Tað er otruligt..

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Roi B. Poulsen » 23 okt 2008, 00:31

Tað er otruligt, at tað standa uml 2400 folk a biðilista til at sleppa inna musikkskulan.

Eg haldi at tað er undir alt lagmark, at so illa er fordeilt.

5 Fotboltsvøllir
4 Itrottarhallir
1 Badmintonhøll
9 Fimleikahallir
49 Sparkivallir
1 Rennibreyt
Og so ein Musikkskúli við uml 2400 folkum a biðilista.

Um eg veri valdur i byraðið i Torshavnar Kommunu, fari eg at arbeiði miðvist eftir at faa hesi viðurskifti betraði !!
I don’t know what the key to success is, but the key to failure is trying to please everyone.
User avatar
Roi B. Poulsen
 
Innlegg: 59
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 19:42
Staður: Torshavn
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Online » 23 okt 2008, 00:35

Hevur tú onga striku, at seta yvir ó, í og á?
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Timmy » 23 okt 2008, 00:43

Hehe, fær hann tína atkvøðu um tað verður sett inn?
http://www.facebook.com/faroepodcast (tykkara stuðul er alneyðugur)

Bitterness is like cancer. It eats upon the host. But anger is like fire. It burns it all clean.

- Maya Angelou
User avatar
Timmy
 
Innlegg: 1195
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 18:19
Kyn: Maður

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Shit ein pedagog!! » 23 okt 2008, 02:35

ehh Rói, er hattar títt einasta mál ?? hopi fyri teg at tú hevur okkurt betri valagn enn bara hattar!
Shit ein pedagog!!
 
Innlegg: 10
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 17:01
Staður: KBH - Tórshavn
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 23 okt 2008, 09:16

Musikkskúli skuldi verið gott valagn. Ein bíðilisti á 2.400, tað er 4.800 foreldur, og fær hann 10% av teimum, so er hann væl og virðiliga í býráðnum.

Men harumframt hevur hann rætt. Tað er burturvið vánaligar umstøður, sum Musikkskúlin hevur.
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur xabi » 23 okt 2008, 13:10

Eri samdur við Róa í hasum. Tað líkist ongum, at tær polittisku raðfestingarnir skulu verða so illa spjaddar.
"I don't think much of a man who is not wiser today than he was yesterday."

-- Abraham Lincoln
xabi
 
Innlegg: 549
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:26
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Online » 23 okt 2008, 20:51

xabi segði :Eri samdur við Róa í hasum. Tað líkist ongum, at tær polittisku raðfestingarnir skulu verða so illa spjaddar.



Nei, eri eisini "samdur" har - men Rói, um hann vil veljast, so má hann taka í nakkan á sær sjálvum og koma við einum uppskotið - og ikki bara siga - EG vil tað og tað og tí og tí .... maðurin má koma við einum beini, sum hevur kjøt á og ikki bara siga "eg vil, tí hini gera ta og tað..." Tað er ov tunt, og gevur onga meining, millum vaksin fólk, sum hugsa... - hatta er tilætla ungum, sum siga ok tú sigur tað - so er tað sikkurt fínt!


Vil ikki geva Róa læru her - men hann hevur nógv at læra. Áni ikki hvør hann er.
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 23 okt 2008, 21:40

Vit á Lista E (Tjóðveldi) siga, at nýggjur Musikkskúli skal byggjast í komandi valskeiði. Persónliga haldi eg, at kommunan sum skjótast eigur at taka upp samráðingar við Norðurlandahúsið um at lata fløtuna eystanfyri Norðurlandahúsið til hetta endamál. Her haldi eg eisini, at eitt tjóðleikhús hevði ligið væl, um pláss eisini er fyri tí. Hugsið tykkum: Kringvarpið, Norðurlandahúsið, Musikkskúlin og Tjóðleikhúsið á einum stað! Hetta hevði skapt grundarlag fyri nógvum samstarvsmøguleikum millum hesar fýra mest týðandi mentanarstovnar okkara, tað veri seg bæði á tekniska og øðrum økjum. At knýta Musikkskúlan (og nýggju Neistahøllina við Landavegin) uppí Skúladepilin í Marknagili er bara at grugga bæði hesi málini upp aftur meira við tí úrsliti, at alt dettur á gólvið, og tað má bara ikki henda. So niðan á Norðurlandahúsa-økið við Musikkskúlanum!
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Online » 23 okt 2008, 23:44

Leivur Hansen segði :Vit á Lista E (Tjóðveldi) siga, at nýggjur Musikkskúli skal byggjast í komandi valskeiði. Persónliga haldi eg, at kommunan sum skjótast eigur at taka upp samráðingar við Norðurlandahúsið um at lata fløtuna eystanfyri Norðurlandahúsið til hetta endamál.


Er handan fløtan, tú umtalar, ikki friða?
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 24 okt 2008, 00:28

Mær vitandi er hon friða, og eitt friðingarskjal plagdi at hanga á vegginum á byggi-og býarskipanardeildini. Fløtan er annars sera vælegnað, og minnist meg rætt, er friðingin gjørd fyri at verja útsjóndina hjá Norðurlandahúsinum, soleiðis at okkurt ljótt ikki kemur upp fyri, og tak meg ikki í tí, men eg haldi tað var Tórshavnar kommuna, ið tók stig til hesa friðing, og gav Norðurlandahúsinum hana í samband við upplatingina.
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Online » 24 okt 2008, 00:32

Mín meining er, at handan fløtan; í einum býi, er penari útbygd, við alskins hentleikum, til borgaran at nýta, enn at nøkur ross, hjá onkrum ríkum manni ganga har.
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 24 okt 2008, 08:21

Nei, fløtan er ikki friðað. Kommunan hevur latið Norðurlandahúsinum hana í føðingardagsgávu til møguligar útbyggingar. Men tá talan herfyri var um at byggja nýggjan kommunalan umsitingarbygning har, varð upplýst í býráðssalinum, at leiðslan í Norðurlandahúsinum tók undir við ætlanini. Eg haldi, at mentanin (Musikkskúli og møguliga Tjóðleikhús) høvdu ligið betri her enn ein stórur, gráur umsitingarbygningur. Hann kann vera alla aðra staðni, eftir míni meining.
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Online » 25 okt 2008, 04:41

åh ok- meinti hon var friðað - men deiligt - hví so ikki brúka hesa fløtuna til okkurt munadygt?
Online
 
Innlegg: 736
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 19:32
Staður: allastaðni
Kyn: Kvinna

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 25 okt 2008, 12:00

Nettupp!
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Tað er otruligt..

GoymSkrivað hevur DuritaJ » 25 okt 2008, 12:09

Leivur Hansen segði :Vit á Lista E (Tjóðveldi) siga, at nýggjur Musikkskúli skal byggjast í komandi valskeiði. Persónliga haldi eg, at kommunan sum skjótast eigur at taka upp samráðingar við Norðurlandahúsið um at lata fløtuna eystanfyri Norðurlandahúsið til hetta endamál. Her haldi eg eisini, at eitt tjóðleikhús hevði ligið væl, um pláss eisini er fyri tí. Hugsið tykkum: Kringvarpið, Norðurlandahúsið, Musikkskúlin og Tjóðleikhúsið á einum stað! Hetta hevði skapt grundarlag fyri nógvum samstarvsmøguleikum millum hesar fýra mest týðandi mentanarstovnar okkara, tað veri seg bæði á tekniska og øðrum økjum. At knýta Musikkskúlan (og nýggju Neistahøllina við Landavegin) uppí Skúladepilin í Marknagili er bara at grugga bæði hesi málini upp aftur meira við tí úrsliti, at alt dettur á gólvið, og tað má bara ikki henda. So niðan á Norðurlandahúsa-økið við Musikkskúlanum!


jep, so hevdi bara mangla ein hugnarlig og trygg gangi/súklugøta vid tunnli undir vegin, so tad var trygt at ganga og súkla ímillum Nordlandahúsi, musikdepilin, og harfrá oman til svimjuhøllina, á nabb, fótbóltsvallirnir osfr.. Einki er so óinspirerandivedurhart og kediligt at ganga sum netup har.
Vinarliga Durita

Kolonihavafelag:
viewtopic.php?f=13&t=4778
User avatar
DuritaJ
 
Innlegg: 1107
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 22:36
Staður: DK
Kyn: Dult

Fram

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users