Er "vetrarfriðingin" av Tvøroyri bindandi og verulig

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Er "vetrarfriðingin" av Tvøroyri bindandi og verulig

GoymSkrivað hevur Jackpot » 30 okt 2008, 11:37

Síðan seinasta kommunuval hava borgarar í Tvøroyrar kommunu bíða eftir at bygdirnar við fjørðin vórðu vetrarfriðaðar. Minnist eg rætt, so var hetta eitt vallyfti hjá sitandi borgarstjóra.

Fyri stuttum var borgarstjórin frammi og segði frá, at nú er bøurin friðaður frá Froðba til Trongisvágs. Allir hagar í hesum øki hava tikið undir við vetrarfriðingini, og hava fingið endurgjald frá kommununi fyri hetta. Sum skilst er omanfyri milliónina at skattagjaldarans ogn nýtt til endamálið.

So far so good, helt eg í øllum førum.

Síðani hevur tó okkurt graml verið at hoyrt um, at vetrarfriðingin er ikki ein rættilig vetrarfriðing, men meira ein "gentlemens agreement" millum hagar kommunu, sum ongin í veruleikanum er bundin at, tí rætturin til vetrarbitið er at meta sum ognarrættur, og hann verður ikki frátikin ognarum bara soleiðis í eini handavending á einum hagafundi. Spælireglurnar fyri vetrarfriðing eru greitt ásettar í lóg og skulu fylgjast, um talan skal vera um veruliga vetrarfriðing, verður sagt.

Í Tingvarpinum fyri nøkrum døgum síðani var stutt kjak um vetrarfriðing, og tá vísti Heðin Z, løgtingslimur og borgarstjóri í Sunda kommunu á, at vetrarfriðing m.a. treytar at endurgjaldið fyri vetarbitsrættin er sambært fermetragjaldinum hjá Búnaðarstovuni, og skal Búnaðarstovan hava peningin inngoldnan á konto og síðani býta peningin til hagar og festarar eftir ávísum leisti. Landsstýrismaðurin í búnaðarmálum luttók eisini í kjakinum og vísti á, at tað er eisini møguligt at gera sum Tvøroyrar kommuna hevur gjørt, rinda høgunum beinleiðis sambært avtalu, men so legði hann afturat, tað er tó ikki rættilig vetrarfriðing, ella okkurt líknandi.

Nú eri eg farin at ivast, er bøurin í Froðba og Tvøroyri vetrarfriðaður ella ikki?

Verður hugt í hagalógini so stendur m.a.: "

Kapitel 8.

§ 34. Græsningsretten for Faar paa Bø eller anden Indmark tilkommer i Tiden fra den 25. Oktober til den 14. Maj overliggende Hauges Ejer, medmindre anderledes lovligt er fastsat.
og

§ 37 a.3) Senest 4 Uger efter at Erstatningssagen er endeligt afgjort, skal Erstatningsbeløbet af vedkommende Ejer af det paagældende Indmarksareal indbetales til Færøernes Jordfond, hvorfra Beløbet udbetales vedkommende Haugeejer eller Fæster, i Fælleshauge Haugestyret, naar det for Færøernes Landbrugsraad paa fyldestgørende Maade er godtgjort, at der i paagældende Hauge er udført hensigtsmæssige og tidssvarende Foranstaltninger til Modernisering af Haugens Faarebrug. "

Altso, eigari av haga eigur rættin til vetarabitið og endurgjald fyri bitið skal til Færøerne Jordfond, sum er Búnaðarstovan ella Búnaðargrunnuri (?), ið rinda høgunum sín part, tá:

" [i]det for Færøernes Landbrugsraad paa fyldestgørende Maade er godtgjort, at der i paagældende Hauge er udført hensigtsmæssige og tidssvarende Foranstaltninger til Modernisering af Haugens Faarebrug. "


Spurningurn er so, tá lógin ásetur at endurgjald fyi mist vetrarbit skal rindast Búnaðarstovuni ella Búnaðargrunninum, hví hevur Tvøroyrar kommuna so rinda peningin beinleiðis til hagarnar?

Um orsøkin er, at talan er ikki um rættiliga vetrarfriðing sambært hagalógini, men um eina avtalu millum hagar og kommunu, er so talan um vetrarfriðing, ið bindur allar núverandi og komandi eigarar í allar ævir, ella er talan um eina ev hesum avtalunum, ið annar parturin, ella einstakur eigari í haga kann siga upp ella síggja burtur frá?

Slíkar avtalur hevur man hoyrt um fyrr og í politiska heiminum eru tær ivaleyst góðar at taka til.
Jackpot
 
Innlegg: 112
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 17:28
Kyn: Dult

Re: Er "vetrarfriðingin" av Tvøroyri bindandi og verulig

GoymSkrivað hevur Jackpot » 01 nov 2008, 21:40

Av 39 vitjandi er ongin viðmerking?

Er tað so galið, at ongin verandi lokalpolitikari á Tvøroyri er millum hesi 39, ella tolir málið ikki almenna viðgerð?
Jackpot
 
Innlegg: 112
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 17:28
Kyn: Dult

Re: Er "vetrarfriðingin" av Tvøroyri bindandi og verulig

GoymSkrivað hevur Online » 01 nov 2008, 21:54

vetrarfriðing; hvat er tað - er tað ta, at seyður ikki sleppur á vegin, tá frost og kavi er í erva í fjøllunum?

Eg hoyrdi annars, at kommunan á Tvøroyri hevði goldið eina upphædd, sum var nakrar 100.000 túsund krónur + høg, at stika við? so seyður ikki slapp oman í bygdina/býin

Er tað ikki vetrarfriðing? - ella gongur seyður enn inni í "býnum" har?
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Er "vetrarfriðingin" av Tvøroyri bindandi og verulig

GoymSkrivað hevur focus » 09 nov 2008, 02:04

Haha.

Ein vissur býrðáslimur á Tvøroyri eigur seyðin, sum gongur í miðbýnum.

Fyri 25 árum síðan plagdu vit at taka onkra ær hjá viðkomandi, sum gekk mitt á Tvøroyri um náttina og sleppa henni av í Hovi, Sumba, Sandvík o.s.v.

Onki er broytt síðan tá.
focus
 
Innlegg: 4
Skrásett/ur: 09 nov 2008, 01:48
Kyn: Dult


Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users