Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

Ein ókeypis pallur til øll kommunuvalevni

Kjakansarar: FlóvinE, Dionysus

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Petur í Gong » 01 nov 2008, 11:32

Leivur, vit hava altíð eldraráðið, so fall ikki í fátt. Vit skulu nokk hava onkra uppgávu til tín í 2050 :-)

Klaksvík veksur so leingi bygdirnar rundanum hana hava nakað av fólki at lata av. Men hesar bygdir minka í stórum, uttan so, at tær longu eru endaðar sum forstaðir til Klaksvík. Men tann dagin bygdirnar ikki longur hava nakað at lata av, steðgar vøksturin í Klaksvík. Og tá kemur til sjóndar tann fráflytingin, sum í dag er duld av grannatilflytingini. Her hugsi eg um fráflyting til Havnar og av landinum.
Men Havnin hevur júst sama trupulleika. Havnin veksur, men bara so leingi allar hinar bygdirnar í Føroyum hava nóg mikið av fólki at lata av, at tað uppvigar fráflytingina úr Havnini og av landinum. Tann dagin bygdirnar ikki hava nóg mikið av fólki at lata av, minkar eisini Havnin.
Poengið er, at ein kraftmiðdepil sýgur fólk til sín, men gert samstundis offur fyri størri kraftmiðdeplum. At okkara kvinnur eru so sera raskar at eiga børn far ikki steðga hesi gongdini. Tað far einans seinka henni.

Einasta gongda leið er at satsa uppá fólk uttanfyri Føroyar. Tá er helst lættast at fáast við okkara fráfluttu landsmenn, men vit skulu so avgjørt ikki avmarka okkum til tey. Vit skulu í nógv størri mun gera tað lættari hjá fólki við hollari vitan at seta búgv her hjá okkum. Og tað inniber so, at teir fasilitetir, ið tey eru von við í grannalondunum, mugu fáast uppá pláss. Tí vit skulu sjálvandi hava tað sama at bjóða sum okkara kappingarneytar. Hetta er jú grundleggjandi logikkur, og skuldi ikki verið neyðugt at sagt.

Slíkt sum at geva hasum italiumanninum, sum skrivaði okkum eina orðabók, fótin í reyvina, má als ikki koma fyri. Vit áttu heldur at sent eitt privatflogfar eftir honum og givið honum eina stóra umberðing saman við einum riddaraveðri. Nógv av hesum fólkunum, ið vit so hjartaleyst fara við, eru sera gevandi fólk. Serliga á ítróttarøkinum, men eisini aðrastaðni.

Men kanska eru vit bara ov uptikin av okkum sjálvum. Vit elska at antin rósa okkum sjálvum, ella at noyða onnur at rósa okkum. Sum í Íslandi fyri tíðina. Ella tá onkur stjørna er komin til Føroyar, og skal tráðspyrjast í útvarpinum um hvussu nógv tey elska Føroyar og føroyingar. Hvørji tey sjálvi eru, hvussu tey hava tað ella hvat tey ætla á síni lívs- og stjørnuleið, er púra óáhugavert. Tað snýr seg um okkum. Spell. Verðin er nemliga stór og áhugaverd. Vit skulu bara lata eyguni upp fyri henni.
Petur í Gong
 
Innlegg: 70
Skrásett/ur: 29 okt 2008, 21:42
Kyn: Dult

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Børge Persson » 02 nov 2008, 23:39

Gott sagt:)
User avatar
Børge Persson
 
Innlegg: 139
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 20:45
Staður: Hoyvík
Kyn: Maður

Re: Er Høvuðsstaðurin nóg stórur?

GoymSkrivað hevur Nina » 03 nov 2008, 02:28

Petur í Gong segði :Leivur, vit hava altíð eldraráðið, so fall ikki í fátt. Vit skulu nokk hava onkra uppgávu til tín í 2050 :-)

Klaksvík veksur so leingi bygdirnar rundanum hana hava nakað av fólki at lata av. Men hesar bygdir minka í stórum, uttan so, at tær longu eru endaðar sum forstaðir til Klaksvík. Men tann dagin bygdirnar ikki longur hava nakað at lata av, steðgar vøksturin í Klaksvík. Og tá kemur til sjóndar tann fráflytingin, sum í dag er duld av grannatilflytingini. Her hugsi eg um fráflyting til Havnar og av landinum.
Men Havnin hevur júst sama trupulleika. Havnin veksur, men bara so leingi allar hinar bygdirnar í Føroyum hava nóg mikið av fólki at lata av, at tað uppvigar fráflytingina úr Havnini og av landinum. Tann dagin bygdirnar ikki hava nóg mikið av fólki at lata av, minkar eisini Havnin.
Poengið er, at ein kraftmiðdepil sýgur fólk til sín, men gert samstundis offur fyri størri kraftmiðdeplum. At okkara kvinnur eru so sera raskar at eiga børn far ikki steðga hesi gongdini. Tað far einans seinka henni.

Einasta gongda leið er at satsa uppá fólk uttanfyri Føroyar. Tá er helst lættast at fáast við okkara fráfluttu landsmenn, men vit skulu so avgjørt ikki avmarka okkum til tey. Vit skulu í nógv størri mun gera tað lættari hjá fólki við hollari vitan at seta búgv her hjá okkum. Og tað inniber so, at teir fasilitetir, ið tey eru von við í grannalondunum, mugu fáast uppá pláss. Tí vit skulu sjálvandi hava tað sama at bjóða sum okkara kappingarneytar. Hetta er jú grundleggjandi logikkur, og skuldi ikki verið neyðugt at sagt.

Slíkt sum at geva hasum italiumanninum, sum skrivaði okkum eina orðabók, fótin í reyvina, má als ikki koma fyri. Vit áttu heldur at sent eitt privatflogfar eftir honum og givið honum eina stóra umberðing saman við einum riddaraveðri. Nógv av hesum fólkunum, ið vit so hjartaleyst fara við, eru sera gevandi fólk. Serliga á ítróttarøkinum, men eisini aðrastaðni.

Men kanska eru vit bara ov uptikin av okkum sjálvum. Vit elska at antin rósa okkum sjálvum, ella at noyða onnur at rósa okkum. Sum í Íslandi fyri tíðina. Ella tá onkur stjørna er komin til Føroyar, og skal tráðspyrjast í útvarpinum um hvussu nógv tey elska Føroyar og føroyingar. Hvørji tey sjálvi eru, hvussu tey hava tað ella hvat tey ætla á síni lívs- og stjørnuleið, er púra óáhugavert. Tað snýr seg um okkum. Spell. Verðin er nemliga stór og áhugaverd. Vit skulu bara lata eyguni upp fyri henni.


Kundi ikki sagt tað betur!
Bob was as perplexed as a hacker who means to access T:flw.quid55328.com\aaakk/ch@ung but gets T:\flw.quidaaakk/ch@ung by mistake
Nina
 
Innlegg: 59
Skrásett/ur: 20 okt 2008, 23:07
Kyn: Dult

Aftur

Aftur til Kommunuval 2008

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users