"Ólavsøkudystur um føroya stórsta steyp 27.Juli í Gundadali!

"Ólavsøkudystur um føroya stórsta steyp 27.Juli í Gundadali!

GoymSkrivað hevur KWC » 22 jul 2009, 21:11

Ovara vøllur í Gundadali verður 27. Juli kl.17 karmur um stórsteypadyst millum tey bæði minstu feløgini í føroyskum fótbólti, nýsprotnað FF Giza, og Undri FF.
Tað er FF Giza, sum hevur tikið stig til hetta tiltak, og siga umboðsmenn, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak. Kostnaðurin at síggja dystin er einans 50 kr.. Orsøkin til at hesin steypadystur er heldur ørvísi enn aðrir, er ivaleyst tað stóra steypið, sum vinnarin sleppur at lyfta, tá dysturin er lokin. Steypið er nakað yvir 1 metur høgt og fær sjálvt CL-steypið at rodnað. Steypið, sum spælast skal um, hevur fingið navnið Glitnir-steypið, og kemur tað felagið, sum antin vinnur tað 3 ferðir upp á slag ella vinnur tað 5 ferðir tilsamans, at eiga steypið til ognar.
Sigast kann, at hetta er eitt upplagt høvi hjá fólki at hita upp til Ólavsøkuna og sjálva Steypafinaluna 28.
So Kom oman í Gundadal og verð ein partur av einum søguligum dysti, har æran og rivaliteturin millum hesi bæði lið heilt sikkurt koma at skapa eina undirhaldandi og spennandi finalu!
KWC
 
Innlegg: 2
Skrásett/ur: 17 jun 2009, 17:23
Kyn: Dult

Aftur til Strikað innlegg

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users