Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Róaldur » 21 okt 2008, 16:38

Hvussu fólkarík er Tórshavn í 2050 um tit sleppa at bestemma? - Og hvar skal hesin vøkstur/minking koma frá?
Róaldur
 
Innlegg: 326
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:26
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 21 okt 2008, 19:49

Hey Róaldur. Áhugaverdur spurningur, men eg haldi ikki, at nøkur haldgóð meting finst um, hvussu nógv fólk tá fara at búgva í Tórshavn. Sjálvur veri eg neyvan teirra millum. Í øllum førum vænti eg ikki, at eg tá sum 101 ára gamal framvegis siti í býráðnum. Námen, skemt til viks. Meini, at hagtøl, ið ganga fram til uml. 2025, siga, at áleið 25.000 fólk tá fara at búgva í høvuðsstaðarkommununi, tvs. uml. 5.000 fleiri enn nú.
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Róaldur » 23 okt 2008, 08:32

Takk fyri svarið Leivur.

Er ongin størri visión fyri Havnina? - Um eg hevði stilla upp, so hevði eg beinan vegin sagt at vit skulu vaksa kraftigt um fólkatalið. Og málið fyri 2050 er at vit í minsta lagi skulu verða dupult so nógv fólk í Havn, har so og so stórur partur er frá bygd, so og so stórur partur útlendingar og so og so stórur partur føroyskir útisetar. Eg haldi at Havnin má spæla nógv meira við tá tað kemur til størsta trupuleikan í landinum, sum er at vit eru ov fá, og vit vaksa ikki!!

Eg eri vísur í at ein sterkur høvuðsstaður er ein fyritreyt fyri at landinum er lív laga, so eg haldi at komandi býrað skal taka hetta upp og broyta visiónirnar fyri Havnina. Vit skulu verða nógv meira ambitiøs enn vit eru í dag.
Róaldur
 
Innlegg: 326
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:26
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 23 okt 2008, 09:43

Eri í høvuðsheitum samdur við tær. Endamálið hjá kommununi at vera við á Jobmatch herfyri var m.a. at fáa so nógvar útisetar sum gjørligt heim aftur. Fyritreytin fyri hesum eru m.a. nøktandi íbúðarviðurskifti, arbeiðstilboð og útbúgvingar- og trivnaðarmøguleikar. Her má landið eisini spæla við, td. við at gera lóggávu fyri alternativum bústaðarmøguleikum og menna lestrar- og granskingarumhvørvið. So her er ovmikið at tríva í bæði hjá býar- og landsmyndugleikum. Umráðandi er, at farið verður í gongd við at loysa hesi viðurskifti beinanvegin, tí alt vísir seg at taka nógv longri tíð enn ein ímyndar sær, tíverri.
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 24 okt 2008, 00:42

Ein stór forðing, fyri at fáa fólk heimaftur, er barnansingarmøguleikar. Tórshavnar kommuna gevur tær møguleika, at skriva barn títt upp til ansing, í upp til eitt hálvt ár, áðrenn tú flytir til kommununa. Hetta er eitt ok, átak og betrar um viðurskiftini hjá fólki, ið koma heim eftir loknan lestur. Men hetta er slettis ikki tillagað til arbeiðsmarknaðin. Søkir ein føroysk fyritøka eftir fólki, so skulu hesi helst byrja fáar mánaðir eftir, at tey hava fingið starvið, og hetta kann væl vera fólk, ið bert flytir til Føroyar, tí tey halda hetta starv vera so spennandi. Hesi fólk hava ikki skrivað barn sítt upp, og vil illa til, so kunnu tey koma at bíða í sera langa tíð, so langa tíð, at tey í veruleikanum ikki kunnu taka starvið. Setur tú t.d. ein einliga mammu, sum flytur úr Danmark til Føroyar í starv í august, so kann hon byrja í starvinum 1.oktober ella um væl vil til 1. september. Men søkir hon ansing til barn sítt í august, so skal hon neyvan roknað við ansing fyrr enn í august árið eftir. Tí flest øll børn koma inn í høvuðsupptøkuni, ið verður gjørd á várið við byrjunardegi í august.

Hetta er ikki í lagi, og møguleiki skal vera fyri plássgarantiið innan eitt nú 2 mánaðir. Hetta setur nøkur krøv um fleiri pláss, men sum kommuna, ið vil mennast er hetta neyðugar íløgur. Ein møguleiki er sjálvandi, at royna at enduruppbyggja dagrøktina, sum býráðið, ið sat áðrenn hetta kláraði at nærum útrudda, men sum enn anir við nøkrum av teimum nógvu dugnaligu og dámligu eldsálunum.
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Børge Persson » 24 okt 2008, 02:29

Men hvussu nógvar dagstovnar fingu tey upp at standa afturfyri?
User avatar
Børge Persson
 
Innlegg: 139
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 20:45
Staður: Hoyvík
Kyn: Maður

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Roi B. Poulsen » 24 okt 2008, 08:36

Hey Børge :)

Ta folkaflokkurin var i samgongu seinast, blivu 15 barnagarðar bygdir, nærum ein hvønn 4 mðr.

Vonandi var hattar svarið tu leitaði eftir.. :)

Vh
Roi
I don’t know what the key to success is, but the key to failure is trying to please everyone.
User avatar
Roi B. Poulsen
 
Innlegg: 59
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 19:42
Staður: Torshavn
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Niels Uni » 24 okt 2008, 20:18

Eingin ivi um, at næst seinasta býráð gjørdi sera stór framstig á barnaansingarøkinum, men hetta rættvísger ikki tey útalilsi, sum flokkurin kom við um dagrøktina, tað var beinleiðis niðrandi fyri tær nógvu dagrøktar mammur, ið ábyrgdarfult arbeiddu í Tórshavnar kommunu, og úrslitið var, at nærum allar fóru úr starvið.
“I played for Liverpool for a few years and had some great moments. But when a club like Chelsea, with bigger potential, come calling, it’s hard to say no – especially when it looked impossible to win the league for Liverpool.”, Fernando Torres
User avatar
Niels Uni
 
Innlegg: 1643
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:37
Kyn: Maður

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Leivur Hansen » 25 okt 2008, 00:18

Púra samdur við Niels Una í, at tað var ein dáragerð hjá undanfarnu býráðssamgongu nærum at beina fyri dagrøktarskipanini. Tørvur er á eini slíkari tænastu við síðuna av dagstovnatilboðunum, og tí eiga vit at taka okkum væl av og hjúkla um tær dagrøktarmammur, vit framvegis hava.
Leivur Hansen
 
Innlegg: 82
Skrásett/ur: 16 okt 2008, 23:08
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Børge Persson » 25 okt 2008, 18:24

Roi B. Poulsen segði :Hey Børge :)

Ta folkaflokkurin var i samgongu seinast, blivu 15 barnagarðar bygdir, nærum ein hvønn 4 mðr.

Vonandi var hattar svarið tu leitaði eftir.. :)

Vh
Roi


Ja tað var eisini mítt point, hóast mær ikki dámar handan hugburðin "tá xflokkurin var í samgongu bleiv tað og tað set í verk" Teir sótu í eini samgongu sum framdi tað í verk ;)

Men nú skal eg ikki útalað meg for nógv um hvat dagrøktar"mammurnar" blivu útsettar fyri í hesum sambandi, tá eg ikki veit akkurát hvussu tað hevur veri. Men eg veit at fleiri teirra vóru bjóðaðar starv á nýbygdu dagstovnum, og tá 15 nýggir stovnar blivu bygdir fyri royna at dekka tørvin av barnaansing, so má tað óivað vera tí, at dagrøktin bleiv niðurskerd í fyrstu atløgu.
So vil eg heldur spyrja, um vit ikki heldur áttu at bygt fleiri dagstovnar um tørvurin ikki er dekkaður inn enn, tí eg haldi tað skapa meira dynamikk(?), enn ein pedagogur við 4 børnum heima við hús?
User avatar
Børge Persson
 
Innlegg: 139
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 20:45
Staður: Hoyvík
Kyn: Maður

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur sjúrður skaale » 25 okt 2008, 20:47

Róaldur segði :Takk fyri svarið Leivur.

Er ongin størri visión fyri Havnina? - Um eg hevði stilla upp, so hevði eg beinan vegin sagt at vit skulu vaksa kraftigt um fólkatalið. Og málið fyri 2050 er at vit í minsta lagi skulu verða dupult so nógv fólk í Havn, har so og so stórur partur er frá bygd, so og so stórur partur útlendingar og so og so stórur partur føroyskir útisetar. Eg haldi at Havnin má spæla nógv meira við tá tað kemur til størsta trupuleikan í landinum, sum er at vit eru ov fá, og vit vaksa ikki!!

Eg eri vísur í at ein sterkur høvuðsstaður er ein fyritreyt fyri at landinum er lív laga, so eg haldi at komandi býrað skal taka hetta upp og broyta visiónirnar fyri Havnina. Vit skulu verða nógv meira ambitiøs enn vit eru í dag.


Róaldur hevur fullkomiliga rætt. Skal fráflytingin úr Føroyum steðgast, má Havnin verða, nógv, nógv størri enn hon er nú. Havnin er og verður høvuðs"attraktión" Føroya - tá tað snýr seg um at verða attraktivur fyri tey, sum hugsa um at búseta seg í landinum.

Jú størri Havnin er, og jú meira "býarlig" hon verður, jú meira attraktiv verður hon. Ein stór, fjølbroytt og rúmlig Havn er tað, sum kann draga fólk til Føroya at búgva.

Málið má tí verða ein Havn sum er NÓGV størri enn hon er nú. Til gagns fyri Havnina og fyri landið alt.

Tað merkir ikki at onnur øki ikki eisini kunnu og skulu vaksa. Alt landið fær gagn av eini stórari og spennandi Havn.

Vakstrarpotentialið hjá Havnini liggur ikki í fólki av bygd, men í útisetunum.
sjúrður skaale
 
Innlegg: 86
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 21:57
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Harra Sanudo » 25 okt 2008, 21:31

Eg helli tann vegin, at Havnin eigur at minka. Har skuldu bara búð eini 10.000 fólk
Kærleikin er blindur - hættar sær einki, trilvar eftir onkrum at styðja seg at
- Alexandr Pushkin

Ja lukkuligur hann sum oman øllum er og ikki nýtist hava nakra meining
- Buchretius
User avatar
Harra Sanudo
 
Innlegg: 152
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 15:57
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Børge Persson » 25 okt 2008, 21:32

og grundgevingin er??
User avatar
Børge Persson
 
Innlegg: 139
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 20:45
Staður: Hoyvík
Kyn: Maður

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Róaldur » 27 okt 2008, 14:43

Sjúrður Skaale
Vakstrarpotentialið hjá Havnini liggur ikki í fólki av bygd, men í útisetunum.


Eg eri samdur við tær í at vakstrarpotentiali er størri í útisetum enn í fólki av bygd :D , men eg haldi als ikki man skal gloyma útlendingarnar. Har er potentiali sera stórt!

Annars eri eg somikið súrur og forargaður inn á førda bústaðarpolitikkin í Havn, at eg havi avgjørt at straffa allar politikararnar, sum sita har, við at stemma uppá onkran nýggjan visioneran politikara, sum ætlar broytingar.
Róaldur
 
Innlegg: 326
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 08:26
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Harra Sanudo » 27 okt 2008, 14:53

Børge Persson segði :og grundgevingin er??


Eg veit ikki. Eg haldi altíð tað er hugnaligari og betri, minni kriminalitetur osfr, á smáplássum. Havnin burdi blivið ein bygd aftur, eins og í ár 1800
Kærleikin er blindur - hættar sær einki, trilvar eftir onkrum at styðja seg at
- Alexandr Pushkin

Ja lukkuligur hann sum oman øllum er og ikki nýtist hava nakra meining
- Buchretius
User avatar
Harra Sanudo
 
Innlegg: 152
Skrásett/ur: 19 okt 2008, 15:57
Kyn: Dult

Fram

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron