Reglar fyri kjakið

Afturmeldingar til kjak.org

Kjakansari: Dionysus

Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur JanElmar » 11 jun 2009, 15:27

Eg meldaði meg fyri nøkrum døgum síðani á eina danska kjak heimasíðu (forum). Reglurnar vóru m.a hesar:

(Det er ikke tilladt at reklamere for firmaer eller produkter man selv har økonomisk interesse i.)

(Det er ikke tilladt at henvise til forhandlere af kosttilskud eller omtale specifikke kosttilskud ved produktnavn.)

1. Vil hetta siga at eg í mínum signaturi, ikki havi lov at skriva t.d Køb billigt protein pulver her. ?
2. Vil hetta siga at eg ikki havi loyvi um ein t.d spyr hvat protein pulvir eg anbefalli, og so svari eg t.d protein pulvur frá einum bestemtum merki ?
User avatar
JanElmar
 
Innlegg: 564
Skrásett/ur: 02 jan 2009, 17:54
Staður: Vejle, Danmark
Kyn: Maður

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Erik Oluf Andersen » 11 jun 2009, 20:19

Havi flutt evnið til Afturmeldingar - haldi at tað kemur betri til sín rætt har.
Um tú ræðist valdsharrar og bindur frið, eru tú longu vorðin trælur.
"How many politicians try to cover up their lies?", "and in the blackness of the night,
abuse us with their might!"
User avatar
Erik Oluf Andersen
 
Innlegg: 1943
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 14:58
Kyn: Maður

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur JanElmar » 11 jun 2009, 22:07

Onkur í kan hjálpa mær her ? ;)
User avatar
JanElmar
 
Innlegg: 564
Skrásett/ur: 02 jan 2009, 17:54
Staður: Vejle, Danmark
Kyn: Maður

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Stanley » 11 jun 2009, 23:41

TORO tomatsuppu, NUTANA dadlur, fiskafars úr Leirvík, Summarskál frá MBM og russiskt vodka !!!

:o Nú koma bæði EOA og Dionysus eftir mær...
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Ulladukkan » 11 jun 2009, 23:57

Streller - mær vitandi eru ongar reglur niðurskrivaðar ella viðtiknar her á kjak.org. So sig tú bara at putursukrið í Sandavági er blivið dýrt ella pylsurnar á Vaglinum smakka illa. So vítt eg veit er tað ikki sum á Kvinna.fo - har tað bert er loyvt at tosa um hvussu góð t.d. slættijørnini í Elding eru. :shock:
Ikki er tað stuttligt.
User avatar
Ulladukkan
Kjakansari í Lívsstílur, heilsa og kynslív
 
Innlegg: 217
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 08:05
Staður: Århus
Kyn: Kvinna

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Stanley » 12 jun 2009, 08:31

Nakað annað er, at tað er eitt ólukksáliga gott point Streller hevur her, og helst eisini fremsta orsøkin til, at vit helst mugu fáa okkum nakrar fáar reglur at "stýra eftir"...
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur kaka » 12 jun 2009, 13:57

Ja, nær munnu tær fara at koma ? Nú er væl fráliðið, síðani "fólkaatkvøðan" var, og hon vísti greiðan meiriluta fyri reglum.
kaka
 
Innlegg: 959
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 21:45
Kyn: Dult

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Arni! » 12 jun 2009, 15:15

Tað er ringt at staðfesta munin og tað má gerast í hvørjum einstøkum føri, men eg haldi at tað skal vera lov at kjakast um merkivørur við navni, men at tað skal vera bannað at lýsa við teimum.
"The more I examine the universe and the details of its architecture, the more evidence I find that the universe in some sense must have known we were coming." - Freeman Dyson
User avatar
Arni!
 
Innlegg: 1359
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 17:38
Staður: Aberdeen, Skotland
Kyn: Maður

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Stanley » 12 jun 2009, 15:59

"Tað er ikki loyvt at lýsa við ávísum vørum ella tænastum her á kjakinum"

Vildi verið tað mest einfalda...kommercielt endamál kanska flættað uppí...men...men...faaan alt hetta er trupult at fáast við, tí hvat við eittnú mentanartiltøkum (konsertum, filmum, listaframsýningum o.ø.), serligum túrum í føroysku náttúruni, ella okkurt skidesmart telduforrit, onkur hevur hug at greiða hinum kjakarunum frá ?
"Tað er ikki loyvt at koma við persónsálopum her á kjakinum"

Aftur - hvar gongur markið ?
o.s.v.
o.s.v.
o.s.v.
Halda seg til evnið...

Kanska høvdu "rætningslinjur" (leiðreglur) verið betri. A la:
Tað sømir seg ikki...

