Verður veljarin tikin við?

Kjakansari: Dionysus

Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur JN » 20 okt 2011, 09:53

Eg havi nú í longri tíð roynt at eftirlýst hvat mín atkvøða fer at vera brúkt til, men higartil hevur tað verið sum at sligið í eina dýnu. Og eg skal heilsa og siga, at eg ætli mær at halda fram við hesum inntil tann 29. okt. Fyribils eri eg komin til ta niðurstøðu, at flokkarnir ignorera veljaran, og helst síggja, at hann ikki blandar seg ov nógv uppí (!)
Tó hava einstakar røddir (t.d. Brynhild Thomsen) verið frammi og nevnt hetta fantastiska fyribrygdið, at valevnini lova gull og grønar skógir, men hava absolutt einki mandat aftanfyri hesi orð.
At enda: eg havi gjørt av, at verður einki nýtt at frætta hesum viðvíkjandi, so fari eg slett ikki á val :!:
Máti skal vera við at pissa upp eftir rygginum á veljaranum.
Sum Brynhild eisini segði: "Eg meini so við - vit hava løgtingsval!"
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1737
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur Spitze » 20 okt 2011, 11:32

Júst hvat kundi tú hugsað tær at fingið at vita?
Spitze
 
Innlegg: 800
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:32
Staður: Føroyar
Kyn: Maður

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur JN » 20 okt 2011, 11:39

Well, fyrst og fremst hvørjar flokkar tey ætla at samstarva við eftir valið.
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1737
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur JN » 23 okt 2011, 14:00

Nú er minni enn ein vika til valið, og veljarin hevur einki at taka støðu til!
Haldi tað verða heilt ótrúligt og eisini løgið at meira fokus ikki er á tí.
Hví skal veljarin ómaka sær at fara á val, tá hann ikki kann fáa at vita hvat atkvøðan skal brúkast til?
Tað er deprimerandi at vera vitni til, og nú fer tíðin at ganga undan.

Nú fer at vera síðsta útkall at fortelja veljaranum hvat hann hevur í at velja.
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1737
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur SigmundV » 24 okt 2011, 08:46

Sit tú bara heima, tí tú fær einki at vita.
One cannot understand ... the universality of laws of nature, the relationship of things, without an understanding of mathematics. There is no other way to do it. - R. P. Feynman

Sitatið vísir á tann stóra týdning, støddfrøði hevur.
/Sigmund Vestergaard
User avatar
SigmundV
Kjakansari í Mál, mentan og søga & Tøkni & Ítróttur
 
Innlegg: 2982
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:16
Staður: Dublin, Írland
Kyn: Maður

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur Farerets » 24 okt 2011, 09:40

eingin veit nakað, tí kanst tú ikki fáa nakað svar.

Um Føroyar vóru ein suverenur statur, kundi tú nøkulunda roknað við at tín atkvøða fyri A, B, D, F og nokk H fór til at stuðla høgrasamgongu, og at tín atkvøða fyri C og F fór til vinstrasamgongu.

Sum støðan er nú, vita flokkar helst ikki sjálvir, hvussu leikur fer aftaná valið.
User avatar
Farerets
 
Innlegg: 477
Skrásett/ur: 15 feb 2009, 20:26
Kyn: Maður

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur Róaldur » 24 okt 2011, 11:45

Eg eri samdur við JN.
Tað kann gott vera at tað er so ræðuliga smart við Facebook, har man kann viðmerkja og spyrja valevnini beinleiðis, men har kemur sku onki svar frá teimum.
Eg havi roynt at verið aktivur, og spurt inntil øll lyftini, sum koma sendandi, men tey flestu ignorerað, nøkur blíva fornermaði og bert fá svara nakað sum helst.
Hetta er simpulthen for vánaligt.
Mín atkvøða er leys enn, og við hetta lag verður hon leys allan vegin inn í valhølið, har eg kanska stemmi blankt um ikki okkurt seriøst fer at henda nú!!
Róaldur
 
Innlegg: 336
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:26
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur JN » 25 okt 2011, 22:18

Meðan vónin so líðandi fjarðar burtur... :
Veljarin verður veruliga so lítið virdur, at eingin fortelur honum hvat meiningin í heila tikið er við at hava løgtingsval. Teir brúka heldur tíðina uppá at lova gull og grønar skógir, uttan at hava tann misnta dekningin fyri lyftunum.
Um einki óvæntað hendir, má ein rokna við, at Kaj Leo fær høvi til at finna sær eina nýggja samgongu (sum einki var hent), og teir eftirsitandi flokkarnir hava tá sitið sjóvarfallið av sær.
Sum eitt absolutt minimum má ein ganga út frá, at hesir flokkar reisa misálit á løgmann, so allir flokkar eru líka stillaðir, tá farið verður til løgtingsformannin at finna tann nýggja initiativ-havaran.
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1737
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur JN » 27 okt 2011, 10:57

Nú tað bert eru tímar eftir til valhølini lata upp, kunnu vit (um einki óvæntað hendir) konstatera, at veljarin ABSOLUT EINKI hevur at taka støðu til.
Eg giti at hetta er eindømi í londunum, vit vilja sammeta okkum við.
Tilvildin kemur at gera av, hvør kemur at sita í samgongu.
Trist :cry:
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1737
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur herman » 27 okt 2011, 11:13

Munurin millum demokrati og diktatur er, at í einum demokratiði velur tú fyrst og fært ordrar aftaná. Í einum diktaturi sleppur tú undan at spilla tíðina uppá at fara á val.
Alt sum er skriva í hesum inleggi er reinur heilaspuni, og hevur einki við veruleikan at gera. Allir pástandir sum sínast at hava nakra líkheit við veruligar persónar, fyritøkur ella veruligar hendingar er ikki tilætla og er rein og skær tilfeldigheit.
herman
 
Innlegg: 780
Skrásett/ur: 27 feb 2009, 10:20
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur herman » 27 okt 2011, 11:28

Róaldur segði :Eg eri samdur við JN.
Tað kann gott vera at tað er so ræðuliga smart við Facebook, har man kann viðmerkja og spyrja valevnini beinleiðis, men har kemur sku onki svar frá teimum.
Eg havi roynt at verið aktivur, og spurt inntil øll lyftini, sum koma sendandi, men tey flestu ignorerað, nøkur blíva fornermaði og bert fá svara nakað sum helst.
Hetta er simpulthen for vánaligt.
Mín atkvøða er leys enn, og við hetta lag verður hon leys allan vegin inn í valhølið, har eg kanska stemmi blankt um ikki okkurt seriøst fer at henda nú!!

Veljarnir eru arbeiðsgevara hjá politikarnum.
Men hvat halda politikarnir seg vera? Teir bíva bæði fornermaðir og ríma meðan teir eru til interview hjá veljarnum. Og um ein ferð at grava í teirra CV so blíva teir frá sær sjálvum. Hvussu kunnu vit vita hvønn vit skullu seta í hesu 4ára størvini um vit ikki hyggja eftir hvat teir hava útrætta.
Hettar eru ikki vanlig størv hvar vit bara kunnu koyra teir til hús um teir ligga og sova í arbeiðstíðini.
Alt sum er skriva í hesum inleggi er reinur heilaspuni, og hevur einki við veruleikan at gera. Allir pástandir sum sínast at hava nakra líkheit við veruligar persónar, fyritøkur ella veruligar hendingar er ikki tilætla og er rein og skær tilfeldigheit.
herman
 
Innlegg: 780
Skrásett/ur: 27 feb 2009, 10:20
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur JN » 27 okt 2011, 11:39

Á valfundinum hjá Dimmalætting í kvøld, fáa flokkarnir spurningin hvønn tey ætla at samstarva við, men eg eri bangin fyri, at har kemur einki svar. Men ein kann framvegis liva í vónini..
Tað er sum við uppskotinum hjá Lisbeth á sinni: "Tað er hemmiligt...!" :roll:
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1737
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult

Re: Verður veljarin tikin við?

GoymSkrivað hevur JN » 13 nov 2011, 11:18

Tað stutta svarið til spurningin í yvirskriftini er: Nei, veljarin var ikki tikin við!
Men tað vistu vit frammanundan.
"Fylkist um tey, ið leita eftir sannleikanum, men varðið tykkum fyri teimum, sum halda seg hava funnið hann!"
Jens M. Knudsen, astrofysikari
JN
 
Innlegg: 1737
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 09:28
Kyn: Dult


Aftur til Løgtingsval 2011

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users