Fáa vit ávirkan

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Fáa vit ávirkan

GoymSkrivað hevur eydgunn » 03 nov 2008, 13:09

Fáa vit ávirkan
So verður arbeitt víðari við at seta út í kortið, hvørjar íløgur skulu gerast í Klaksvík. Tí býurin er ikki fult útbygdur, sum samgongan hevur ført fram. Hóast versnandi fíggjarvánir, so mugu vit hyggja longur framm enn bert at fremja íløguna í Ósaskúlan komandi 4 árini. Fíggjarstøðan kemur sjálvandi at vera avgerðandi fyri nær neyðugu íløgurnar kunnu fremjast.

Seinastu 4 árini hava eftir mínum tykki, verið ov nógv merkt av ov nógvum íløgum í senn. Tí at samgongan hevur ikki megna at funnið eina semju um nakrar verkætlannir, og hevur roynt at fremja ov nógv í senn.

Fáa vit ávirkan, so vilja vit komandi býráðssetu arbeiða fyri langtíðarløguætlan, ið skal taka støðu til, í minsta lagi, hesar verkætlannir :
· Miðbýurin
· Røktarheim
· Mentunnar/býarhús
· Útbygging av Ziskatrø skúlanum
· Hølir til frítíðarskúlan
· Hølir til Klaksvíkar Sjónleikarafelag
· Svimjihøllin, ítrottardepil

Hesi tiltøk vilja vit seta í verk tí vit ásannað at neyðugt er at menna Klaksvíkina í góðum samskifti og samanspæli millum borgarar og kommunu. Vit eiga at fáa fram og gera brúk av øllum teimum góðu hugskotum, ið okkara borgarar hava. Alneyðugt er at seta greið mál og dagfesta tey, so øll vita hvat ætlanin er, og nær.

Les meir á www.eydgunn.com :D

Eyðgunn Samuelsen, valevni javnaðarfloksins Klaksvíkar Býráð
eydgunn
 
Innlegg: 9
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 17:28
Staður: Klaksvík
Kyn: Dult

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users