Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

Kjakansari: Dionysus

Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 01 sep 2011, 15:00

Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum í góðum samstarvi við grønlendsk og donsk tingfólk.

Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at halda seg til allar samtyktir á Løgtingi og almenna politikk landsstýris. Serliga fara vit at leggja dent á at samskipa átøk fyri øktum útbúgvingarmøguleikum, orkusamstarvi og vinnumenning. Flokkurin fer ikki at draga føroyska ósemju á danating.

Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at leggja dentin á praktisk samstarv við danir. Serliga er alneyðugt at samstarva um at fáa føroysk lesandi heim úr Danmark við heldur at flyta útbúgvingartilboð heim enn at senda tey lesandi niður.

Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer somuleiðis at virka fyri altjóða gestauniversiteti í Føroyum, har donsk og onnur útlendsk universitet kunnu velja at skipa undirvísing og gransking sum tilboð bæði til føroysk lesandi og útlendingar, ið vilja koma til Føroya.

Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at mæla til at taka av føroysku fólkatingssessirnar sum frá líður. Í felagsskapi eiga Føroyar at vera javnsettar í ráðum og stovnum, og føroyska umboðið í Danmark eigur ikki at hava atkvøðurætt í donskum sermálum.

Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at halda sessin heitan. Tann, ið umboðar Sjálvstýrisflokkin, fer ikki samstundis at sita á Løgtingi.
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 01 sep 2011, 16:13

At sýggja til, hevur Sjálvstýrisflokkurin EITT áhugamál.

Valskráðin kundi tað sama skrivast við einum orði:

- Útbúgving.
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 01 sep 2011, 17:00

Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum í góðum samstarvi við grønlendsk og donsk tingfólk.


Er tað ein grund til at hitt føroyska fólkatingsfólkið ikki verður nevnt?
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 01 sep 2011, 18:20

Erik Oluf Andersen segði :
Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum í góðum samstarvi við grønlendsk og donsk tingfólk.


Er tað ein grund til at hitt føroyska fólkatingsfólkið ikki verður nevnt?

Tey ætla sær kanska bæði umboðini :)
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

GoymSkrivað hevur JN » 01 sep 2011, 18:35

Valskrá hjá D?
Hmm.. Hvat við "Javnstøða"? :D :D :D
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1692
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

GoymSkrivað hevur xabi » 02 sep 2011, 15:03

Hvussu kunnu flokkanir argumentera fyri lokal val evnum til Fólkatingið. Eysturoyar sjálvstýrisfelag sigur í dag, at tað er umráðandi at fáa Kristinu á listan. Felagið metir tað vera umráðandi, at javnstøða er á listanum og at Eysturoyggin verður umboðað.

Alt gott um javnstøðu, men er tað ikki eitt sindur undarligt, at felagið argumentar fyri eysturoyar umboðan á Fólkatingi ? Er tað ikki líka mikið, hvar valevnini koma frá, tá ið tey skullu umboða Føroyar á Fólkatingi ?
"I don't think much of a man who is not wiser today than he was yesterday."

-- Abraham Lincoln
xabi
 
Innlegg: 549
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:26
Kyn: Dult

Re: Valskrá Sjálvstýrisfloksins FT-val 2011

GoymSkrivað hevur dei » 02 sep 2011, 15:30

Jú tey skulu umboða allar Føroyar, men tú kundi sagt tað sama um kyn, fólkatingsfólkini skulu umboða bæði kynini, so átti tað at verið líka mikið hvat kyn fólkatingsfólkini eru. Ella hvussu gomul, um tey eru religiøs ella ei, um tey halda við HB osv osv osv.

Lokal uppstilling hevur ikki so nógv at gera við at ein úr Eysturoynni verður eitt betri fólkatingsfólk, men at ein úr Eysturoy ofta hevur lættari at heinta atkvøður úr Eysturoynni enn ein úr Tórshavn.
Anarchy : a situation of confusion and wild behavior in which the people in a country, group, organization, etc., are not controlled by rules or laws
dei
 
Innlegg: 3595
Skrásett/ur: 23 okt 2008, 10:08
Kyn: Dult


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron