Tað er otruligt..

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 25 okt 2008, 12:13

Eisini samdur við tær í hesum sjónarmiðum.
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Petur í Gong » 29 okt 2008, 22:22

Nú fari eg iki at leggja høvdið heilt á blokkin, men er ikki longu ein gongutunnil undir vegnum?

Eg haldi tað eisini vera uppá tíðina, at hesin tónleikaskúlin verður bygdur. (eg kalli tað tónleikaskúla tí at tíðin er fyri langt í verðini síðani farin frá at nýta orðið "musikk" í føroyum) Tað er jú eyðsæð, at við so longum bíðirøðum er tørvurin ovurstórur. Men henda komunala tænasta endar við at vera eitt tilboð fyri tey, ið eru so framsíggin, at tey skriva børnini upp longu áðrenn tey koma heim av føðideildini. Eg síggi næstan fyri mær, at við síðuna av kortunum, har tú sendir bløðunum boð um lítla alvan, eisini liggur ein bunki av tilmeldingarkortum til tónleikaskúlan :-)
Petur í Gong
 
Innlegg: 70
Skrásett/ur: 29 okt 2008, 21:42
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 30 okt 2008, 18:57

Hvussu ber tað til, at bíðilistin er so langur*?

Er tað ein mangul uppá lærarar sum ger tað? Valevnini her tosa um plásstrot (nýggjan skúla), so eg rokni við, at har eru nokk av lærarum...

Um har eru nokk av lærarum, og nokk av eftirspurningi eftir lærarum... Er tað so ikki løgið, at lærarnir ikki taka børnini heim til sín at spæla uppá, nøkta eftirspurningin og tjena feitar pengar uppá tað?

Ella eru nakrar restriktiónir á ljóðførisfrálæruøkinum, sum eg ikki havi hoyrt um?



* Sjálvandi er hetta talið eitt óveruligt tal, tí nógv skriva seg upp í tí vón, at barnið tímir at spæla uppá ljóðføri, og tað er jú als ikki vist, men at bíðilistin er langur er einki at ivast í...
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur tutte » 30 okt 2008, 21:01

Tráin Trá segði :Hvussu ber tað til, at bíðilistin er so langur*?

Er tað ein mangul uppá lærarar sum ger tað? Valevnini her tosa um plásstrot (nýggjan skúla), so eg rokni við, at har eru nokk av lærarum...

Um har eru nokk av lærarum, og nokk av eftirspurningi eftir lærarum... Er tað so ikki løgið, at lærarnir ikki taka børnini heim til sín at spæla uppá, nøkta eftirspurningin og tjena feitar pengar uppá tað?

Ella eru nakrar restriktiónir á ljóðførisfrálæruøkinum, sum eg ikki havi hoyrt um?

Har eru fleiri lærarar sum undirvísa privat,men teir næmingarnir verða standandi á bíðilistanum alíkavæl tí tá teir einaferð sleppa inn í hitan verður tað munandi bíligari fyri teir :)
tutte
 
Innlegg: 162
Skrásett/ur: 28 okt 2008, 14:32
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 30 okt 2008, 21:47

Jeps, fleiri lærarar hava frálæru privat, men teir eru opinbart ov fáir...

Hvussu nógv kostar tað at fáa frálæru á tónleikaskúlanum í mun til at fáa frálæru privat?
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Online » 30 okt 2008, 22:11

Tráin Trá segði :* Sjálvandi er hetta talið (2300) eitt óveruligt tal, tí nógv skriva seg upp í tí vón, at barnið tímir at spæla uppá ljóðføri, og tað er jú als ikki vist, men at bíðilistin er langur er einki at ivast í...


Hatta er rætt, sum tú sigur. Sigið sum Leivur hevur sagt mangan her inni "Eisini samdur við tær í hesum sjónarmiðum." :D
Boldingin er mín
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 31 okt 2008, 15:37

Hvussu nógv kostar tað at fáa frálæru á tónleikaskúlanum í mun til at fáa frálæru privat?


Hvar er Rói. B. Poulsen?
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Roi B. Poulsen » 31 okt 2008, 21:04

Hey Tráin Trá,

Kostnaðurin fyri at eitt barn gongur á Musikkskúla, liggur frá 200 til 1600 krónur, alt eftir hvar ein býr (Frá bygd til bygd).

Tá eg søkti sum 12 ára gamal um at koma inná Musikkskúlan var kostnaðurin 1000 krónur árliga.

Hvat kostnaðurin er hjá teimum privatu tónleikalærarunum, eri eg ikki klárur yvir, men gangi út frá at tað er eitt sindur ymiskt.

Eg kann eisini til stuttleikar viðmerkja, at eg fekk boð um at koma inná Musikkskúlan í Tórshavn tá eg var 17 ára gamal... 5 ára bíðitíð..

Og tá helt eg at tað var nakað seint at læra at spæla ljóðføri.

Vónandi var hettar svar uppá tín spurning.

Rói
I don’t know what the key to success is, but the key to failure is trying to please everyone.
User avatar
Roi B. Poulsen
 
Innlegg: 59
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 19:42
Staður: Torshavn
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur FlóvinE » 01 nov 2008, 01:13

Tað er lætt at sleppa av við hasa bíðitíðina, tað er bara at seta prísin upp.
Harraguð - Eg eri fullkomuliga umgyrdir av dólgum.
- infowarrior á kjak.org, 27. mai 2013
User avatar
FlóvinE
Kjakansari í Politikkur og samfelag & Brúkaramál og privatbúskapur & Leyst og fast
 
Innlegg: 2907
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 15:56
Staður: Vanløse
Kyn: Maður

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Tráin Trá » 02 nov 2008, 17:05

Hey Tráin Trá,

Kostnaðurin fyri at eitt barn gongur á Musikkskúla, liggur frá 200 til 1600 krónur, alt eftir hvar ein býr (Frá bygd til bygd).

Tá eg søkti sum 12 ára gamal um at koma inná Musikkskúlan var kostnaðurin 1000 krónur árliga.

Hvat kostnaðurin er hjá teimum privatu tónleikalærarunum, eri eg ikki klárur yvir, men gangi út frá at tað er eitt sindur ymiskt.

Eg kann eisini til stuttleikar viðmerkja, at eg fekk boð um at koma inná Musikkskúlan í Tórshavn tá eg var 17 ára gamal... 5 ára bíðitíð..

Og tá helt eg at tað var nakað seint at læra at spæla ljóðføri.

Vónandi var hettar svar uppá tín spurning.

Rói


Takk fyri svarið, Rói.

Hvat heldur tú annars um uppskotið hjá FlóvinE um at seta prísin upp?
Tráin Trá
 
Innlegg: 353
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 09:16
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Pætur » 07 nov 2008, 07:33

Rói: tú kláradi ikki at ordna ein skutara fyri nøkrum árum sídani og tad var arbeidid hjá tær.. Hvussu í allari vídu verd, skalt tú so klára at gera nakad í býrádnum. Tú fært so ikki mítt x
Pætur
 
Innlegg: 79
Skrásett/ur: 22 okt 2008, 22:18
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Birgith Lassen » 07 nov 2008, 10:37

Guð, hatta var deiliga føroyskt.. Hvat skal slíkt til fyri?

Bið Heðin orðna tín skutara..
User avatar
Birgith Lassen
 
Innlegg: 23
Skrásett/ur: 25 okt 2008, 16:23
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Timmy » 07 nov 2008, 11:10

Ja, handa viðmerkingin hjá Pætur var eitt sindur... tápulig í míni verð.
http://www.facebook.com/faroepodcast (tykkara stuðul er alneyðugur)

Bitterness is like cancer. It eats upon the host. But anger is like fire. It burns it all clean.

- Maya Angelou
User avatar
Timmy
 
Innlegg: 1195
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:19
Kyn: Maður

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Ole Wich » 09 nov 2008, 12:44

At lægge en skole op af en af mest trafikerede veje i landet med kontant trafik ud og ind hen over eftermiddagens myldretid, er tydeligvis tosset. En skole der skal have en stille lydkulisse skal ikke ligge af af en hovedtrafikåre.
Funktionerne er dette område er i forvejen så rodede og lidt gennemtænkt at det ville give endnu mere rod og forvirring med en skole i området.
Lad arealet op i mod Norðurlandahusið få fred. Det er dét, som det er beregnet til fra begyndelsen. Det er hærværk at skæmme en af de få bygninger i hovedstaden der har en karakteristisk arkitektur, det bedste vi har her i landet. Norðurlanadahusið er et kendt og også anerkendt ikon her og i udenlandet. De grønne pletter i Tórshavn er ved at forsvinde i disse år og denne plet er en af dem der virkelig giver luft i et rodet og turbulent område og har en funktion, der giver ro omkring en arkitektonisk perle.

Musikkskúlin á Hamrinum
Musikskolen i Tórshavn skal selvfølgelig ligge ved siden Dagstovnurin á Hamrinum lige ved busstoppestedet, så eleverne kan gå lige ud af bussen og ind i skolen. Så bliver der ikke så meget biltrafik derud.
Extremism is so easy. You've got your position, and that's it. It doesn't take much thought. And when you go far enough to the right you meet the same idiots coming around from the left.
Clint Eastwood
User avatar
Ole Wich
 
Innlegg: 643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:47
Staður: Tórshavn
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Stanley » 09 nov 2008, 23:33

jep, so hevdi bara mangla ein hugnarlig og trygg gangi/súklugøta vid tunnli undir vegin, so tad var trygt at ganga og súkla ímillum Nordlandahúsi, musikdepilin, og harfrá oman til svimjuhøllina, á nabb, fótbóltsvallirnir osfr.. Einki er so óinspirerandivedurhart og kediligt at ganga sum netup har.
Passar Durita. Ein fanans bilgangur...man blívur næstan svøk av larmi og gangi...
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

AfturFram

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron