Suðuroyarætlanin, hvar bleiv hon av

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Suðuroyarætlanin, hvar bleiv hon av

GoymSkrivað hevur Jackpot » 05 nov 2008, 00:04

Minnast tit hesa, gjørdi hon mun?

"21-01-2005 | Landsstýrið gjørt Suðuroyarætlan

Støðan í Suðuroynni hevur leingi verið vánalig, men er nú vorðin so mikið hættislig, at landsstýrið hevur valt at gera eina serliga ætlan fyri hendan partin av landinum. Suðuroyarætlanin skal stuðla undir menning og leggja støði undir javnbjóðis kappingarføri og harvið betri vinnumøguleikum í Suðuroynni.
Tað snýr seg um eina heildarætlan, sum byggir á tætt samstarv millum kommunurnar í oynni, vinnulívið og landsstýrið. Ætlanin fevnir um eina røð av tiltøkum, sum saman fara at skapa økt virksemi og betri trivna í Suðuroynni.

“Suðuroyarætlan 2005”:

Suðuroyarætlan 2005
Landsstýrið ásannar, at støðan í Suðuroynni, sum í mong ár hevur verið vánalig, nú er vorðin so mikið hættislig, at politisk stig mugu takast til tess at stuðla eini tilgongd, ið hevur við sær støðug arbeiðspláss í oynni.
Samgonguflokkarnir heittu hin 12. januar á landsstýrið um at leggja eina ítøkiliga ætlan at skapa grundarlag fyri javnbjóðis kappingarføri og harvið vinnumøguleikum í Suðuroynni. Atlit eru tikin at hesari áheitan í viðgerð landsstýrisins av málinum.
Heildarætlan fyri Suðuroynna inniheldur ymiskar tættir, ið tilsamans kunnu skapa eina tilgongd, ið fremur virksemi og trivna. Skal hetta eydnast til fulnar, er neyðugt, at bæði kommunalir myndugleikar og vinna medvirka og fremja átøk.
Suðuroyarætlanin fevnir um ítøkilig átøk, tilgongdir og hugskot:

1. Flakavinnan
Landsstýrið ásannar, at verandi støða innan flakavinnuna í Suðuroynni als ikki er nøktandi. Ein møguleiki er tí, at Suðuroyggin verður ein feskfiskamiðdepil, sum hon var í fyrru helvt av 90’árunum, tá beinleiðis samband var millum Suðuroynna og Skotland. Ein fortreyt fyri hesum er, at skip, fólk staðnum og aðrir íleggjarnar fáa møguleika at fara undir slíkt virksemi.
Tað er avgjørt ein bati, at Fiskavirking nú fer undir fiskaframleiðslu á Polarfrost í Vági í mars mánaði, har brúk verður fyri 35-40 ársverkum.

2. Flutningssamband
Landsstýrið ásannar, at Suðuroyggin er sera fjarskotin, bæði tá tað snýr seg um flutningssambandið innanoyggja og við umheimin. Hetta ger, at virkir í oynni eru verri fyri enn virkir aðrastaðni í landinum, serliga tá talan er um útflutning av feskum fiskaúrdráttum. Ein fráferð úr Suðuroynni til skotska meginlandið hvørt fríggjakvøld hevði ivaleyst styrkt um vinnugrundarlagið á staðnum.
Landsstýrið fer at kanna, hvussu flutningsmøguleikarnir innlendis og til meginlandið kunnu betrast og virka fyri, at Suðuroyggin verður javnstillað við restina av landinum. Hetta verður gjørt í samstarvi við flutningsfeløgini.

3. Miðnámsskúli og røktarheim
Landsstýrið heldur framvegis, at tað besta fyri Suðuroynna í síni heild er at byggja miðnáms-
og heilsuskúla í Hovi og røktarheim í Vági. Taka kommunurnar í Suðuroy undir við hesi ætlan, verður farið undir at fyrireika verkætlanina í vár. Farast kann undir at byggja røktarheim so skjótt kommunalu myndugleikarnir á staðnum taka avgerð um tað, og semja er funnin millum land og kommunur um, hvussu fíggingin verður skipað.

4. Fiskapakkin
Landsstýrið er sinnað at tryggja, at føroysk fiskavirki fáa veruligan møguleika at bjóða uppá botnfiskin, sum føroysk fiskifør veiða í føroyskum og í íslendskum sjógvi. Talan verður her um at broyta lógirnar um ávikavist vinnuligan fiskiskap og um uppboðssølu og broytingar í kunngerðum, sum eru heimilaðar í hesum lógum. Broytingarnar hava sum mál at steðga sonevndu proforma-sølunum og at javnstilla allar skipabólkar við atliti at avreiðingum uttanlands. Landsstýrið fer at leggja fram uppskot um broytingar í lógarverkinum um avreiðingar og sølu av fiski í hesi tingsetuni. Fiskapakkin fer ivaleyst at stimbra virkseminum í høvuðsvinnuni.

5. Berghol millum Øravík og Hov
Landsstýrið fer undir at gera berghol millum Øravík og Hov í ár, og lógaruppskot um verkætlanina verður løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Hvussu nógv arbeiðspláss talan verður um er m.a. tengt at, um tað verður eitt útlendskt ella eitt føroyskt felag sum vinnur útbjóðingina. Verður tað útlendskt felag, vísa royndirnar frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, at uml. 2/3 av arbeiðsmegini er føroysk, um alt verður íroknað. Ein leyslig meting er tí, at verkætlanin beinleiðis skapar 30-40 føroysk arbeiðspláss í miðal um árið í umleið 2½ ár, um felagið velur at nýta sama leist sum NCC hevur nýtt í Norðoyatunlinum. Avleitt keyp av vørum og tænastum fer vantandi eisini at skapa nakað av virksemi í Suðuroy.

6. Kommunusamanlegging
Landsstýrið stuðlar ætlanini at leggja oynna saman í eina kommunu. Hetta vil geva eina sterka umsitingarliga eind, sum fær tørv á útbúnum fólki av ymiskum slag m.a. løgfrøðingum, búskaparfrøðingum og verkfrøðingum. Sum ein kommuna fer oyggin ikki longur at vera í innanhýsis kapping, men í kapping við restina av landinum og útheimin.

7. Almenn arbeiðspláss
Ein annar grundleggjandi trupulleiki, sum Suðuroyggin hevur er, at stóra talið av ungdómi, sum flytur burtur í lestrarørindum, ongantíð fær møguleika at venda aftur til oynna, tí ov fá størv eru, har tey kunnu brúka sína útbúgving. Landsstýrið vil tí virka fyri, at almenn arbeiðspláss eisini koma Suðuroynni til góðar. Hetta, saman við einari sterkari kommunalari fyrisiting í samanløgdu kommununi, fer at skapa grundarlag fyri enn fleiri førleikakervjandi størvum.
Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og almanna- og heilsumálum arbeiða við ítøkiligum ætlanum, ið m.a. hava við sær, at nýggj almenn arbeiðspláss verða í Suðuroynni.

8. Samskiftiskervi
Støðið viðvíkjandi samskiftismøguleikum og infrakervi í Suðuroynni er á hædd við aðrar partar av landinum. GSM-fartelefonkervið er nøktandi, og breiðbandsskipanin verður støðugt ment, so at allar bygdirnar í oynni eru við í ár. Suðuroyggin og Sandoyggin eru einans knýttar at meginlandinum við radiodsambandi. Føroya Tele ætlar nú at leggja kaðal til Suðuroyar. Í dag røkkur digitala sendinetið hjá Televarpinum ikki til Suðuroyar, men er hetta ein partur av ætlanunum hjá felagnum í ár.

9. Fríhavnsvirksemi í Vági og á Drelnesi
Landið hevur gjørt íløgur í nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, og Tvøroyar Kommuna hevur fingið Drelnes at ráða yvir. Harafturat hevur landsstýrið partvíst fíggjað djúphavn í Vági. Við hesum hava havnirnar, bæði á Tvøroyri og í Vági, fingið nýggjar vakstrarmøguleikar. Grundarlag skuldi tískil verið fyri at økt um virksemið við eitt nú umskiping av fiskavørum og soleiðis skipa ein tilfeingisdepil.

10. Ráðgeving
Landsstýrismaðurin í innlendismálum fer, í samstarvi við kommunurnar, at taka stig til at fáa fólk við serkunnleika at ráðgeva myndugleikum, felagsskapum og/ella einstaklingum í vinnuligum og samfelagsligum spurningum.

Í Tinganesi, 21. januar 2005

Føroya Landsstýri"
Jackpot
 
Innlegg: 112
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 17:28
Kyn: Dult

Re: Suðuroyarætlanin, hvar bleiv hon av

GoymSkrivað hevur PI » 05 nov 2008, 11:34

Hví taka tit suðringar ikki bara og keypa ein grunn.

Føroyar er fult av almennum grunnum fullir av pengum, og tað er skjótt at broyta endamálsorðing. Krevst bara ein aðalfundur.

Hvussu heldur tú útbyggingin av vága floghavn er fíggjað.
PI
 
Innlegg: 193
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 21:15
Kyn: Dult

Re: Suðuroyarætlanin, hvar bleiv hon av

GoymSkrivað hevur Jackpot » 05 nov 2008, 12:24

At eingin suðuroyargrunnur fyri langt síðani ikki er settur á stovn, er av tveimum orsøkum:

1) Teir lokalpolitikarar, ið suðri, sum siga seg vilja samstarv og samanlegging, vísa hetta ikki í gerðum - tí er álit ongantíð uppbygt
2) Teir landspolitikarar, ið verða valdir í suðri, verða í stóran mun valdir, tí tað er siðvenja at velja ávísan flokk í oynni, óansæð um tað verður gjørt nakað fyri oynna og óansæð um teir bert seta fótin her suðri til val og á degi teirra sjólatnu.

Ergo, lokalpolitikararnir standa ikki saman um oynna og landspolitikarnir hava lítla orsøk at stíðast fyri oynni, tí er man úr ávísum flokki er man nærum vísur í at verða valdur, tí suðuroyingar velja ikki eftir hvat er avrikið, men eftir hvønn flokk omman og abbin valdi.
Jackpot
 
Innlegg: 112
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 17:28
Kyn: Dult

Re: Suðuroyarætlanin, hvar bleiv hon av

GoymSkrivað hevur Havnamenn » 05 nov 2008, 18:16

Um suðuroyðingar nú tóku seg saman, og royndu at taka støðuna í álvara, ikki bara við tosið, men í verki. Fyrsta stigi er at byrja at virða hvønn annan har suðuri, óansæð hvaðani úr oynni ein kemur, tað hevði lætið upp fyri samarbeiði tvørtur um Hovsegg, og so var grundin løgd til at suðuroyggin kundi komi at virka.
Nú tunnilin er komin tekur tað 15 - 20 min at flyta seg millum Tvøroyri og Vág, hví ikki brúka hendan møguleikan til at samarbeiða, um virkir og arbeiði annars, kanska okkurt annað enn fisk, í staðinfyri at ganga í túninum hjá sær sjálvum og grenja. Tað hjálpir ikki bara at grenja norðureftir, og slett ikki um tit ikki kunnu gera tað í felag, sjálvandi eru tað økir ið líka væl kunnu liggja í Suðuroy, sum aðrastaðni í landinum, men tað er ikki endaliga loysnin fyri tykkum, tit noyðast at gloyma alt gamalt nag millum bygdir, og flyta tykkum til 2008, bróta upp um armar og koma í gongd, tað hevði gagna tykkum í longdini.

Ein Havnamaður :-)
Havnamenn
 
Innlegg: 2
Skrásett/ur: 03 nov 2008, 13:39
Kyn: Dult


Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron