Umstøðurnar hjá fólkaskúlanæmingum

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Re: Umstøðurnar hjá fólkaskúlanæmingum

GoymSkrivað hevur DuritaJ » 02 nov 2008, 01:48

Hergeir segði :now we're talking Durita :)
Hatta við skúlunum var mest meint fyri at vísa á, at eg also havi prøvað at eti døgurða á nógvum skúlum. Tú tosaði okkurt um eina skrivstovu...

Durita: ja, skrivstovu tosadi eg um, tí nógv av teimum sum halda at tad er óneydugt hjá børnum at hava eina kantinu, eru fólk sum sita á einari fínari skrivstovu og hvøn dag spasera sær oman í kantinuna á arbeidsplássinum ella fara oman í býdin og fáa sær ein bita á Jinx, Perluni ella líknandi. Hesi, vanti eg, høvdu ikki vilja sitid vid einum livurpostaj matpakka og eti í kontórinum har 25 onnur starvsfólk stótu og arbeiddu, høvdu kundar inni ella annad

Nei, eg haldi ikki, at øll frá 1-10 flokki hava atgongd til bil ella skutara. Hatta var bara fyri at vísa á dømi, har mann faktiskt hevði kantinu og hvussu tað riggaði í praksis. At tú so snýtir eitt sindur, tá tú ert svong og letur tað ganga útyvir tíni medmenniskju, tað er bara langt úti ;)

Durita: hmmmm...hattar skili eg ikki. At eg snýti tá eg eri svang og latid tad ganga út yvir onnur? Um ein hevur sína vantu gongd í kantinuni, so veit man nær man (ikki) skal koma. Hettar er óansæd um tad hevur verid á kantinuni í studentarskúlanum, sjúkrahúsinum, universitetinum, Føtex, Bilka ella adra stadni. Tad sama um ein skal keypa mat inn í einum mathandli.

Hatta við einum køliskápi er eitt fínt og nógv meir realistiskt hugskot enn: "SUNNAN ÓKEYPIS MAT OG KANTINUR TIL ALLAR NÆMINGAR!"... hvat og hvussu mann ger... taaaaað hevur ikki so nógv at siga. Veit annars ikki hví magin hjá børnum, skal verða tómari enn hjá teimum vaksnu :roll:

Durita: magin já børnum er ikki tómari enn hjá teimum vaksnu (ok, jú kanska, tí tey vaksa). Men børnini hava færri møguleikar at fáa sær mat tá tey eru svang enn tey vaksnu hava. Tá lærarnir fara í lærarastovuna at fáa sær eitt glas av reinum frískum vatni, kaffimun, og rundstykki kl. 9.30, so vera børnini jagstradi út úr stovuni og onkuntíd heilt út í skúlagardin. Tad gevur ikki optimalar umstødur til at eta í. Harnæst hevur barnid lunka gamalt vatn vid í einum drikkjudunki sum smakkar illani av plastik ella blik :x

Køliskáp, mikro ovnur og bestikk skuldi lati seg gjørt. Minnist at í Hoydølum var okkurt problem við at hava kaffimaskinu og ketil... minnist ikki hvat. Men dugi væl at ímynda mær, at okkurt líknandi skuldi veri við mikro ovni, hóast tað óivað var nakað tvætl.

Durita: eg trúgvi tad hevur okkurt vid bruna at gera. Tad er neyvan loyvt av brandfólkunum at næmingar kunna hava microovnar, ketlar ella kaffimsk. standandi í stovunum. Men um skúlin hevdi eina matstovu vid uppsýni, so kundi microovnur, ketil og annad verid har, tí ein vaksin hevur ábyrgdina fyri tí.

Tað var eisini gamalt, at lærarnir ótu í sama rúmi, so tað var friðarligt.

Annara var tað einaferð ein orning við mjólkapakkum, (sunkist stødd) sum var rættiliga genial.
Vinarliga Durita

Kolonihavafelag:
viewtopic.php?f=13&t=4778
User avatar
DuritaJ
 
Innlegg: 1107
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 22:36
Staður: DK
Kyn: Dult

Re: Umstøðurnar hjá fólkaskúlanæmingum

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 02 nov 2008, 02:28

Niels Uni segði :Áðrenn eg fái skeld frá tær eisini ;) Má eg viðganga, at eg heldur ikki ani hvat hetta kostar. (...) Men eg havi tað ikki á míni valskrá

Exactly, tað er ikki í tíni valskrá. Tað, ið tú hevur í tíni valskrá, eru ting, tú hevur sett teg inn í.

Eg veit ikki um eg tími at kommentera hatta hjá Rannvá meira. Tað virkar bara, sum hon hevur fingið eitt hugskot, men hevur ikki ánilsi um og hvussu tað kann fremjast. "Oysisje, býráðið, tað ljóðar stuttligt, tað vil eg eisini."

Rannvá Ragnarsdóttir segði :Viðvíkjandi vallyftum eri eg av tí fatan, at onki nyttar at geva nøkur lyfti, tí ongin trygd er fyri, at lyftini kunnu haldast. Hetta veldst jú um, hvat semja fæst um í býráðnum. Ætlanin við innlegginum er at vísa á, hvat eg meini, er neyðugt at broyta í Tórshavnar kommunu og hesum ætli eg mær eisini at arbeiða seriøst ;) fyri.

Eitt kjak var her inni um vallyfti: viewtopic.php?f=4&t=221

Vallyfti siga sera nógv um valevnini, vallyftini vísa, hvussu væl valevnini hava fyrireikað seg, og hvussu seriøst tey fara at arbeiða aftaná valið. Tað er tí eg eri atfinningarsamur.

Tú lovar at arbeiða seriøst eftir valið. Eg veit ikki, hví tú bíðar til tá.
Harraguð - Eg eri fullkomuliga umgyrdir av dólgum.
- infowarrior á kjak.org, 27. mai 2013
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Umstøðurnar hjá fólkaskúlanæmingum

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 02 nov 2008, 17:00

Sera gott hugskot, Rannvá. Fá heitan mat í skúlarnar... Tað hevur ein t.d. havt í Svøríki í áratíggjur...

Matpakkin er nakað danskt fjas, sum vit hava tikið til Føroya... Stovurnar lukta, og fleiri børn fáa als einki gott í búkin...

Rokna út, hvat tað kostar (minst til umbygging og starvsfólk) og legg tað so fram í lesarabrævi í miðlunum... Og á bøin við hasum brúkaragjaldinum, sett skattin upp samsvarandi... Ferdigt arbeiði!



Annars, Hergeir, eitt vanligt máltíð per barn, har 500 børn eta, fer ikki at kosta 40 kr. fyri døgurðan...
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Umstøðurnar hjá fólkaskúlanæmingum

GoymSkrivað hevur Hergeir » 02 nov 2008, 22:47

Annars, Hergeir, eitt vanligt máltíð per barn, har 500 børn eta, fer ikki at kosta 40 kr. fyri døgurðan...

... og akkurát hvat byggir tú hatta á? Starvsfólkið skal eisini fáa løn. Høli skulu gerast. Leiga, el o.s.fr.. Tað er ikki nokk at rokna innkeypsprís og so onki meir.

... men ja, hetta er ikki mín uppgáva, men uppgávan hjá Rannvá at finna fram til, hvat hetta kemur at kosta kommununi, hvussu nógv skatturin tilsvarandi má hækka ella hvussu onnur ting mugu niðurprioriterast til frama fyri ókeypis næmingadøgurar.
Blaðfólk - Hvat heldur tú vera løgið?
Jensina - At fólk halda tað er løgið, at fólk ikki eru líka sum tey
User avatar
Hergeir
 
Innlegg: 1629
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 10:23
Kyn: Dult

Re: Umstøðurnar hjá fólkaskúlanæmingum

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 03 nov 2008, 14:45

... og akkurát hvat byggir tú hatta á? Starvsfólkið skal eisini fáa løn. Høli skulu gerast. Leiga, el o.s.fr.. Tað er ikki nokk at rokna innkeypsprís og so onki meir.


Tað baseraði eg uppá tær mongu kantinir, sum eg havi etið í, har tey sjálvandi eisini hava starvsfólk og hølir, sum eru gjørd til høvið... Í fleiri av teimum hava tey enntá verið privat, sum havi staðið fyri, og tískil hava tey eisini vilja kleimt ein vinning burturúr... Men ikki hevur prísurin á teimum verið omanfyri 25 kr. fyri ein døgurða.

Eg veit, at summar kantinur er merkiliga dýrar, t.d. tann í Hoydølum, men tað sigur mær bara, at tær eru óneyðuga dýrar...
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron