Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

Kjakansari: Dionysus

Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 26 aug 2011, 20:04

Starvsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur gjørt landsnevndini tilmæli um valskrá og valevni, nú vit skulu velja samveldisting.

Millum fremstu málini verður at samstarva við danir um fáa føroysk lesandi at fara heim aftur, eins og samstarv um at byggja upp møguleikan hjá øllum føroyskum lesandi at taka part av útbúgving síni í Føroyum.


Sjálvstýrisflokkurin vil taka av fólkatingssessirnar. Vit ikki kunnu sigast javnsett við bert 2 umboðum av 179; so leingi vit eru í felagsskapi eiga vit at hittast á jøvnum føti.

Sjálvstýrisflokkurin fer tí at skjóta upp at broyta grundlógina at avtaka føroysku sessirnar og viðurkenna føroyskan sjálvsavgerðarrætt.

Sjálvstýrisflokkurin vil tó røkja sessirnar, so leingi teir eru har, og fer umboð Sjálvstýrisfloksins at sita fulla tíð á Fólkatingi, uttan at sita á Løgtingi ella í landsstýri samstundis.

Kári á Rógvi floksformaður hitti umboð fyri Radikala flokkin í samband við ST-aðalfundin í 2009. Sjálvstýrisflokkurin er vælkomin aftur í radikala tingbólkin, har Edward Mitens í síni tíð var limur, men fer kortini helst at velja norðuratlantsbólkin, tó at samstarv við tey radikalu er upplagt, tá ið ræður um liberalan útlendingapolitikk og satsing uppá útbúgving og gransking.

Sjálvstýrisflokkurin fer at nýta høvið eisini at profilera summi av frálíku valevnunum á tilstundandi løgtingsvalinum, teirra millum eru Kristianna Winther Poulsen, Karl A. Olsen, Jóanes N. Dalsgaard og teir ungu Dávur í Dali og Teitur Vágadal umframt landsnevndarformaðurin Jan. A. Joensen.
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 26 aug 2011, 21:29

Kári á Rógvi segði :Sjálvstýrisflokkurin fer at nýta høvið eisini at profilera summi av frálíku valevnunum á tilstundandi løgtingsvalinum, teirra millum eru Kristianna Winther Poulsen, Karl A. Olsen, Jóanes N. Dalsgaard og teir ungu Dávur í Dali og Teitur Vágadal umframt landsnevndarformaðurin Jan. A. Joensen.

Verður talitíðin sostatt brúkt at føra løgtingsvalstríð? Ætla tit ikki á Fólkating?
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 27 aug 2011, 07:17

FlóvinE segði :
Verður talitíðin sostatt brúkt at føra løgtingsvalstríð? Ætla tit ikki á Fólkating?


Nei, vit halda okkum til fólatingsvalskránna - og vit vænta at verða vald og røkja sessin fulla tíð, men eisini at skiftast um at røkja hann 1-2 ár í senn.

Men fatan okkara er, at fólkatingssessirnir skulu takast av.

Soleingi vit eru í samveldi við DK eiga vit at møtast á líkafóti - ikki sum 2 av 179 - serliga ikki tvey ið allasomlutíð mótsiga hvør øðrum og mótsiga landsstýrinum.
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Fiskari » 27 aug 2011, 09:21

Kári á Rógvi segði : serliga ikki tvey ið allasomlutíð mótsiga hvør øðrum og mótsiga landsstýrinum.


So tú ælar ikki at mótsiga teimun ið mótsiga tær? jaja áhugavert.
Helst meiningsleyst at hava eina meining.
Fiskari
 
Innlegg: 699
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 06:59
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 29 aug 2011, 12:41

Fiskari segði :
Kári á Rógvi segði : serliga ikki tvey ið allasomlutíð mótsiga hvør øðrum og mótsiga landsstýrinum.


So tú ælar ikki at mótsiga teimun ið mótsiga tær? jaja áhugavert.


Á fólkatingi ætli eg mær ikki at brúka tíðina uppá at mótsiga hinum føroyska umboðnum ella at mótsiga landsstýrinum, nei.
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Farerets2 » 30 aug 2011, 22:41

Munnu Órógva-Kárasa´dagar sum formaður í Forstýrisflokkinum vera taldir?... á einari hond ;)
Farerets2
 
Innlegg: 85
Skrásett/ur: 25 aug 2011, 16:38
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 31 aug 2011, 10:30

Kári á Rógvi segði :Soleingi vit eru í samveldi við DK eiga vit at møtast á líkafóti - ikki sum 2 av 179 -


Vanliga tími eg ikki at svara tær Kári, mest av tí at tú, í mínari verð, frambert teg sera láturliga í almenna rúminum. Men hesaferð má eg líka gera eina viðmerking, til hatta við at møtast a líkafóti.

Í Danmark búðu pr. 01.04.2011 5.564.219 fólk
Í Føroyum búðu í 2010 (nýggjastu tøl frá Hagstovuni) 48.574 fólk

skuldi tað veri á líkafóti, skuldi ein føroyingur veri á fólkatingi, fyri hvørjar 114.6 -ella 115 danskara.

Tað vil við øðrum siga, at fyri "okkara" tveir mans, skuldu danir haft 229 mans á fólkatingi.

Sigast kann, at vit eru ikki heilt á líkafóti við danir. Vit hava betur umboðan í samsvar við fólkatalið!
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 01 sep 2011, 15:07

Viðmerkjarin segði :Sigast kann, at vit eru ikki heilt á líkafóti við danir. Vit hava betur umboðan í samsvar við fólkatalið!

Skeivt.

Líka umboðan er sum á ríkisfundi: 1 úr GL, 1 úr FO, 1 úr DK - og forum skiftir landanna millum.

Líka umboðan er sum út útnorðurráðnum: 6 úr GL, 6 úr FO, 6 úr ÍS - og forum skiftir landanna millum.

Líka umboðan er sum undir Fællesforfatningen ið stóð OMANFYRI donsku grundlógina 1855-1864.

Osfr...
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 01 sep 2011, 15:45

Kári á Rógvi segði :
Viðmerkjarin segði :Sigast kann, at vit eru ikki heilt á líkafóti við danir. Vit hava betur umboðan í samsvar við fólkatalið!

Skeivt.

Líka umboðan er sum á ríkisfundi: 1 úr GL, 1 úr FO, 1 úr DK - og forum skiftir landanna millum.

Líka umboðan er sum út útnorðurráðnum: 6 úr GL, 6 úr FO, 6 úr ÍS - og forum skiftir landanna millum.

Líka umboðan er sum undir Fællesforfatningen ið stóð OMANFYRI donsku grundlógina 1855-1864.

Osfr...

Kann Fællesforfatningen brúkast í dag? Eg eri so illa lisin, at eg kenni ikki innihaldið, hvar kann man lesa hasa?
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 01 sep 2011, 16:06

Kári á Rógvi segði :
Viðmerkjarin segði :Sigast kann, at vit eru ikki heilt á líkafóti við danir. Vit hava betur umboðan í samsvar við fólkatalið!

Skeivt.

Líka umboðan er sum á ríkisfundi: 1 úr GL, 1 úr FO, 1 úr DK - og forum skiftir landanna millum.

Líka umboðan er sum út útnorðurráðnum: 6 úr GL, 6 úr FO, 6 úr ÍS - og forum skiftir landanna millum.

Líka umboðan er sum undir Fællesforfatningen ið stóð OMANFYRI donsku grundlógina 1855-1864.

Osfr...


Vilt tú so hava, at vit og Grønlendara skulu hava 175 tingmenn í part? ella skulu vit, grønlendara og danir hava 2 í part?

Tá man tosar um foholdið Føroyar - Danmark, plagar man at siga ca. faktor 100. (ca 100 danir pr føroying) hví skulu vit so vera líka umboðaðir í tali?
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Sjálvstýrisflokkurin klárur til FT-val

GoymSkrivað hevur Kári á Rógvi » 09 sep 2011, 13:23

Tey kláraðu seg væl í sjónvarpinum.
Kári á Rógvi
 
Innlegg: 170
Skrásett/ur: 26 jul 2010, 22:49
Kyn: Dult


Aftur til Fólkatingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron