Hvat ynskir tú sum veljari?

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 02 nov 2008, 00:25

Hvat ynskir tú sum veljari av teimum, ið tú umhugsar at velja?

Persónliga kundi eg hugsað mær at valt eitt valevni, sum er á skeivari kós politiskt.

Tvs. ein sum ikki bara ýlir við úlvunum og rópar:

Yes - fólkaskúlin skal hava betri sømdir.
Yes - fleiri parkeringspláss til tey, sum bera brek.
Yes - eitt spælistað í Havn sum skjótast.
Yes - fleiri bátapláss.
Yes - ein ítróttarhøll á Argjum er uppá sítt pláss.

Eg vildi heldur valt ein, sum hevði nossir at sagt:

Yes - roykjarar eru eisini menniskjur, sum skulu hava innandurasømdir (eri sjálvur ovurviðkvæmur).
Yes - man skal kunna drekka tvær øl á Jinx og koyra bil aftaná.
Yes - man skal kunna pissa upp eftir tinghúsinum uttan at fáa bót.
Yes - fólkaskúlin stinkar - brúka pengarnar uppá Býarbókasavnið ístaðin.
Yes - hví hava eitt innandura spælistað - tá vit ongar gøtumussikantar hava?
Last edited by Erik Oluf Andersen on 02 nov 2008, 01:42, edited 3 times in total.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Hergeir » 02 nov 2008, 00:29

... ella: Hví yvirhøvur hava bókasavn, tá mann hevur internet og torrents?
Blaðfólk - Hvat heldur tú vera løgið?
Jensina - At fólk halda tað er løgið, at fólk ikki eru líka sum tey
User avatar
Hergeir
 
Innlegg: 1629
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 10:23
Kyn: Dult

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 02 nov 2008, 00:30

Svarið er: Hygg at tí, sum Hergeir hevur skrivað á Kjak.org ;)
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 02 nov 2008, 00:34

Heilt erligt hava tit sæð ein skeivan vinkul her so fare?
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Hergeir » 02 nov 2008, 00:37

hehe... nú gloymdi eg eitt ;) , men tað var meir meint sum eitt prik, tí eg havi lagt merki til títt bókasavns-fettish. Hevur ein lítlan tendens til at sníkja orðið "bókasavn" her og der ;)

Sjálvur dugi eg ikki at síggja tað ótrúliga við einum bókasavni. Haldi eg hevði ein lista við 20 bókum seinast eg skuldi leiga á býarbókasavninum, men onki av tí var at finna, so eg eri langtsíðani farin til amazon. Dugi heldur ikki serliga væl at yvirhalda tíðarfreistir ;)

Nei, tað villasta er nokk hotspots til internetið, hóast eg illa dugi at síggja tað geniala í hesum. Hotspots hoyra heima á Hvonn, Jinx, Baresso, terminalinum, floghavnini og skúlaheimum. Restina ornar mann heima.

Tað hevði annars verið feitt við einum uttandura marknaða einaferð um vikuna... evt. fingið fólk úr útlondunum at komi yvir (Camden style), so tað ikki verður bygdasligt. Gjørt reinsaríið 100%. Gjørt meir fyri at gera hugnaligt umhvørvi a la "úti í grøv" í Klaksvík. Haldi tað eru alt ov fá grøn øki í havnini. Fleiri rúsur í havnini, heldur enn bara tí einu. Fingið tattovørar henda vegin við jøvnum millumbilum. Bara ymisk ting, sum kanska ikki endiliga eru kommunuslig, men sagtans kunnu lívga tað heila. Fleiri happenings so to speak.
Last edited by Hergeir on 02 nov 2008, 00:54, edited 1 time in total.
Blaðfólk - Hvat heldur tú vera løgið?
Jensina - At fólk halda tað er løgið, at fólk ikki eru líka sum tey
User avatar
Hergeir
 
Innlegg: 1629
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 10:23
Kyn: Dult

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 02 nov 2008, 00:46

Nei, tíðanverri eru tað ikki so nógv, sum skilja at bókasøvnini eru ein av grundlunnunum undir fólkaræðinum og tað sæst eisini aftur í okkara samfelag og ikki minst pisakanningum.
Annars lænir (ikki leigar) man bøkur (og í øðrum londum allar margmiðlar) á bókasøvnum og tað er gratis fyri øll, sum vilja ogna sær vitan ikki hava ráð at keypa frá Amazon. Men lat hetta og mítt bókasavns-fetich liggja á hesum sinni. ;)
P.s. annars hoyra hotspots heima á einum og hvørjum tíðarhóskandi bókasavni.
Last edited by Erik Oluf Andersen on 02 nov 2008, 01:00, edited 1 time in total.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 02 nov 2008, 00:48

Hey tit, eg hoyrdi, at eitt valevni bjóðar fría barr, um hann verður valdur, tað er ein skeivur vinkul.
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 02 nov 2008, 00:53

Well, nú fáa vit at síggja um tað bara verður rúsdrekka at fá ella ...

Nú, tú ert inni á evninum, so hví er tað eingin, sum talar fyri góðum grasi á hyllinum á rúsuni - haldi at tað hevði verið upplagt.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur DuritaJ » 02 nov 2008, 00:58

off topic,

Men EOA

Hvat er tad besta og ringasta bókasavnid tú hevur verid í ella ert brúkari av?
Hví?

