Hvar er valstríðið í Sunda kommunu?

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Hvar er valstríðið í Sunda kommunu?

GoymSkrivað hevur Filpus » 08 nov 2008, 12:52

Eg búgvi í Sunda kommunu, og tað má sigast at vera ótrúligt sum áhugin fyri kommunuvalinum tykist lítil. Eg havi tosað við ein persón, umfram at ein hevur skrivað til mín og biðið meg valt seg. Men eg havi ikki sæð eina einastu lýsing og ikki lisið eitt einasta lesarabræv uppundir valið.

Men kanska fara onkrar lýsingar at koma mánadagin?
Filpus
 
Innlegg: 306
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:20
Kyn: Dult

Re: Hvar er valstríðið í Sunda kommunu?

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 10 nov 2008, 11:40

Ja rætt hevur tú, sera lítið at sýggja av plakatum og øðrum. Tað einasta sum hevur veri at sað og hoyrt til valevnini, er faldara sum eru bornir í øll húsini, og so fundurin sum var í gjárkvøldið í Eydnuni.

Ein av grundunum til, at tað er so friðarligt, er kanska at næsta kommunustýri sum kemur framat, fær eina stóra uppgávu við tí fíggjarliga. Kommunan er ikki so væl fyri sum tey flestu halda.
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Hvar er valstríðið í Sunda kommunu?

GoymSkrivað hevur Filpus » 10 nov 2008, 17:01

Fann útav sunnukvøldið, at tað var fundur í Eyðnuni sunnukvøldið. Sera illa lýst.

Annars fekk eg eisini tveir faldarar í dag.
Filpus
 
Innlegg: 306
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:20
Kyn: Dult

Re: Hvar er valstríðið í Sunda kommunu?

GoymSkrivað hevur Herg » 10 nov 2008, 18:37

har er hvussu er ein sum skrivar í heilum á www.val.fo
Herg
 
Innlegg: 18
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 21:36
Kyn: Dult

Re: Hvar er valstríðið í Sunda kommunu?

GoymSkrivað hevur Viðmerkjarin » 11 nov 2008, 02:18

Filpus segði :Fann útav sunnukvøldið, at tað var fundur í Eyðnuni sunnukvøldið. Sera illa lýst.

Annars fekk eg eisini tveir faldarar í dag.


So hopi eg at tú fekst ein faldara frá lista C ;)
Ja eg eri Sambandsmaður... Og tað eri eg stoltur av.

http://www.helgi.org/
User avatar
Viðmerkjarin
 
Innlegg: 1050
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 14:13
Kyn: Dult

Re: Hvar er valstríðið í Sunda kommunu?

GoymSkrivað hevur Filpus » 11 nov 2008, 09:43

Jú. Fekk bæði faldaran hjá lista A og C. Faldarin hjá lista A er í litum, so eg má velja lista A... Nei, tvass. Tað stendur meiri í faldaranum hjá lista C. Meiri útgreinað enn hjá lista A. Tað sær út sum listi C hevur gjørt meiri burturúr enn listi A.

Skal viðganga, at listi C helst er sterkari á tónleika- og mentanarøkinum. At sagt verður, at allar bygdirnar skulu teljast millum best røktu bygdir er eisini sera positivt. Nýggj læknamiðstøð er sanniliga eisini tiltrongd - helst eitt minstakrav fyri at man yvirhøvur fær nakran nýggjan lækna.
Filpus
 
Innlegg: 306
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:20
Kyn: Dult


Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users