Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 28 okt 2008, 01:43

Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!
Børn við serligum tørvvið eru slept uppá fjall hjá Tórshavnar kommunu og frá almennari síðu, tá ið talan er um frítíðrskúlatilboð.
Ja, vit hava ein stóran trupulleika á økinum. Tí tað er einki kommunalt frítíðarskúla tilboð fyri børn við serligum tørvð eftir 2. flokk. Heldur ikki, fylgja tilsvarandi játtan við og hølisviðurskiftini á økinum eru sera vánalig.

Hetta er ein neyðloysn frá almennar síðu.
Sum er nú er, hava børn ikki krav uppá kommunalt frítíðartilboð aftaná 2. flokk, hetta er eisini galdandi fyri børn við serligum tørvi, her vísur Almannastovan til høluni hjá Javna í Gundadali. Har eru, sum eg havi skilt, einans børn við diagnosu innan ADHD/DAMP-økið. Her eru øll børnini í sama frítíðarskúla høpi. Talan er um børn við autismu og børn við øðrum trupulleikum.

Javni ger eitt gott arbeiði:
Men lat meg sláa tað rimmar fast, at Javni og tey starvsfólkini, sum har arbeiða gera eitt gott arbeiði. Men tað er ikki her í eg rætti fokus,so er tað komið uppá pláss. Eg eri meira eftir, hvussu ið tað almmenna og Tórshavnar kommunan raðfesta børn við serligum tørvið.

Hoyvíkar skúli-og frítíðarskúli.
Hoyvíkar Skúli hevur gott orð á seg sum ein frálíkur skúli, ið ger eitt gott arbeiði, fyri teir veiku næmingarnar. Hetta er eisini galdandi í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har sera væl útbúgvi fólk, tekur sær av børnum við serligum tørvið, men her skal meira til.

Ov lág játtan til betri karmar.
Her fylgjur eingin fíggjarlig játtan til betring av karmunum, sum er eitt krav, um tú skalt hava ein munagóðan kvalitet á økinum. Sjálvt um, Tórshavnar kommuna, roynir, at fylgja við, er støði ikki gott nokk í dag. Nej, her er nógv eftir til at støði skal vera betri.

Øll hava ymiskan tørv.
Foreldur skríggja um hjálp og um betri fagligt innihald, fagligt støði og betri karmar, etc, men einki hjálpir. Øll serbørn vera bólkaði sum tey eru eins og hava sama tørv. Tú mást hyggja, at tí einstaka barninum og øll børn hava jú ymiskan tørv. Tað eru alt ov nógvar fyribilsloysnir á økinum, hvat við at finna eina verandi loysn,

Eg eri troyttur av fyribilsloysnum.
Nej, her vantar, yvirornað politisk stev, har bæði kommunalir og landsindsmynduleikar, síggja veruleikan í eyguni, og steðga, alt sum eitur fyribilsloysir. Eg eri troyttur, av øllum hesum fyribilsloysnum á hesum økið.

Børn og avvarandi eru gíðslar.
Nej, lat okkum fáa skil uppá hetta økið, við at útbyggja verandi karmar í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har pláss vera til børn við serligum tørvið, heilt upp til 4-til 5 flokk. Ella gera ein nýggjan bygning, sum loysir trupulleikan, og harvið fjerna vit fyribilsloysnir. Tí tað eru børn og foreldur sum í seinasta enda, eru gíðslar í hesum málið.

Hetta er ein tvørpolitisk avgerð:
Her krevs ein tvørpolitisk avgerð um, millum land og kommunu, har eg haldi, at hetta økið skal yvirtakast og har Tórshavnar kommuna, fær fulla ábyrgd á økinum og tað fíggjarliga fylgjur við.

Vel Levi Mørk, eg eri nakað fyri øll.
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur arnbjørn » 28 okt 2008, 11:43

Haldi at tað kann diskuterast at tú er nakað fyri øll :roll:
arnbjørn
 
Innlegg: 13
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 16:54
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur arnbjørn » 28 okt 2008, 12:00

Men eg skal geva tað rætt í, at tað líkist svartasta ongum, at børn bæði við serligum tørvi og uttan, ikki sleppa í frítíðarskúla aftaná 2. flokk. Flestu foreldur arbeiða, og kann tað ikki vera rætt at børnini skulu ganga og reika fyri váð og vind einsamøll.
arnbjørn
 