???
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Jozo » 12 jun 2009, 17:36

kaka segði :Ja, nær munnu tær fara at koma ? Nú er væl fráliðið, síðani "fólkaatkvøðan" var, og hon vísti greiðan meiriluta fyri reglum.


Tær koma. Tað er bara trupult at orða tær á ein rættan hátt soleiðis at man ikki sigur ov nógv ella ov lítið.
"Gutta cavat lapidem"
User avatar
Jozo
Kjakansari í Átrúnaður & Mál, mentan og søga & Tøkni
 
Innlegg: 2237
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 11:57
Staður: Århus
Kyn: Maður

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur kaka » 12 jun 2009, 20:58

Jozo segði :Tað er bara trupult at orða tær á ein rættan hátt soleiðis at man ikki sigur ov nógv ella ov lítið.

Ja, eg veit. Vit trívast í tolnum vónum :)
kaka
 
Innlegg: 959
Skrásett/ur: 15 okt 2008, 21:45
Kyn: Dult

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Stanley » 14 jun 2009, 12:56

Rúni segði í einum øðrum tráði:
Eg vil mæla øllum kjakarum til at melda innlegg id eru ”kjak um kjak”, ”ad hominem”(at fara eftir manninum heldur enn bóltinum), ella á annan hátt avspora trádir.


Kjak um kjak
Avsporandi kjak
Persónsálop
No commercielt...enda/áhugamál...(veit ikki, hvussu tað kann sigast gott)

Er hetta í høvuðsheitum ikki tað, hesar vælsignaðu reglur skulu innihalda ?
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur #Rúni# » 15 jun 2009, 00:58

Kjak.org er ikki eitt brúkara stýrt forum. Haldi tískil uppskot frá kjakarum um konkreta reglugerd verda óvidkomandi. Kjakleidslan sigst verda í gongd vid at orda reglur; teimun bída vit so eftir.

Vidv. argumentatoriskum leistum sum ad hominem, kjak um form, kjak um kjak osfr. er at siga, at slíkir hættir sjálvdan verda bannadir formelt uttanfyri rættarsalin. Teir kategoriserast hinvegin sum "undirforstadi" í gódum kjaki. Sjálvandi eru undantøk. Ad hominem argumentatión kann til tídir koma undir "útspilling", id ikki er í trád vid adrar reglur. Kjak um kjak kann avspora, og kann tá bróta vid krav um at "halda seg til evni" osfr.

Listin yvur argumentatoriskar snildir er tó langur, og av natúru undirforstadin í óformellum kjaki.
Les meira her: http://en.wikipedia.org/wiki/Template:R ... _fallacies
"I am afraid we are not rid of God because we still have faith in grammar." ("Twilight of the Idols")
User avatar
#Rúni#
Kjakansari í Heimspeki og vísindi
 
Innlegg: 593
Skrásett/ur: 13 okt 2008, 23:52
Staður: KBH
Kyn: Dult

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Stanley » 15 jun 2009, 01:13

#Rúni# segði :Kjak.org er ikki eitt brúkara stýrt forum. Haldi tískil uppskot frá kjakarum um konkreta reglugerd verda óvidkomandi. Kjakleidslan sigst verda í gongd vid at orda reglur; teimun bída vit so eftir.

Konkreta reglugerð ? Onkuntíð ert tú í so fýrakantaður, Rúni. Vælsignaði les omanfyristandandi sum ein hissini kommentar, heldur enn nakað uppskot !
real eyes realize real lies
User avatar
Stanley
 
Innlegg: 1432
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 23:01
Staður: Tórshavn
Kyn: Kvinna

Re: Reglar fyri kjakið

GoymSkrivað hevur Aristocrap » 15 jun 2009, 05:28

Eg havi trupult at taka hetta í álvara. Er kjakleiðslan í holt við at orða eina reglugerð um sømiligan atburð? Sama kjakleiðslan, sum savnaðust saman og miðvíst happaðu ein annan kjakara, altso Slangan? Talan var um Jozo, Pearls og FlóvinE. Eisini Buzz Aldrin, sum tá var virkandi kjakleiðari, var úti og kunngjørdi samleikan hjá øðrum kjakara. Hetta kann eg ikki taka seriøst, hvørki uppskotið um reglar ella sonevndu kjakleiðsluna. Alt nakað helvitis pakk og hvør svínskari enn annar.
Havnarmenn
Fáa fiskin
Upp á coke.
User avatar
Aristocrap
 
Innlegg: 368
Skrásett/ur: 14 okt 2008, 18:46
Staður: København
Kyn: Maður

Fram

Aftur til Afturmeldingar

Vitjandi og virknir kjakarar

Kjakarar til staðar her: No registered users

cron