MedieShow í gundadali!!

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

MedieShow í gundadali!!

GoymSkrivað hevur Havnamenn » 03 nov 2008, 13:57

So er aftur lýst við medieshowi, hjá borgarstjóranum, nú tá enn ein ítrottargrein verður kroyst niður í Gundadal, entá næstan omanyvir tjóðarvøll Føroyinga. Eg haldi heilt víst at umstøðurnar fyri fimleikin skulu betrast, men hví skal alt leggjast í Gundadal, tá umstøðurna hjá fótbóltinum í Havn eru tær ringastu í landinum. Vendur alt rætt tá, nú hugsi eg ikki um dansihúsið sum eisini er kroyst niður í Gundadal. Er tað neyðugt at allur ítrottur er á sama stað, soleiðis at tað verður ómøguligt at tilpassa umstøðurnar fyri tær ymsu ítrottargreinarnar, so hvørt sum tørvurin økist. Við teimum útbyggingum sum eru, og nú fara í gongd, sær tað svart út fyri fótbóltin í Havn, sum er eru venjingar umstøðurnar hjá havnafeløgunum út av lagið vánaligar, ein venjing hjá einum ungómsliði í havn fyrigongur á hálvum vølli, við 30 - 40 luttarum, 2 ferðir um vikuna (í mesta lagið).
Fyri at berta um umstøðurnar hjá fótbóltinum, er ikki neyðugt at gera nýggjar heilar fótbóltsvallir, men bert smærri vallir at venja á, men nú er plássi við at verða uppbrúkt.
Hvussu verður við ferðsluni í Gundadali tá enn fimleikurin ferð at byrja har, hevur nakar hugsa um tað, nú verða 20 - 30 bilar aftur hvønn tíma, tá børn skulu avleverast og heintast.
Nei Heðin, hav tú hattar showi har uppi í dag, soleiðis at tú kann blíva afturvaldur, og staðga so allari bygging í Gundadali, intil umstøðurnar hjá otbóltinum eru komnar uppá pláss, tað má vera rúm fyri øðrumm ítrottargreinum aðrastaðni í Kommununi.

Havnamaður í Gundadali!!
Havnamenn
 
Innlegg: 2
Skrásett/ur: 03 nov 2008, 13:39
Kyn: Dult

Re: MedieShow í gundadali!!

GoymSkrivað hevur gekka » 04 nov 2008, 13:27

Heilt einig, Havnarmenn,(kanska skuldi tú broytt navn til Havnarmaður??) Tað er eitt sindur pinligt :? nú upp undir væl, at sýggja hvussu okkara býðarpolittikarar streyma til, Hvat veit eg, Men tað má verða ein grensa. men soleiðis er uppundir eitt væl 8-) 8-)
gekka
 
Innlegg: 200
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 08:53
Kyn: Dult


Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron