Sketch Sepahi segði :Ja, ok, trygdarhol eru ikki góð at hava, men størsta trygdarholið verður altíð tað sum situr millum stólin og keyboardi. Eg veit ikki um tú kennir eina góða dagførðing til tað?
Ja brúkaran skal man ikki gloyma. Brúkarin er nr. 2 trygdartrupulleiki, soleiðis sum eg meti tað.
Sketch Sepahi segði :Ja, tí hackarar lugta tað beinanvegin um tú hevur trygdarhol og koma at eta tíni børn og tín hund, ikki so Sammi?

Er hetta humor ella ein stráðmaður?
Mest vanligi hátturin at malware kemur á eina heimateldu er via eitt
drive-by download. Allarflest drive-by download álop eru rætta at stórum vælkendum trygdarholum. Um hetta er tí at blackhat hackarar eru dovnir ella tí at teir eru effektivir, kann man sjálvur meta um, men tað stendur við at hetta er eitt fakta (og eg eri for dovin at google keldur).
Man tættir hetta trygdarholið við at dagføra sítt software við trygdardagføringum bæði títt og ofta, og soleiðis kann drive-by álopi slett ikki koma ígjøgnum.
Men man kann eisini í stóran mun sleppa sær undan drive-by álopum, við at halda seg til tryggar keldur, tí harvi kemur man ikki til at eksekvera nakað sum man ikki kann líta á. Undirvísing og erfarin er einasti mátin at læra hvussu man veit um man kann líta á eina keldu og eitt forrit. Man kann bara ikki heilt sleppa undan drive-by álopum á hendan hátt, tí at ofta eru bæði stórar, vælkendar og álýtandi keldur og forrit offur fyri drive-by trygdartrupulleikum.
Brúki eg eitt skip so metafor, so kann tað omanfyristandandi skiljast nøkurlunda soleiðis: Fyrst tettur man skrokkin soleiðis at skipi flýtur, og síðan lærur man stýrimannin at ikki sigla á grund.
EDIT: Haldi at ein bilur er eitt meira dagligdags genkendeligt metafor: fyrst byggur ein verksmiðja ein tryggan bil við airbags, trygdarbeltum, og síðan sleppur man inn í bilin at læra at koyra hann. Eitt eillisakfar uttan trygdarbelti og airbags, kann ikki verða serliga trygt, í mun til ein nýggjan "dagførdan" bil við airbags og trygdarbeltum, líka mikið hvussu væl sjaførurin dugur at koyra.