Burdi kanska heldur stóvna eitt nýtt evni um tad...men gott er...
Vinarliga Durita

Kolonihavafelag:
viewtopic.php?f=13&t=4778
User avatar
DuritaJ
 
Innlegg: 1107
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 22:36
Staður: DK
Kyn: Dult

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Hergeir » 02 nov 2008, 01:00

Bókasøvn og demokrati? Ok... men um bøkurnar mann vil hava ikki eru tøkar, so kann tað vera líka feitt, um tað er gratis.

Annars nokkso skeg:
Men lat hetta og mítt bókasavns-fetich liggja á hesum sinni. ;)

... og tað næsta, sum tú skrivar:
P.s. annars hoyra hotspots heima á einum og hvørjum tíðarhóskandi bókasavni.

:lol:
Blaðfólk - Hvat heldur tú vera løgið?
Jensina - At fólk halda tað er løgið, at fólk ikki eru líka sum tey
User avatar
Hergeir
 
Innlegg: 1629
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 10:23
Kyn: Dult

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur DuritaJ » 02 nov 2008, 01:01

ì Føroyum vildi eg mett ein politikkari sum gekk inn fyri og seriøst vildi arbeida fram ímótid at kommunan at bygdi eitt alment íbúdarbyggjarí av gódum kvalitetid, hevdi verid ein skeivur vinkul :roll: Vidkomandi hevdi í øllumførum fingid mína stemmu, um eg búdi í FØ.
Vinarliga Durita

Kolonihavafelag:
viewtopic.php?f=13&t=4778
User avatar
DuritaJ
 
Innlegg: 1107
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 22:36
Staður: DK
Kyn: Dult

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 02 nov 2008, 01:06

Fyri at enda bókasavnsprátið so eru at kalla øll bókasøvnini í heiminum partur av einum netverki ella einum sokallaðum interurbanum lánisamstarvi.
Tvs. at um eitt bókasavn ikki eigur eina bók, so kann tað sum oftast læna hana frá einum øðrum bókasavni.
Ikki fyri at niðurgera nakran, men hetta er almenn vitan hjá einum og hvørjum fólkaskúlanæmingi í okkara grannalondum. Í Føroyum hava vit framvegis lesandi, sum fara undir hægri lesna og ikki kenna høvd frá reyv á einum bókasavni. Tristur og ræðandi veruleiki.
Last edited by Erik Oluf Andersen on 02 nov 2008, 01:35, edited 2 times in total.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Online » 02 nov 2008, 01:10

Nei eg haldi at ístaðin fyri 4-5 næmingar brúka somu teldu - so skullu ta vera 3-4 næmingar - vel meg yeahh.. eg gerið undurverk :D :oops:
Last edited by Online on 02 nov 2008, 09:18, edited 2 times in total.
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Petur í Gong » 02 nov 2008, 01:10

Erik Oluf Andersen segði :Yes - roykjarar eru eisini menniskjur, sum skulu hava innandurasømdir (eri sjálvur ovurviðkvæmur).
Yes - man skal kunna drekka tvær øl á Jinx og koyra bil aftaná.
Yes - man skal kunna pissa upp eftir tinghúsinum uttan at fáa bót.
Yes - fólkaskúlin stinkar - brúka pengarnar uppá Býarbókasavnið ístaðin.
Yes - hví hava eitt innandura spælistað - tá vit ongar gøtumussikantar hava?


Mær dámar ikki royk. Tað svínar og grísar alt til. Svarar til, at um tú fært tær ein snaps, so skalt tú líka oysa eina fløsku útyvir øll hini samstundis. So koyr á eystfallið. Men restini kann eg liva við. Haldi tó ikki, at vit skulu sleppa fólkaskúlanum uppá fjall. Hann er ov týdningarmikil. Hann endar líka mikið hvat sum tað berandi elementið í samfelagnum.
Men sum uppstillaður til kommunuvalið í Havn, skilji eg væl poengið. Valevnini lova í eyst og í vest. Og hvør skal gjalda?

Her eru nøkur vallyfti, ið einki kosta. Vit hava longu eina fyrisitingarlóg. Umsitingin í Býráðnum kennur hana. Hon skal haldast. Vit hava longu eina byggisamtykt. Umsitingin í býráðnum kennir hana. Hon skal haldast. Tað snýr seg um rættartrygd. Tað snýr seg um, at borgarar verða viðfarnir virðiliga, og á jøvnum føti. Øll skulu viðgerðast eins. Hetta gleppur tíanverri alt ov oftani í dag. Loyvir og tilsøgnir verða í alt ov stóran mun givin eftir hvør tú er, heldur enn eftir lógum, reglum og samtyktum. Tað skal og má steðgast.

So kanst tú liva við mínum lítla áhuga fyri royki, havi eg kanska nakað at bjóða. Skal kortini ikki gera meg til nakað halgimenni. Eg havi roykt sjálvur. Men havi nú verið roykfríður í nærum 10 ár.
Petur í Gong
 
Innlegg: 70
Skrásett/ur: 29 okt 2008, 21:42
Kyn: Dult

Re: Hvat ynskir tú sum veljari?

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 07 nov 2008, 20:10

Bogi Andreasen skrivar:

Býarbókasavnið skal savna mentan
Býarbókasavnið er dømi um eina ítøkiliga ætlan, sum sambært Boga kann skapa meira lív í miðbýnum. -Býarbókasavnið skal gerast meira sjónligt – ein livandi mentanarligur depil við fyrilestrum, sjónleiki og bókakafé. Tað skal gerast natúrligt hjá børnum og ungum at trívast í einum lestrarumhvørvi.


Hetta ger at hann er nr. 1 á mínum vallista so fare.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Fram

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron