Vísindaliga prógvað?

Kjakansarar: Pierce, #Rúni#

Re: Vísindaliga prógvað?

GoymSkrivað hevur Agnar » 28 sep 2014, 10:57

Agnar segði :Hava tit nøkur dømir um hvørjir veikleikar eru við vísindaligu metoduni? Eg kann sjálvur pt. koma í tankar um fylgjandi:

. Man ger fleiri kanningar, men man publiserar bara tann partin, ið gevur tað úrslitið, ið passar einum.

. Man ger fleiri kanningar, men justerar faktorarnir, inntil tað úrslitið kemur, ið passar einum.

. Eins og í kapping millum 2 feløg, so ganga vísindafólk ikki hvør øðrum for nær. Á sama hátt sum eitt oljufelag ikki dumpar prísin hjá hinum, kann t.d. hugsast at ein lækni, ið granskar, ikki gongur einum øðrum ov nær, tí teir eru kollegar og sum slíkir hava eina óútalaða avtalu um at verja fakið og "kursin" á teirra statt.



Eg komi í tankar um ein máta afturat, ið eg kann hugsa mær at tað ber til at fuska við granskingarúrslitum:

. Man kann fáa eitt ávíst stoff góðkent fyri nakað heilt heilt spesifikt. Eftirfylgjandi kann man lata tað vera væl minnið spesifikt hvussu man marknaðarførir stoffið
Last edited by Agnar on 28 sep 2014, 12:47, edited 1 time in total.
Agnar
 
Innlegg: 1149
Skrásett/ur: 22 okt 2008, 11:12
Kyn: Dult

Re: Vísindaliga prógvað?

GoymSkrivað hevur infowarrior » 28 sep 2014, 12:27

Ongin og onki er 100% objektivt.
"Give me control of a nations money supply, and I care not who makes it’s laws." Mater Amschel Rothschild, founder of the Rothschild banking dynasty
User avatar
infowarrior
 
Innlegg: 6471
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 01:22
Kyn: Dult

Re: Vísindaliga prógvað?

GoymSkrivað hevur Rovarin » 12 jun 2016, 03:42

infowarrior segði :Ongin og onki er 100% objektivt.


Tøl eru. Ella var tað støddfrøði, ið er eitt fullkomuliga abstrakt system, eitt vísindaligt amboð til at skilja ymisk viðurskifti - ein kann kalla tað eina peiling (sum tá man nýtir kumpass).

Tað einamest umráðandi hjá einum vísindafólki er erligheit, vísindaligu háttaløgini (ikki øll nú á døgum, tá hugsað verður um tey meira radikalu konflikt ástøðini) hava øll havt til endamáls at leggja til grundar nøkur aðalmál, ið máta verður eftir innan ta paradigmu ella vísindaliga skúlan, ið vísindafólki arbeiðir innanfyri. Greiðast skal frá hypotesu og spurdómi og greinast skal síðan hvussu arbeitt verður við ástøðum og empiri, hesi verða síðan viðgjørd og ikki fyrr enn tá kann nøkur niðurstøða gerast.

Ein av vegleiðarunum til mína bachelor, ið var phd lesandi, sá seg illan inn á meg, tí eg helt fast uppá ein málbúna í uppgávuni, har eg ikki nýtti orð sum 'eg', 'tú', 'vit' og tit. Hann vildi vita hví og eg greiddi frá at hetta var fyri at avmarkað ta 'litingina', ið mínir persónligu fordómar kundu skeikla uppgávuna við, eg vildi halda meg so objektivan sum gjørligt (ja, ein persónligur fordómur, men tað at lata alla yvirtrúgv í dulvitinum sprella og so at oysa hetta gallið í eina uppgávu er nógv býttari). Hesin vegleiðarin gav mær eina langa skideballu um at tað ikki bar til at vera 100% objektivur og tí skuldi man ikki brúka tíð uppá slíkt tvætl, men heldur tveita seg út í subjektivitetin har kenslur og annað tvætl ræður.

Eingin hevur nakrantíð sagt at nakað part-out skal vera objektivt... men tað merkir ikki at man ikki kann stremba fyri tí.
Og harafturat haldi eg at Infowarrior skal leggja frá sær!
User avatar
Rovarin
 
Innlegg: 125
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:47
Staður: Tórshavn
Kyn: Maður

Aftur

Aftur til Heimspeki og vísindi

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users