum, var kanska tað, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá núverandi næstformanni. Frustratiónirnar hjá Tobba kunnu saktans vera komnar av øðrum hendingum, og hóast hendingarnar ikki allar standa beinleiðis í greinini. Um ein lesur greinina, so er ein faktist dekan ov naivur at halda, at reglurnar bara eru skrivaðar útfrá einum tá politiskt aktuellum máli. Tobbi hevði fáar viðmerkingar til pressuna um hetta mundið. Hann læsti seg næstan inni. Men tað vóru fleiri, sum leitaðu eftir orsøkini, til skotrøðina frá Tobba. Ein teirra var H. Jacobsen úr Útvarpinum, sum spurdi Tobba, um orsøkin hevði nakað við fíggjarstøðuna hjá Fregnum at gera, og tann gitingin varð ikki avvíst, men hálvgum játtað.

Lukkutíð fyri Tjóðveldi, mátti flokkurin eta lyfti og orðini í seg aftur, um at ekskludera Tobba, hóast toppurin í flokkinum vildi tað eftir opnu orrustuna millum formannin og næstformannin. Ein ekskludering kundi jú havt við sær, at aðrar hondgranatir av Glyvrum vórðu loystar av, sum hóttanir eisini vóru um.

Fyri at koma aftur til fyrru diskussiónina, so lovaði formaðurin í Tjóðveldi, vegna flokkin, at teirra fólkatingsumboð skuldu rinda ein ávísan part av fólkatingslønini í ein grunn. Nakað við dupulta parlamentsløn og munin millum lønirnar. Enn er eingin dokumentatión fingin til vega fyri, at ávísu upphæddrinar eru goldnat av lønunum í ein grunn. Og eg haldi tað framhaldandi er í lagi, at spyrja um hetta, eisini hóast tað irriterar mong, herundir EOA. Flokkurin kundi bara lata verða við at geva tílík lyfti, ella etið tað (kanska ein kamel) í seg aftur.
Last edited by hugo on 08 sep 2011, 22:00, edited 1 time in total.
hugo
 
Innlegg: 210
Skrásett/ur: 24 okt 2008, 17:16
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 08 sep 2011, 21:58

Kundi mundi átti skuldi - hattar eru bara rættuliga løgnar gitingar og niðurstøður tú diskar upp við - tær hava jú ikki botn í nøkrum sum helst.
Handan greinin hevur, sum eg havi víst á, als einki við hetta málið at gera, einasta funktiónin hon hevur her, er at agera eitt vánaligt roykslør.
Greinin nevnir ikki fólkatingsmálið við einum orði - lat okkum halda okkum til bara ein farra av veruleika.

Eg eri annars hvørki Tobba- ella Høgnafan og tí gjørdi eg tann tápuliga feilin at velja Sjúrð.
Mín dagsskráð her er bara at vísa veljarum á muruna hjá Sjúrði, soleiðis sum eg upplivi hana nú.
Og tað royni eg at gera uppá ein nøkunlunda sakligan hátt.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur hugo » 08 sep 2011, 22:16

Um EOA veruliga heldur, at Tobbi skrivaði so ógvusligt og ljótt um sín politiska formann, tí fyrrnevndi var ósamdur um skrásett parlag og geikarar, so mást tú trúgva umaftur. Far tú endiliga og fortel tína versión av hendingini, fyri teimum sum fylgja væl við føroyskum politikki, og tey fara ikki at halda tað sama um teg.

Og um tú valdi Sjúrð til seinasta val, so hevur viðkomandi tænt tínum endamáli meginpartin av valskeiðnum. Her til seinast, nú valskeiðið lakkar móti endanum, ger maðurin so eitt politiskt floksskifti, og tá er fólkaræðið tær so takksamt, at tú kanst løna honum avgerðina, við at velja onkran annan. Eingin tvingar teg framhalandi at velja Sjúrð. Heldur ikki Sjúrður sjálvur. Hann hevur bara boðað frá einari nýggjari støðutakan. Alternativið var, at hann varð verandi í sama flokki, ikki treivst í síni rollu, og ikki fylgdi sínum yvirbevísningi. Og EOA hevði kanska ikki vitað tað, men áhaldandi valt sama persón...
hugo
 
Innlegg: 210
Skrásett/ur: 24 okt 2008, 17:16
Kyn: Dult

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 08 sep 2011, 22:51

Enn einaferð, eg havi hvørki hug at halda ella at gita um Tobbasa ilsinni og at bryggja fantasifullar samanhengir grundað á eina grein sum als einki hevur at gera við innihaldi í hesum tráði.
Nei, haldi ikki at Sjúrður hevur tænt mær serliga væl meginpartin av hesum valskeiðinum.
Haldi at hetta valskeiðið hevur avdúka hansara sonnu muru.
Hann hevur jú sjálvur fortalt djúpt og breitt um sín innara javnaðarmann um øll tey økini har hann ikki gekk leiðina hjá Tjóðveldi.
Eg haldi at var rætt av Sjúrði at fara úr flokkinum - tað var rætt fyri hann og rætt fyri flokkin - men eg haldi at hátturin hann gjørdi tað uppá er forkastiligur.
Trupulleikin er m.a. hann, at veljarin als ikki gav Sjúrði mandat at arbeiða fyri Javnaðarflokkin - hetta vísir at maðurin hevur ein moralskan brist.
Last edited by Erik Oluf Andersen on 08 sep 2011, 22:59, edited 1 time in total.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 08 sep 2011, 22:59

Erik Oluf Andersen segði :Kundi mundi átti skuldi - hattar eru bara rættuliga løgnar gitingar og niðurstøður tú diskar upp við - tær hava jú ikki botn í nøkrum sum helst.
Handan greinin hevur, sum eg havi víst á, als einki við hetta málið at gera, einasta funktiónin hon hevur her, er at agera eitt vánaligt roykslør.
Greinin nevnir ikki fólkatingsmálið við einum orði - lat okkum halda okkum til bara ein farra av veruleika.

Nú so mikið er fráliðið kann hatta ljóða sum løgnar gitingar. Men tað er ein gomul analysa, sum er komin fram til hatta, tá hendingarnar vóru frískar í minninum. Eg veit tað, tí eg gjørdi somu analysu -- tá. Og spurdi tá eisini fólk í Tjóðveldi.

Viðhvørt er spell, at tað er ikki alt sum man veit sum kann dokumenterast. :)
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 08 sep 2011, 23:12

Svá er.
Haldi eg havi sagt alt tað, sum eg havi at siga fyri fyrst í hesum málinum, nú er alt bara endurtøkur.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Skattaða frælsisrøddin Sjúrður Skaale

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 13 sep 2011, 23:58

Sjúrður Skaale
Tað er vandamikið at lata seg draga inn í skitið kjak sum hetta.


Til allarseinast - haldi at tað er fantastiskt at Tjóðveldi ikki hevur jordað Sjúrð totalt - man skal ikki grava serliga djúpt í gomlum youtube innleggum og greinum fyri at kunna pilka mannin totalt niður - flott av Tjóðveldi at lata hann fara í friði.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Aftur

Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron