Herliga valstríðið hjá javnaðarfólkum á Tvøroyri

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Herliga valstríðið hjá javnaðarfólkum á Tvøroyri

GoymSkrivað hevur Jackpot » 10 nov 2008, 16:12

Tað er ikki sørt stuttligt at fylgja við á Suðurrás, hvussu valevnini á javnaðarlistanum á Tvøroyri føra valstríð.

Kananónirnar eru fyri tað mesta vendar móti javnaðarumboðunum, ið hava sitið við valdið árini frammanundan og floksfeløgum í landsstýrinum.

Jens Johannesen sigur um Hans Paula Strøm, at:

“... tíðin er komin hartil, at okur í Suðuroy fáa fatur í hasum landsstýrismanninum og hála hann suður og fortelja honum, hvussu arbeiðið fyrigongur, og hvussu mannagongdirnar á sjúkrahúsinum eru, og hvat tað er sum í heila tikið fyrigongur.
……..
Jeg havi verið á fundi við heilsumálaráðharran fyrr. Úrslitið? Ein slutur fyri ein slatur!!!!!”

Í aðrari grein sigur sami Jens um sama Hans Poula:

”Okur í sosialu nevnd í Tvøroyrar býráð hava í hesum farna skeiði, havt fleiri fundir við okra landstýrismann í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm. Jeg eri sera vónbrotin, at hann ikki hevur tikið okra áheitanir meira álvarsliga.”

Kári Sørensen, tosar mest um 2. heimsbardaga og tykist ikki at hava fingið við, at hansara floksfelagar hava sitið við valið seinastu árini, tá hann vísar á :

” …Eg ætli mær ikki at bjóða nøkrum borgara nakað órealistist valagn, tí sum øllum kunnugt, so er KRUBBAN TÓM !!!”

Vitjar man heimasíðuna hjá Finnleif Guttesen, so sær man eisini, at Kári Sørensen eisini hevur átikið at ráðgeva mótstøðumanninum í viðmerking til grein um vetrarfriðingina.

KS byrjar við at byggja upp:

”Flótt research...
Flótt arbeiði...
Fortset endiliga, vit hav brúk fyri einum sum tær at geva okkum slík tíðindi. ”
Og so brýtir hann niður:

”MEN stilla ikki upp til val.
Vit søgdu tað við teg við seinasta val (vink med en vognstang).
Tú fekk bert gótt 20 stemmur.
Halt teg til tað tú dugir.”

Fantastiskt! Hetta má vera okkurt serligt slag av sálarligum valstríði.

Prísin ber tó sitandi bórgarstjórin, tá hann í grein eftir 4 árum við valdið og ártíggjur við javnaðarflokkinum við valdið heitir á veljaran um:

”Latið ogum líta frameftir og ikki hongja ogum í fortíðina.”

Ja, hevði ein bara sloppi frá at hugt afturum bak, so var lætt at stilla upp ferð eftir ferð eftir ferð og frá lista til lista til lista
:lol:
Jackpot
 
Innlegg: 112
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 17:28
Kyn: Dult

Re: Herliga valstríðið hjá javnaðarfólkum á Tvøroyri

GoymSkrivað hevur Filpus » 11 nov 2008, 09:48

Man skuldi tikið frí og farið til Suðuroyar nakrar dagar uppundir val. Tað man vera undirhalda á hægsta stigi. Ikki tí, tað eru eisini tvørámenn, ið eru fremstu borgarastjórakandidatar í Fuglafirði og í Tórshavn, so har er eisini nokkso stuttligt. ;)
Filpus
 
Innlegg: 306
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:20
Kyn: Dult


Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron