Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur arnbjørn » 26 okt 2008, 17:33

Hvar er ætlanin at børn sum ganga í 3. flokki skulu vera í frítíðarskúla? Er pláss fyri teimum í verandi frítíðarskúlum, ella er ætlanin at byggja nýggjar?
arnbjørn
 
Innlegg: 13
Skrásett/ur: 26 okt 2008, 16:54
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 26 okt 2008, 17:49

Tað er neyvan pláss fyri teimum í verandi frítíðarskúlum, so tí verður neyðugt at útvega/byggja nýggj høli til næmingar í 3. flokki. Tjóðveldi (Listi E) tekur undir við at víðka frítíðarskúlaskipanina til eisini at fevna um 3. flokk.
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Jógvan Philbrow » 27 okt 2008, 18:11

Curie segði :Skilji als ikki at 6 árgangir áðrenn skúlaaldir (við foreldrabetaling) kosta dupult so nógv sum 10 árgangir aftaná skúlaaldir + mentan. I dont get it.


Kann tað hugsast at tú ikki hevur lønirnar hjá lærarunum við í títt roknistykkið?

Mær vitandi vera læraralønirnar goldnar av landinum, meðan dagstovnastarvsfólk verða goldin av kommununi - tískil ber ikki til at samanbera hasi tølini.
Jógvan Philbrow
 
Innlegg: 5
Skrásett/ur: 25 okt 2008, 20:52
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 30 okt 2008, 18:58

Levi Mørk hevur opinbart einki svar... Tað sigur nakað um tað valevnið...
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 31 okt 2008, 02:53

Í longdini er besta loysnin at byggja ein nýggjan frítíðarmiðdepil í Hoyvík.

Eg haldi at hann kann byggjast á Karlamagnusarbreyt. Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri Karlamagnusarbrey í Hoyvík og á heimasíðuni, stendur at lesa:
GG.
Endurgeving byrjar:Heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt Sambært heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu kann roknast við, at uml. 6.000 fólk fara at búgva í Hoyvík/Hoyvíkshaganum í 2022. Í dag er nógv tann størsti parturin av bústaðum í sethúsum við lutfalsliga stórum grundøki. Í framtíðini er ætlanin at byggja fleiri raðhús og íbúðarhús. Í heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu er avgjørt at lutfallið millum hesi bústaðarsløg, skal verða: -sethús 40%-íbúðarhús 20%-raðhús 40% Hetta er partvís fyri at spara byggilendið, men eisini fyri at fáa eitt størri fjølbroytni í bústaðarhópin. Í heildarætlanini verður býarpartsdeplar eisini umrødd. Mett verður at ein býarpartsdepil krevur eitt íbúgvarauppland uppá uml. 5.000 fólk. Funktiónirnar, ið eiga at verða í einum býarpartsdepli eru t.d. skúli, stovnar, skrivstovur, tænastuvirkir sum t.d handlar, mat- og skeinkistøð v.m. Endurgeving endað. Kelda www.torshvan.fo

Mín hugsan er, at børn frá 3. til 5. flokk kunnu vera inni í frítíðarmiðdeplinum frá kl. 15.00-til 17.00 og tey størru børnini/ungdómurin kunnu vera í frítíðarmiðdeplinum frá kl. 17.00 til 22.00. Men til viðurskiftuni verða betri og nýggjur frítíðarmiðdeplin verður bygdur, ber til brúka núverandi frítíðarskúlan í Hoyvík til endamálið.

Vónandi hevur Tráin Trá fingið svar....
Fá nýtt stev - vel Lev!
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 31 okt 2008, 15:36

Takk fyri svarið, Levi.

Eg havi nakrar spurningar.


Tú skrivar:
Mín hugsan er, at børn frá 3. til 5. flokk kunnu vera inni í frítíðarmiðdeplinum frá kl. 15.00-til 17.00 og tey størru børnini/ungdómurin kunnu vera í frítíðarmiðdeplinum frá kl. 17.00 til 22.00. Men til viðurskiftuni verða betri og nýggjur frítíðarmiðdeplin verður bygdur, ber til brúka núverandi frítíðarskúlan í Hoyvík til endamálið.


Hví vilt tú seta slíkar tíðir á? Er tað ikki betur hjá børnum í triðja klassa, at tey kunnu koma beint aftaná skúlatíð í frítíðardepilin, ístaðin at áleggja teimum at fyrst kunna koma kl. 15.00? Hvat um tey fáa frí kl. 13.00 - skulu tey so reka fyri vág og vind í tveir tímar?

Hvat við børnunum í 1. klassa og 2. klassa?

Hvussu ætlar tú at skipa hendan frítíðardepilin? Skulu foreldrini at børnum, sum vilja nýta hann, rinda fyri hann?

Hvat er munurin á frítíðarskúla og frítíðardepli?
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Børge Persson » 02 nov 2008, 23:52

Eg kann so í øllum førum geva tær svar viðv. 1. og 2. flokki og frítíðarskúla.

Frítíðarskúlin er eitt tilboð í bjóðar hesum børnum, eftir skúlatíð at virka og nýta ein part av síni frítíð undir skipaðum karmun saman við sínum floksfelagum.(pedagogar og hjálparfólk). Tey koma beint úr skúlanum og hava møguleika at vera har til kl.1700. Sum eg skilji verur arbeitt uppá, at kunna bjóða 3. floks næmingum hetta sama tilboð.
User avatar
Børge Persson
 
Innlegg: 139
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 20:45
Staður: Hoyvík
Kyn: Maður

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 04 nov 2008, 17:04

Ja takk Børge!

Hatta er sjálvandi ætlanin. Vónandi kunnu vit fáa børn úr 3 flokki, eisini inn í Frítíðarskúla. Vit mugu annars fyrst, fáa 3 flokk inn í frítíðarskúla, áðrenn vit fara at gera eina skipan yvir, nær í børnini, skulu koma osv. Men, her er eitt hav av møguleikum. Besta loysnin, er at byggja ein nýggjan frítíðardepil á Karlarmagnusarbreyt í Hoyvík. Men, sjálvt um eg eri ímóti fyribilsloysnum, kunnu vit brúka frítíðarskúlan í Hoyvík til endamálið. Hann er normeraður til 130 børn og har eru bert 75 í løtuni, so her er eingin trupulleiki, um nakar skuldi ivast í tí. Vit høvdu 180 børn í fjør, og brúkti eisini kirkjukjallaran hjá Hoyvíkar Kirkju til endamálið. Men, støðan er ein onnur í dag, við 75 børnum og nókk av plássið. Barnaárgangirnar svinga jú- og nýggjar støður taka segt upp....Ja, skal eg halda áfram...
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 04 nov 2008, 17:21

Gódi Levi.

Takk fyri svarid.

Havi ein annan spurning... Hvussu vid øllum hinum skúlunum í Havn - skulu børnini har eisini fáa møguleika at ganga í frítídarskúla?
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 05 nov 2008, 02:08

Sjálvandi, hetta verður eitt tilboð fyri øll í Tórshavnar kommunu, hetta kann skipast uppá ymiskar mátar. Tú kanst td. byrja við at vita um tað er tørvur allastaðni í Havn, fyri at taka 3 flokk inn, tvs. skipað hetta eftir undurtøku. Ja, eg haldi at sjálvandi skulu øll hava henda møguleika. Ein kann td. byrja í Badmintonhøllini og í Hoyvík, har kanska tørvurin er størstur pt. Vel eg veit hvat í eg snakki um. Levi Mørk
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 05 nov 2008, 02:09

Vel meg eg veit hvat ið eg snakki um. Levi Mørk
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 06 nov 2008, 14:33

Góði Levi!

Takk enn einaferð fyri svarið.

Lat meg líka skilji eitt. Hava allir 1 og 2-flokkur í Havnini møguleika at ganga í frítíðarskúla? Ella er hetta eitt tilboð bert í Hoyvík?

Hví byggja nýggjar frítíðarskúladeplar? Hví ikki heldur nýta skúlarnar; teir standa jú tómir hóast alt aftaná loknan skúladag? Har er køkur í øllum teirra, so møguligt er at geva børnunum eina millummáltíð... Har er evningstova, vøllir og spælipláss eisini...

Hví brúka tíggjutals milliónir av krónum til frítíðarskúladeplar?
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Vel námsfrøðingar inn í býráði 11.11.08

GoymSkrivað hevur Levi2008 » 10 nov 2008, 13:28

Nej hetta er eitt tilboð til øll í Tórshavnar kommunu. Eg haldi at tað er rætt, at tað kostar nógvan pening, at byggja ein nýggja frítíðarbygning. Men, hetta er eitt langtíðarmál, sum tórshavanr kommuna longu hevur gjørt heildarætlan fyri. t.e fyri Karlamagnusarbreyt, har eru skúlar/deplar við í ætlani. So, jú eg eri heitur talsmaður fyri at vit brúka frítíðarskúlan í Hoyvík til endamálið. Men besta loysning er framvegis ein nýggjur frítáðardepil, har frítíðin hjá teimun ungu, kanska øðrum við kemur í hásæti. vónadi havi eg svara tær.vh. Levi
Levi2008
 
Innlegg: 35
Skrásett/ur: 17 okt 2008, 16:09
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users