Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 04 nov 2008, 23:11

Ja, soleiðis byrjaði eg "Endiliga tað ordiliga ólavsøkurappið", sum eg fyrstu ferð framførdi við MC-Hár á ólavsøkukonsertini 1996. Tá var eingin ivi, ólavsøkan var ársins veistluliga hæddarpunkt - tjóðarhátíðin. Ólavsøkukonsertin var tá ársins tónleikatiltak, og ja í ein ávísan mun var ólavsøkukabarettin ofta sjónleikaliga hæddarpunktið á árinum.

Men hetta er broytt, tónleikafestivalar og størri professionalisman innan sjónleik, tónleik og list annars ger, at tilboðini eru nógv, og um ólavsøkan stendur í stað, so doyr hon spakuliga burt.

Eg vil geva ólavsøkuni nýtt lív.

Ólavsøkan skal gerast hæddarpunktið á árinum, á tremur við viðkomandi undirhaldi, list og ítrótti, ið saman við gleðini um at hittast og vera saman, fer at tryggja, at ólavsøkan verður verandi okkara tjóðarhátíð.
Tí ólavsøkan er enn tjóðarhátíð føroyinga! Hetta er tó ikki longur nøkur sjálvfylgja, og skal tjóðarhátíðin ikki følna, mugu fólk veljast í Tórshavnar býráð, ið hava visjónir fyri ólavsøkuni.

Lækkandi inntøkur frá tombola og 21-spølum trýsti sjálvt tey mest konservativu í fyriskipanarbólkinum at flyta seg og ólavsøkuna frameftir, og sostatt fekk ólavsøkan í 2008 størri mentanarligt innihald. Men nú er týdningarmikið ikki at steðga á. Arbeiðið má halda fram, og onnur atlit enn stuttskygd inntøka hjá einstøkum feløgum mugu takast.

Tíðin er farin frá bíligum plastikkvinningum og kandifloss. Hetta kann eiga sítt pláss, men skal ikki vera beinagrindin í ólavsøkuni. Ítrótturin er sentralur á ólavsøku, og tað skal hann eisini vera.

Føroyskt mentanarlív skal geva ólavsøkuni innihald við tónleiki, sjónleiki, myndlist, dansi og upplestri. Hetta skal vera inni á mat-, skeinki- og mentanarstøðum, men eisini úti í gøtunum við t.d. uttandurapallum og útisjónleiki.

Ólavsøkan skal vera tjóðarhátíð fyri allar føroyingar og gestir, fyri børn, vaksin og eldri. Men eisini skal í nógv størri mun takast atlit til tey, ið orsakað av breki ikki fáa ferðast í Havnargøtum á ólavsøku.

Tryggja okkum øllum eina góða ólavsøkE,
vel mE
á lista E.
Niels UnE
havi heimasíðE
á http://www.tjodveldi.fo/nielsuni
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Stanley » 05 nov 2008, 00:01

Niels Uni. Visti tú, at Ólavsøkan eisini er vorðin eitt hitt millum danskar skøkjur seinastu árini ?
Tær samla tropparnar og koma kvinnusterkar til høvuðsstaðin at skora lættar 1000-krónuseðlar frá desperatum, fullum, føroyskum (sjó)monnum.

Álvara !

(hevði líka hug at nevna hetta sum eina parantes...)
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 05 nov 2008, 00:45

Ja, tað var so ein heilt onnur mentan, ella mentanarbland um tú vilt. Nei, tað var eg ikki greiður yvir, havi nokk ikki verið nóg fullur, ella sæð nóg nógv út sum ein ríkur sjómaður, til at fáa tílík tilboð. :D
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Online » 05 nov 2008, 01:28

Og hvat ætlar Niels Uni at gera við Ólavsøkuna? nakað konkret boð? - ella er hetta bara nakað vælagn? - Hvat vil tú broyta, og hvat verður annarleiðis - hvussu vil tú gerða hetta? - vinarliga gev eitt konkret boð, uppá hetta?

Tað sum Stanley sipar til, visti eg eg ikki - havi einki hoyrt um hetta og veit ikki, um hetta er eitt seriøst problem, ella bara nakað hann/hon slongir út. - trúgvi ikki uppá hatta.