Innlegg: 13
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 16:54
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur Petur í Gong » 01 nov 2008, 23:38

Havi hug at skoyta uppí um fríðtíðarskúlan. Elsta dóttir mín gekk í fyrsta flokki tá fríðtíðarskúli til annað flokk kom. Tá var nemliga handa diskusiónin, at sjálvandi máttu børn í øðrum sleppa í frítíðarskúla. Foreldrini arbeiddu jú. Nú brúkar arnbjørn sama argument til, at frítíðarskúli skal bjóðast børnum eftir annað flokk. Men nær steðgar hann so? Her er vert at viðmerkja, at flestu børnini í flokkinum hjá dóttir míni takkaðu nei til fríðtíðarskúla í øðrum flokki. Tey høvdu annað um at vera. Vit foreldur vildu sjálvandi ikki noyða nakað útyvir børnini, og gjørdu sum tey góvu ordrar til. Júst sum ordilig modernaði foreldur :-)
Men kann tað ikki blíva dekan ov nógv við kommunalari ansing? Fáa børnini ikki propp av, altíð at verða eftiransaði av onkrum vaksnum?. Nær skulu tey so gera okkurt óskikkiligt? Nær skulu tey gera fortreð, ella bara okkurt hemmiligt, sum vit vaksnu ikki skulu vita nakað um? Um tit siga "aldrin", er púra sikkurt, at tit eru fødd sum vaksin. Ella eru púrasta gakk :-)
Petur í Gong
 
Innlegg: 70
Skrásett/ur: 29 okt 2008, 21:42
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur arnbjørn » 02 nov 2008, 01:54

um tú spyr meg, til og við 5. flokk, annað er ábyrgdarleyst, haldi at so mikið av peningi eiga vit at ofra uppá okkara børn fyri at geva teimum tryggar karmar, so kunnu tey gera tað sum tey hava hug til tá foreldrini eru heima, um tú heldur at tey hava brúk fyri at vera óskikkilig
arnbjørn
 
Innlegg: 13
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 16:54
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur DuritaJ » 02 nov 2008, 02:16

Hvussu nógvir tímar hevur ein næmingur í 2. flokki?
Vinarliga Durita

Kolonihavafelag:
viewtopic.php?f=13&t=4778
User avatar
DuritaJ
 
Innlegg: 1107
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 22:36
Staður: DK
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur Filos » 05 nov 2008, 01:36

Haldið meg minnast at ein serdepil til hesi børn, skuldi gerðast. Levi hevur púra rætt í tí hann skrivar.
Um eg hevði haft børn við serligum tørvið, hevði eg valt Levi Mørk, hann brennir fyri sakini, tað er meira enn aðrir gerða, sum sita
við valdinum í dag.
Filos
 
Innlegg: 205
Skrásett/ur: 25 okt 2008, 12:15
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur focus » 09 nov 2008, 01:58

Vælsignaður Levi.

Tú hoyrur heima í Eysturoynni. Her íður av børnum við serligum tørvi, sum ONKI tilboð hava av nøkrum slag.
Mammur mugu ganga heima, tí onki tilboð er til børnini - ongin kommunalpolitikari (politikari yvurhøvur) vil kennast við børn okkara.

Havi lisi alt tilfarið, sum uppstillaranar her í Runavíkar kommunu blaka í okkara postkassar og fjølmiðlanar. ONGIN av teimum nevnur børn við serligum tørvið.

So eg atli mær á valg týsdagin og stemma blankt, fyri at vísa mína ónøgd.

Vit her inni fáa ONGA hjálp/tilboð frá Sernámsdeplinum, so fyri mína skyld, kunnu tit gjarna spreingja Sernámsdepilin í luftina. Sorry, men so nógv havi eg til yvurs fyri Sernámsdeplinum.

Hopi tú gert eitt knall gott valg í Havn og stillar upp í Runavík um 4 ár.

SO HAVNAFÓLK VELJI LEVI MØRK
focus
 
Innlegg: 4
Skrásett/ur: 09 nov 2008, 01:48
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 10 nov 2008, 05:06

Kann eg endurprenta hetta sum lesarabræv?
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult

Re: Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 10 nov 2008, 05:38

Hey Focus, takk fyri góð orð, ja eg brenni fyri sakini.Kann eg endurprenta hetta sum mítt lesarabræv, ella send mail til mín levim@post.olivant.fo ella ring 210126. Vh. Levi :D
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult


Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users