Vit hoyrdu í ár, at Heðin vildi broyta Ólavsøkuna at ymisk tiltøk vóru gjørd o.a. haldi veruliga ikki, at nakað lukkaðist serliga væl har.
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 05 nov 2008, 01:39

Havi heldur ikki hoyrt um hasar damurnar.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 05 nov 2008, 01:49

Eg havi nøkur konkret boð í mínum teksti, sosum útisjónleik. Men tað sum eg meti vera fyrsta stigið er at umskipa alla loyvis prossessina, har ein rættiliga fastur bólkur, við nøkrum einkultum persónum frá myndugleikunum og Tòrshavnar ítróttarrað sum velja og vraka. Sjálvt um eg eri sannførdur um, at hesi fólkini vilja tað besta, so er støðið í alt ov stóran mun tikið í hvussu kann Tórshavnar ítróttarráð, skjótast og lættast vinna nógvan pening (eg eri greiður yvir, at hetta fer aftur í felagsarbeið) Men hetta má ikki vera grundtankin. Dømi um karusell óskilið í Nonnuskúlanu, ið av onkrari ófatiligari grund ikki kravdi mannalív, vísir hvussu galið alt hetta er.

Kommunan er vertur, og eigur í samstarvi ikki bert við ítróttarráðið, men við alt mentanarlívið og vinnul´viið. gera eina virkisætlan. T.d. kann man læra nógv av Roskilde Festivalinum, har performance bólkar hava framførslur kring alt økið, og við ymiskum tema økjum. Ein stórur útisjónleikur hevði eisini riggað væl. Eg haldi professionell fyriskipanarhjálp skal setast, evt. bygt á ráðgeving frá støðum, ið hava góða eydnu við tílíkum tiltøkum.

Stutt sagt, tann amatørkenda fyrireikingin skal gerast professionell
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 05 nov 2008, 01:57

Man eigur eisini at varðveita nøkur gomul Ólavsøkueyðkenni. Haldi t.d. at tað er so festligt og Ólavsøkusligt við avdotnum monnum, serliga í blómukassunum. Men hendan festligheitin er eisini í stórari afturgongd. Kanska kundi kommunan skipað soleiðis fyri, at tað í minsta lagið liggur ein avdottin maður pr. blómukassa til eina og hvørja tíð allar Ólavsøkudagarnar.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Stanley » 05 nov 2008, 02:23

Online segði :Tað sum Stanley sipar til, visti eg eg ikki - havi einki hoyrt um hetta og veit ikki, um hetta er eitt seriøst problem, ella bara nakað hann/hon slongir út. - trúgvi ikki uppá hatta.

Hon Online - men tað kundi tú sjálvandi ikki vita :) Navnið "Stanley" hevur sína søgu, sum eg ikki orki at koma inn á beint nú. Tað er annars ikki tí eg ætlaði at spilla nakað glansbílæt av Ólavsøkuni, at eg nevndi hasar donsku horurnar. Bara nakað, sum fall mær í huga, nú eg las um Ólavsøkuna.

Havi ein vinmann, sum var tíðliga í býnum tann 28. juli 2007. Hann greiddi mær frá, at hann sat á einum vertshúsi, tá hann varnaðist , at har vóru nógv fleiri hottar steikir, enn vanligt. Einaferð sá hann eina 20 ára gamla blondinu í netsokkum, og sum ikki sá føroysk út, fara út úr vertshúsinum haldandi um ein glaðan 70 ára gamlan mann í føroyskari húgvu, og tá fall 5-oyrað. So varnaðist hann, at tað vóru fleiri av hinum mannligu gestunum, sum "útvekslaðu forrætning".

Seinni prátaði hann við nakrar av damunum, sum greiddu honum frá, at tær vóru komnar til Føroyar at trekkja, tí at tær høvdu hoyrt frá nøkrum kollegum, sum høvdu verið her árið frammanundan, at tað vóru nógvir pengar í býnum um Ólavsøkuna, umframt at tað var konufólkamangul, og at fólk vóru græð. Seinni vísti hann tí einu damuni runt í havnini, og greiddi henni frá stevnuni og mentanini her annars.

Sooo jú !!!
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur pearls » 05 nov 2008, 10:20

ROFL!!!! :lol: Eg kenni forrestin eina danska eina, ið hevur verið í FO og gjørt hatta 8-)

Men vit vóna, at komandi býráðspolitikkarar fara at kollvelta ólavsøkuni.
User avatar
pearls
 
Innlegg: 977
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 08:28
Staður: Danmark
Kyn: Dult

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Silent Otto » 05 nov 2008, 11:05

Stanley segði :Hon Online - men tað kundi tú sjálvandi ikki vita :) Navnið "Stanley" hevur sína søgu, sum eg ikki orki at koma inn á beint nú. Tað er annars ikki tí eg ætlaði at spilla nakað glansbílæt av Ólavsøkuni, at eg nevndi hasar donsku horurnar. Bara nakað, sum fall mær í huga, nú eg las um Ólavsøkuna.

Havi ein vinmann, sum var tíðliga í býnum tann 28. juli 2007. Hann greiddi mær frá, at hann sat á einum vertshúsi, tá hann varnaðist , at har vóru nógv fleiri hottar steikir, enn vanligt. Einaferð sá hann eina 20 ára gamla blondinu í netsokkum, og sum ikki sá føroysk út, fara út úr vertshúsinum haldandi um ein glaðan 70 ára gamlan mann í føroyskari húgvu, og tá fall 5-oyrað. So varnaðist hann, at tað vóru fleiri av hinum mannligu gestunum, sum "útvekslaðu forrætning".

Seinni prátaði hann við nakrar av damunum, sum greiddu honum frá, at tær vóru komnar til Føroyar at trekkja, tí at tær høvdu hoyrt frá nøkrum kollegum, sum høvdu verið her árið frammanundan, at tað vóru nógvir pengar í býnum um Ólavsøkuna, umframt at tað var konufólkamangul, og at fólk vóru græð. Seinni vísti hann tí einu damuni runt í havnini, og greiddi henni frá stevnuni og mentanini her annars.

Sooo jú !!!

Hvat vilt tú við hesum Stanley?
Hvat akkurát er problemið?
Er kappingin ov hørð, ella verður tú undirbjóða?
Er tað at tær eru danskar? Hevði tað verið frægari um tær vóru íslendskar?

Annars, so er heiti "hora" eitt úttrykk, sum fyri mær verður brúkt av føroyingum ið meta seg, av einhvørjari orsøk, at hava ein betri ella hægri moral enn onnur. Er tað gleðisgentur tú meinar við?
Nú haldi eg seriøst at fólk skullu bíða eitt sindur við at gera slíkar definitivar niðurstøður!! -infowarrior 02 feb 2010
User avatar
Silent Otto
 
Innlegg: 637
Skrásett/ur: 22 okt 2008, 18:55
Staður: Über Skandinavia
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Stanley » 05 nov 2008, 13:30

Silent Otto segði :Hvat vilt tú við hesum Stanley?
Hvat akkurát er problemið?

Nei, nei Otto. Vildi akkurát einki enn bara at nevna hatta. Einki problem. Hatta var sum nevnt ein parantes, eg (spontant) kom í tankar um, nú Ólavsøkan er á breddanum.
Nokkso áhugavert at fólk ikki vistu hatta, ha ?...og faktisk nokkso stuttligt at føla, at hasin vinkulin av stevnuni, sum so sanniliga eisini er partur av veruleikanum, "tekur glansin av føroyska búnanum".

Takið hatta eisini bara sum eina parantes, og kjakist annars víðari um ítrótt og mentan !
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 05 nov 2008, 17:47

Tá eg var ungur og rebelskur tónleikari, plagdu vit at tosa um, at onkrir tónleikarar prostitueraðu seg við at spæla í teltinum á ólavsøku, men tað var ikki hetta slagið av prostitutión. Eg veit ikki heilt, hvat eg skal siga til hetta. Prostitutión er mær vitandi ólóglig í Føroyum, men hon vísir seg altíð at stinga seg upp, har eftirspurningur er, so tað er kanska ikki so yvirraskandi. Eg havi tó satt at siga ongantíð hoyrt um hatta fyrr.
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur pearls » 05 nov 2008, 19:00

Niels Uni segði :Tá eg var ungur og rebelskur tónleikari, plagdu vit at tosa um, at onkrir tónleikarar prostitueraðu seg við at spæla í teltinum á ólavsøku, men tað var ikki hetta slagið av prostitutión. Eg veit ikki heilt, hvat eg skal siga til hetta. Prostitutión er mær vitandi ólóglig í Føroyum, men hon vísir seg altíð at stinga seg upp, har eftirspurningur er, so tað er kanska ikki so yvirraskandi. Eg havi tó satt at siga ongantíð hoyrt um hatta fyrr.
Tað er ikki ólógligt at selja sex við síðuna av lógliga arbeiði sínum. Eg haldi heldur ikki tað er ólógligt at búgva saman við einari prostitueraðari, um so er, at tað er tú, ið hevur høvuðsinntøkuna. Tað er ólógligt at hava prostitutión sum høvuðsinntøku og at lata seg forsyrgja av einari prostitueraðari (ruffarí).
User avatar
pearls
 
Innlegg: 977
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 08:28
Staður: Danmark
Kyn: Dult

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 05 nov 2008, 20:13

hygga síggj, tað visti eg ikki, havi sjálvur ongantíð umhugsað tað starvið.

Kanska skuldu vit vent aftur til ólavsøkuna, hvat halda fólk um mínar ætlanir at endurnýggja hana?
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Ólavsøka, ólavsøka ársins besta ball....

GoymSkrivað hevur pearls » 05 nov 2008, 21:44

Niels Uni, sum eg mangan havi sagt, so vóni eg, at tit ikki hava ligið sjóvarfallið av tykkum. Tú veitst, hvat eg meini við. Og eg síggi ikki hví ítrótturin skal vera centralur á ólavsøku - nú er ólavsøkan ikki flotti endabresturin, ið hon á sinni var. Men tit kunnu passandi hava fund við ítróttarfeløgini, har tit nevna hetta, og so um har yvirhøvur er vilji til at fáa onkran ordiliga heiður burturúr ólavsøkuni. Eg dugi yvirhøvur ikki at síggja, hvussu ítrótturin ger nakað gott og mennandi fyri ólavsøkuna, tíverri. Tey fylla upp og trýsta góð initiativ út. Tað er køvandi. Eg áni ikki, nær hasin biddaramentaliteturin uppstóð. Men hann sømir seg ikki. Orsaka ljóta málburðin. Býráðið skal seta ordilig krøv til ítróttarfeløgini.

Annars, so var ólavsøkan reint traditionelt handilshøgtíð, so har kann mann gera okkurt. Kanska tað hevði verið eitt hugskot at fingið forkunnuga mótavitjan, ella tað ber til at bjóða tekstilforhandlarum úr "fremmandum" londum at selja toy - dámurnar høvdu elskað tað. Ella ektaðan designaramóta - tað ger einki, um slíkt bara er til sølu einaferð um árið. Eg kann bara ímynda mær, at tað kann fáa gongd í í Føroyum. Tí ólavsøkan skal ikki bara vera fyri Havn - tað skal vera fyri alt landið.

Og ja, tey ungu finna hvørt annað - ólavsøkan fyribyrgir innnøring í Føroyum - nakað, ið hinar stevnurnar ikki gera í sama mun. Ólavsøkan er góð fyri samfelagið. Kanska meira fokus á føroyskan mat og binding og sovorði - tí ólavsøkan er eisini turistattraktión. Ein fyribilsdjóragarður til børnini kundi verið skeg. Bara neyt, seyðir, ross, geitir, høsn og dunnur osfr. Í gomlum døgum høvdu fólk kanska valt sær brund, líka veit eg. Deiligt, at Sjósavnið er komið eisini.

Hugsið nýtt - fólk eru so forkelað í dag, at tey hoppa ikki uppá eitt og hvørt, tí hevur tú eisini verið inni á.

Tónleikur og mentan: Ólavsøkukonsertin... ja, hvat skal hon vera fyri býin og fyri landið? Mann skal gera sær tankar um tað. Tað skal ikki bara vera dansur, tað skal vilja nakað.

Ólavsøkuframsýningin er fín, haldi eg, og tað er nøktandi. Ólavsøkukabarettina sá eg ikki seinast. Eg havi simpulthen boycottað ólavsøkuna, tí kabarettirnar hava verið einkisigandi, platt og fúlt undirhald og blablabla. Altso býráðið hevur eingi krøv sett til eina leið í ólavsøkuni. Tað er nokk tað fyrsta, ið skal gerast.
User avatar
pearls
 
Innlegg: 977
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 08:28
Staður: Danmark
Kyn: Dult

Fram

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users